fríggjadagur 29. januar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 29. januar 2010
13
F
íggjarlógin varð samtykt við
halli, sum nærkaðist 800
mio. kr. Undirskot, sum verður
fíggjað við lántøku, og sum fyri
2010 fer at kosta landinum 50
mio. árliga í rentum. Útreiðslur,
sum kundu rinda raksturin av
80 nýggjum ellisheimsplássum.
Framhaldandi stórhall hjá
lands kassanum forbjóðar seg
sjálvt. Verandi fíggjarlóg, har
útreiðsluvøksturin er um 4%
ella uml. 190 mio. skal
steðgast. Vit skulu hava javn
vág aftur millum inntøkur og
útreiðslur.
Lánifíggjaða peningaumfarið
ger, at kostnaðarstøðið verður
hildið kunstiga uppi til einki
samsvar er millum framleiðslu
og peninganýtslu. So, meðan
almennu Føroyar sleppa snikka
leysar við lántøku, bløðir
vinnan spakuliga burtur.
Eksploderað
Meðan tað politiskt verður gøll
hildið um almennu nýtsluna,
orsakar afturgongdin í privatu
vinnuni dagliga hópin av upp
sagnum, har serstakliga tíma
løntir løntakarar enda í arbeiðs
loysi og skerdum tilveru
grundar lagi.
At vinnuliga virðisskapandi
virksemið soleiðis verður
sjóðað niður vekir lítlan ans,
meðan hendinga uppsagnir hjá
tí almenna harafturímóti fyllir
miðlarnar allan sólarringin.
Almenna nýtslan er eksploder
að farnu árini, og síðani 2006
eru rakstrarútreiðslurnar hækk
aðar við um 900 mio.
Spurning urin er, hava vit tað
900 mio. betur nú enn fyri 4
árum síðani? Hvat manglaðu
vit tá, sum vit ikki kunnu
umvera nú?
Eingin bati
Búskaparráðið ger greitt, at
verður útreiðsluvøksturin 2%
árliga, sum er helvtin av
vøkstrinum fyri 2010, verður
landskassaskuldin vaksin
meira enn 4 mia. kr í 2015. Og
undirskotið verður fram hald
andi tað sama! Ella sagt
øðrvísi, rentutreiðslurnar hjá
landinum fara at tátta í ¼
milliard árliga um fimm ár,
við ongum útliti fyri bata,
svarandi til árliga kostnaðin
av 400 røktarheimsplássum.
Skulu vit fáa javnvág í
búskap in, so er harafturímóti
neyðugt at minka landskassa
útreiðslurnar 2% árliga, ella
um 100 mio. kr. Megna vit
tað, so verður javnvág aftur í
2014.
Tað tykist tó ikki sum at
politiska skipanin hevur víst
hesum veruleika serligan ans, tí
ístaðin fyri at skerja raksturin
frá 09 til 2010 eftir tilmælinum,
so verður meirnýtslan út móti
190 mio. Peningur, sum ikki er
til. Ella sagt øðrvísi, ein munur
sum táttar í 300 mio. skeiva
vegin í mun til tilráðingina. Tað
gongur slettis ikki.
Bygnaðarskeivleikar
Sagt verður, at helvtin av lands
kassahallinum er av bygnaðar
skeivleikum. Nú landsstýrið
arbeiðir við at leggja útreiðslu
karmarnar fyri 2011 er tí nokk
at ríva í.
At tosa um at varðveita væl
ferðarsamfelagið, samstundis
sum vinnan hoknar undir vaks
andi gjøldum og versnandi
kappingarføri er meiningsleyst.
Fær vinnan ikki optimalar
møgu leikar at produsera, so
eksisterar samfelagið ikki sum
frálíður.
Størstu útreiðslurnar hjá
landinum eru til vælferðar tæn
asturnar, sum kosta um 3400
mio. í 2010. Tað er sjálvsagt, at
har kunnu gerast rationali
seringar.
Tí eiga um og samanlegg
ingar á skúla, heilsu, og
almannaøkinum at vera við
gjørd ar í stórsta álvara. Eisini
eiga almennar veitingar og
stuðul í nógv størri mun at vera
treytaðar av fíggjarstøðuni hjá
móttakaranum, eins og allur
útbúgvingarstuðul til hægri
útbúgvingar skal vera lán, til
móttakarin hevur brúkt sína
útbúgving í Føroyum eitt
áramál.
Fordeilingspolitikkur
Afturvendandi mantraið at
breiðka skattagrundarlagið
tykist bert at hava sum endamál
at halda fast við politiska
veitingarpolitikkin, har yvir
bjóðingin er boðskapurin og
signalpolitikkurin meginreglan
ikki at spara, men brúka
meira.
Tað er tvørturímóti neyðugt
at prioritera, hvørjar tænastur
burturav skulu vera goldnar av
tí almenna og hvørjar kunnu
áleggjast brúkaragjald. Gratis
samfelagið undirgrevur búskap
in, har farið verður eftir hvørj
ari krónu hjá borgarunum, fyri
at politiski fordeilings politikk
urin kann halda fram. Skipan,
sum forkemur motivatiónini,
setur okkum í skuld og fremur
óbjargni.
Rationaliseringar eru tí
alneyðugar, so almenna nýtslan
aftur kemur í legu, har javnvág
verður millum framleiðslu og
almenna forbrúkið. Tí eigur
landsstýrið eisini at umhugsa
generell brúkaragjøld, bæði fyri
at spara, men eisini fyri betur at
kunna stýra eftirspurninginum
eftir almennum tænastum.
Nýggjan fiskivinnupolitikk
Eisini skal landsstýrið orða
nýggja visión fyri høvuðs vinn
una, har lagt verður upp fyri, at
hon verður búskapar og lív
frøðiliga burðardygg og sleppur
at virka í fríari, altjóða kapping.
Hetta gerst m.a. við at lógar
og regluverkið tryggjar, at
arbeiðsmegi og kapitalur flytur
yvir í mest produktivu partarnar
av føroysku fiskivinnuni.
Harafturat eiga fiskidagar at
vera frítt umsetiligir, umframt,
at ongar avmarkingar skulu
vera um virking umborð ella á
landi. Hóast undantøk kunnu
vera, so eigur allur fiskur
veiddur í fiskidagaskipanini
vera landaður í Føroyum.
Dentur eigur at vera lagdur á
at fáa allan stuðul burtur úr
vinnuni, og at vinnan betalir
egið eftirlit, soleiðis sum vit
kenna frá alivinnuni.
Í spurninginum um tilfeingis
gjald, so skal vinnan ikki at
rinda politiskt ásett gjald eftir
serlóg, men harafturímóti eigur
samlað gjaldsskipan at vera
gjørd fyri allar tilfeingisvinnur,
sum er átøk henni í oljulóg
gávuni. Sjómansfrádrátturin
eigur at vera skipaður soleiðis,
at hann er kappingarførur við
grannatjóðirnar.
Seks aðalráð
Landsstýrið eigur eisini at taka
avgerð um at spara í mið fyri
sitingini. Politisk telving eigur
ikki at avgera talið av aðal
ráðum. Landsstýrið kann virka
fullvæl við 5 aðalráðum saman
við løgmansfyrisitingini. Tí
eigur avtala at vera gjørd um, at
trý ráð verða avtikin. Hetta
kann hóskandi gerast tá nýtt
landsstýri verður skipað.
Burturúr spyrst ein kompakt,
smidligari og bíligari miðfyri
siting. Í tí sambandi eigur
landsstýrið at konsentrera seg
um at optimera samstarvið við
ES, styrkja um sendistovuna í
Bruxells og samstundis taka av
sendistovurnar í London og
Reykjavík og leysgeva orkuna
at menna samstarvið við ES.
Traðka í karakter
At renna undan neyðugu spar
ingunum við at skriva skatta
og avgjaldsrokningar út á vinnu
og borgarar verður stokkutur
hiti. Úrslitið verður, at privati
virðiskapandi sektorurin spaku
liga verður sjóðaður niður og
løntakaratalið minkar sam
svarandi. Initiativið verður
kvalt í føðingini og vit fara at
flyta okkum frá málinum um
livandi og sjálvberandi búskap
inn í stagnatiónina og aftur
gongdina og vandi er fyri, at
fólk fara at rýma av landinum.
Fyri tey verður talan um
exitføroyar.
Tí má landsstýrið traðka í
karakter nú. Har er í hvussu
nokk av fólki til uppgávuna.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Vegamótið?
tíðargreinin
Bjarni Djurholm,
løgtingsmaður
Tíðargreinin
Landsstýrið má traðka í karakter nú – fremja neyðugar rationali
seringar, endurskoða fiskivinnupolitikkin og fækka aðalráðini
viðmerkingar