Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. januar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 20 · 29. januar 2010 13 VIKUSKIFTI ídn astu, mest loyalu og idealistisku starvs fólk ini, sum sostatt er ein ser ligur vandabólkur: Ein dag fært tú boð um at gera upp gávurnar á ein ávísan hátt – dagin eftir fært tú boð um tað mótsetta. Ein dag eru tit bestu vinir – dagin eftir ert tú ber luft. Ein dag skulu reglurnar haldast – dagin eftir kunnu tær bendast. Trívist í kaos Sálarfrøðingurin Paul Babiak greiðir frá, at summi arbeiðsumhvørvi eru per fekt hjá psykopatinum at spjaða sítt eitur í. Samvitskuleysu superegoistarnir stórtrívast til dømis í modernaðum, fleksiblum organisatiónum. Eisini á arbeiðsplássum, har alt er eitt sindur kaotiskt frammanundan. Til dømis har stórar broytingar verða framdar, eitt nú í sambandi við umleggingar, samanleggingar, uppkeyp og aðrar stórar broytingar. Harafturímóti gongur psykopaturin uttan um gamlar, bureaukratiskar skip anir, har reglur og mannagongdir eru fastlagdar, og vandin fyri at verða av dúkaður er stórur. Í summum førum líkist psykopaturin tí egoistiska narcissistinum. Báðir hava ómetaliga stórt sjálvsvirði, lítlan kensluligan intelligens og halda seg kunna liva omanfyri reglurnar, sum galda fyri onnur. Men munurin millum teir báðar er, at narcissiturin hevur samvitsku, kann vera í iva og angra illgerðir sínar. Tað kann psykopaturin ikki. Í summum førum kann vera ein fyrimunur at hava ein narcissistiskan topleiðara. Hetta kann vera í sambandi við stór sparitiltøk, ella tá nógv fólk skulu sigast úr starvi. Men tað er ongantíð ein fyrimunur at hava ein psykopat í starvi. Hann er óútrokn­ iligur og tænir bara einum harra: sær sjálvum og sínum egnu áhuga málum. Og hann himprast ikki fyri at at brúka øll hugsandi og óhugs­ andi vápn fyri at røkka mál inum, sum hann hevur sett sær. Av tí at psykopaturin hevur so stórt sjálvsálit, dugir at taka skjótar av gerðir, eisini tá ið tær fáa svárar av leið ingar fyri starvsfelagarnar, fær hann ofta gott fótafesti í karrieruni. Tí nær hann ofta at krúpa eitt gott petti upp eftir karrierustiganum – men bara til eitt vist. Hevur psykopaturin smikrað og manipulerað seg til ein høgan sess í fyri tøkuni ella felagnum, kann tað fáa fatalar avleiðingar fyri eitt nú fíggjar støðuna. Tí er psykopaturin ofta ódrúgvur í starvinum. – Teir verða avdúkaðir av sínum risa stóra ego. Sum oftast eydnast tað teimum at snúgva seg burtur úr trupl­ um støðum, men brádliga verða teir avdúkaðir, sigur Sanne Udsen. Og hon staðfestir, at hetta eisini er ors­ økin til, at psykopatarnir sjáldan eru um boðaðir í topleiðslum. Snøgt sagt, tí teir halda ikki so leingi og megna heldur ikki at gera arbeiðið til lítar. Renn avstað! Men hvussu skulu vit gera, um vit hava illgruna um, at ein psykopatur ger um seg í nærumhvørvinum? Um tú ikki hevur eina óvanliga sterka psyku og serligt innlit í psyko­ patar, umframt eitt krútsterkt bakland, er serfrøðin púra samd og avgjørd: flýggja! Eisini mælir serfrøðin til, at tú lærir teg at finna og eyðmerkja psyko patar í umhvørvinum í góðari tíð. Bert soleiðis ber til at verja seg fyri teimum. Og minst til: tú kanst ikki gera ein psykopat til eitt betri menniskja. Hann er ólekiligur. Hvørki heilivágur ella terapi rínur við, og tú hevur ongan kjans at vinna á honum í einum maktkampi. Tú verður altíð veikari parturin, tí tú hevur bæði samvitsku og skuldar­ kenslur at dragast við. Kenslur, sum psykopaturin ikki hevur. Hann eirir ongum og gevst ikki, fyrr enn hann hevur vunnið – og vápnini eru markleys, líka frá útspilling til harð­ skap, forfylging og álvarslig lógar­ brot. Tí er bara ein leið, nevniliga tann sama, sum veiðumaðurin gav Snjó­ hvítu: renn avstað. Flýggja langt, langt burtur, og kom ongantíð aftur! Ein trítornaður psykopatur: Úteftir smartur Manhattan yuppie, men hópdrápsmaður í loyndum. Høvuðspersónurin í bókini American Psycho frá 1991, Patrick Bateman, eftir Bret Easton Ellis. Her Christian Bale í høvuðsleiklutinum í filminum av sama heiti frá 2000. Hvørki bók ella filmur kunnu viðmælast! KOPAT Læknafrøðin góðtekur ikki heit ið psyko­ patur. Nýggja, polit iskt korrekta heitið er dys­ ella anti sosial persónligheit (Anti­ social personality disorder, ASPD or APD). Men talan er fram vegis um góðar gamal­ dags psyko patar. Psykopatar hava hvørki samvitsku ella skuldarkenslu. Teir duga illa at liva upp til sosial ar normar og skyldur, og uppføra seg sum heild avstumpað móti øðr um. Tí hevur hann eisini ilt við at knýta seg kensluliga til onnur menn iskju. Hann hevur ofta tung lyndi og er ofta misnýtari av rús drekka ella rúsevnum. Psykopaturin verður lætt fru streraður, aggressivur og kann gerast harðligur. Hann skyldar altíð upp á onnur, og burtur­ for klárar negativar avleið ingar av egn um gerðum. Reglurnar, sum eru galdandi fyri onnur, eru ikki gald andi fyri psykopatin. Hann hevur lítið tamarhald á sær sjálv um og kann brádliga fáa illsinnis­ herð indi, har hann kastar við pappírum ella lutum. Eyðkennið »psykopati« kem ur ofta til sjóndar longu í ungdóms árunum, og tað ger mest um seg hjá ungum fólkum. Eyð­ kennini vikna so líðandi gjøgnum lívið. Sjúku eyðkennini hava ikki ein ans trupulleikar í umhvørvinum við sær. Eisini fær viðkomandi ofta eitt óstøðugt lív við nógvum og skift andi partnarum, og ofta eis ini kriminaliteti. Ein stórur meiri luti av teimum, sum enda í fongsli, eru psykopatar. Fleiri mannfólk enn kvinnur eru psykopatar. Fakta psykopat