Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. januar 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 20 - 29. januar 2010 viðmerkingar E in av primeru uppgávunum hjá einum, sum tekur við sum landsstýrisfólk, er at tryggja, at pengar eru til øll tey øki, tey umsita. T í má við kom­ andi tryggja sær, at peningur verður játtaður í góðari tíð. Eis­ ini til tær lógarbundnu útreiðsl­ urnar, sum eru innan tað økið, sum landsstýrisfólkið umsitur. Um tað fyriliggur ein materi­ ell heimild, ella lógarbundin játtan, so merkir tað ikki, at landsstýrisfólkið kann snúgva sær undan at biðja um tað neyð ugu játtanina, ­ soleiðis sum ikki minni enn tveir advo­ katar hava róð framundir í al mennu miðlunum um dagarnar. Landsstýrisfólkið hevur ábyrgd ina av at tryggja at møgu leiki er fyri, at materiella lógin verður hildin. Síðani er tað upp til politiska hegni, vit og skil hjá landsstýrisfólkinum at finna útav, hvussu hetta verður gjørt ­ í nóg góðari tíð! Í fleiri førum er tað sjálvandi miðfyrisitingin og leiðslurnar har, sum hava til uppgávu at virka fyri, at landsstýrisfólkini ikki koma sær í óføri. Tað gera tey sjálvandi best við at hava so skilagóðar mannagongdir, ávísingar, siðvenjur osfr. Men óansæð, so er tað lands stýris­ fólkið, sum stendur við enda­ ligu ábyrgdini. Og landsstýrisfólkið eigur at vita (fáa at vita!), at har eru tvær heimildir, sum viðkomandi ikki kann snúgva sær undan. Onnur er fíggjarheimildin, sum er at tryggja, at nóg mikið av peningi er til taks. Hin er materi ella heimildin, sum er eitt krav frá borgaranum at fáa ta veiting, hann við lóg hevur rætt til. Ein lógarbundin útreiðsla skal sjálvsagt gjaldast. Men landsstýrismaðurin hevur ikki gjørt sína skyldu og hevur ikki virka innan sínar heimildir, um hann ikki hevur tryggjað sær ta játtan, sum SKAL til, ta matriellu lógina, sum krevur, at hann rindar. Sjálvandi hevur borgarin krav uppá at fáa teir pengar til tíðina, hann við lóg hevur rætt til, og júst tí má landsstýris­ fólkið tryggja í góðari tíð, at pengar eru til játtanina. Tulking av føroyskum lógar verki kann elva til ábyrgd arloysi Um eg skilji onkran av advokat unum rætt, sum hevur gjørt viðmerkingar til niðurstøðuna hjá landsstýris­ málanevndini (lmn), so halda teir, at landsstýrisfólkið skal síggja stórt uppá, um pengar eru játtaðir ella ikki. Teir siga, at hon ella hann skal bara tryggja sær, at materiella heim­ ildin er í lagi. Er hetta so, ella varð hetta so, so elvir tað til beinleiðis ábyrgd arloysi, og er heldur ikki í tráð við føroyskt lógarverk! ... soleiðis sum eg lesi tað. Fíggjarlógin hevur nógvar kontoir, og 1,4 mia av tí, sum játtað verður er lógarbundið. Hugsið tykkum um tað nú bleiv kotýman, at landsstýrisfólkini skuldu sæð stórt uppá tað, sum er lógarbundið. Verður hesin vanin legali­ seraður, so endurspeglar fíggjar lógin als ikki tað, sum veru liga verður útgoldið. 1,4 mia er hóast alt 1/3 av øllum útreiðslum á fíggjar­ lógini! Sjálvandi skulu lands­ stýrisfólkin í góðari tíð gera eina neyva meting av, hvat hesar lógarbundnu útreiðslur koma at kosta landskassanum, og eisini gjøgnum ári fylgja við, um nú metingin helt. Ger metingin ikki tað, so má umbøn um eykajáttan koma í løgtingið, ­ í nóg góðari tíð! Óforútsæddar útreiðslur Men so kunnu uppstanda ófor­ útsæddar útreiðslur. Eisini her kann góður vani sleppa undan óneyðugum dráli. Í niðurstøðuni hjá lmn nevna vit sum dømi um meirútreiðsl­ ur, sum stóðust av, at nýtt landsstýrið varð skipað í ótíð. Hetta vóru meirútreiðslur, sum ikki vóru forútsæddar, tá ið fíggjarlógin varð smíðjað árið fyri, og sum byrja at telja frá fyrsta degi, nýggja landsstýrið tekur við. Her átti at verið upplagt, at landsstýrisfólkið sama dag ella dagin eftir umskipanarhá tíðar­ haldið, fekk ráð frá fyrisiting­ ini, um at tað, sum nú er farið fram, ger, at tú eigur at biðja um eykajáttan beinanvegin. Longu við komandi lønar­ útgjalding eru meirútreiðslur, sum vit ikki sóu fyri okkum, tá fíggjarlógin varð smíðjað. Og hetta mæla vit til vísandi til stýrisskipanarlógina, sum í grein 43 stk 2 sigur, at “Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður.” Og tað er nú óheppið at byrjað skeiðið við at bróta stýrisskipanarlógina! Far til løgtingið og bið um pengar ella bið um lógarbroyting Tá landsstýrisfólkið skal tryggja sær, at pengar eru til allar útreiðslur hjá ráðnum, so fær landsstýrisfólkið ta trygdina við at biðja játtandi myndug­ leikan, sum er løgtingið, um pengar. Fær landsstýrisfólkið noktandi svar uppá umbønina, so hevur landsstýrisfólkið fram­ vegis ábyrgdina av økinum, og má tí framvegis tryggja, at materiellu lógirnar liva upp til játtaninar. Tí má næsta stigið verða, eftir at noktandi svar er komið uppá umbøn um pengar, at koma við uppskotið til løgtingið, at broyta materiellu lógina. Vendir løgtingið fram­ vegis pílin niðureftir, so er lands stýrisfólkið troka upp í ein krók, og eigur nú at síggja skrift ina á vegginum. Inntøkutrygdin og rentu­ stuðul eru ikki góð dømi Dømini um inntøkutrygdina og rentustuðul eru tíverri ikki góð dømi hjá sitandi landsstýrið at brúka. Í hvørgum døminum gjørdi hvørki annar lands stýris­ maðurin ella hin, eina roynd at fáa pening til vega, áðrenn goldið varð út. – Enn minni teir royndu at broyta lógina. Báðir høvdu nokk fingið peningin, um teir bóðu um teir, men tað gjørdu teir bara ikki. Vit vita, at ætlanin var frá landsstýrisins síðu at broyta lógina um inntøkutrygd, og flyta hana út á arbeiðs marknað­ in, og tí var ikki biðið um neyðugu játtanina til økið. Tí var ikki hildið neyðugt at seta pengarnar av á fíggjarlógini. Men trupulleikin uppstendur, tá uppskotið um at flyta inn­ tøkutrygdina út, ongantíð kom. Tvs at lógin verður verandi í gildi. So stendur lands stýris­ maðurin har við eini lóg, sum hann skal rinda út eftir, og við eini konto, sum er tóm. Tá ið útinnandi valdið hvørki biðir um pengar til økið, ei heldur biðir um at fáa lógina broytta, so er tað eitt umsiting­ ar ligt forsømilsi hjá útinnandi valdinum, og ikki ein funda­ mentalistisk tulking hjá lands­ stýrismálanevndini, ­ sum onkur lógarkønur vil verða við. Í kjakinum í í SVF týskvøldið vardi Jóannes Ejdesgaard seg við, at hann bað fíggjarnevnd­ ina um pengar til rentustuðul, men fekk noktandi svar. Tí segði hann seg hava valið ímillum at bróta lógina ella at sleppa hundratals av sethúsa­ eigarum uppá fjall. Men hatta er ikki rætt. Trupulleikin er, at hann spyr fíggjarnevndina um pengar til rentustuðul nakrar mánaðir eftir, at pengarnir eru brúktir. Og tað var tað, sum fíggjar­ nevndin varð fortørnað yvir. At koma í fíggjarnevndina beint fyri árslok og biðja um pengar, sum eru brúktir, kann bara hava til endamáls at fáa okkum, sum har sita, at blástemplað tað óheim ilaðu nýtsluna, sum VAR farin fram. Tí við hesi blástempl ingini høvdu tølini sæð mikið vakrari út í lands­ roknskapinum fyri tað árið. Høvdu vit sagt ja, hevði hann ongan trupulleika havt av tí í dag. Men av tí at vit søgdu nei, so vænti eg, at hann, og onnur sum eru og verða landsstýrisfólk, og sum eru um landsstýrisfólk, ansa sær, og tryggja neyvari mannagongdir, enn siðvenja hevur verið undanfarin ár. Alt fyri at peningur er til taks, áðrenn goldið verður! Munur er á tí danska og tí føroyska lógarverkinum Nakrir advokatar hava verið frammi í kjakinum, um hvat teir halda átti at verið galdandi. Men landsstýrisfólkini skulu halda seg til tað, sum ER galdandi. Og har hava vit fyrst og fremst grein 43 stk 2, sum sitera verður omanfyri, um at eingin útreiðsla sostatt kann verða goldin, er ikki heimild fyri henni í teirri fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður. Sambært tí eina advokatinum, sum var alment frammi, so skilti eg á honum, at hann helt tað verða í lagi, tað sum Jóannes Ejdesgaard hevði gjørt, og vísti m.a. til “onkran” fyri at hava sagt, at materiell heimild (lógarbundin játtan) kemur fram um fíggjarheimild. So er til tað at siga, at sitatið hann sipaði til, var ætlað donskum lógarverkið og ikki tí føroyska. Og har er nemliga munur á! Í føroyska lógarverkinum er onki, sum tíðir uppá, at materi­ ella heimildin er so sterk, at mann á nakran hátt kann undirmeta fíggjarheimildina. Sambært álitinum til játtanar­ lóg, so stendur á síðu 66, sum viðmerking til grein 43, stk 2 at “Kontant-meginreglan ber í sær, at hóast materiell heimild er fyri at ávísa pening, so merkir tað ikki í sjálvum sær, at ávísing kann verða framd. Afturat krevst játtanarheimild ella játtan á fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg. Við játtanarlóg verður hugsað um annað slag av játtanarlóg enn fíggjarlógina, t.e. ikki við eina vanliga lóg. Vanligar Løgtings- lógir kunnu regluskipa játtanir, men eru ikki játtanarlógir.” Hevur hesin tekstur í áltinum til játtanarlóg nakra sum helst vekt, so er í minsta lagi talan um tvey krøv, sum landsstýris­ maðurin má útinna eftir. Annað er at rinda, hitt er at tryggja sær pengar áðrenn! Løgtingið rættvísger ikki lógar brotini, um tað góðkennir roknskapirnar. Jóannes Ejdesgaard vardi seg eisini við, at løgtingið hevði góðkent allar roknskapirnar frá landsgrannskoðaranum hesi árini krittikkurin koyrir uppá. Um tað skal skiljast sum, at fíggjarmálaráðharrin heldur, at løgtingið tá eisini hevur gjørt seg skyldugt í óheimilaðu Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Pengar, takk! tíðargreinin Annita á Fríðriksmørk løgtingsliur (T) og limur í Landsstýrismálanevndini Tíðargreinin