Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. januar 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 20 · 29. januar 2010 14 VIKUSKIFTI Til arbeiðis Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Jógvan við Keldu situr á skrivstovuni í niðastu hæddini í húsunum á Garðavegi í Klaksvík. Her hevur hann seinastu árini havt sítt arbeiðspláss, sum fæst við at selja tænastur til ymiskar fyritøkur umframt at hann umboðar SAM- headhunting í Føroyum, sum er felag, ið finnur leiðarar og millumleiðarar til fyritøkur. Á borðinum á skrivstovuni stendur ein silvurlitt kaffikanna og nøkur sjokurlátapetti millum ymiskar mynd ir av børnum og abbabørnum hjá stjór- anum í Mercant, sum Jógvan við Keldu hevur valt at kalla sína fyritøku. – Eg ætlaði alla tíðina at koma út í privata vinnulívið aftaná mítt politiska lív, meðan eg framvegis var í góðum árum, og tað hevur eydnast, sigur nær- um 66 ára gamli stjórin. – Og so ætli eg mær ikki at pensjón- erast, so leingi eg havi heilsuna, tí eg havi ongantíð havt tað so gott sum nú. Eg skal bara svara mær sjálvum, og tað er gott at sleppa undan at hugsa um at varðveita veljarar og at fáa fleiri veljarar, flennir fyrrverandi politik- arin. Finnur stjórar Hóast Jógvan við Keldu hevur fleiri jørn í eldinum, so sær hann sítt starv fyri SAM-headhunting sum eitt av fremstu málum. – Eg kann siga beinanvegin at hendan kreppan hevur gjørt sína ávirkan, tí vit hava ikki sett nakran leiðara í starv seinasta árið, so arbeiðið er umlagt soleiðis, at vit eisini arbeiða við at gera analysir, sum kunnu effektivisera dugnaligu fólkini á fyritøkunum. – Men eg geri ikki sjálvar analys- urnar. Eg seti fólk í samband við serkøn fólk í SAM-fyrisitingini. Tað er ein spurningur um netverk. Jógvan við Keldu reisir seg úr kontór- stólinum, og dregur hann aftaná sær ímóti telduni fyri at vísa, hvussu mesta virksemið fer fram á internetinum. Á vegnum kemur hann undir smølu silvurlittu kaffikannuna, sum fer sendandi á gólv og fer í knús, so svarta kaffið rennir eftir gólvinum. Men tí tekur hann sær ikki av, og greiðir heldur frá, hvussu tingini rigga á netinum, og at øll í SAM-headhunting hava havt leiðandi størv. Freelance Men umframt at umboða SAM-head- hunting ger fyrrverandi lands stýris- maðurin eisini uppgávur fyri ymsar føroyskar fyritøkur. – Í løtuni geri eg eitt sindur av arbeiði millum annað fyri Norðhús, Norð fra og JFK, og síðani havi eg nøkur umboð, men eg eri ikki starvsfólk hjá teimum. Eg loysi nakrar uppgávur fyri teir, tí eg tími ikki at binda meg ov nógv, sigur Jógvan við Keldu. – Og eitt av góðu netverkunum er Danmarks Eksportråd, sum eg havi arbeitt saman við útvið tvey ár. Telefonin á borðinum ringir, og Jógvan tekur hana, meðan hann hygg - ur umberandi at gestunum á skriv- stovuni. – Hatta gongur sum tað skal nú. Jógvan svarar einum kunda um eina ætlan, sum eftir øllum at døma hevur havt sínar avbjóðingar, men ger skjótt av at leggja hornið á. – Ja. Eg tosi nógv í telefon, men tað týdningarmesta er at koma út til fólkini fyri at halda netverkið við líka, fortelur Jógvan frá sínum royndum Skilur tingini at Men hóast Jógvan við Keldu hevur sína skrivstovu í sínum egnu húsum, so er greiður skilnaður millum arbeiði og frítíð. – Eg fari oman á kontórið um átta- tíðina og arbeiði til klokkan fimm um leið. Tá eri eg til arbeiðis, og tá eg havi frí, so havi eg frí, greiðir hann frá, og hyggur nústani niður á brotnu kaffikannuna. – Kanska verður konan eitt sindur óð, smílist Jógvan við Keldu endiliga, nú garvaði politikarin er greiðir yvir at arbeiðsuppgávan at greiða frá um sítt starv – sum á allan hátt er merkt av at seta røttu fólkini í samband við hvønn annan – er um at vera liðug. Tað nærkast døgurða, og stjórin og eigarin í Mercant ger seg til reiðar at fara upp gjøgnum trappurnar at halda døgurðatíma saman við konuni. Í morgin verður fyrrverandi borgarstjórin, tingmaðurin og landsstýris­ maðurin, Jógvan við KEldu, 66 ára gamal. men hann hugsar als ikki um at pensjónerast, so leingi hann hevur heilsuna. Handilsmaðurin vil heldur halda fram við sÍnum egna virki, har netverk eru lykilin. – fólk seta seg ikki bara Í samband við meg. tey seta seg Í samband við alt nEtvErKið, sigur hann Eg vil onganTíð pEnsjónErast Jógvan við Keldu hevur síðan hann gavst í politikki rikið egna fyritøku, sum millum annað fæst við at seta røttu fólkini í samband við hvønn annan mynd: Bárður Lydersen tiL arbeIðIs navn: Jógvan við Keldu starv: Handilsvirkið Mercant besta við starvinum: Breiddin – at arbeiða nationalt og internationalt ringasta við starvinum: At tað er torført at finna rættu sparrings partnararnar størsti dreymur við starvinum: At menna fyritøkuna við fleiri umboðum og sambondum størsta frambrot: At hava fingið eitt gott netverk starvstíð: Um trý ár í hesum umfarinum lívsstarv: Nei. Politikkur var lívsstarvið starvsfólk: Ein sett á stovn: 2007 staður: Garðavegur 40. í Klaksvík stjóri: Eg sjálvur fakta Jógvan við Keldu