fríggjadagur 29. januar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 - 29. januar 2010
15
viðmerkingar
meirnýtsl uni, so tekur JE nokk
feil.
Løgtingið sigur ikki, tá tað
góðkennir roknskapir fyri farin
ár, at tað er í lagi, tað sum er
farið fram. Men løgtingið sigur
hinvegin, tá ið tað tekur undir við
landsroknskapinum, at tøliniog
viðmerkingarna, sum lands
grann skoðanin er komin fram til
í roknskapinum eru røtt.
Og tað er munur á tí, og so at
góðtaka lógarbrotini sum lands
grannskoðanin ár eftir ár kriti
serar og avdúkar í landsrokn
skapinum!
Um løgtingið hevur medábyrgd
av tí, sum verður lagt fram og
avdúkað í landsroknskapinum, so
er landsgrannskoðarin og stovn
urin undir honum væl sagtans
eisini partur av hesum kritikki, tí
tað er har, tølini verða viðgjørd
og fest á blað!
”Konsekvensir”
Eitt av kritikkpunktunum kom
frá advokati, sum viðmerkti
niðurstøðuna hjá lmn, men legði
hesin afturat “konsekvensirnar
av tí, tað er har sum ketan fer av
hjá teimum, sum hava viðgjørt
hetta málið.” Men her fer
advokaturin skeivir! Vit siga
nemliga onki um konsekvensir.
Vit siga hinvegin í niðurstøðuni,
at: ”Um stig skulu verða tikin til,
at eitt lógarbrot skal fáa rættar
ligar ella politiskar avleiðingar,
er ein politiskur spurningur, sum
Landsstýrismálanevndin ikki
viðger ella tekur støðu til.”!
Uppgávan hjá lmn er hinvegin
at hava eftirlit við, at starv lands
stýrisins verður útint á lógligan
hátt. Uppgávan er ikki at koma
við tilmæli um avleiðingar.
Ein annar advokatur var síðani
frammi og visti á, sum rætt var,
at lmn var ikki komin við
nøkrum tilmæli um avleiðingar,
men helt, at starvsskipanin hjá
lmn átti at verið víðkað til eisini
at komið við tilmæli um hetta.
Tað er møguligt. Men her loyvi
eg mær at spyrja sakkunnleikan,
um hann heldur, at tað er so
heppið at ein nevnd í løgting
inum skal ábyrgdast ta uppgáv
una, at koma við tilmæli um
avleiðingar fyri lógarbrot.
Nevndarlimirnir eru juridisk
leikfólk, sum eisini eru løgtings
limir. Sum løgtingslimir hava teir
eisini eftirlit við landsstýrinum.
Og tí hevði eg hildið, at eg sum
nevndarlimur í lmn, kann taka
tann kasjettin av, tá eg fari av
fundi har, og taka hin á, har tað
stendur ”løgtingskvinna”, og tá
siga, at eg haldi, at hasin ella
handan eigur at verða koyrd frá,
ella ákoyra reist ímóti, tí við
komandi til dømis máar trúvirði
undir tí politisku skipanini.
Ivist í um tað er ráðiligt, at ein
trýmannanevnd mannað við
leikum, um enn fólkavaldum,
eigur at virka sum tilmælandi
”dómstólur” . Men vónandi
koma fleiri, sum eru meira
avgjørd, um tann spurningin inn
á banan við sínum grundgev
ingum.
Kanningarstjóri
Spurningurin um hvørt ein kann
ingarstjóri átti at kannað hvør
orsøkin er til, at óheimil aðar
útreiðslur eru slopnar fram við
borðinum ár eftir ár, hevur nú
tikið seg upp.
Høgni Hoydal vísti í kjak send
ingini á, hvat gagn ein kann
ingarstjóri kundi havt fyri
eftirtíðina, tá hesin m.a kundi
staðfesta veruligu ábyrgdina, og
kundi hesin víst á neyðugar
broytingar innan lógarverk og
fyrisiting. Hann kom ikki við
einum orði um, at nakar ávísur
átti ofrast.
Men til hendan spurningin, so
forpurraði Kári á Rógvi heilt víst
møguleikanum við kanningar
stjóra. Og tað gjørdi hann í
kjakinum við Jóannes Ejdes
gaard. Kára´sa løgfrøðiliga vit
druknaði í speiskum og provo
kerandi retorikki – hesaferð vent
móti Jóannes Ejdesgaard, lands
stýrismálanevndini og advokat
um í býnum!
Tá andstøðan dyrgir eftir at fáa
ein meiriluta fyri kanningar
stjóra, so hevur hon eisini brúk
fyri undirskriftum úr samgong
uni. Tá so er, er tað politiskt
ógvuliga óbúgvið, beint undan
møguligum undirskriftum, fyri
opnari mikrofon at opinbera sína
vón um, at veljarin fer at
avhøvda ein av leiðarunum í
samgonguni.
Siti í landsstýrismála nevndini!
Landsstýrismálanevdnin er ein av
trimum eftirlitsfunktiónum hjá
landsstýrinum. Hinar eru løg
maður sjálvur og so løgtingið.
Og so er tað landsgrannskoðanin,
sum kannar hvørji tøl lands
stýris fólkini arbeiða við og ger
viðmerkingar til tey.
Sum ein av trimum nevndar
limum í landsstýrismálanevndini
havi eg her valt at gera nakrar
viðmerkingar til nøkur av teim
um úttalilsum, sum hava verið í
fjølmiðlunum, um niðurstøðuna
hjá lmn í sambandi við ákærunar
móti landsstýrisfólkum og teirra
óheimilaðu meirnýtslu.
Kann verða í so nasadjarvt at
koma við løgfrøðiligum rætting
um til m.a dýrtdrivnar advokatar.
Men helt, at okkurt týddi uppá,
at úttalilsi teirra als ikki vóru í
samsvar við grundgevingarnar
fyri okkara niðurstøðu í lands
stýrismálanevndini, ella at vit í
minsta lagi tosað forbí hvønn
annan. Vónandi verður hetta ikki
tikið illa upp, men fari eg skeiv,
so taki eg heldur enn fegin við
mótspæli!
Góðan arbeiðshug og takk fyri
viðmerkingarnar!
Sosialurin misskilir
við vilja
Í somu løtu, Landsstýrið
er sinnað at boða donsku
stjórnini frá einum ynski
um at tiðna blokkin, so
inntøkurnar á føroysku
fíggjarlógini kunnu vaksa,
er fólkatingsmaðurin hjá
Sambandsflokkinum til
reiðar at virka fyri málinum í Fólkatinginum
Oddagreinirnar í Sosialinum eru stundum ... skulu vita
siga, áhugaverdar.
Avmarkað er, hvussu nógva orku man skal brúka uppá
rættleiðingar, men lat meg tó gera nakrar stuttar
viðmerkingar til oddagreinina í Sosialinum tann 25. jan.
Har førir blaðið fram, at nú Edmund Joensen aftur
gerst tungan á vágskálini í donskum politikki, kann hann
syrgja fyri, at fastfrystingin av ríkisveitingini verður
strikað.
Hvør skal siga: Nú ræður Edmund í Fólkatinginum og
í stjórnini, so nú kann hann, einsamallur maður, “tiðna
blokkin”..
Soleiðis hanga tingini sjalvandi ikki saman í
veruleikanum. Tað vita tey flestu. Eisini blaðstjórnin á
Sosialinum. Men lat okkum skera tað út í papp.
Tað var táverandi landsstýrið, ið tók vanlukkuligu
avgerðina um at heita á donsku stjórnina um at skerja og
síðani fastfrysta blokkin, ið annars eigur at verða
reguleraður á hvørjum ári.
Tí er tað eisini upp til Landsstýrið at heita á donsku
stjórnina um at tiðna blokkin aftur.
Higartil hevur Landsstýrið – eisini núverandi ABC
landsstýrið – ikki vilja tikið hesa avgerð.
So seint sum tann 22. september í 2009 gav
landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard,
ið eisini er formaður í Javnaðarflokkinum, donsku
stjórnini boð um, at ongin broyting skuldi heldur fremjast
í ríkisveitingini fyri 2010.
Við øðrum orðum: Vælferð hjá føroyingum fyri
milliónir varð tveitt út gjøgnum vindeygað. Tað havi eg
víst á áður, og eg skal gjarna gera tað enn eina ferð.
Júst í hesum døgum rakar hetta teir veiku
samfelagsbólkarnir hart. Komandi ár verða hesir bólkar
upp aftur harðari raktir, tí tá skal veruliga sparast á
almenna budgettinum.
Hetta veit blaðstjórnin á Sosialinum eisini.
Eitt er tó púra vist: Í somu løtu, Landsstýrið er sinnað
at boða donsku stjórnini frá einum ynski um at tiðna
blokkin, so inntøkurnar á føroysku fíggjarlógini kunnu
vaksa, er fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum til
reiðar at virka fyri málinum í Fólkatinginum.
Eisini tað munnu tey vita, ið skriva oddagreinar í
Sosialinum. Men tey hava helst eina heilt aðra interessu í
málinum.
Hetta eru orð, sum Oddvør
Johansen í viðmerking í
Dimmu hósdagin brúkar.
Meiningina kann eg stuðla
fult út. Lat tað, sum tú og
eg gera, koma til gagns
onkursvegna. Men nú eru
fleiri bólkar, flokkar,
klassar, meiningar, linjur
ella hvat tú vilt kalla tað í
samfelagnum. Í tí liggur
rótin til ósemjur. Summar
kunna loysast við samtalu
og orðaskifti, men helst
ikki allar.
Kritiskur ella negativur
Oddvør meinar, at tað
negativa, tað kritiska, fyllir
ov nógv í mínari skriving.
Hartil eru tvey ting at siga.
Eitt: tað ljóðar sum OJ
bert kennir mína skriving í
Sosialinum hesi seinnu
árini, um politisk og
samfelagslig viðurskiftir.
Framleiðslan er tíbetur væl
breiðari enn so.
Tvey: at tað at vera
kritiskur, og tað at vera
negativur og eitrandi, sum
hon tekur til, er tað sama.
Eg meini, at tað er munur á
at vera kritiskur, og at vera
niðurgerandi og negativur.
Skulu politiskar
dáragerðir gloymast?
So sigur OJ, at her loypir
ketan av. ”Hálvtrýss til
hundrað ára gomul politisk
mistøk og dáragerðir, sum
í tjóðskaparligum ovurhuga
ella býttleika eru gjørd í
einai fjarari fortíð, skulu
”upplýsa” føroyingar”
Eg vil siga, at her eru vit
ósamd. Um ikki dáragerðir
skula fram, so skula tær
goymast? Hugsa tær, at
dáragerðir í europeiskari
søgu hesi seinastu 50100
árini skuldu gloymast? Tað
ber ikki til.
Eg meini, at søgulig
fakta, bæði dáragerðir og
mistøk, skula fram til
kritiska viðgerð. Annars
ber ikki til at ”læra nakað
av søguni”, sum man
plagar at siga. Um tað er
gjørt í tjóðskaparligum,
nationalistiskum, kapital
istiskum, socialistiskum
ella religiøsum ovurhuga
ella býttleika er líka mikið.
Søga sum væl
onduleraðar mytur
Ein søga, sum byggir á væl
onduleraðar mytur, er ikki
bara býtt og tápulig, men
kann vera beinleiðis farlig.
Ein søguuppfatan, sum
barberar mistøk og dára
gerðir hjá tjóðskapar rørsl
uni ella nationalistunum
burtur, er óvísindalig og
farlig. Kann føra til
indoktrinering og tað, sum
verri er. Er tað tað, sum
Oddvør vil? Eg fái meg
ikki at trúgva tí. Men hví
eru á nationalistiska
vonginum so sjarrlig, tá
tað kemur til kritikk?
Eg noyðist líka at rætt
leiða OJ um eitt aftrat, sum
hon skrivar: ”Nógv fólk,
bæði livandi og deyð,
verða hunddálkað og háað”
Eg havi ongantíð ’hund
dálkað’ fólk, men eg havi
kritiserað teirra politisku
støðu og gerðir. Og tað
havi eg, og øll onnur, full
an rætt til. Sakin er, at
mun ur er á einum privat
persóni og einum almenn
um persóni. Politikkarar
eru almennir persónar, sum
í skrift og talu leggja teirra
sjónarmið fram, og berjast
fyri at fáa síni sjónarmið
ígjøgnum. Tað er í lagi,
soleiðis skal tað vera.
Samstundis hava teir eisini
eina privata síðu, men hon
er mest sum uttan áhuga í
hesum sambandi.
Almennir og privatir
persónar
Men at almennir persónar,
sum til dømis politikkarar,
skula vera friðaðir sum
katólsk halgimennir, og
eingin má umtala teir
kritiskt, sjálvt um teir
deyðir, tað er aftur ein
misskiljing.
Teir, sum allarhelst vildu
sleppa at vera ein partur av
søguni, skula vurderast
uppá teirra politiska avrik.
Kanska hevur OJ í huga, at
eg fyri nøkrum árum
dokumenteraði at ein
føroyskur politikari hevði
gott samband við nazistar
ella nazisympatisørar í
Norra. Tað bleiv tá eisini
uppfatað næstan sum ein
skandala, at tað kom fram.
Men tað er ein partur av
søguni, sum ikki eigur at
barberast burtur, kávast
útyvir ella ”gloymast”.
Tann, sum ikki orkar at
síggja søguna í síni
grumm heit og mang
foldigheit, kann sigast at
vera passé.
Til gagns onkursvegna
løgtings- og fólka-
ting s maður fyri
Sambands flokkin
Edmund
JoEnsEn
Rolf
GuttEsEn
Framhald av síðu 14