fríggjadagur 29. januar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 20 · 29. januar 2010
15
VIKUSKIFTI
SoSIalurIn hevur hITT TeIr
báðar FólKaTIngSlImIrnar
Høgna Hoydal og Edmund
JoEnsEn á ChrISTIanSborg
TIl KjaK um loySIng og
Samband í ljóSInum
av FíggjarKreppunI.
edmund joensen:
Vorðið sum íbúð!
Nú ræður um at liggja fram við – og gera kvettið. Hendan
lýsingin var at síggja í Gulu síðunum hjá Dimmalætting
nú um dagarnar. Hetta líkist einum framúr góðum tilboði
– og hvat kundi mann ikki brúkt alt hatta plássið til
Tað loysir seg altíð, ja, tað átti
at verið lógarkravt, at lesa, lesa
gjølla, nærlesa og lesa eina ferð
afturat rokningar og kontuavrit
og keypsseðlar. Tí verri enn so
altíð eru tølini røtt. Og skeivu tøl
ini eru ongantíð tær til góðar.
Tá tú hevur funnið eitt ella
fleiri tøl, sum tú ikki kannast við,
er at fáa rokningina rættaða ella
kontu avritið broytt ella spyrja,
hví livradeiggið kostar ein triðing
meira enn tilboðið skuldi eitast
at vera.
Hetta kostar tær telefonsam
røður og tíð í arbeiðstíðini. Tí tey,
sum senda rokningar og kontu
avrit, eru bara at hitta um dagin
Men tú fært onga samsýning
fyri tað.
Ein banki til dømis tekur
peng ar, ómaksgjald, ella tænastu
gjald skal tað vera ordiliga fínt,
kalla tey tað, fyri alt, sum hann
ger fyri teg, og eisini fyri tað,
sum tú gert fyri bankan.
So eigur bankin sjálvandi, við
gleði, at rinda okkum eitt ómaks
gjald, hvørja ferð, vit noyð ast
at fáa rættað eitt kontuavrit, tí
starvsfólk bankans ikki megna at
avgreiða eina banala flyting utt
an at flyta hana tvær ferðir ella
taka ómaksgjaldið fýra ferðir.
Sjálvandi eigur bankin at gera
tað. Men hann ger tað ikki. Tí
bankin er ikki til fyri okkum. Vit
eru til fyri bankan. Og sjálvandi
eigur tað at kosta okkum, at vit
eru til fyri bankan. Ómaksgjøld
og rentumarginalur, trotarenta,
rindar tú rentur og avdrátt ein
dag ov seint. Eingin bónusrenta,
um vit rinda ein dag ov tíðliga.
Ella skeivar rokningar, ongan
tíð tær til góðar, sum krevja tíð
at fáa rættaðar. Tíð er pengar. Tí
eiga vit at fáa pengar frá teimum,
sum taka okkara tíð við skeivum
tølum.
Brúkarar, tað eru vit øll, áttu
at stovna eitt felag, sum krevur
ómaks gjald frá peningastovnum
og øðrum, sum bjóða seg fram
fyri pengar at arbeiða fyri okkum
og gera okkum tað, tey rópa tæn
astur. Og ikki duga, nei, duga alt
ov væl, at skriva rokningar.
Vit kunnu ikki vænta, at
bank arnir til dømis gera sær so
stóran ómak fyri ómaksgjaldið,
at mis tøk, altíð teimum til góðar,
ikki henda.
Ella handlarnir, sum dúgliga
hvørja viku fylla postkassarnar
við junkposti um tilboð oman á
tilboð. Og »gloyma« at sláa til
boðini inn í kassatólini.
Tey, sum ikki varnast, at tey
eru blivin snýtt, fyrr enn tey eru
komin heim og lesa keypsseðilin,
skulu so brúka tíð, beinsin ella
disel, og orku at fara aftur í hand
ilin og geva ilt av sær og krevja
sín fulla rætt. Handilin letur einki
ómaksgjald fyri hendan ómakin.
Ella felagið, sum fyri eitt rætt
iliga fitt ómaksgjald, átekur sær
at umsita tína eftirløn og lýgur
um teg fyri skattavaldinum.
Felagið hjá okkum brúkarum,
sum verða havd til rukku hvønn
einasta dag, átti at gjørt ein lista
við okkara ómaksgjøldum. Til
dømis skeiv tøl í kontuavritum,
50,00 kr. fyri hvørt skeiva talið.
Tilboð, sum bara eru í lýsinga
bløðum, 100,00 kr. Ov stórar
rokn ingar 10 prosent av tí, rokn
ingin er ov stór. Kanska tey tá
fáa fingurin út, um ikki annað so
hálva leið.
Tak eisini spiltar ella hálv
spiltar vørur, sum verða seldar
fyri fullan prís. Tá seinasti sølu
dagur ikki var í gjár ella fyrra
dagin, men í fjør einaferð.
Og so havi eg ikki nevnt øll
tey, sum noyðast í rættin fyri
at fáa sín rætt. Sum noyðast at
kæra.
Eg sigi ikki, at Føroyar eru ein
bananrepublikk. Tað er at gera
ov nógv av. So langt eru vit ikki
komin. Eg sigi, at Føroyar eru ein
banankoloni.
UmaftUrafturum
HøGNi DjurHuus
Var 2010 eisini í fjør?
Ársins songrødd 2010
verður aftur í ár.
Blaðið
Eisini teir?
Læknar rýma úr Suðuroynni
Sosialurin
Vorðið sum lyfti
Vit fáa alt upp aftur
Dimma
Køin má vera nakað long
Nú sær trupult út hjá VB í Sunset
Kringvarp.fo
Rudda forsíðuna!
Tvílutfall í trimum stigum
Dimma
Man tað verða til
ítróttarkappingar?
Sjóvar Havn fingið altjóða góðkenning
Kringvarp.fo
Lova líka nógvum kvinnum
og monnum inn?
Rex slepti javnstøðulyftinum
Dimma
Skip á aðalfundi
Laksaskip valdu nevndina aftur
Olivant.fo
Óvanligt!
Opið stríð um finalusessin
Dimma
Halda nýggjár mitt í januar
KÍ-formaðurin: Nú byrjar
árið hjá okkum
Kringvarp.fo
Skipað leiting?
Javnaðarveljarar leita eftir flokkinum
Dimma
ranga
í
strúpan
Vælsignaðu djór
Trúðarrørslurnar eru nógvar, og siðirnir ymiskir. Her er nakað, sum vit ikki kenna á okkara leiðum.
Ein prestur í spania vælsignar eina skjaldbøku. Tað verður gjørt á degnum hjá skt. Anthony, sum var
halgimenni hjá djórunum. Dagurin hjá honum verður brúktur til at samansjóða fólk og teirra kelidjór við
kirkjuna. sig so tað! síggja tit ikki fyri tykkum, ein røð av hundum og kettum í einari føroyskari kirkju?
goyggjandi
maður
fyri 50 árum síðani
– 2. februar í 1960 –
var hesin tíðindastubbin
at lesa í Sosialinum:
Læknin Bocker í
Onglandi sigur frá, at
hann hevur lekt 65 ára
gamlan mann, ið goyði
sum hundur. Maðurin
var lámur, tvingaður at
skriva við høgru hond
í skúlanum, goyði av
og til sum yngru, men
63 ára gamal goyði
hann støðugt og mátti
fara úr arbeiðnum.
mynd: polfoTo
Banantøl