fríggjadagur 29. januar 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 20 - 29. januar 2010
tíðindi
Bundesen og hinir
Hóast hann var burtur frá bólkinum eitt trý-ára skeið
miðskeiðis í 80’unum, so er Michael Bundesen fyri tey
flestu ímyndin av Shu-bi-dua. Í dag er Bundesen 60 ár, og
hann er farin um tey 61, áðrenn SummarFestivalurin
verður hildin, men sinnalagið er framvegis yngri enn hjá
teimum flestu. Upprunliga byrjaði Bundesen at lesa til
jurist, men eftir at hava verið í danska herinum í 1970,
fekk hann starv hjá Danmarks Radio, og síðani hevur tað
verið innan undirhaldsvinnuna, at hann hevur gjørt um
seg.
Spæla fríggjakvøld
Hóast skráin til ársins útgávu av SummarFestivalinum ikki
er klár enn, so er longu greitt, at tað verður fríggjakvøldið á
festivalinum, at Shu-bi-dua skal spæla. Kanska eisini
upplagt, nú bólkurin mest av øllum má roknast sum danska
svarið til Dynamitt, sum tey bæði seinnu árini hevur rocka
Vágsbø. Enn eru onnur nøvn ikki komin á matarlepan, men
frá fyrireikarunum verður sagt, at talan sjálvandi aftur
verður um ein fjølbroytta skrá, har føroysk og útlendsk nøvn
borga fyri eini fjølbroyttari skrá fyri alla familjuna.
Fyri fýra árum síðani
hvarv pallshowið í
mjørk anum yvir flog
vøllinum. Á náttartíð
høvdu Hodgson og
Deluxe køvt mjørkan,
men Bundesen og
hinir shub’arnir
settust aftur. Á
SummarFestivalinum
í ár skal Shubidua
prógva fyri før oy
ingum, at teir fram
vegis eru ein tann
besti og fólka kær asti
bólkurin í konga
ríkinum
Tónleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað mundi kennast sum eitt
frískt lot í øllum fullveldis-
stríðnum, sum var um hetta
mundið. Danin var fanin í
nógv um
leikum,
men
fríggja kvøldið 5. november
1999 varð alt hetta gloymt
eina løtu. Shu-bi-dua stóð á
pallinum í Ítróttarhøllini á
Hálsi, og ummælarin her í
blaðnum hevði eitt ordans
plettskot, tá yvirskriftin
varð sett: »1900 føroyingar
í kór: Danmark er et
deeeejligt
land.
Shu-bi
duga«.
Tí vóru vónirnar eisini
stórar,
tá
Shu-bi-duga
skuldi á Vágsbø at undir-
halda festivalgestunum í
august mánaði í 2006. Veð-
urgudarnir argaðu tó frá
síni ringastu síðu. Mjørkin
lá tjúkkur á flogvøllinum,
og tí mátti flogfarið við
donsku
tónleikarunum
venda aftur til Kastrup. Á
kvøld ið varð roynt aftur,
men tá gjørdi búkilska um
seg, og boðini til festival-
gestirnar vórðu tí, at einki
shu-bi-dua kom á pall hetta
kvøldið.
Talan gjørdist kosrtini
um eitt tað besta festival-
kvøldið í søguni hjá festi-
valinum. Eitt kvøld, har
før oysku bólkarnir loftaðu
fjøldini, og har Roger
Hodg son og Johnny Deluxe
spældu til morgunball á
Vágsbøi, tá flogfar teirra
loksins hevði sett seg. Men
tað er nú ein heilt onnur
søga.
Skal vera stuttligt
Konsertin í 1999 prógvaði
helst, at Shu-bi-dua er eins
stórur her á landi, sum hann
hevur verið tað í Danmark
tey seinastu 37 árini. Tey
1900 atgongumerkini vórðu
mest sum skrødd burtur í
forsølu, og bara tað í sjálv-
um sær er jú eisini nakað,
sum fullkomliga óvanligt
her á landi.
Áhoyraratalið á Vágsbøi
tann 6. august í ár verður
helst nakað væl hægri enn
tey 1.900, sum vóru á hálsi
fyri góðum 10 árum síðani.
SummarFestivalurin hevur
frá byrjan ment seg til at
verða størsta tónleikatiltak-
ið her á landi, og í fjør vóru
á leið 10.000 fólk savnað á
Vágsbøi.
Men hetta er neyvan nak-
að, sum fær shubbarnar at
rista í brókunum. Í samfull
37 ár hevur Shu-bi-dua
prógv aði, at teir fram um
øll onnur duga at undirhalda.
Hóast árini eru vorðin
nakað í tali, so er álmann-
akkin fult bókaður alla
summarhálvuna, og uttan
iva kundu teir spælt enn
meira. Men støðugt hava
teir hildið fast um, at ein
partur av uppskriftini eisini
er, at teir duga at halda frí
frá tónleikinum helmingin
av árinum.
– Vit hava sangirnar, sum
fólkið kennir og kann
syngja við til. Vit eru í stór-
an mun ein syngi-við-bólk-
ur. Vit fáa sera góða mót-
tøku allastaðni, har vit
koma, og fólk eru altíð klár
at liva við í okkara fram-
førslum,
sigur
Michael
Bunde sen, sum í dag er ein-
asti upprunalimurin í bólk-
inum.
– Hinvegin er tað eisini
umráðandi fyri okkum sum
spæla, at tað er stuttligt, og
eftir øll hesi 37 árini er tað
framvegis
stuttligt.
Vit
royna altíð at hava eitt show
afturat sjálvum tónleikin-
um, og tað er nakað, sum
broytist frá ár til ár.
– Vit skifta eisini út í
programminum hjá okkum,
so vit spæla ymiskar sangir
frá ári til ár. Sjálvsagt eru
tað fleiri sangir, sum vit
verða noyddir at spæla
hvørja ferð, men aðrar
sang ir kunnu vit skifta
ímill um, og tað gera vit.
– Tónleikurin hevur nógv
at siga fyri okkum, og vit
venja nógv, áðrenn vit fara
á konsertferð. Eisini millum
framførslurnar venja vit, so
at okkara framførslur altíð
kunnu verða góðar, sigur
Michael Bundesen.
Alt er loyvt
Og góðar eru tær fram førsl-
urnar. Hóast fleiri av løg un-
um eru fjórðingsøld gomul
summi enntá eldri, so fáa
hesi framvegis áhoyrararnar
uppfrá. Hvalborg, Fed rock,
Den røde tråd, McArine,
Vuffeli-vov og enska umset-
ingin av hesum eru sjálv-
sagdir klassikarar, sum øll
kennast við, og sum øll
syngja við uppá, tá løgini
ljóma um pallin.
Onkra tíð hava tekstirnir
eisini havt atfinningar við
sær. Ikki minst Vuffeli-Vov,
sum fekk alla reyðsokka-
rørsluna í Danmark at reis-
ast.
– Í niðurlagnum syngja
vit »og kvinder for sjov«,
og tað fall fleiri fyri bróst-
ið.
Eisini vóru tað nógv, ser-
liga innan kirkjuna, tá vit
sungu at »Jesus blev født
på anden sal«, men tað
hevur altíð lagað seg eftir
eina tíð. Í veruleikanum lá
hann eisini í krubbuni á
aðru hædd í Magasin, so
tað var eingin stór lygn,
sigur Bundesen við einum
skálkabrosi.
Og teir sleppa eisini gott
frá tí mesta. Frá at nevna
Hitler og »heil« í fólka-
vogns sanginum og frá at
syngja
um
sexchikanu,
slikki pinnar, heimabryggj,
kannibalar, fíggjarsvik. Ja
sjálvt frá at kopiera reglur
úr tjóðsanginum inn í sínar
sangir.. Einki er tabu og alt
er loyvt, tá Shu-bi-dua fara
á pallin við sínum fram-
førslum
Gleða seg til Føroyar
Hóast teir eisini eru átøkir
fólkaogn í Føroyum, so er
hetta bara næsta ferðin, at
Shu-bi-dua koma á pall í
Føroyum. Men Bundesen
sjálv ur leggur dent á, at
hetta avgjørt ikki er orsakað
av vantandi hugi til frá
teirra síðu. Heldur tvørtur
ímóti.
- Vit spæla fyri tað allar-
mesta í Danmark, so tað er
deiligt at sleppa at royna
okkurt annað. Tí gleða vit
gleða okkum sera nógv til
at koma til Føroya at spæla.
Tað var fantastiskt at spæla
í Føroyum seinast, so vit
eru sera spentir til at koma
aftur í ár.
– Tað er ikki so ofta, at
vit ferðast uttan fyri Dan-
mark við okkara tónleiki,
so vit royna altíð at njóta
tað, tá vit fara avstað. Vit
hava fleiri ferðir spælt fyri
dønum uttanlands, millum
annað í Australia, USA,
Italia og aðrastaðni, og tað
hava altíð verið góðar ferð-
ir.
– Seinast vit vóru í Før-
oyum, spældu vit í eini
ítróttarhøll, men hesaferð
spæla vit uttandura, og sum
eg havi skilt, so verða tað
fleiri ferðir so nógv fólk og
lurta eftir okkum hesaferð.
– Vit fara at spæla somu
sangir, sum vit vanliga
spæla í Danmark, tá vit
koma til Føroya. Seinast
upplivdu vit, at føroyingar
kendu allar okkara sangir.
Tá vistu vit faktiskt ikki av,
at føroyingar kendu okkara
tónleik so væl, men tað
gjørdu teir. Tað var sera
hugaligt at uppliva, og vit
ætla at geva føroyingum
eina ordans konsert aftur
hesaferð.
Fólkafest á Vágsbøi
Bólkurin varð stovnaður í
1973, tá Michael Bundesen
og Michael Hardingar til
stuttleikar
spældu
eina
danska parodi av Jailhouse
Rock. Lagið fekk heitið
»Fed Rock«. Dagin eftir at
lagið var at hoyra á P3, har
teir báðir arbeiddu, fingu
teir tilboð frá PolyGram,
sum vildi geva lagið út á
eini singlu.
Hetta var byrjanin til
Søgan í
stuttum
Fólkavognurin er eitt av heilt stóru hittunum hjá Shu-bi-
dua. Eingin ivi er um, at sangurin um lítla stórseljaran
verður ein av teimum, sum fær lív í fjøldina á Vágsbøi í
august mánaði