Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-29, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. januar 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 29. januar 2010 31 tíðindi 10-dupult útgáva Skuldi nakar ivast, so varð ivin beindur burtur, tá Shu-bi- dua gav út sína 30-ára jubileumsútgávu. Vanliga verður ein dupult-útgáva roknað sum nakað stórt, men Shu-bi- dua vildi nakað meira. Ikki færri enn 10 fløgur eru í útgávuni, Shu-bi-dua 200, ið ikki heilt óvæntað inniheldur 200 av sangunum hjá fólkakæra bólkinum. Sangir, sum fram um alt lýsa donsku fólkasálina og danska samleikan. Heiðraðu ævintýraskaldinum Seinasta útgávan, sum Shubidua stóð fyri, var ein fløga, sum byggir á ævintýrini hjá H.C. Andersen. Hetta var partur av stóra hátíðarhaldinum kring stóra skaldið, sum í fjør hevði fylt 200, var hann framvegis á lívi. Serstakliga regnaðu rósurnar frá ummælarunum, tá tosið fall á gentuna við svávulpinnunum, sum er ein av sangunum á fløguni. At bólkurin soleiðis var við til at mynda hátíðarhaldið av tjóðarskaldinum sigur helst nakað um, at teir eisini eru tjóðarogn, men fyri tað hava teir so ongan hug at steðga. eina tí størstu donsku suc- cés-søguna innan danskan tón leik, tó at tey mongu fyrstu løgini vóru fyrsta út - gávan mest sum bara inni- helt dansk ar umsetingar og -skrivingar av enskum løg- um. Soleiðis komu Stærk Tobak (Twist & Shout) og Rap Jul (White Christmas) eisini frá teirra hondum. Næsta fløgan var ikki størt øðrvísi, men tá alt fleiri bólkar fóru undir útgávur úr somu nichu - um setingunum - skifti bólk urin hest. Fyrsta hittið, sum bólkurin sjálvur skapti við egnum midlum, var Hvalborg, sum var á Shu- bi-dua 3. Eitt lag, sum bar dám av countrytónleiki í eagles stíli. Ein stílur, sum eisini eyðkendi løg sum Vuffeli-Vov og Midsomm- ersangen. Bólkurin var longu stór- ur, men við fjórðu LP-út- gávuni sprongdu teir øll mørk. Sum fyrsta danska útgávan nakran tíð rundaði sølutalið tey 200.000 ein- tøkini, og so byrjaði søgu- skrivingin av álvara. Í dag hevur Shu-bi-dua selt yvir 500.000 eintøk, og enn verða eintøk dag og dagliga langað um handils disk- arnar. Og síðani eru hittini bara rullaði eftir samlibandinum. Danmark, Midsommer vis- en, Minus til plus, Rom & Cola, Den Røde Tråd, Knuden, Sexchikane, We Wanna Be Free, Costa Kalundborg og mong, mong onnur hava ár eftir ár rúgvað upp á donsku radiohitlistunum. Íalt hevur talan verið um 18 serstakar útgávur, sum í besaat biografi-stíli eru navngivnar við nummarinum á útgáv- uni (undantikið fimta út - gávan, sum eitur 78-eren). Hartil er talan um uppsamlingar av ymsum lag, eins og teir í 2004 góvu út fløgu við Radio- orkestrinum. Fólkaogn eru teir av álvara blivnir, og nú - 37 ár seinni - er bólkurin framvegis eins aktivur, sum hann altíð hevur verið. Og hóast tað nú bara er Bundesen, sum er eftir av originalu manningini, so er tónleikurin og stílurin framvegis tann sami. Reint Shu-bib-dua. Reint danskt. Reint fólksligt. Diskografi Shu-bi-dua 1 (á fløgu í ‘90) 1974 Shu-bi-dua 2 (á fløgu í ‘90) 1975 Shu-bi-dua 3 (á fløgu í ‘90) 1976 Shu-bi-dua 4 (á fløgu í ‘90) 1977 78 eren (á fløgu í ‘90) 1978 Leif i Parken (Live - á fløgu í ‘90) 1978 Shu-bi-dua 6 (á fløgu í ‘90) 1979 Shu-bi-dua 7 (á fløgu í ‘90) 1980 Shu-bi-dua 8 (á fløgu í ‘90) 1982 Shu-bi-dua 9 (á fløgu í ‘90) 1982 Shu-bi-dua 10 (á fløgu í ‘90) 1983 Shu-bi-dua 11 (á fløgu í ‘90) 1985 Da mor var dreng (uppsamling - á fløgu í ‘90) 1985 Shu-bi-dua 12 (á fløgu í ‘90) 1987 Stærk Tobak! (uppsamling) 1991 Shu-bi-dua 13 1992 Live og glade dage (Live & unplugged) 1994 Shu-bi-dua 14 1993 Shu-bi-dua 15 1995 Shu-bi-dua 16 1997 40 bedste (uppsamling) 1997 Shu-bi-læum 73-98 (uppsamling) 1998 Shu-bi-dua 17 2000 Rap jul og godt nytår (jóla- og nýggjárssangir) 2001 Shu-bi-dua 200 (box við 200 sangum) 2003 Symo-ni-dua (við RadioUnderholdningsOrkestret) 2004 Shu-bi-dua 18 2005