týsdagur 18. desember 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 244 - 18. desember 2001
Nr. 244 - 18. desember 2001
3
NØVN Í VIKUNI
Árni Ellefsen, sonur Henny
og Paula Ellefsen, hevur í
Keypmannahavn
tikið
prógv sum statsgóðkendur
grannskoðari. Vegurin er
langur fram til hetta heitið,
sum er tað hægsta innan
grannskoðaravirksemi.
Eftir lokið HD prógv tók
Árni Ellefsen, sum í næsta
mánaði fyllir 36 ár, prógv
sum cand. merc. aud í
1997. Hann arbeiddi á
virkinum hjá pápanum frá
1996 til í fjør, tá hann fór
niður aftur. Hann hevur
starvast sum grannskoðari
hjá C. Jespersen KPMG í
Keypmannahavn, meðan
hann hevur fyrireikað seg
til stóru próvtøkuna, sum
statsgóðkendur grannskoð-
ari nú seinasta árið
Árni er giftur Ann Dan-
ielsen, og tey eiga tvær
døtur. Ann útbúgvir seg
víðari sum lækni niðri.
Árni Ellefsen statsgóðkendur grannskoðari
Leygardagin fylti stjórin á
Føroya Tele, Andrass Róin
40 ár. Andras er sonur
Jógvan Róin, yvirlækna og
Lilly, sum doyði fyri nøkr-
um árum síðan.
Nógv er hent á tele-
økinum síðan Andrass Róin
varð heintaður heim úr
stóra heimi at stjórna Tele-
fonverkinum miðskeiðis í
nítiárunum. Ein øgilig
menning er hend innan
teleøkið seinastu 10 árini
og telefonverkið skuldi
broytast. Niðri á Jydsk
Telefon, seinni Tele Dan-
mark varð Andras Róin
byrjaður
karrieru
sína.
Frammanundan hevði hann
lokið embætisprógv sum
cand. oceon. kandidatur í
búskapi.
Danir høvdu sæð, at evn-
ir vóru í hesum fryntliga og
friðaliga manni og hann
fekk skjótt fótin fyri seg.
Hann stóð fyri samskiftin-
um millum arbeiðsplássið
og onnur telefonfeløg kring
heimin og hann ferðaðist
nógv. Hann skuldi júst taka
við nýggjum starvi í Brux-
elles, tá boð vóru eftir
honum í Føroyum.
Ongin ivi er um, at
Andrass hevur dugað at
stýrt Telefonverkinum inn í
nýggju
samskiftistíðina.
Tað fyrsta hann gjørdi var
at broyta navnið, so tað
klingaði saman við tele-
feløgum í útlandinum. Før-
oya Tele er enn í stórari
menning. Um stutta tíð
verður Føroya Tele umskip-
að til eitt alment partafelag,
verður einskilt, sum tað
eitur á nýtíðar føroyskum.
Kapping er eisini komin á
teleøkinum
og
tað
er
Andrass Róin, sum skal
syrgja fyri karmunum í hesi
fríu kapping. Kappingar-
neytarnir nýta netið hjá
Føroya Tele. Andrass Róin
hevur visiónirnar og sein-
asta tíðin hevur sýnt, at
Føroya Tele er við í kapp-
ingini. Tað gerst bíligari og
bíligari at tosa í telefon og
ikki bara til tey, lond, har
føroyingar ongantíð ringja
til. Nú ber til at slatra
drúgva tíð um kvøldarnar
fyri tað sama sum ein
minuttur kostaði fyrr eitt nú
til Danmarkar.
Vinir siga um Andrass, at
hann er eitt sindur for-
kelaður. Hann er yngstur av
fimm syskjum. Hann er
ógvuliga
arbeiðssamur,
hann larmar ikki nógv og
ger ikki nógv burtur úr sær
sjálvum. Hann hevur ein
veikleika
fyri
spølum,
serliga kortspølum.. Hann
eigur tríggjar døtur, ein
fosturson.og er ein góður
pápi. Og unnustan eitur
Kristina. Honum dámar
væl fótbólt og er onkuntíð á
vøllinum í frítíðini. Og so
hevur hann ein veikleika
fyri hundum, sum hann
heldur nógv av. Hann
pástendur, at hann einaferð
hevur átt heimsins klókasta
hund. Og hann er bilfreak.
Honum dámar væl skjótar
bilar við vibratiónum undir
hjelminum og allarbest er,
tá eitt sindur av brendum
gummiroyki hongur uppi í
bilinum.
Andrass Róin 40
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum mintust meg á 80 ára
føðingardegnum tann 9. august.Takk til tykkum sum
við vitjan, fjarritum, uppringingum, gávum og
blómum gjørdu mær dagin so hugnaligan.
Tøkk øll somul
Gleiðilig jól og gott nýggjár
Napoleon Andreasen
Leirvík
Tøkk
fyri sýnda samkenslu við jarðarferðina hjá góðu
mammu, vermammu, ommu og langommu okkara
Bette Justinussen
fødd Eldevig
Tøkk fyri blómur og kransar og peningagávur til
Evangeliuhúsið.
Familjunnar vegna
Olaf
Tá jólatræið í ár varð tendr-
að, kom jólamaðurin og
tendraði træið, og tey sum
vóru á Vaglinum sóu, at
hann hevði 10 fittar vættrar
at hjálpa sær. Hetta var eitt
sindur tíðliga at fara heim-
anífrá, jólamenn hava nógv
at gera uppundir jól, og ikki
allar gávurnar vóru lidnar
tá, so hann skundaði sær
aftur til hulduheyggin, har
hann býr.
Vættrarnir hava ferðast
um alt landið síðani tá, og
vit hava fylgt nøkrum av
teimum í barnaútvarpinum,
og nú hava teir næstan
verið allastaðni í Føroyum.
Jólamaðurin er um at vera
ferðabúgvin, gávurnar eru
næstan allar lidnar, og
vættrar pakka og pakka
gávur, so hann sleppur av-
stað áðrenn jólaaftan.
Jólamaðurin í Havn hev-
ur sent boð eftir jólaskip-
inum og sagt, at teir skulu
koma mikudagin, tí hann
ætlar at koma í Vágsbotn
mikudagin kl. 17. Tað er
nakað seint og myrkt tá,
men børn í Havn eru í skúla
og í barnagarði, so hann
bíðar til foreldrini koma
eftir teimum, so tey kunnu
koma oman og taka ímóti
honum saman við jóla-
monnunum, ið búgva í
Húsareyni og Kirkjubø-
reyni.
Sum altíð gleða teir seg
at koma til Havnar, har eru
so nógv børn, og so hevði
hin jólamaðurin sagt, at
býurin er vakrari í ár enn
nakrantíð. Tað hildu teir
eisini seinasta ár, so teir
trúgva honum ikki at tað
ber til, men so sigur hann.
Jólahúsið er flutt niðan
aftur í Grasagarð, har er eitt
sindur friðaligari at sova
hjá teimum, so hann svevur
helst tungt, hann sum býr
har. Fríggjadagin ætla teir
seg runt um allan býin, og
tað er so langt og teir eru
gamlir, so tí hava teir lænt
ross, so teir koma á rossa-
baki oman á Kongabrúnna,
áðrenn teir ríða allan vegin
útum gamla kirkjugarð.
Men annars so fara teir at
ganga runt í býnum allar
dagarnir til jóla og heilsa
uppá fólk sum eru farin til
handils ella bert ein túr
oman í býin at hyggja. Tað
verður næstan sum á ólav-
søku, her eru so nógv, sum
eru heima at ferðast og
halda jól, eisini tey fara
oman í býin at hitta kenn-
ingar, fáa sær ein heitan
munn og lurta eftir jólatón-
leikinum,
sum
verður
hvønn dag fram til jólar.
Og sjálvandi hava jóla-
menninir posan fullan av
góðgæti.
Handlarnir í bðnum hava
eisini leingi glett seg til at
teir koma. Teir hava pyntað
og fyrireikað seg til, at allir
jólagestirnir, stórar og smá-
ar nissur av bygd og úr býi,
koma, tí tað er ein serligur
hugni og góðvild á jólum.
Fólk steðga á og práta, og
tey ynskja hvørjum gleðilig
jól og eru glað.
Og her úr miðbýnum
ynskja vit eisini øllum eini
gleðilig jól.
Mikudagin kemur
hann aftur
C
M
Y
K
3
2