Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 244 - 18. desember 2001 Nr. 244 - 18. desember 2001 5 Torbjørn Jacobsen og teir báðir grøn- lendsku fólkatings- limirnir fáa tríggjar milliónir krónur um árið í stuðuli til arbeiðið í Fólkating- inum. Endamálið hjá norðuratlantiska bólkinum er at vinna Føroyum og Grøn- landi sjálvstýri, og donsku pengarnir skulu millum annað brúkast til hetta stríðið FÓLKATINGSARBEIÐI Magnus Dam Keypmannahavn Umstøðurnar hjá donsku fólkatingslimunum eru góðar. Fólkatingið heldur tað vera umráðandi, at teir 179 limirnir hava góðar arbeiðsumstøður og fáa alla ta hjálp, teir hava brúk fyri í sínum politiska arbeiði. Hendan støðan kemur eisini fólkatingsumboðun- um hjá Føroyum og Grøn- landi til góðar. Hon ger, at Torbjørn Jacobsen, Kuupik Kleist og Lars Emil Johan- sen fáa meira enn tríggjar milliónir krónur um árið í stuðuli frá Fólkatinginum, sum teir kunnu brúka í strembanunum eftir at røkka málunum, teir hava sett sær. Fólkatingið samtykti í fjør, at allir fólkatingslimir fáa 35.700 krónur í part til skrivstovuhald. Og allir teir, sum eftir valið 20. no- vember sita í Fólkating- inum sum leysgangarar, fáa harumframt 57.000 krónur í sokallaðum bólkastuðuli. Torbjørn Jacobsen er leys- gangari eins og teir báðir grønlendsku limirnir, og teir fáa sostatt 93.000 krón- ur í part hvønn mánað í stuðuli. Tilsamans er talan um góðar 3,3 milliónir krónur um árið. Tað er einki krav, at allir pengarnir skulu brúkast. Tað, sum ikki verður brúkt, fer aftur í danska statskassan. Torbjørn Jacobsen, sum fríggjadagin tók sæti á Fòlkatingi fyri Høgna Hoy- dal, heldur sjálvur, at hetta er ein øgilig rúgva av peng- um. – Tú kann gott siga, at vit við hesum hava ótálmaða atgongd til pengar. Tað er ein øgilig rúgva. Men hetta eru umstøðurnar, sum allir fólkatingslimir arbeiða undir. Eg gangi útfrá, at teir, sum hava gjørt skip- anina, hava mett, at hetta er neyðugt. At hetta er tað, sum tænir fólkastýrinum best. Og sum føroyskir og grønlendskir fólkatings- limir ganga vit undir somu treytir sum allir hinir, sigur hann. Hava gjørt samstarvsavtalu Norðuratlantiski bólkurin hevur gjørt eina samstarvs- avtalu, har tað verður sagt, at endamálið hjá bólkinum er at arbeiða fyri sjálvstýri í Føroyum og Grønlandi. Harumframt skal bólkurin arbeiða fyri at styrkja samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark sum tríggjar sjálvstøðugar tjóð- ir. Pengarnir, sum limirnir fáa í stuðuli, skulu brúkast til hetta arbeiðið. Teir fara allir í sama kassa og skulu millum annað fíggja eina felags skrivstovu á Christ- iansborg við trimum skriv- arum. Ein heimasíða skal gerast, sum upplýsir al- menningin um arbeiðið hjá norðuratlantiska bólkinum. Hvat pengarnir annars skulu brúkast til, vita teir tríggir ikki enn. Torbjørn Jacobsen sigur, at øll við- urskifti ikki eru komin uppá pláss enn. Teir tríggir fólkatingslimirnir skulu í næstum seta seg niður at fáa nærri greiðu á, hvat samstarvið teirra millum skal snúgva seg um. Keypa serfrøðinga- vitan Ein møguleiki er, at bólk- urin velur at keypa ser- frøðingavitan fyri ein part av pengunum. Hetta kann til dømis koma uppá tal í samband við, at onkur teirra vil seta fram ein fyri- spurning í Fólkatinginum um Thule-radarstøðina og verjuavtalurnar millum Danmark og USA. Torbjørn Jacobsen vísir á, at tað higartil hevur víst seg at vera næstan ógjørligt at fáa upplýsingar um av- talurnar millum Danmark og USA. Í Grønlandi vita tey ikki, hvat avtalurnar snúgva seg um, og spyrt tú, fært tú einki svar. Hetta er eitt mál, sum upptekur grønlendska fólkið nógv, og sum teir báðir grøn- lendsku fólkatingslimirnir fara at leggja stóra orku í. Teir vilja hava at vita, hvat avtalurnar innihalda. – Tí kann tað koma uppá tal at fáa serfrøðingar at hjálpa okkum við at orða fyrispurningar til ráðharrar. Serfrøðingarnir kunnu hjálpa okkum við vitan, so fyrispurningarnir verða orðaðir á ein sovorðnan hátt, at vit fáa sum mest burturúr og eitt svar, sum vit kunnu brúka til nakað, sigur Torbjørn Jacobsen. Mugu vera varnir Torbjørn Jacobsen heldur tað annars vera umráðandi at ansa eftir, hvat pengarnir verða brúktir til. – Teir skulu brúkast til politiska arbeiðið í Fólka- tinginum. Hesar karmarnar skulu vit alla tíðina halda okkum innanfyri, sigur hann og útilokar í sama viðfangi, at eitt nú Fregnir fer at fáa ein part av peng- unum. Spurdur, um tað kennist løgið at fáa so nógvar danskar pengar at arbeiða við, tá ið endamálið hjá honum sjálvum er loysing frá Danmark, er hann eitt sindur ivandi. – Sum sagt so eru hetta treytirnar. Og hinvegin kanst tú siga, at um tú ongar pengar hevur til skrivstovuhald og annað, so kemur í øllum førum einki burturúr, og so er óneyðugt at sita her. Torbjørn Jacobsen heldur annars ikki, at tað er av- gerandi, hvussu nógvir pengar verða brúktir og ikki. Tað er arbeiðið, sum kemur burturúr, sum er avgerandi. – Men um vit einki skilagott fáa burturúr undir hesum treytunum, so er okkurt galið við monn- unum, staðfestir Torbjørn Jacobsen at enda. Danskar milliónir til fullveldisstríð – Tú kann gott siga, at vit við hesum hava ótálmaða atgongd til pengar. Tað er ein øgilig rúgva, men hesar eru treytirnar, sigur Tórbjørn Jacobsen Fríggjanáttina fekk løgreglan fráboðan um tríggjar tilburðir við harðskapi, har menn vórðu álopnir. Tveir ungir menn um 20 ára aldur eru skuldsettir HARÐSKAPUR Stefan í Skorini Løgreglan hevði úr at gera fríggjanáttina, eftir at klubbarnir høvdu latið aftur og koyrt fólkið út á gøtuna. Tríggir menn boðaðu løgregluni frá, at teir vórðu álopnir. Teir órættaðu meldaðu samstundis ávísar persónar, ið teir søgdu, høvdu staðið fyri álopinum á seg. Løgreglan handtók ein ungan mann um vikuskiftið í sambandi við hesar tríggj- ar fráboðanirnar. Ein annar maður var á løgreglustøðini mánamorgunin til avhoyr- ingar. Teir báðir, sum eru um 20 ára aldur, eru skuldsettir fyri harðskap. Alt í einum roki Av løgreglustøðini verður sagt, at allir tríggir til- burðirnir hendu um sama mundið og hava samband við hvønn annan. Tó ber ikki til hjá teimum at geva eina nágreiniliga frágreið- ing av øllum tilburðunum, tí enn hava allar av- hoyringarnar ikki verið. Tað var um fýra tíðina leygarmorgunin, at boðað varð frá teimum trimum tilburðunum, har menn vóru farnir til hendurs. Hetta var eftir at nátt- klubbarnir og dansistøðini høvdu latið aftur, og fólkið var farið út á gøturnar. Tann eini bardagin fór fram niðri á Áarvegnum uttanfyri Hotel Hafnia. Nakrir ungir menn vóru komnir til ilnar í klubba- garðinum uttanfyri Club 20. Annar parturin tók til beins omaneftir móti Kongabrúnni. Á vegnum omaneftir eru teir eftir øllum at døma fangaðir og bresta saman við mótpartin. Tann eini maðurin hevur fingið sløg í andlitið. Hann skuldi á sjúkrahúsið mána- dagin at taka røntgen- myndir. Hann hevði ilt tonnunum, nøsini og í eyg- anum. Ein annar ungur maður var eisini í sama leiki. Hann var illa skursl- aður í andlitinum, eftir at hann varð skumpaður í vegin. Tann triði órættaði hevði roynt at steðga einum bardaga uttanfyri tinghúsið. Hann varð skumpaður nið- ur, varð síðani sparkaður illa um allan kroppin og tann dýri klædningsjakkin er illa farin. Løgreglan væntar, at teir skuldsettu koma fyri rættin í næstum. Róligt leygarkvøld Vakthavandi á løgreglu- støðini sigur, at fríggja- kvøldið var nógv at gera, men leygarkvøldið var rógv fallið yvir býin. Tað er vanliga soleiðis, at fríggja- kvøldið er meira ófriðarligt enn leygarkvøldið. Seks fólk hava sovið rúsin av á støðini, tí tey ikki megnaðu at vinna upp hús sjálv, og ein varð tikin fyri rúsdrekkakoyring fríggja- kvøldið. Tríggir tilburðir við harðskapi SMUGLING Stefan í Skorini Tann 31 ára gamli maðurin og tann 19 ára gamla kvinna, ið eru tikin fyri smugling av hassji, hava fingið sína varðhalds- fongsling longda til miku- dagin. Tey hava nú sitið í varðhaldinum í fýra vikur. Tey bæði, ið eru úr Danmark, vórðu handtikin, tá tey komu úr Norrønu, og tollararnir funnu 5 kilo av hassji í einum eykajhóli, sum hekk undir bilinum. Mikudagin verður dóms- viðgerð í Føroya Rætti, og dómur fellur møguliga tann dagin. Tey gingu við til at leingja varðhaldsfongsling- ina uttan at fara fyri rættin. Tey kundu annars kravt at sleppa fyri rættin mána- dagin, tá varðhaldsfongsl- ingin varð liðug, men tey nýttu ikki henda rættin, helst tí at tey vistu, at rætt- urin fór at leingja fongsl- ingina. Ein 46 ára gamal maður úr Føroyum varð eisini tikin í sambandi við hetta málið um smugling, tí hann skuldi hava samband við tað. Hann varð tó leyslatin, og hann varð ikki skuld- settur í fyrstu atløgu í øll- um førum. L e y g a r m o r g u n i n klokkan fimm fór ein bilur útav vegnum Millum Fjarða. Trý fólk vóru í persón- bilinum, men eingin teirra fekk skaða. Løgreglan í Runavík sigur, at bilurin koyrir suðureftir, tá førarin missir tamarhaldið á bilinum. Hann fer útav vegnum og ferðast einar hundrað metrar framvið vegjaðaran- um, áðrenn bilurin steðgar í eini á undir eini brúgv. Førarin var eftir øll- um at døma ikki ávirk- aður av rúsdrekka, og løgreglan veit ikki við vissu, hvør orsøkin til óhappið er. HAGTØL Stefan í Skorini Av teimum 28.934 fólk- unum, ið eru í arbeiðs- førum aldri frá 16 til 66 ár, eru 795 arbeiðsleys ella skrásett sum tøk hjá Ar- beiðsloysisskipanini. Tey, sum eru í ískoytisskipanini fyri fiskavirki eru ikki tald upp í. Heldur ikki tey, sum ikki eru í ALS, tí tey eru farin útum ta avmarkaðu tíðina, tey hava rætt at vera í ALS. Mett verður at eini trý prosent av teimum arbeiðsføru eru arbeiðs- leys. Tølini standa í Árbók- ini fyri Føroyar 2001. Tølini eru ikki heilt nýggj. Tey seinastu eru frá desember mánað 2000. Suðuroyar sunnara helvt hevði størsta arbeiðsloysi á fýra prosent, meðan Suður- og Norðurstreymoy høvdu minsta arbeiðsloysi á tvey prosent. Øll hini økini høvdu trý prosent arbeiðs- loysi. Fleiri konufólk enn mannfólk eru arbeiðsleys. Av teimum 792, ið vóru arbeiðsleys í desember í fjør, vóru 507 konufólk og bara 285 mannfólk. Ferðsluóhapp millum Fjarða Varðhaldsfongsling longd 792 fólk eru arbeiðsleys FERÐSLUÓHAPP Stefan í Skorini C M Y K 5 4