týsdagur 18. desember 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 244 - 18. desember 2001
Nr. 244 - 18. desember 2001
7
Oljuleitingin á land-
grunninum hevur
longu stóran týdning
fyri fleiri føroyskar
fyritøkur, eitt nú
Føroya Tele. Ein mán-
að í vetur hevur eitt
av oljufeløgunum
verið størsti kundi
hjá felagnum.
OLJA OG INNTØKUR
Jan Müller
Virksemið, sum hevur tikið
seg upp í sambandi við
oljuleitingina, hevur fingið
stóran týdning fyri fleiri
føroyskar fyritøkur. Ein
teirra er Føroya Tele. Olju-
leitingin á landgrunninum
er orsøkin til, at oljufeløg
eru vorðin stórir kundar hjá
Føroya Tele. Ein einstakan
mánað í vetur hevur t.d. BP
verið størsti einstaki kundin
hjá Føroya Tele
Andras Róin, stjóri í Før-
oya Tele, vil ikki gera
viðmerkingar til einstakar
kundar men váttar, at olju-
feløg hava verið sera góðir
kundar hesar seinastu mán-
aðirnar. Talan er um bæði
BP, Statoil, Hess og Agip,
sum standa fyri boring-
unum í 1. leitiumfari.
-Tað er sera týdningar-
mikið fyri okkum sum
fyritøka í menning, at vit
fáa kundar, ið eru meira
krevjandi og fáa okkum at
møta nýggjum avbjóðing-
um. Sjálvur heldur Andras
Róin, at teir hava verið førir
fyri at møta hesum nýggja
eftirspurninginum.
Teir
hava so eisini roynt at
menna seg til tær nýggju
avbjóðingarnar við eitt nú
at vera við á oljuráð-
stevnum. Tað snýr seg at
gera seg út til at møta
nýggju oljukundunum, sum
hava serstøk ynski.
Tað er neyvan heldur
nakað dulsmál, at ein stórur
partur av fartelefoninn-
tøkunum stavar frá olju-
virkseminum, tvs. inntøkur
frá eitt nú telefonum, sum
eru skrásettar í londum við
oljuvinnu sum eitt nú Bret-
landi og Noregi.
Andras Róin er sera fegin
um avbjóðingina teir fáa frá
nýggju oljukundunum, tí
teir henda vegin møta
nýggj kundakrøv.
Nýggjan kaðal
Føroya Tele arbeiðir eisini
við ætlanini at útbyggja
samskiftisnetið millum
Føroyar og umheimin.
Ætlanin er í næstum at hava
fund við øll oljufeløgini,
sum eru virkin á Føroya-
leiðini. Hetta hevur sam-
band við ætlanina at leggja
ein nýggjan kaðal millum
Ísland, Føroyar og bretska
meginlandið. Arbeiðið er
komið so mikið langt, at
teir skulu til at finna fram
til júst, hvar kaðalin skal
ganga.
Tað hevur verið tosað
um, at oljufeløgini, sum ar-
beiða vestan fyri Hetland,
vilja hava fibrar lagdar
uppá pallarnar. Her hevur
serstakliga verið tosað við
BP, sum stendur á odda fyri
fleiri
av
oljukeldunum
vestan fyri Hetland. Olju-
feløgini vilja sera fegin
minka um manningar sínar
á oljupallunum og so fjar-
stýra meira frá landi av. Tað
krevur fibrar. Tað er ikki
nokk við radiolinki ella
fylgisveini.
Ein kaðal úr Føroyum
kann tí koma oljuvinnuni,
sum arbeiðir vestan fyri
Hetland sera væl við, og
kemur tað eisini væl við hjá
Føroya Tele og íslending-
um, um oljufeløgini vilja
vera við til at gera hesa
íløguna. BP hevur arbeitt
við eini ætlan at fáa fibrar
umborð á bæði oljufeltini
Schiehallion og Foinaven.
Bíligari
Annars hevur kreppan í
fjarskiftisheiminum gjørt,
at verkætlanin hjá Føroya
Tele og íslendingum at
leggja kaðal millum londini
og inn á meginlandið er
vorðin munandi bíligari.
Prísurin hevur verið 500 til
600 mill. kr. men nú er
hann niðri á góðum 400
mill. kr.
Endaliga modellið er ikki
klárt men lagt er upp til, at
føroyingar
gjalda
ein
fimting og íslendingar fýra
fimtingar av verkætlanini.
Koma oljufeløgini inn, so
koma tey eisini at bera ein
part av íløguni. Ætlanin er
at fáa alt uppá pláss innan
mars næsta ár.
Verður
framleiðsla
á
føroyskum øki so verður
eisini tørvur á betri tele-
samskifti. Tó er hesin tørv-
urin longu veruligur, tí ver-
andi kaðalin nøktar ikki
tørvin einsamallur. Tað ber
ikki til at veita eykaorku,
um verandi kaðalin svíkur.
Oljufelag størsti kundi hjá Føroya Tele
Føroya Tele hevur roynt at fylgja við oljutilgongdini við tí fyri eygað at verða tilreiðar at møta stóru avbjóðingunum frá hesi vinnu, ið setir nettupp stór krøv til
samskifti. Her stjórin á Føroya Tele, Andras Róin (uttast vinstrumegin) á kanningarferð hjá Norsk Hydro í Noregi.
Mynd Jan Müller
Andras Róin, stjóri í Føroya Tele her umborð á oljutyrlu á veg
út á pall í Norðsjónum.
Mynd Jan Müller
Samskifti hevur alstóran týdning fyri oljuleiðinar á
Atlantsmótinum. Her lesur stjórin hjá BP í Føroyum, Hjarnar
Djurhuus Internetsosialin umborð á oljuskipinum Petrojarl
Foinaven, sum liggur hinumegin markið í bretskum øki.
Mynd Jonhard Hammer.
Ymisk ivasom viður-
skifti viðvíkjandi
koyringini hjá Bygda-
leiðum í Suðuroy
hava gjørt, at
Strandfaraskip
Landsins hava kallað
útbjóðingina aftur
SAMFERÐSLA
Edvard Joensen
Koyringin hjá Bygdaleið-
um í Suðuroy skal bjóðast
út av nýggjum. Strandfara-
skip Landsins hava gjørt av,
at taka útbjóðingina aftur
og hava tikið upp samráð-
ingar við verandi buss-
førarar um at halda fram
við koyringini sum higartil.
Tað vilja bussførararnir
ikki. Teir krevja ávísar
ábøtur fyri at halda fram.
Støðan hjá Bygdaleiðum
í Suðuroy er so ógreið, at
neyðugt verður at taka alla
koyringina upp til nýggja
viðgerð og bjóða út heilt av
nýggjum, sigur Poul Jákup
Thomsen, fólkaflutnings-
leiðari á Strandfaraskipum
Landsins.
Tað kemst millum annað
av, at tímatalið, sum givið
varð upp í upprunaliga út-
bjóðingartilfarinum, heldur
ikki. Ógreiða er eisini um
ferðaætlanina,
eins
og
ógreiða er um skúlabarna-
koyringina, sigur hann í
brævi, sum sent er teimum,
ið hava boðið upp á koyr-
ingina í Suðuroy.
Krevja ábøtur
Ein teirra, sum í dag koyrir
buss í Suðuroy, er Poul Jo-
hannes Poulsen í Sumba.
Hann sigur við Sosialin, at
teir, sum nú hava koyr-
ingina, vórðu boðsendir á
fund við Strandferðsluna
sunnudagin. Fundurin varð
hildin umborð á Smyrli,
sum lá á Drelnesi. Har
fingu teir at vita, at út-
bjóðingin varð afturtikin,
eins og teir vóðru bidnir um
at halda fram at koyra undir
verandi treytum.
Strandferðslan ynskti, at
teir longdu verandi avtalur
við 10 mánaðum. Men tað
er púra greitt, at tað kunnu
teir ikki ganga við til, sigur
Poul Johannes Poulsen.
– Vit tosa ikki um nakað,
sum er styttri enn í hvussu
er eitt ár, sigur hann. Eisini
er okkurt annað, teir vilja
hava bøtt um, áðrenn teir
gera nakra nýggja avtalu
um koyringina, sigur hann.
Tá vit tosaðu við Poul Jo-
hannes Poulsen, áðrenn
blaðið fór til prentingar í
gjár, segði hann, at mána-
dagurin væntandi fór at
verða avgerandi fyri, hvat
hendi.
– Nú hava vit givið tol so
mikið leingi, at vit klára
saktans ein dag ella tveir
afturat, tók hann til.
Riggað av
Men tað verður ikki bara
sum at siga tað at koma
aftur um aftur nú, heldur
Poul Johannes Poulsen.
Væl hava teir í sáttmála
tryggjað sær, at teir sleppa
av við bussarnar, um teir
ikki sleppa at halda fram
við koyringini.
Eitt annað er, at teir nú,
bara einar 14 dagar áðrenn
verandi avtalur ganga út,
skulu fara at finna nýtt fólk
at koyra.
– Tí støðan er tann, at
fleiri hava longu riggað av.
Tað ger støðuna heldur
trupla, at hjálparfólk, vit
hava havt, longu hava
fingið sær annað arbeiði
eftir nýggjár. So tað kann
standast onkur smávegis
trupulleiki av at finna nýtt
fólk soleiðis í eini handa-
vending, sigur hann.
Svara skjótt
Poul Johannes Poulsen
sigur, at tá teir fáa eitt
útspæl frá Strandferðsluni,
fara teir at svara beinanveg.
Tað skal ikki taka meira
einn einar tveir tíma,r
heldur hann, tí teir vita púra
greitt, hvat teir vilja hava.
Poul Jákup Thomsen,
fólkaflutningsleiðari, vænt-
aði í gjár, at uppleggið frá
Strandferðsluni kom ann-
aðhvørt í gjár ella í dag.
Eitt annað mál er, sigur
Poul Johannes Poulsen,
bussførari, at teir, sum fáa
koyringina, skulu eisini fáa
sær nýggjar bussar.
Í upprunaliga útbjóðing-
artilfarinum stendur, at
bussarnir mugu í mesta lagi
vera 10 ára gamlir. Hesar
treytir lúka bara tveir busar
í Suðuroy, sum eru ávika-
vist tvey og fýra ára gamlir.
Hinir liggja um 14-16 ár,
sigur hann.
Og tað er ikki bara sum at
siga tað at fáa ein buss.
Byggitíðin er einar sjey
mánaðar, umframt at bíði-
tíð helst er at sleppa fram at
at byggja.
Tilboðini
Tilboðini, sum komu inn
upp á koyringina í Suðuroy,
vóru trý í tali. Tað lægsta
var upp á 4.950.000,-
krónur. Tað mittasta upp á
5.879.751,- krónur, og tað
hægsta upp á 8,244.043,80
krónur.
Nú so stórar broytingar
eru komnar í orsakað av
millum øðrum tímatali og
skúlabarnakoyring, kann
væntast, at tey nýggju til-
boðini, sum fara at koma,
verða væl hægri.
Samráðst hevur verið við
tað felagið, sum hevði
lægsta tilboðið. Men tær
samráðingarnar
eru
nú
hildnar uppat, sum vera
man.
Tann, sum hevði lægsta
tilboðið, tá boðið varð út,
var felagið S.P. Leiðir við
Mikkjali Paula Johansen í
Trongisvági.
Hann hevur onga við-
merking til, um hann
møguliga fer at leggja
nakað endurgjaldskrav ella
annað krav móti Strand-
ferðsluni, eftir at hava havt
samráðingar um koyring-
ina, sum nú kortini ikki
verður til nakað.
Útbjóðingin
afturkallað
Poul Johannes Poulsen, bussførari úr Sumba, sigur, at teir, sum koyra hjá Bygdaleiðum í Suðuroy, fara undir ongum umstøðum
at góðtaka ein 10 mánaða fyribilssáttmála, meðan boðið verður út av nýggjum
Mynd: Áki Bertholdsen
C
M
Y
K
7
6