týsdagur 18. desember 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 244 - 18. desember 2001
Nr. 244 - 18. desember 2001
9
– Heldur veðrið sær,
vænta vit eisini
nógvan útróðrarfisk,
sigur Jóan Petur Vest
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Sandoy: Á Sandoy Sea-
food høvdu tey longu
mánadagin tryggjað sær
neyðugu ráfiskanøgdirnar
til hesa vikuna undan jóla-
høgtíðini.
Váðasteinur góðan túr
Jóan Petur Vest visti longu
mánamorgunin at siga, at
tað verða fýra landingar til
Sandoy Seafood hesa vik-
una.
– Vit fara tí ikki at keypa
fisk á gólvinum hesa vik-
una, men tað, sum kemur
aftrat, verður útróðrarfisk-
ur, um góða veðurlagið
heldur fram. Mánamorgun-
in var línuskipið, Váða-
steinur á Sandi. Teir høvdu
140.000 pund av toski og
hýsu. Sum skilst, hava teir
roynt undir Føroyum, og
hetta er ein góður túrur hjá
einum línuskipi.
Í dag, týsdagin, kemur
Eysturbúgvin. Teir hava
verið úti fullan túr, men
mánamorgunin visti Jóan
Petur ikki, hvussu nógv teir
høvdu inni. Eysturbúgvin
og Vesturbúgvin, sum sam-
trola, plaga at fiska væl, so
helst hava teir eina hampi-
liga last, nú teir landa sein-
astu ferð undan jólum.
Vesturbúgin landar ikki á
Sandi hesaferð.
Jóan Petur væntar eisini,
at snelluskipini, Morning
Star og Báran, landa á
Sandi í dag. Tey hava upsa,
men greitt var ikki mána-
morgunin, hvussu nógv tey
høvdu inni.
Nógvur
útróðrarfiskur
– Saman við tí útróðrar-
fiski, sum kemur upp á
land í Sandoynni um dag-
arnar, er hetta nóg mikið av
ráfiski til alla hesa vikuna,
sigur Jóan Petur.
Hann vísir á, at mánadag-
in lá nakað av fiski niður-
fyri frá síðstu viku, og har-
aftrat hava útróðrarbátarnir
fingið væl.
– Hesar dagarnar, veðrið
hevur verið so gott, hava vit
keypt eini 40.000-60.000
pund av útróðrarfiski um
dagin, bæði á Sandi og í
Skopun. Bátatalið í báðum
bygdunum er á leið tað
sama. Teir flestu royna við
snellu, nakrir við línu. Bát-
arnir við snellu hava ligið
uppí 1300 pund um dagin. Í
flestu førum er bara ein
maður á hvørjum báti, sigur
Jóan Petur.
Jóladøgurði í Skopun
Flestu arbeiðspláss fara út
at eta ein jóladøgurða, tá ið
desember er farin at halla.
Hetta er vorðin siður víða
um í landinum. Har ar-
beiðsplássini eru smá, er
vanligt, at fleiri taka seg
saman ella leita upp støð,
har skipað verður fyri fel-
agsjólaborði,
t.d.
á
hotellunum.
Alt
arbeiðsfólkið
á
Sandoy Seafood var soleið-
is til jólaborðhald í bygda-
húsinum í Skopun leygar-
kvøldið.
– Hetta var sera hugna-
ligt. Vit fingu góðan mat,
høvdu undirhald, og síðan
var dansur, sigur Jóan Petur
Vest.
Einki er at ivast í, at tað
hevur týdning fyri trivnaðin
á einum arbeiðsplássi – og
ikki minst, tá ið talan er um
tvey virkir, at fólk kunnu
samlast til hugna og gaman
einaferð um árið.
Jólaborðhald, arbeiði og jólafrí:
Fýra skip landa á Sandi hesa vikuna
Fiskavirking í Havn
er eitt rættiliga
áhugavert og fleksib-
ult virki, sum tekur
stór tøk til tess at
menna føroyska
fiskaframleiðslu.
Umframt at meir-
virka frystan russara-
tosk, keypir virkið
eisini fløk frá øðrum
føroyskum virkjum,
sum verða meirvirkað
og útflutt sum eitt nú
portiónir og panerað
fløk
Vilmund Jacobsen
Fiskivinna kann viðhvørt
tykjast at vera eitt løgið
fyribrigdi, men oftast finst
ein ella onnur frágreiðing
til tað, sum gjørt verður –
ella tað, sum ikki verður
gjørt.
Í Klaksvík landar Sjúrð-
arberg frystan tosk úr Bar-
entshavinum. Hesin verður
frystur á Kósini. Á virkin-
um siga tey, at hetta er
kvalitetsfiskur, men kortini
endar fiskurin helst í
Noregi.
Í Havn hevur Føroya
Fiskavirking
eitt
virki,
gamla Bacalao. Av rá-fisk-
inum, tey keypa, er eini
80% frystur russaratoskur,
og tað má sigast at vera
ógvuliga
»flott«.
Áður
keypti virkið eini 10.000-
12.000 tons av fiski undan
Føroyum, og tað hevði
merkt eitt ella annað, um
virkið gjørdi tað sama í
dag; tá hevði verið minni til
onkran annan, og kapping-
in um fiskin hevði helst
verið uppaftur størri. Hetta
hevði so aftur ført við sær,
at fiskaprísirnir vóru hægri,
enn teir longu eru. Um
hetta hevði verið gott ella
minni gott, skulu vit ikki
meta um á hesum sinni.
Eitt »fleksibult« virki
Tað skerst ikki burtur, at
Fiskavirking í Havn er eitt
rættiliga
áhugavert
og
fleksibult virki, sum tekur
stór tøk til tess at menna
føroyska fiskaframleiðslu.
Tí, umframt at meirvirka
frysta russarafiskin, keypir
virkið eisini fløk frá øðrum
føroyskum virkjum og selir
tey avstað aftur sum lidna
vøru.
Jan Øregaard, sum leiðir
virkið í Havn, sigur, at
meginparturin av russara-
fiskinum kemur higar við
skipum, oftast frystifarma-
skipum, sum eru uppi í
Barentshavinum eftir fisk-
inum. Á opnum havi verður
fiskurin skipaður umborð á
farmaskip, sum føra hann
hendanvegin. Soleiðis hava
russar altíð gjørt. Í øðrum
førum koma trolararnir
sjálvir á Havnina.
– Tað er sjáldan, vit
síggja nakra ísfiskalanding
í Havn, men hetta er nakað,
vit arbeiða við, sigur virkis-
leiðarin.
Spurdur, hví tey í Havn
arbeiða frystan tosk, tá ið
nógvur
ísfiskur
annars
kemur uppá land, sigur Jan:
– Vit fóru undir hesa
verkætlan í sínari tíð, og vit
hava roynt at hildið okkum
til hana, síðan vit byrjaðu.
Tað hevur ongantíð verið
nøkur stór forrætning at ar-
beiða frystan fisk, men
Føroya Fiskavirking, sum
er eitt stórt felag við nógv-
um virkjum, hevur hildið
tað verið skilagott, at virkið
í Havn arbeðir á henda hátt.
Góðskingarvirki
Hann vísir á, at ætlandi
skuldi virkið arbeiða eini
6.000 tons av ráfiski um
árið, men nøgdin liggur
rundan um 5.000 tons.
– Vit arbeiða sum flest øll
onnur virki. Russarafisk-
urin verður seldur sum flak
og nógv verður selt sum
portiónir.
Jan sigur, at virkið í Havn
er eisini eitt góðskingar-
virki, sum bæði meirvirkar
egna rávøru og fløk, sum
teir keypa frá øðrum før-
oyskum virkjum – eisini
øðrum virkjum enn teim-
um, sum eru undir »hattin-
um« hjá Føroya Fiskavirk-
ing. Her er talan mest um
upsa, sum eitt nú verður
keyptur í kørum og virkað-
ur til upsaportiónir. Tey
panera eisini fløk og selja
tey av landinum.
– Dýrasta vøran, vit
framleiða, kallast weth-
pack. Her verða 4 fiskabit-
ar, sum viga 100 gr. hvør,
koyrdir í plastiklummar.
Tað eru bara vit, sum fram-
leiða hesa vøruna, ið verður
seld til Fraklands, Belgiu
og Sveits. Wethpack verður
virkað bæði úr frystum
russarafiski og føroyskum
fiski. Tá ið vøran verður
seld, gjalda vit toll av russ-
arafiskinum, men ikki tí
føroyska.
Meginparturin fer til
Evropu, men tann parturin,
sum fer til USA, verður
ikki álagdur tollin.
Turri fiskurin er nógv
eftirspurdur
Á Fiskavirking í Havn hava
tey eisini tað, tey kalla ein
pakkisentral, og tað er her,
meirvirkaða vøran verður
pakkað. Ætlanin er at út-
byggja sentralin uppaftur
meira.
Virkið hjá Fiskavirking í
Havn er eitt rættiliga stórt
arbeiðspláss; har arbeiða
130-140 fólk, harav eini
20-30 á góðskingarvirkin-
um og á pakkisentralinum.
Jan vísir annars á, at
rættiliga stórur eftirspurn-
ingur er eftir tí turra Lunda-
fiskinum.
– Tað vísir seg serliga
undan ólavsøkuni og jólum,
at eftirspurningurin eftir
hesum fiski er stórur. Men
rávøran, sum í hesum førin-
um skal vera tann besta, er
dýr, og úrtøkan er lítil, eini
10-12% av ráfiskinum. Tí
verður fiskurin eisini dýrur
hjá fólki at keypa.
Jan Øregaard sigur at
enda, at tey turka eini 6
tons av toskaflaki hvørja
ferð.
Leggjast kann aftrat, at á
Fiskavirking í Havn verður
ein stórur starvsdagur til
várs; tá hevur ein maður –
er hann nevndur, so er hann
kendur (!), starvast á virk-
inum í samfull 40 ár.
Fiskavirking í Havn:
Tekur týðandi tøk í menningini av okkara fiskaframleiðslu
Aftan á hugnaliga
jólaborðhaldið hjá Sandoy
Seafood í Skopun
leygarkvøldið við góðum
mati, undirhaldi og dansi,
verður neyðugt hjá arbeiðs-
fólkinum at taka nøkur tøk
aftrat hesa vikuna, áðrenn
farið verður í jólafrí
FLYTING
Ingrid Bjarnastein
Í árbókini fyri Føroyar
2001 síggja vit, at í 1995
fluttu 2272 føroyingar úr
Føroyum. Síðani tá hevur
talið verið støðugt lækk-
andi og í fjør var talið
komið niður á 1345 fluttar
føroyingar.
Størsti parturin av teim-
um, sum fluttu úr Føroyum
í fjør, fluttu til Danmarkar.
Av teimum 1345 rýmdu
føroyingunum,
leitaðu
1083 sær til Danmarkar.
Næst á listanum var Ísland
og
síðani
Noreg
og
Bretland. Bert ein føroy-
ingur er fluttur til Afrika í
fjør.
Tað sæst týðiliga, at tey,
sum eru flutt úr Føroyum
helst eru farin av landinum
í lestrarørindum. Nógv
tann størsti parturin av frá-
flytarum er í aldursbólk-
inum frá 15 – 29 ár.
Í árbókini sæst annars
eisini, at tað flyta fleiri fólk
til Føroya enn úr Føroyum.
Í fjør fluttu 1808 fólk til
Føroya, harav vóru 906
mannfólk og 902 konufólk.
Tað eru fólk í 20´unum og
30´unum, sum leita sær til
klettarnar. 768 føroyingar í
aldrinum 20 – 34 ár fluttu
til Føroya í fjør, og er hetta
væl meira enn ein triðingur
av øllum teimum, sum eru
flutt til Føroya í fjør.
Færri fólk flyta úr Føroyum
Sum væntað var
Osama bin Laden ikki
at finna í Tora Bora
ÚTLAND
Fartekst
Hóast amerikanska her-
leiðslan líka til tað síðsta
helt uppá, at Osama bin
Laden fjaldi seg í holunum
við Tora Bora, var hann
ikki at finna har, tá her-
menninir hjá Eystursam-
gonguni tóku tær seinastu
holurnar sunnudagin.
Beint eftir boðaði ovastin
hjá Eystursamgonguni frá,
at kríggið í Afghanistan er
liðugt, tí nú vóru teir
seinastu menninir hjá Al-
Qaeda niðurbardir. Í sein-
asta álopinum doyðu um-
leið 200 menn hjá Al-
Qaeda, meðan einir 25
vórðu tiknir fangar.
Bæði Eystursamgongan
og USA halda, at einir
2000 mans hjá Al-Qaeda
eru slopnir til rýmingar úr
Tora Bora, og at teir eru á
veg til pakistanska markið.
Pakistan
hevur
styrkt
vaktarhaldið á markinum
munandi, og fleiri túsund
hermenn hava fingið boð
um at steðga monnunum
hjá Al-Qaeda, koma teir
tann vegin.
Bæði
Colin
Powell,
uttanríkisráðharri og Don-
ald Rumsfeld, verjumála-
ráðharri noyddust sunnu-
dagin at viðganga, at
amerikanarar vita ikki, hvar
Osama bin Laden er. Men
báðir løgdu dent á, at
bardagin er ikki av, fyrr enn
bin Laden er funnin. Tað
sama er galdandi fyri Tali-
ban-leiðaran, Mohammed
Omar.
Hvar eru teir?
Spurningurin er so, hvar
bin Laden og Omar eru.
Tað er avmarkað, hvar teir
kunnu fjala seg. Eygleiðar-
ar siga, at eru teir framveg-
is í Afghanistan, kunnu teir
ivaleyst fjala seg rættiliga
leingi í fjøllunum.
Er tað so, at bin Laden
longu er í Pakistan, kann
hann fjala seg hjá ættar-
bólkunum har norðuri í
landinum, men tað verður
ikki hildið, at hann kann
fjala seg leingi har.
Eru bin Laden og Omar
hvørki í Afghanistan ella
Pakistan, eru helst tríggir
møguleikar
eftir.
Teir
kunnu vera í Jemen, men
har er trupult at fjala seg.
Ein annar møguleiki er
Somalia, men somalisku
myndugleikarnir hava sagt,
at amerikanarar eru væl-
komnir hagar at leita, so
har eru teir neyvan. Triði
møguleikin er Kekenia.
Nógvir kekenar hava stuðl-
að bin Laden, eins og nógv-
ir kekenskir hermenn hava
verið í Al-Qaeda. Tað er
eisini alment kent, at bin
Laden hevur havt venjing-
arlegur í Kekenia.
Eitt portugisiskt
blað skrivar, at Al-
Qaeda hevði lagt
ætlan um bumbu-
álop í bretska høv-
uðsstaðnum.
ÚTLAND
Fartekst
Blaðið hevur upplýsing-
arnar úr einari lummabók,
sum
ein
av
tíðinda-
monnum blaðsins fann í
einum húsum í afghanska
býnum Kandahar. Húsini
vórðu frammanundan nýtt
sum venjingarstað hjá
yvirgangsfelagsskapinum
Al-Qaeda.
Expresso skrivar, at í
bókini verður greitt frá
einari
ætlan
um
at
spreingja eina 480 kilo
tunga fjarstýrda bumbu í
Moorgate-umráðnum
í
London.
Í lummabókini, sum er
82 síður, verður greitt
gjølla frá ætlanini, men
ongastaðni verður sagt
nakað um, nær álopið
skuldi ella skal setast í
verk. Tað stendur heldur
einki um, nær lumma-
bókin er skrivað, og tí
heldur Expresso, at talan
kann vera um eina læru-
bók hjá Al-Qaeda.
Teksturin um tað ætlaðu
bumbuspreingingina
í
London er á enskum, men
millum reglurnar eru fleiri
viðmerkingar, sum eru á
arabiskum. Hondskriftin
er tann sama, og tí er tað
helst sami maður, sum
hevur skrivað bæði tekst
og viðmerkingar.
Í lummabókini eru ná-
greiniligar
upplýsingar
um, hvussu tey 480 kiloini
av spreingievni skulu být-
ast sundur í tólv kassar,
hvussu nógvar løðing-
arnar skulu vera, hvussu
bumban skal gerast, og
hvussu hon skal spreingj-
ast við fjarstýring
Bin Laden horvin
Funnið ætlan um álop
í London
UTTAN ÚR HEIMI
Bæði Colin Powell, uttanríkisráðharri og Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri noyddust
sunnudagin at viðganga, at amerikanarar vita ikki, hvar Osama bin Laden er
Mynd: Reuter
C
M
Y
K
9
8