Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. januar 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 20 - 29. januar 2010 nøvn eisini Inga, systkinabarnið, ið er sera kring at seyma. Og tað er ikki at siga: Inga ger hana út til fermingina, við kjóla, frakka og tí, ið seymast kann. Ímeðan hon gongur at lesa úti á Nesi, býr hon hjá einkjuni eftir Dánjal Petur Højgaard. Har búgva eisini tvey onnur, ið ganga til. Tað er Poul Bull Nielsen, ið fermir tey. Nú hevur hon so fingið prestsins hond á høvur. Men hon fer ikki, sum hinar systrarnar, út at tæna. Annars droymdi hon um at vera ekspetrisa. Onkur mátti helst vera eftir. So árini ganga við øllum tí arbeiði, ið hoyrir einum bóndahúsi til. Hon er, sum fyrr nevnt, nógv í Syðrugøtu hjá pápasystrini. Har hevur hon eisini góðar vinkonur, sum hon er nógv saman við, ser­ stakliga Eddu í Ólastovu og Sonnu á Rætt. Tær eru ofta í dansi saman. Eisini eru tær onkuntíð í kirkju í Leirvík, har mamma jú eisini eigur nógv skyldfólk. Her inni eru tað mest hon og Alma hjá Thominu og Jensi, ið fara í býin saman. Og tá er tað helst út á Strendur. Nú ber so á, at í seinra helmingi av tríatiárunum koma Gøtumenn higar at gera koyriveg. Teir húsast í aðrari stovuni har Eysturi. Ímillum teirra er ein ungur drongur, Jacob Pauli av Skansa úr Syðrugøtu. Anna Louisa og hann gerast væl og fara at ganga saman. Og t. 05­12­ 1940 vígir Poul Bull Nielsen tey í prestagarðinum á Nesi. Tá hava tey fingið ein son, ið ber heitið Hans Schønfeldt. Tað fyrstu tíðina búgva tey Niðri í Stovu. Har fáa tey so eitt barn afturat. Tað er Hertha. Hon er annars fødd í Gøtu.Síðani fara tey út í Torvgil at búgva. Har verður Ida fødd. Síðani innaftur í Skálafjørð, har Jóan Pauli verður føddur Niðri í Stovu. Tá ið so pápi hjálpir Karli at byggja, flyta tey inn í kjallaran hjá Karli og Ingu Mariu. Har verður Simona fødd. Tey fara nú sjálv undir at byggja. Og í nítjan fýrati og níggju flyta tey inn í síni egnu hús, her í Skálafirði. Síðani eru nakrir ungar komnir afturat. Mamma hevur átt tólv børn, harav tíggju eru á lívi. Tað hevur ikki ligið so væl fyri hjá mammu at verið á arbeiðs­ marknaðinum. Men tó. Hon hevur arbeitt í Turkihúsinum og arbeitt í sild úti á Skála. Eisini var hon eitt tíðarskeið í sildaarbeiði á Bakka­ frost. Eitt, sum hevur eyðkent systkini Niðri í Stovu, er teirra frágera minni. Tí er tað ein sonn fragd at hoyra mammu og Hansinu tosa saman og greiða frá. Sera hug­ farsligt. Mamma hevur verið vælsignað við einari góðari heilsu. Hon hevur verið sera arbeiðssom og sterk, lítillátin, góðhjartað og sera gávu­ mild. Og eitt friðarmenniskja. Hon hevur aldrin biðið hund standa frá sær. Hon hevur eisini havt tey evnini, at klára seg við sera lítlum svøvni. Tí hevur ikki bert dagurin verið hennara arbeiðstíð. Nei, eg rokni við, at hon hevur virkað eins nógv um náttina. Hon hevur seymað rættiliga nógv. Og bundið eina øgiliga rúgvu. Tað ger hon enn. Hon heldur stóran part av familjuni við hosum og sokkum. Og við tað, at børnini eru nógv og tøtt, var ikki óvanligt at hon t.d.skrædlaði fisk ella gjørdi annað, við einum barni á arminum, einum í búkinum, meðan hon við fótinum vaggaði einum. Vit eru øll vaggað. Eg veit ikki, um tað sæst. Mamma var fyri tí bakkasti, at pápi fekk heilabløðing í nítjan sjúti níggju. Hann gjørdist lamin, og fekk ikki tosað. Hetta kollvelti tilveru hennara. Tí nú var tað brád­ liga hon, ið stóð við allari ábyrgd­ ini. Skiparin var fallin frá. Men eisini hesa støðu tók hon á seg, og passaði pápa fyrimyndarliga, til hann legði árarnar inn í nítjan níti trý. Síðani tá hevur hon ferðast nokkso nógv hjá døtrunum. Og eisini hjá onkrari ommudóttur. Tó best dámar henni at vera í egnu borg síni. Mamma hevur eitt lætt sinni, og er føst í síni Guds trúgv. Tað er lætt hjá øllum at koma á vitjan. Og tað skuldi so verið. Hon eigur jú tíggju børn, fýrati og fimm ommubørn á lívi, tvey eru farin, áttati og tvey langommubørn og trý oldurommubørn. Eg rokni við, at ongin er ósamdur við mær, tá eg sigi,at mamma er snúnings­ ásurin í okkara familju. Og so tað persónliga: Góða mamma! Takk fyri tín treytaleysa kærleika hesi fimmti og seks árini, vit hava havt saman higartil! Vit enda við einum ørindi hjá Janusi: Tey koma á fund – og helst í dreymi,- tey rósuangandi ungdómsár, sum drós, ið drála við yndisbrosi, og bera smyrsl til benjarsár, -o minnisríka, o, halga vár! – tá súsa skógir við Esrom sjó, í náttsól blánar marmorhvíta borgin, í silvurklangi spæla náttargala ljóð og doyva minnið um hitt býtta orð: í morgin. Á danskri summarnátt, tá blómar stundin sæla, og standmyndir í Norðmansdali tala. Hjartaliga tillukku Fríður Framhald av síðu 20 Tað eydnaðist ikki at finna orsøkina til eldsbrunan á Norðoyri fyrr í vikuni Eldsbruni Randi Jacobsen Randi@sosialurin.fo Dagin eftir eldsbrunan í húsunum hjá Óla Kyrrugerð á Norðoyri mikunáttina, vórðu tekniskar kanningar gjørdar í húsaleivdunum. Slíkum kanningum stendur kriminalpolitiið fyri. Kanningarnar eru ikki heilt lidnar enn, men kortini kann Bergleif Brimvík, leið­ ari á kriminaldeildini upp­ lýsa, at eldurin er kyknaður í køkinum. Tætt við kom­ fýrin, men harfyri nýtist komfýrurin at vera orsøkin. Maðurin slapp út gjøgn­ um eitt vindeyga í ovaru hæddini, tí tá ið hann vakn­ aði, var niðara hæddin fylt av royki. Sløkkiliðið kom beinan­ vegin, men har var einki at gera, tí eldurin breiddi seg skjótt, sum kanningarnar eisini vísa. Húsini vórðu eini gomul timburhús, sum mugu tak­ ast niður. Eldurin byrjaði í køkinum Maria Kristina Johansen í Miðvági fór til Havnar at keypa sær konfirmasjónskjóla og rindaði fyri kjólan við 50-oyrum Tradisjón Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Fleiri kvinnur hava keypt sær brúðaskógvar fyri smápengar, og onkrar hava goldið brúðarblómutyssið við oyrum. Men nú ein dagin seldi Skálabúðin í Havn ein kon­ firmasjónskjóla, sum goldin var við 50­oyrum. Tað var miðvágsgentan Maria Kristina Johansen, sum fekk hugskotið at keypa konfirmasjónskjóla og gjalda við myntum. Hon fór til Havnar við tveimum posum við 50­ oyrum. Tað var ein øgilig rúgva, tí kjólin kostaði 1097 krónur, og til hann gingu 2194 50­oyru. Leggjast kann aftrat, at mamma hennara keypti í sínari tið brúðarskógvarnar fyri myntir. Keypti kjólan við smápengum Lítið gott er eftir av húsunum hjá Óla Kyrrugerð á Norðoyri Mynd: Norðlýsið