fríggjadagur 29. januar 2010síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42 tíðindi
Nr. 20 - 29. januar 2010
Tað er munur á
út sjónd, nú eini 100
ára gomul set hús
á Selatrað eru full
komuliga umskapað
til eini summarhús
við øllum nútíðar
hentleikum. – Jú, eg
haldi at úrslitið er
framúr gott, sigur
eigarin, Gunnleiv
Joensen úr Klaksvík
SummarhúS
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Selatrað: Hann er lágur í
ættini við avfalli ein dagin í
farnu viku, tá umboð fyri
Sosialin eru úti og snodda.
At tað bæði eru vindur og
regn henda fyrrapartin, tyk
ist ikki nerva teir báðar
klaksvíkingarnar,
sum
standa undir einum gomlum
húsum á Trøðni á Sela trað
og práta um okkurt.
Arni Olsen er júst komin
niður úr stilladsinum, tí
hann skal orða okkurt við
eigaran, Gunnleiv Joensen.
Tað er skjótt at hetta er av
greitt, og so er Arni beinan
vegin aftur á staðnum við
borimaskinuni í hond.
Tað ræður um hjá báðum
monnum at fáa arbeiðið frá
hond bæði skjótt og væl.
Nú er komið so nær málin
um, at tað ikki er so langt
eftir til tann seinasta skrúv
an er komin á sítt rætta
pláss á klædninginum.
Trý ár eru liðin síðani
Gunnleiv og konan keyptu
sær hesi húsini. Síðani tá er
nýtt tak lagt á, eins og
nýggj ur klædningur er
lagd ur oman á tann gamla,
– bara fyri at nevna nakað.
Men tað er serliga innan at
munur sæst.
– Hetta hevur sjálvandi
kostað nógv, men í dag eru
húsini sum spildurnýggj,
sigur ein fegin Gunnleiv
Joen sen.
Hann hevur koyrt lastbil
og átt gravimaskinu í mong
ár, men seldi fyritøku sína
fyri nøkrum árum síðani. Í
vetur hevur hann hildið frí,
men í næstum er ætlanin at
byrja aftur í arbeiði sínum
hjá fyritøkuni.
Besta stað
Ein biltúrur kring landið
kann føra til so nógv. Hesin
eini biltúrurin hjá Gunnleivi
og familju hansara førdi tey
í øllum førum til fjarskotnu
bygdina Selatrað.
Henda dagin høvdu tey
tosað um at fara til onkra
bygd, har tey ikki høvdu
verið áður. Og tá Selatrað
var eitt slíkt stað, varð av
gjørt at fara hagar.
– Vit sóu beinanvegin, at
hetta var ein sera vøkur
bygd og eitt ótrúliga barna
vinarligt stað. Men júst tá
lá tað ikki í okkara huga at
skula keypa eini summarhús
her, greiðir Gunnleiv frá.
Tað kom fyrst seinni!
Tey hjá Gunnleivi byrjaðu
kortini smátt um smátt at
hugsa um at ogna sær eini
summarhús onkustaðni. Tey
kannaðu
marknaðin
og
hugdu í bløðum og á neti eft
ir møguligum húsum, sum
kundu egnað seg til eina
familju við seks børn um.
Nógv góð hús vóru til
sølu, m.a. her á Selatrað.
Tað vísti seg tó, at í nógvum
førum sóu húsini gott út,
men lítið var rundan um. Tá
tey so sóu hesi húsini á
Trøðni á Selatrað, og sum
haraftrat hevði stórt stykki
rundan um, var allur ivi
burt ur: Hetta var tað!
Húsini eru um 100 ára
gomul, eru lítil og hugnalig,
og uttanfyri er eitt nærum
10.000 fermetrar stórt øki.
– Eg ætli mær ikki sum
so at brúka hetta økið til
nak að. Vit hava jú seks
børn, so her fáa tey í øllum
førum møguleika at røra
seg eitt sindur, sigur Gunn
leiv við einum brosi.
Trappan eitt
listarverk
Eftir at Gunnleiv hevði
yvir tikið húsini var næsta
stigið at gera tey ístand inn
an. Arbeitt varð eitt skiftið í
fjør, men nú í ár varð so
arbeiðið tikið uppaftur.
Fyri tann sum hevur verið
í húsinum áður og í dag, er
ein veldigur munur at
síggja. Og tað sam ger seg
galdandi uttandura.
– Nei, tað sum var áðrenn,
líkist bestemt ikki tí sum er
nú, slær hann fast.
Køkurin fyri at taka eitt
dømi var har sum gongin
er nú. Og tær báðar stov
urnar í búhæddini eru
gjørd ar til eitt stórt rúm við
køki. Loftið er eisini broytt
munandi, og við síni kønu
hond hevur handverkarin
Arni, fingið loftstrappuna
til at minna mest um eitt
listarverk.
Gunnleiv sjálvur hevur
bæði átt og koyrt gravkúgv,
so tað tók honum ikki langa
tíð at hampa um uttanfyri.
Ein uppgáva, sum hann
lætt liga avgreiddi var um
skapa eitt runudýki norðan
fyri húsini til eina snøgga
útistovu við borði og stól
um, eins og myndin vísir.
Henda dagin vit vitjaðu á
Selatrað vantaði ikki nógv í
við klæðingini.
– Eg vænti, at tað verður
hesin dagurin aftrat, so er
hetta arbeiðið liðugt, sigur
Gunnleiv.
100 ár men sum
spildurnýggj
Óli er góður granni
Tá Gunnleiv byrjaði at hyggja sær eftir einum
summar húsum og fall á hesi, visti hann ikki, at
granna húsini høvdu verið í hansara familju áður.
– Tað var faktiskt abbasystir mín, sum átti tey. Men
tað hevði einki at gera við, at eg nú keypti hesi hús
ini, slær hann brosandi fast.
Húsini hjá Gunnleivi liggja mitt í bygdini, og nú
hann hevur rokast við at rigga tey til av nýggjum, er
hann somuleiðis komin í samband við bygdarfólkið.
Tað er tó einamest grannin og hann sum hava prát
að nógv saman. Teir koma sera væl útav tí.
Og lítið man vera at ivast í, at nógv er at práta um,
tá Gunnleiv Joensen úr Klaksvík og Óli Breckman úr
høvuðsstaðnum hittast.
– Men nú er nakað síðani, vit hittust her til eitt
prát!
”
Eg vænti, at tað
verður hesin
dagurin aftrat, so
er hetta arbeiðið
liðugt
”
Eg ætli mær ikki
sum so at brúka
hetta økið til
nakað. Vit hava jú
seks børn, so her fáa
tey í øllum førum
møguleika at røra
seg eitt sindur
Bjartskygni í ES
Ein nýggj kanning hjá ESnevndini vísir, at bæði
einstaklingar og vinnufyritøkur hava góðar vónir um, at
búskaparviðurskiftini í teimum 16 evrulondunum fara at
batna. Sambært nevndini hevur álitið á búskapin ikki
verið so stórt teir seinastu 19 mánaðirnar sum nú.
Kanningin vísir, at tað eru serliga italiumenn og bretar,
sum hava fingið betri vónir um framtíðina. Í Spania
gongur tað harafturímóti hinvegin. ESnevndin sigur í
sínari niðurstøðu, at størri eftirspurningur hevur givið
størri virksemi í ídnaðinum, og at tað er serliga vøkstur í
ídnaðinum, sum fólk seta sítt álit á.
Drekka minni øl
Týskarar eru heimskendir fyri at bryggja og drekka
nógv øl, men nú vísa tey seinastu hagtølini, at teir
drekka ikki so nógv øl sum fyrr. Eftir tølunum drukku
týskarar minni enn 100 hektolitrar av øli í fjør, og tað
er fyrstu ferð síðani 1989, at teir hava drukkið so lítið,
skrivar DPA. Samanborið við 2008 drukku teir 2,8
prosent minni øl í fjør. Í veruleikanum hava tey týsku
bryggjaríini bryggjað støðugt minni øl tey seinastu trý
árini. Sagt verður, at 2006 var eitt sera gott ølár í
Týsklandi, og komst tað av, at tað árið var Týskland
vertur fyri HM í fótbólti.