Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-29, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. januar 2010síða 43

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 20 - 29. januar 2010 43 tíðindi Gunnleivur Joensen dugir annað enn at koyra gravkúgv og lastbil. Inni í køkinum er alt umskapað til ein nútíðar køk í summarhúsum hansara á Selatrað Gunnleiv Joensen brúkti ikki langa tíð at umskapa eitt runudýki til eina vakra havastovu í hugnaligum umhvørvi. Eitt vakurt stað eitt vakurt summarkvøld í eini vakrari bygd! Bygdarfólkið, sum man minnast hesi gomlu húsini, hava av sonnum sæð, hvat hugskot, handamegi, sveitti og arbeiðstímar kunnu útinna. Úrslitið av, at Gunnleivur fekk bygdamann sín, Arna Olsen at hjálpa sær við umvælingini er týðiligt at síggja Dalsberg uttan pall Ætlanin at byggja ein pall við útsýni í Dalsbergi verður av ongum á hesum sinni. - Tað er ov kostnaðarmikið at byggja ein slíkan pall, sigur borgarstjórin í Húsavíkar kommunu, Jákup Martin Sørensen. Við Sandoyarportalin sigur hann, at hugskotið sjálvandi er gott. Men sum tíðirnar eru í dag ber tað ikki til. Hvørt summar koma fleiri útlendingar í Sandoynna har teir m.a. vilja síggja fuglalívið í Dalsbergi. Húsavíkar kommuna fekk frá einum ferðavinnuveitara eitt hugskot at byggja ein pall í berginum. Men sum nevnt verður tað ikki í hesum umfarinum at pallurin verður bygdur. Tveir partrolarar landa í Vági Í gjáramorgunin landaðu Vágfelli og Hvannafelli í Vági. Partrolararnir hava knapt 300 kør, meginparturin upsi og harumframt nakað av kongafiski. Upsin verður landaður til Fiskavirking í Vági. Delta Seafood hevur keypt kongafiskin. Sum skilst var prísurin var hampiligur. Sambært Suðurrás var ætlanin, at Vágfelli og Hvannafelli skuldu fara út aftur í gjárkvøldið