fríggjadagur 29. januar 2010síða 46
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 20 - 29. januar 2010
tíðindi
Tíðindaskriv frá Bolivia
Hjálpini
Studentaskúla og HF-næm-
ingar bjóða sína arbeiðs-
megi í ein dag.
Komandi mikudag, 3.
febru ar, fara allir næmingar
á Føroya Studentaskúla og
HF-skeiði í Hoydølum at
geva ein dag burtur av síni
skúla gongd og í staðin
arbeiða fyri at stuðla hand-
verkaraskúlanum í boliv i-
ans ku
bygdini
Coches.
Hetta er ein skúli, ið før-
oysk ur
skúlaungdómur
fekk bygdan fyri 20 árum
síða ni.
Í 1990 tóku allir skúla-
ung dómar líka frá 1. flokki
upp til miðnámsskúlarnar
og teir hægru skúlarnar og
út búgvingarstovnarnar seg
sam an og skipaðu fyri ein-
um
arbeiðsdegi
–
eitt
so kallað “dagsverk” – har
næm ing arnir, í staðin fyri
at fara í skúla, arbeiddu
hvør í sínum lagi og skip-
aðu fyri ymsum sølum fyri
at savna inn pening í ein
dag. Tær 440.000 krón ur-
nar, sum komu inn fyri
ar beið ið
henda
dagin,
vórðu nýttar at byggja ein
skúla í teirri fátøku bygdini
Coches í Bolivia. Hetta var
ein handverkaraskúli, sum
skuldi læra næmingarnar
yrki sum jarnsmíð, meka-
nikk og seyming, so at ung-
dómurin har var betur fyri
at fara út á arbeiðsmarknaðin
og ikki endaði sum flest
onn ur, ið komu frá somu
um støðum, nevnliga sum
tænastu fólk uttan nevnis-
verd rættindi ella inntøku.
Eisini vórðu bygd ein kost-
deild og ein frítíðarskúli,
fyri at børnini kundu verða
hýst eftir skúlatíð.
Í 1995 gjørdi tánevnda
Sjón varp Føroya eina send-
ing um skúlan, har millum
annað varð tosað við drong-
in Bartholomé, ið gekk á
skúlanum. Hann greiddi
frá, at eftir lokna útbúgving
ætlaði hann sær til býin at
arbeiða, fyri síðan at fara út
á bygd aftur at læra sínar
vinmenn sítt handverk, tí
teir onga útbúgving áttu til
góðar.
Í dag, tjúgu ár seinni,
stendur skúlin enn og er
enn virkin, hóast um støður-
nar eru nógv vers nað ar.
Skúlin er enn bygda fólki-
num kærur, tí eingi onnur
tilboð eru til børnini, men
skúlin hevur lítla og onga
fígging fingið, síðan før-
oyski ungdómurin hjálpti
teim um í 1990.
Hetta ætla næmingar í
Studenta skúlanum
og
HF-skeiðnum í Hoydølum
at broyta við at aftur skipa
fyri einum arbeiðsdegi, har
studentaskúlanæmingar,
í
stað in fyri at hava vanliga
skúla gongd, fara út at
arbeiða í ein dag. Verk æt-
lan in verður kallað Bolivia
Hjálp in, og hesin a r beiðs-
dagur verður mikudagin 3.
februar. Ætlanin er, at hvør
næm ingur gevur í minsta
lagi 300 krónur fyri at
ar beiða í mesta lagi fimm
tím ar. Skúlin stuðlar verk-
ætlanini við at niðurleggja
tíma talvuna hendan dagin
og lata næmingarnar fáa sín
lærdóm gjøgnum at arbeiða
fyri onnur.
Um nakar er áhugaður at
stuðla verkætlanini við t.d.
at bjóða arbeiði til ein dags-
verkara, eru tit vælkomin at
seta tykkum í samband við
Bolivia Hjálpina á tlf.
253408. Hetta kann vera
ein stak lingar,
fyritøkur,
handl ar o.s.fr. Talan kann
vera um alt fyrifallandi
ar beiði, einasta treyt er, at
løn in er í minsta lagi 300
krón ur fyri at arbeiða í
mesta lagi fimm tímar.
Bolivia Hjálpin er burtur-
av fyriskipað av næm ing-
unum sjálvum. Næm ing ar-
nir halda tað vera hóskandi
at lata ein dag av teirra
út búgving at tryggja øðrum
ungum úti í heimi eitt betri
lív
gjøgnum
kunnleika.
Pen ing urin, ið kemur inn
miku dagin, fer óskerdur til
handverksskúlan í Coches.
Vón andi taka nógvir før oy-
ing ar undir við hesum
átaki.
Við vón um gott
samstarv
Bolivia Hjálpin 2010
Í farnu viku skrivaði Jógvan
Páll Sevdal eitt lesarabræv.
Í brævinum setur hann
spur nar tekin við menn ing-
ar læruna tí hendan ástøði
ikki samsvarar við ein bók-
stavu ligan lesnað av bíbliu-
ni.
Hetta er eisini púra beint.
Menningarlæran samsvarar
ikki við tær báðar skapan-
ar søgurnar í fyrstu kapitlun-
um í 1. Mósebók. Skapan-
ar søgurnar sjálvar samsvara
ein gongd ikki, men tað
hev ur minni týðning. Tað
týðn ingarmesta er, at Guðs
orð verður tikið frammum
alt annað, eisini tá tað er í
andsøgn við seg sjálvt.
Eg skilji bara ikki, hví
Jógvan Páll Sevdal velur at
steðga við menn ingar læru-
na. Tað finst hópin av øðr-
um vísindaligum viður-
skift um, sum eru í bein leið-
is andsøgn við ein bók-
stava trúgvan
lesnað
av
bíbli uni. Tað kann vera, at
Jógv an Páll bara ikki er
greið ur yvir, at hesi finnast.
Hvussu er og ikki, so vil eg
gjar na geva honum eina
hjálp an di hond, so ljós
eisini kann blíva varpa á
onn ur
viðurskifti
enn
menn ing ar læruna,
sum
held ur ikki samsvara við
eina bókstavuliga tulking
av bíbliuni.
Jørðin ferðast
Vísind hevur upp á mangar
mátar staðfest, at sólin er
mið punkt í okkara sólar-
skipan, og at jørðin ferðast
rundan um sólina. Hetta er í
greiðari andsøgn við ein
bók stavatrúgvan lesnað av
bíbliu ni. Í Josva 10:13 og
Præd 1:5 lesa vit, hvussu
sól in steðgar síni ferð yvir
himmalin, undirforstaði at
jørðin stendur still. At jørð-
in stendur still kann tað
heldur ikki vera nakað sum
hel st ivamál um, tí ífylgi
bíbli u ni so stendur hon á
nøkr um súlum, og hon vik-
ast ikki (1. Sám 2:8, 1.
Krýn 16:30, Job 9:6, Sálm
93:1, Sálm 104:5 osfr.).
Talið PI
Í støddfrøði læra vit, at tal-
ið PI er eitt irrationelt tal
sum byrjar við 3,14... Hetta
tal lýsir forholdi ímillum
um mál og tvørmál í einum
hvørj um rundingi. Trupul-
leikin er bara tann, at hetta
tal samsvarar ikki við ein
bók stavatrúgvan lesnað av
bíbliuni. Í 1. Kong 7:23 lesa
vit um eitt stoypt kar, sum
hev ur eitt ummál á 30 alin
og eitt tvørmál á 10 alin.
Tað vil so siga, at PI = 3.
Um vit altso lesa bíbliuna
100% bókstavuligt.
Veðri
Hvønn dag hoyra vit í út -
varpinum, hvussu eitt brúg-
va lag onkunstaðni á virk ar
veðri í Føroyum. Tosa verð-
ur um HektoPascal, lág-
trýst, millibar og so fram-
vegis. Alt hetta tos er bein-
leiðis í andsøgn við ein
bók stava trúgvan lesnað av
bíbliu ni, tí har stendur heilt
ein falt, at tað er Guð – og
Guð aleina – sum stýrur
veðri num (5. Mós 11:14, 1.
Sám 12:17, 1. Kong 17:1
osfr.)
Trøll, talandi
asnar og risar
Vanliga eru tílík fyribrygdi
bert at finna í ævintýrum,
men veruleikin er tann, at
alt hetta er eisini at finna í
bíbliu ni (1. Mós 6:4, 4.
Mós 22:28, Jes 13:21, Jes
34:14 osfr.). Tað má veru-
liga falla teimum bók stava-
trúgv lesandi fyri brósti, at
tílík fyribrygdir ikki verða
tikin í størri álvara nú á
døg um. Okkurt má gerast,
so trøllini aftur blíva ein
sjálv sagdur partur av før-
oysku náttúruni eins og tey
vóru í forðum.
Sum Jógvan Páll Sevdal
sjálv ur sigur: ”Bíblian vil
al tíð prógva sonn vísindi”.
Tað er alla æru vert, at
roynt verður at fáa sett ein
bók stavatrúgvan lesnað av
bíbliu ni fram um staðfesta
vís ind, men veruleikin er
bara tann, at bíblian sam-
svar ar
ikki
við
nakra
nú tímans vísind. Tað stend-
ur tískil eitt megnar arbeiði
fyri framman hjá hesum
per sónum, og koma teir
nakr antíð á mál so má øll
ví s ind blakast fyri bakka,
og samfelagi kann tá seta
beina kós móti tí myrkastu
mið øld, tá óvitan og pátrúgv
settu dagsskránna. Livst so
spyrst.
Eivind Ortind
Simonsen
Lim ur í Guðloysi
Høgni Hoydal og
Sofia Rossen hava
lut tik ið í Norð ur
landa ráðs fund unum,
sum fyrst í viku ni
vóru í Keyp manna
havn. Fiski vinnu
politikkurin í ES,
javnstøða og íslends
ka ice save málið vóru
millum annað á skrá
Sofia og Høgni luttóku týs-
dagin
í
partapolitisku
nevnd ar fundunum
í
Norður landaráðnum.
Tey
eru bæði limir í Vinstra
Sosial is tiska Grøna bólki-
num (VSG). Fíggjarkreppan
og íslendska ice save málið
var millum annað á skrá,
har kjakast var um, hvussu
Ís land
kann
sleppa
úr
kreppu ni gjøgnum norður-
lendska
samstarvið
og
norð ur lendskar
loysnir.
Norður at lantsbólkurin
og
VSG kundu á fundunum
stað festa, at tann norður-
lendska hjálpin í íslendsku
kreppuni ikki hevur verið
nøktandi.
Norð u r a t lant s-
bólk urin mælti til, at før-
oyska
fyrimyndin
varð
fylgd og vísti á, at um øll
Norðan lond góvu eitt sam-
svarandi lán til Ísland,
hevði hetta lætt munandi
um gongdina at endurstovna
ís lendska
búskapin
og
mink að um trýstið frá
Bretsku
og
Hollendsku
stjórn ini.
Vaksandi
ung dóms ar-
beiðs loysi í øllum Norð an-
lond um var harumframt á
skrán ni og hevði norður-
lendski
felagsfundurin
hesa ferð valt at varpa ljós á
javn støðu málið.
Fiskivinnupolitikkurin í
ES skal endurskoðast og
hev ur
Norðurlandaráðið
ein aktivan leiklut í hesum
ar beiði. Mikudagin luttóku
Høgni og Sofia, saman við
limum
úr
Norður landa-
ráðnum, limum úr ES
parla mentinum, og Evropa
kommi sjónini, í einari ráð-
stevnu um evnið. Norður-
atl antsbólkurin
legði
í
kjaki num dent á, at tað
hevur stóran týdning at
norð ur lendsku ES - londini
verja rættin hjá norður-
lendsku londunum uttanfyri
ES, at umsita egnan fiski-
vinnupolitikk.
Norður atlants
bólkurin
Føroya Studentaskúli
og HF-skeið
Norðuratlantsbólkurin:
Felags norðurlendska
loysn á íslendsku kreppuna
Ein hjálpandi
hond til Jógvan
Páll Sevdal