fríggjadagur 29. januar 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 20 · 29. januar 2010
23
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
Lær at kokkast
nógv fólk duga ikki at gera sær sjálvum góðan
og sunnan mat. Jamie oliver ger í hesari bókini
eina roynd at læra fólk at gera mat, sum er góður
fyri tey. Bókin er ein grundleggjandi innføring í
matgerð, og Jamie oliver sigur, at hann leitur aftur
í tíðina fyri at finna rættir og matgerð, sum eru
sunnir.
Jamie Oliver
anyone Can Learn to Cook in 24 hours
Søgan um
WoodSTocK
Filmurin Taking Woodstock er ein
filmsútgáva av forsøguni um tiltikna
tónleikafestivalin í 60’unum. Elliot og
michael fara undir arbeiðið at skipa fyri
einum tónleikafestivali, men tað, sum
teir ikki vita, er, at tað fara at koma 10
ferðir so nógvir gestir, sum teir rokna
við. Filmurin gevur eina stuttliga útgávu
av fyrireikingunum og teimum trimum
døgunum, tá ið ein hálv millión fólk
savnaðust til tónleik og gleim.
Taking WOOdsTOck
dvd-filmur
Gud væLsiGni
ÍsLand
onki annað land er so hart rakt av altjóða
fíggjarkreppuni sum Ísland. Landið, sum
tey seinastu árini var vorðið eitt av ríkastu
londunum í heiminum, gjørdist knappliga
ímyndin av alheimskreppuni og stórari
atgongd við umfatandi fíggjarligum
trupulleikum hjá mynduleikum, vinnulívi og
privatpersónum.
gud vælsigni Ísland
svensk dokumentar
svF fríggjakvøldið 29/1 kl. 19.25
FInalan
í SEmEnT
leygarkvøldið verður finalan í
tónleikakappingini Sement, sum
er ein talentkapping fyri føroyskar
tónleikabólkar. dómararnir siga,
at støðið í kappingini er sera høgt
í ár, og nú skal gerast av, hvør skal
vinna kappingina. Tvær innleiðandi
kappingar hava verið, og bestu
bólkarnir skulu á leygarkvøldið
stríðast um sigurin.
Tónleikakappingin
semenT
Perlan
leygarkvøldið 30/1 kl. 20.00
Jassur Í kirkJu
Leygardagin verður Matiné í havnar kirkju,
og hesaferð er skráin heldur øðrvísi, tí
bólkurin Yggdrasil fer at spæla jass. tey,
sum manna bólkin, eru angelika nielsen,
violin, kristian Blak, klaver, Mikael Blak ,
bass, og Gudmund Mortensen, orgul.
maTinÉ Í
Havnar kirkJu
Leygardagin 30/ kl. 11.30
CountrY av
ovastu hiLL
Leygardag eftir leygardag borðreiðir Petur rouch við
countrytónleiki í Útvarpinum. hann spælir nýggjar sangir,
gamlar slagarar og meira ókendan tónleik. og alt
verður leitt trygt við søgum og upplýsingum um
countrysangararnar, sum verða spældir
róT Og rúTma
ÚF leygardagin 30/1 kl. 11.00
teir stóru Bresta saMan
veruligur stórdystur er á skránni í onglandi sunnudagin. tá spæla tvey av fremstu feløgunum í
Premier League ímóti hvørjum øðrum. Manchester united og arsenal, sum stríðast í toppinum
í deildini, skulu spæla um trý týðandi stig. Fyri nøkrum mánaðum síðani høvdu fólk hug at
avskriva arsenal í kappingin, men nú er London-felagið undir liðini á Chelsea og Manchester
united. spurningurin er so, um tað kann halda í longdini.
premier league
arsenal-Manchester united
Canal+ sunnudagin 31/1 kl. 16.00