mánadagur 1. februar 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 21 - 1. februar 2010
Munur á børnum
og vaksnum
Andrass H. Arge, brúkara um boðs
maður, staðfestir, at tað ikki er
nakað ser liga løgið, at bankarnir
gera mun á børn um og vaksnum,
sum fara inn í bank an við myntum
og vilja hava pen ing in út í seðlum.
– Reint juridiskt verður ofta
munur gjørd ur á børnum og
vaksnum, so eg dugi ikki at síggja
nakað forgjørt í has um, sigur
Andrass H. Arge.
Viðvíkjandi spurninginum um
kostn að in, sigur brúkaraumboðið, at
tað ikki er so nógv hann kann siga
um tað.
-eij
Tað kostar 50 krónur,
um tú tømir bússuna
í antin Eik ella Føroya
Banka og ikki ætlar
at seta peningin inn
á kontu í bankanum.
– Tú rindar eisini
fyri at fáa ketsjupp
til pylsurnar, sigur
Niels Joensen,
privatkundaleiðari í
Føroya Banka
Pengar
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Bankarnir hava gjørt av, at
tað ikki skal vera ókeypis at
fáa eina maskinu í banka
num at telja og veksla pen
ing hjá fólki.
Bæði Eik og Føroya
Banki hava nevniliga gjørt
av, at tað kostar at nýta
sjálv virkandi telji mask in u
na, um tú ikki setir peningin
inn á kontu í bankanum.
Hetta vil við øðrum orð
um eisini siga, at um ein fer
í bankan við eini lítlari
mongd av myntum, so loys
ir tað seg illa at fáa bankan
at telja peningin fyri seg
Orsøkin er einføld.
Bankin tekur eitt ómaks
gjald á 50 krónur fyri at
telja og veksla peningin,
um tú ikki setir peningin
inn á kontu – hóast maskin
an er sjálvvirkandi.
So hevur tú 200 krónur í
myntum og ætlar at fáa tað
til seðlar úr bankanum, so
hevur tú 150 krónur eftir, tá
tú fert út úr bankanum.
Rinda fyri tænastu
Orsøkin til, at bankarnir
hava gjørt av taka ómaks
gjald fyri at fólk sjálvi nýta
eina maskinu í bankanum
er sambært Niels Joensen,
privatkundaleiðara í Føroya
Banka, at bankin hevur
gjørt eina íløgu.
– Vit hava gjørt eina
íløgu í eina tænastu til
kund an, sum hann so rindar
fyri, og tað er ikki óvanligt
at rinda fyri tænastur.
– Tú rindar eisini fyri at
fáa kettsjup til pylsurnar út
pylsu vogninum, staðfestir
Niels Joensen
Børnini sleppa undan
Men er tað eitt barn, sum
skal tøma sparigrísin, so
gong ur tað ikki fyri seg á
heilt sama hátt.
– Børnini eru ikki um fat
að av hasum. Tað var ikki
van ligt at standa og hála
peng ar úr lummanum hjá
børn um – um mann kann
siga soleiðis, sigur Niels
Joen sen.
Hann leggur afturat, at
hetta gjald meira er rættað
til onnur sum hava nógvar
mynt ir, sum skulu vekslast.
– Tað kann til dømis
vera, at onkur hevur havt
tom bo la ella okkurt líkn an
di. Tá hava tey ofta nógvar
smá pengar,
sum
skulu
um setast, og so rinda tey
fyri eina tænastu, sum er til
gagns fyri tey, sigur Niels
Joen sen.
50 krónur fyri at tøma bússuna
Um tú skalt nýta hesa maskinuna í Eik, skalt
tú rinda 50 krónur til bankan fyri ómakin.
Harafturat sleppur tú ikki at gera meira enn 1000
krónur í myntum til seðlar
Mynd: Jens Kristian Vang
Í Føroya Banka er ongin
seðil á maskinuni, sum
sigur frá, at tú skalt rinda
50 krónur fyri at fáa hana
at veksla tína myntir, men
tað skalt tú, tá tú kemur til
kassan við kvittanini um
peniningin
Mynd: Jens Kristian Vang
Reiðarar egnan diplomat
Fyri fyrstu ferð fær ein diplomatur á einari norskari
sendistovu løn frá øðrum enn tí almenna. Tað er norska
reiðarafelagið, sum hevur fingið loyvi at rinda fyri ein
diplomat á norsku sendistovuni í Washington.
Aftenposten skrivar, at reiðarafelagið og handils og
vinnumálaráðið í Oslo rinda útreiðslurnar av starvinum,
og at parturin hjá reiðarafelagnum er 500.000 norskar
krónur. Norska reiðarafelagið hevur leingi strongt á
stjórnina fyri at fáa hana at seta ein serligan sjóvinnu
diplomat í Washington, og tá felagið beyð sær til at rinda
ein part av kostnaðinum, játtaði stjórnin.
Ætlaðu at flyta børn úr Haiti
Myndugleikarnir í Haiti hava tikið 10 amerikanarar, sum royndu
at taka 33 børn við sær úr landinum. Haitiski
almannamálaráðharrin sigur, at annaðhvørt er talan um
mannasmugling ella ólógliga ættleiðing. Hon vísir á, at eingin
hevur loyvi vat fara úr Haiti við børnum uttan loyvi frá
myndugleikunum, og at amerikanararnir høvdu einki tílíkt loyvi.
Amerikanararnir siga hinvegin, at tey høvdu fingið loyvi frá
myndugleikunum í grannalandinum Dominikanska Lýðveldinum
at flyta børnini á eitt barnaheim har. Amerikanararnir vórðu tiknir
á markinum við børnunum.