mánadagur 1. februar 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 21 - 1. februar 2010
Sum fólkatingsmaður
er Edmund Joensen
limur í tingbólkinum
hjá Visntra, sum nú
hevur valt hann til
fastan lim í Norður
landaráðnum
Politikkur
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Eftir reglunum hjá Norður
landaráðnum eiga Føroyar
tveir fastar limir í ráðnum,
og hetta valskeiðið hevur
Løgtingið valt Katrin Dahl
Jacobsen úr Javnaðarflokk
inum og Jenis av Rana úr
Miðflokkinum sum fastar
limir. Eykalimir teirra eru
Andreas
Petersen
og
Karsten Hansen.
Føroyskir og grønlendskir
fólkatingslimir
hava
ofta
verið eykalimir hjá donskum
norðurlandaráðslimum, og í
løtuni eru Høgni Hoydal og
Sofia Rossen varalimir.
Men nú sita tríggir før
oyingar sum fastir limir í
Norðurlandaráðnum. Dan
ski flokkurin Vinstri hevur
gjørt av, at Edmund Joensen
skal hava ein av teimum
fýra sessunum í ráðnum,
sum flokkurin hevur rætt
til. Edmund Joensen ásann
ar, at støðan er eitt sindur
óvanlig, men hann dugir
ikki at síggja nakran trupul
leika í, at hann sum føroysk
ur fólkatingsmaður umboð
ar Fólkatingið í Norður
landaráðnum.
Tað er ikki altíð, at Før
oyar og Danmark draga
eina línu í norðurlendskum
høpi, men tað heldur Ed
mund Joensen ikki vera
nakran trupulleika:
– Skuldi tann støða íkom
ið, so kann eg lata mín vara
mann úr Vinstra taka sæti
fyri meg, sigur hann.
Fund við Løkke
Í síðstu viku var Edmund
Joensen á fundi við Lars
Løkke Rasmussen, forsætis
ráðharra. Tað var forsætis
ráðharrin, sum hevði boð
sent føroyska fólkatings
manninum. Ørindi hansara
vóru at tryggja sær stuðul
frá
sambandsmanninum,
sum nú er 90. og tann avger
andi atkvøðan hjá stjórnini,
eftir at Christian H. Hansen
hevur tikið seg úr Danska
Fólkaflokkinum.
Edmund Joensen sigur, at
hann og forsætisráðharrin
umrøddu ta nýggju parla
mentarisku støðuna, men
hann vil ikki útgreina,
hvørji mál teir tosaðu um.
– Eg var í somu støðu, tá
Anders Fogh Rasmussen
skipaði hesa stjórnina. Vit
hava eitt forstáilsi fyri,
hvussu samstarv okkara er
undir hesum umstøðum,
sigur
Edmund
Joensen.
Hann sigur, at hann hevur
havt gott samstarv við Lars
Løkke Rasmussen, og at
hendan støðan er varðveitt
og kanska betrað eftir
fundin.
Edmund Joensen umboðar
Fólkatingið í Norðurlandaráðnum
Stór heilsukanning
Í næstum fáa 230.000 danir eitt spurnarblað við 52 spurn
ingum um teirra livivanar og heilsustøðu. Eitt nú skulu fólk
greiða frá sínum matvanum, rúsdrekkanýtslu og roykingt.
Harumframt skulu tey siga, um tey líða av strongd, um tey
hava trupulleikar við vektini, hvussu ofta tey eru hjá lækna,
og hvussu teirra familjuviðurskifti eru. Kanningin er tann
fyrsta av sínum slagi, og teir donsku heilsumyndugleikarnir
ætla at brúka úrslitið sum grundarlag fyri avgerðum um
fyribyrgjandi tiltøk, og hvørjar varandi sjúkur heilsuverkið
skal brynja seg til, skrivar DR.
Stríð um vápnahandil
Í Kina eru myndugleikarnir í øðini um, at USA hevur
játtað at selja Taiwan nútímans vápn so sum rakettir
og tyrlur. Stjórnin í Beijing hevur gjørt greitt, at
handilin fær avleiðingar fyri viðurskiftini millum tey
bæði londini. Hvørki Kina ella USA viðurkenna
Taiwan sum sjálvstøðugt ríki, og Kina sigur, at
amerikanska avgerðin at selja Taiwan vápn er at bera
brenni á bálið, sum tikið verður til. Uttanríkisráðið í
Washingon sigur harafturímóti, at handilin fer at bøta
um ta hernaðarligu javnvágina í økinum.
Lars Løkke Rasmussen og Edmund Joensen umrøddu
ta nýggju støðuna í Fólkatinginum, nú føroyski
tinglimurin er avgerandi atkvøðan
Á tingfundinum
mikudagin fer
Helgi Abrahamsen,
løgtingsmaður, at seta
Aksel Johannesen,
landsstýrismanni,
ein fyrispurning um
tannlæknatrotið í
Føroyum
Politikkur
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Metir landsstýrismaðurin,
at talið av tannlæknum í
Føroyum er nóg høgt, fyri
at nøkta tørvin á tannrøktini,
og um ikki, hevur politiski
myndugleikin so tikið nøk
ur stig, fyri at nøkta tørvin?
Hetta er ein av spurning
unum, sum Helgi Abraham
sen, løgtingsmaður, fer at
seta
Aksel
Johannesen,
landsstýrismanni, sum skal
svara
á
tingfundinum
mikudagin.
Helgi Abrahamsen vísir
á, at í fleiri ár hava nógvir
føroyingar havt trupult við
at sleppa framat til tann
læknaviðgerð.
Vanliga
verður sagt, at vit eiga at
hava ein tannlækna fyri
hvørjar 1000 íbúgvar, um
viðgerðartørvurin
skal
nøktast, men longu fyri
fimm árum síðani var talið
av tannlæknum í Føroyum
komið niður á 40, og av
teimum var helmingurin
oman fyri 55 ár. Sagt var tá,
at bert fimm føroyingar
lósu til tannlækna, og at
trupult var hjá teimum, sum
ikki vóru í sjúklingaskip
anini, at fáa nakra viðgerð,
sigur Helgi Abrahamsen.
Hann vísir á, at Tann
læknafelagið
gjørdi
eitt
átak, har roynt var at fáa
ungar føroyingar at lesa til
tannlækna, og táverandi
landsstýrismaður í heilsu
málum segði, í sambandi
við ein fyrispurning í løg
tinginum í apríl 2005, at
hann fylgdi við á hesum
økinum, og um átakið ikki
broytti støðuna, so mátti
politiski
myndugleikin,
saman við Føroya Tann
læknafelag seta onnur tiltøk
í verk.
Nú fimm ár eru liðin, og
tannlæknatrotið framvegis
er ein trupulleiki, setir
Helgi Abarahamsen, lands
stýrismanninum.
Helgi spyr um tannlæknatrot