mánadagur 1. februar 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 21 - 1. februar 2010
Tey, sum smuggla
rúsevni strekkja
seg rættiliga langt í
royndunum at lumpa
tollvald og løgreglu
og hugflogið er gott
Rúsevni
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
- Tey, sum smuggla rúsevni
royna alla tíðina at verða eitt
sindur frammanfyri okkum,
sum royna at avúka tey.
Tað má Brynjer Johanne-
sen á narkodeildini hjá løg-
regluni í Havn bara stað-
festa.
Hann sigur, at seinasta
rákið er bæði mannfólk og
konufólk
eru
farin
at
smuggla rúsevni innvortis.
Eitt
fyribrigdi,
sum
verður vanligari og van-
ligari, er, at rúsevni verða
pakkað í hylki, sum eru í
kindereggum, sum mann-
fólk og konufólk síðani
stinga upp í seg.
Løgreglumaðurin sigur,
at um so er, at hetta er ein
roynd at sleppa undan at
narkohundarnir skulu upp-
daga nakað, er tað til
fánýtis
- Eisini hetta slagið av
smuggligt uppdaga narko-
hundarnar og teir gera eina
týðiliga markerking um, at
okkurt er áfatt, sum gevur
okkum nóg stóran illgruna
til, at vit kanna hesi fólkini
nærri.
Át 80 hítir við hassji
Hinvegin hevur løgreglan
og tollvaldið eisini varnast,
at smugglarar hava pakkað
smáar nøgdir av rúsevnum í
hítir og hava svølgt tað og
so fer tað ígjøgnum alla
sodningarskipanina og út
aftur hinumegin.
- Tann síðsti smugglarin
vit tóku, sum hevði svølgt
rúsevni, hevði svølgt 80
hylki av rúsevnum, har smá-
ar nøgdir á stødd við eina
pinocchiokúlu, varð pakkað
inn í hítir og svølgt.
Smugglarin var farin upp
klokkan sjey á morgni, men
ikki fyrrenn fimm tímar
seinni,
klokkan
12
á
miðdegi, hevði hann fingið
svølgt tað síðsta hylki, so
tað kann ikki sigast annað,
enn at hann arbeiddi fyri
sakini.
Stórt persónligt
inntriv
Men
verða
rúsevni
smugglað innvortis, noyðist
løgreglan at gera tað, sum
Brynjer Johannesen kallar
eitt rættiliga stórt persónligt
inntriv á likamið hjá fólki,
tí tá skulu tey í skannara og
til
undirlívskanninar
og
aðrar læknakanningar fyri
at finna rúsevnini.
Løgreglumaðurin sigur,
at er talan um sterk rúsevni,
sum verða svølgd, er tað at
spæla russiska roulettu, tí
tað er við lívinum í veð.
- Hendir tað seg, at ein
hít skrædnar í maganum,
stendur lívið næstan ikki til
at bjarga, sigur Brynjer
Johannesen.
Át 80 hítir við hassji upp á fimm tímar
Vit hava góð amboð
at basa rúsevnasmug
gling, men vit hava
eitt stórt ynski um at
fáa eitt amboð aftur
at, men tað kunnu vit
bert fáa við politisk
ari hjálp, sigur narko
løgreglumaður í Havn
Rúsevni
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Sum heild haldi eg, at vit
eru hampiliga væl fyri at
berjast ímóti rúsevnasmug-
gling til Føroya.
Tað heldur Brynjer Jo-
hannesen á narko-deildini
hjá løgregluni í Føroyum.
Umframt vanligt tolleftir-
lit, hevur løgreglan eisini
ein narkohund og tollvaldið
hevur tveir og teir verða
mettir at vera í serflokki.
Men nýliga hevur hava
tey eisini fingið atgongd til
ferðafólkalistarnar
hjá
Norrønu og Atlantsflogi.
- Tað var eitt stórt fram-
brot, tá ið vit fingu atgongd
til ferðafólkalistarnar, sigur
Brynjer Johannesen.
Hann sigur, at tað hevur
avdúkað rættiliga nógva
smugling, tí tá fáa tey fylgt
við, hvør ferðast og hvussu
ferðamynstrið hjá fólki er.
- Hava vit illgruna til ávís
fólk, kunnu vit fylgja við
hvar tey ferðast og, hvussu
ofta, tey ferðast og tað hev-
ur avdúkað rættiliga nógv.
Sakna politiska hjálp
Men løgreglumaðurin á
narkodeildini sigur, at ovast
á ynskilistanum hjá teimum
beint nú, stendur at fáa betri
umstøður á teleøkinum.
Men eins og smuglarar
altíð royna at vera eitt fet
frammanfyri
løgregluna,
roynir løgreglan eisini at
vera eitt fet frammanfyri
smugglarnarnar.
Tí kemur Brynjer Jo-
hannesen ikki nærmari inn
á, hvat hann hugsar um.
Men hann sigur, at á
teleøkinum hevur løgreglan
nakrar heimildir, men teir
mangla eisini nakrar møgu-
leikar.
- Men teir møguleikarnir
kunnu tey bara fáa við polit-
iskari hjálp, tí tað kostar
eitt sindur av pengum, men
talan er á ongan hátt um
upphæddir, sum nakar átti
at ræðst.
Hvussu nógv, tað kostar,
dugir hann kortini ikki at
siga.
- Men hetta skal eisini
setast upp ímóti, at hvør ein-
asti misbrúkari kostar sam-
felagnum milliónir í við-
gerðum av ymsum slagi og
tí at hann allarhelst heldur
ikki er virkin á arbeiðs-
marknaðinum og sostatt
ikki betalir skatt ella á
annan hátt gevur sítt ískoyti
til samfelagið.
- Teleøkið er ógvuliga
tungt at fáast við og tí vildu
vit ómetaliga fegin havt
betri
møguleikar
á
tí
økinum.
- Og politikararnir vita,
hvat vit hugsa um og eg
haldi, at hetta er eitt mál,
sum vit noyðast at loysa
fyri at gera løgregluna nógv
betri føra fyri at kanna
rúsevnamál.
Brynjer
Johannesen
sigur, at hetta hevði verið
ein íløga, sum hevði betalt
seg aftur fleiri ferðir.
- Politikarar gera javnan
vart við, at stórur dentur
skal leggjast á stríðið ímóti
rúsevnum og at tað skal rað-
festast. Tí vildi eg avgjørt
viðmælt, at teir hjálptu okk-
um við teimum avmarking-
um, vit hava á teleøkinum,
sigur Brynjer Johannesen.
Biðja politikararnar um
hjálp at basa smugling
Tey, sum royna at smugla
rúsevi til Føroya, hava gott
hugflog, men løgreglan
saknar eitt sindur av
hjálpt frá politiska
myndugleikanum fyri at
verða enn betri før fyri at
basa smuglingini
Ætla veðurlagsgrunn
Altjóða Gjaldoyragrunnurin IMF ætlar sær at stovna ein
stóran grunn, sum skal hjálpa fátækum londum at menna
samfelagið á ein burðardyggan hátt og at standa ímóti
ávirkanini av veðurlagsbroytingunum. Stjórin í IMF,
Dominique Strauss-Kahn, segði á altjóða búskapar-
ráðstevnuni í Davos í gjár, at grunnurin skal hava 100
milliardir dollarar ella einar 533 milliardir krónur í stovns-
fæi. IMF-stjórin segði, at tey fátæku londini hava ikki
fíggjarliga orku til avbjóðingarnar av veðurlagsbroyting-
unum og mugu tí fáa stuðtl frá altjóða samfelagnum.
Øskan á sjógvin
Umleið 200 fólk vóru komin saman nærhendis strondini við
suðurafrikanska býin Durban í lýsingini leygarmorgunin.
Orsøkin var, at eftirkomarar hjá indisku frælsishetjuni
Mahatma Gandhi høvdu gjørt av koyra nakað av øsku hansara
á sjógvin. Reuters skrivar, at ein abbasonur Gandhi stroyddi
øskuna út yvir sjógvin. Mahatma Gandhi varð myrdur tann 30.
januar í 1948. Eftir gomlum siði varð líkið brent. Í India er
vanligt at koyra øskuna í eina á, men eftirkomararnir hjá
Gandhi valdu at lata fleiri av vinum hansara kring heimin fáa
øskuna. Ein partur fór til Suðurafrika, og tað var tann øskan,
sum bleiv koyrd á sjógvin har leygarmorgunin.