Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 21 - 1. februar 2010 Trý starvsfólk á tíðindadeildini í Kringvarpi Føroya hava fingið farloyvi Kringvarp Randi Jacobsen Randi@sosialurin.fo Tíðinadeildin i Kringvarpi Føroya missir nú eina tíð trý av sínum royndu fólkum. Tey trý eru Jóhann Mort­ ensen, Elin Winther Poulsen og Ingi Rasmussen. Uttan at vita av hvør øðrum søktu tey um farloyvi og hava fingið tað játtað. Ingi Rasmussen, sum fekk boð um at verða tíð­ indaleiðari, tá ið Jon Brian Hvidtfeldt varð settur frá sum tíðindaleiðari, fer í far­ loyvi í eitt ár 1. mars. Tá fer Elin Winther Poulsen, sum arbeiðir parttíð, í farloyvi í hálvt ár. Jóhann Mortensen fer í farloyvi 1. apríl í hálvt ár. Jóhann Mortensen sigur, at farloyvi hansara als einki hevur við støðuna í kring­ varpinum nú at gera. Hann hevur altíð sær í fleiri ár at fara frá eina tíð, tí honum tørvar eitt andarhol eftir at hava arbeitt út í eitt í útvarp­ inum í 21 ár. Hann ærlar sær at brúka farloyvistíðina til fyrifallandi arbeiði, og okkurt hevur hann eisni at skriva. Hava funnið avloysarar Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri tekur tað ikki so tungt at skula vera hesi fólkini fyri uttan eina tíð. ­ Tað er altíð keðiligt at skula av við roynd fólk, men hinvegin havi eg for­ stáilsi fyri, at tey treingja til at koma burturfrá eina tí og royna okkurt annað, sigur hon. Útvarpið kemur ikki í neyð av at missa tey trý fólkini, tí stjórin hevur longu funnið onnur fólk at seta i staðin at gera tíðindi. Onkur teirra hevur arbeitt í útvarpinum áður. Tey, sum ikki eru roynd, skulu sjálv­ andi hava upplæring, og tað tekur nakað av tíð, sigur Annika Mittún Jacobsen. Avloysarastørvini ætlar hon ikki at lýsa leys, tí tey eru bara fyri avmarkaða tíð, og tvey teirra enntá bara fyri hálvt ár, sigur stjórin. Fólk fara úr kringvarpinum Jóhann Mortensen er ein teirra, sum nú fer í farloyvi frá tíðindadeildini í Kringvarpi Føroya Duttu í jøkulssprungu Ein 45 ára gomul kvinna doyði, tá hon og sjey ára gamli sonur hennara duttu niður í eina 30 metrar djúpa sprungu í Langjøkli í Íslandi í gjár. Vanlukk­ an hendi um middagsleitið. Tað eydnaðist bjarging­ armonnum at fáa fatur á teimum báðumi, men kvinnan var deyð, tá hon var fingin upp á slætt, skrivar Vísir. Drongurin bleiv alt fyri eitt fluttur við tyrlu á sjúkrahús. Hann hevði mist vitið, men kom skjótt fyri seg aftur og varð útskrivaður í dag. Umleið 100 menn úr fleiri bjargingarliðum vóru við í arbeiðinum á Langjøkli. Munurin minkar í Danmark Í Danmark vísa meiningakanningar framvegis, at andstøðan hevur størri undirtøku millum veljararnar enn flokkarnir aftan fyri stjórnina. Men tann seinasta kanningin, sum Berlingske Ridende hevur latið gera, vísir, at nú er munurin farin at minka. Eftir hesari kanningini høvdu andstøðuflokkarnir fingið 49,7 prosent og 88 tinglimir, meðan stjórnarflokkarnir og Danski Fólkaflokkurin høvdu fingið 49 prosent og 87 tinglimir. Politiski framsøgumaðurin hjá Vinstra, Peter Christiansen, sigur við Berlingske Tidende, at hann ivast ikki í, at flokkurin fer at fáa størri undirtøku ta næstu tíðina. Gerið kvettið Nú er onnur helvtin av hesum dupulthúsunum á Oyrabakka til sølu fyri kr. 1.150.000. Adressa: 400 Oyrabakki Stødd á húsum: 72 m2 x 2 Áhugaði kunnu ringja á tlf. 211208 Danin Peter Thaysen er settur í nýggja starvið sum sjef­ politiinspektørur í Føroyum politi Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Nógvar broytingar eru gjørdar og verða í næstum gjørdar í politinum í Føroy­ um, og ein er, at starvið sum politiinspektørur nú er hækkað í tign til at eita sjefpolitiinspektørur. Hetta starvið varð lýst leyst í fjør, tríggjar umsóknir komu inn, og Peter Thaysen er settur í starvið. Hann kemur úr starvinum sum politiinspektørur í Suður­ jyllandi. Hann tekur við í hesum mánaðinum og verður næsti maður fútans. Síðan Uni Vestureið, sum var politiinspektørur doyði, hevur Jón Klein Olsen verið virkandi politiinspektørur. Jón Klein Olsen fer nú aftur í gamla starv sítt sum leiðari fyri ordanspolitiið í Føroyum. Næsti maður fútans Peter Thaysen kemur úr starvinum sum politiinspektørur í Suðurjyllandi