Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 21 - 1. februar 2010 Íslendingar hava bóltin Bretar og niðurlendingar eru sinnaðir at tosa við íslendingar um eina nýggja loysn á Icesave-málinum. Tað fekk ein íslendsk samráðingarnevnd við Steingrími J, Sigfússyni, fíggjarmálaráðharra á odda at vita, tá hon hitti bretsk og niðurlendsk umboð fríggjadagin. Men bretar og niðurlendingar leggja tvinnar treytir við. Í fyrra lagi krevja teir, at ein endurskoðað avtala um Icesave skal hava breiða politiska undirtøku í Íslandi, og í øðrum lagi halda teir fast um tann partin av verandi avtalu, sum sigur, at tey, sum árru pening hjá Icesave, skulu hava minst 20.887 evrur í endurgjaldi. Ongar pengaseðlar Í Grønlandi hevur landsstýrið slept einari ætlan um at prenta grønlendskar pengaseðlar ístaðin fyri teir donsku. Palle Christiansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur við KNR, at samfelagið hevur aðrar og týdningarmeiri uppgávur at brúka pengar til enn at skifta pengaseðlar. Fyrrverandi landsstýrisformaðurin Hans Enoksen og fyrrverandi forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen gjørdu annars eina avtalu um, at Grønland kundi fáa egnar pengaseðlar við sama virði sum tann danska krónan. Men tað verður nú av ongum, sigur KNR. FF-val Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jan Højgaard hevur endur- vunnið formanssessin í Fiskimannafelagnum. Tá atkvøðurnar vórðu taldar upp í gjár, var greitt, at ver- andi formaður hevði fingið 653 atkvøður og avbjóðarin, Henrik Old, hevði fingið 380 atkvøður. Tilsamans 1049 fiski- menn nýttu høvi at velja, og tað svarar til eina luttøku upp á 37%, ið soleiðis er ógvuliga lítil. Av teimum, sum valdu, fekk Jan Højgaard 63% og Henrik Old 37% av atkvøð- unum. 16 atkvøður vóru blankar ella ógildugar. Jan fegin Jan Højgaard sigur seg vera ógvuliga fegnan um val- úrslitið. - Eg væntaði ein sigur, men tá val er, kanst tú ong- antíð vera fullvísir í, hvønn veg tað fer. Tí visti eg eisini, at úrslitið kundi koppa Henriki til fyrimunar. Afturvaldi formaðurin sigur, at fiskimenn hava dugað at sæð, at felagið seinastu trý árini ikki kundi fáa tey heilt stóru málini av skafti, tí umstøðurnar hesi árini hava verið rættiliga serstakar. - Í valskeiðnum ruku oljuprísirir upp í gjøgnum, og tá teir komu niðuraftur á eitt líkinda støði, gekk galið bæði við veiði hjá ávísum skipabólkum og fiska- prísum. Jan heldur, at hesi viður- skifti eru orsøkin til, at tað ikki eydnaðist honum at fáa tað heilt stóra av skafti í farna valskeiði, sum hann sjálvur tekur til. - Hinvegin upplivdi eg í valskeiðnum, at menn royndu at baktala meg, men tíbetur vóru tað ikki so nógv- ir fiskimenn, sum hoppaðu upp á hetta. Úrslitið av valinum vísir, at fiskimenn tíma ikki at brúka tíð upp á sleyg, sigur hann. Samla truppin Fyrsti stjórnarfundur eftir formansvalið verður ætlandi í hesi vikuni, og Jan Højgaard sigur seg hava góðar vónir um, at tað fer at eydnast honum at savna truppin, soleiðis at menn í enn størri mun kunnu draga eina línu. Tað er eingin loyna, at leiðslan í Fiskimannafelag- num stundum hevur gingið í tveimum bólkum, har for- maðurin saman við trimum øðrum stjórnarlimum hevur verið í tí størra – og síðan hevur næstformaðurin sam- an við tveimum øðrum stjórnarlimum verið í tí minna. Men í farna valskeiði noyddist Jan sum formaður eisini at taka í seg aftur onkrum av tí, hann gjørdi. Tá limir í felagnum, sum mynstraðu við Carlton, seinni vórðu burturvístir, noyddist Jan at taka málið aftur og taka limirnar inn- aftur, tá tað seinni vísti seg, at hann ikki hevði ein meiri- lutan av felagnum aftanfyri seg. Sjálvur ásannar Jan, at hann kanska hevur tikið onkrar ivasamar avgerðir, sum í hesum førinum. - Men eisini í hesum málinum hevði eg orsøk til at halda, at eg hevði ein meiriluta í nevndini aftan- fyri meg, leggur hann aftrat. Hann ásannar eisini, at hann kanska í onkrum føri hevur úttalað seg nóg so harðliga í ávísum viður- skiftum. - Jú, eg dugi væl at síggja, at eg í onkrum føri kundi havt orðað meg eitt sindur øðrvísi. Men eg veit, at tað eisini eru fiskimenn, sum hava dámt mín kontanta máta at siga tingini upp á. Jan leggur aftrat, at tað eru eisini aðrir fakfelagleið- arar, sum stundum úttala seg ógvusliga – og ikki bara hann sjálvur. Trý ár hava lært meg at vanda mær um orðini Jan Højgaard sigur, at hann kendi seg rímiliga tryggan til formansvalið í Fiskimannafelagnum hesaferð, men ásannar, at valið eisini kundi koppa til fyrimunar fyri hitt valevnið, Henrik Old. - Nú er valið av, og eg ivist onga løtu í, at samanhaldið í leiðsluni í Fiskimannafelagnum verður nógv betri, enn seinasta tíðin hevur víst, sigur afturvaldi formaðurin ” ... eg fari í hvussu er at gera mítt besta til at røkka tí máli, sum felagið hevur, bæði í leiðsluni og út til okkara limir...” (Jan Højgaard)