mánadagur 1. februar 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 21 - 1. februar 2010
Fáa sekkin við sms
Altsamt fleiri danskar fyritøkur brúka sms-boð, tá tær skulu siga
starvsfólki frá, at tey eru uppsøgd. Blaðið JydskeVestkysten nevndi í
gjár eitt dømi um, at ein arbeiðsgevari í Suðurjyllandi hevði sagt 14
starvsfólkum, og at tey høvdu fingið uppsøgnina við sms-boðum.
Mannagongdin er lóglig, men fakfelagið HK, sum er tað størsta í
Danmark, heldur lítið um framferðina hjá arbeiðsgevarunum.
Arbeiðsgevararnir verja seg við, at tann, sum verður uppsagdur, skal
hava boðini so skjótt, sum til ber, og at sms-boð er tann skjótasti og
lættasti fráboðanarhátturin.
- Eg trúgvi kortini, at hesi
trý árini havt lært meg at
vanda mær meiri um orða-
valið. Tað, eg havi sagt,
generar ikki meg, men tað
kann sjálvandi órógva onn-
ur. Tað vísir seg, at tá eg
havi verið nokso kontantur,
so eru úttalilsini farin sum
ein boomerang. Hesi trý
árini havi eg gjørt mær
nakrar erfaringar, sum eg
trúgvi fara at koma mær og
øllum felagnum til góðar
hesi komandi trý árini, sum
liggja fyri framman, sigur
hann og leggur aftrat, at
hann neyvan fer at leypa
framav, soleiðis sum hann
ásannar, at hann onkuntíð
hevur gjørt í óðum verk-
um.
Standa saman
Jan Højgaard heldur, at høv-
uðsorsøkin til, at tvídrátturin
í leiðsluni gjørdist so stórur
í heyst og í vetur, var, at
formansvalið stundaði til.
- Nú er valið av, og eg
ivist onga løtu í, at saman-
haldið í leiðsluni verður
nógv betri, enn seinasta
tíðin hevur víst.
Afturvaldi formaðurin er
til reiðar at leggja tað farna
aftur um seg, og hann ivast
heldur onga løtu í, at tað
fara hinir í stjórnini, sum
tvídráttur hevur verið við,
eisini at gera.
- Vit fara nú undir eitt
nýtt skeið í felagnum, og eg
havi góðar vónir um, at vit
fáa trý fruktargóð ár – fiski-
monnum at frama.
Jan Højgaard leggur dent
á, at eitt er, at stjórnin, sum
er leiðsla felagsins, fer at
standa saman um tey mál,
sum liggja fyri framman,
men hann vónar eisini, at
tað fer at eydnast felagnum
í enn størri mun at fáa fiski-
menn at standa saman um
felags mál.
- Nú hava vit einki at
berjast um innanhýsis, og tí
fara vit at brúka allir góðar
kreftir til at stríðast fyri okk-
ara limum. Eg fari í hvussu
er at gera mítt besta til at
røkka tí máli, sum felagið
hevur, bæði í leiðsluni og út
til okkara limir, sigur aftur-
valdi formaðurin.
Eftirløn fremst
Spurdur, hvørji mál liggja
frammarlaga hjá honum
sum formanni og hjá felag-
num, nú skjøtil verður
settur á eitt nýtt 3-áraskeið,
sigur Jan Højgaard:
- Uppá stutt sikt er tað eft-
irlønin, sum vit fara at taka
hond um, og upp á longri
sikt er tað okkara ynski, at
fiskimenn hava frí um
jólini. Ynski er, at ísfiska-
skipini liggja um jólini og
millum jól og nýggjárs.
Formaðurin ásannar, at
hetta eisini var hansara
ynski, tá hann varð valdur á
valinum fyri trimum árum
síðan, og tí ásannar hann, at
hetta ivaleyst verður nakað,
sum kemur at taka tíð.
Upp á fyrispurningin, um
Fiskimannafelagið
kundi
hugsað sær broytingar í sátt-
málum í hesi skeiði, sum
nú byrjar, sigur Jan Høj-
gaard, at sáttmálaviðurskifti
er nakað, sum hugt verður
eftir alla tíðina.
- Hetta er nakað, vit taka
upp, tá vit í leiðsluni eru
savnaðir. Hetta taka vit so
hvørt, sum tað kemur, sigur
formaðurin.
Royndur í leikum
At enda spurdu vit aftur-
valda formannin, um hann
hevur tosað við avbjóðaran,
Henrik Old, eftir at val-
úrslitið fyrilá.
- Nei, eg havi ikki vent
mær til hansara, men eg
trúgvi ikki, at Hendik Old
fer at bera nag til mín fyri
hansara ósigur. Hann er
royndur í leikum, og eg
ivist onga løtu í, at hann
kemur yvir hetta, sigur Jan
Højgaard.
- Tað vísir seg, at tá eg havi verið nokso kontantur, eru úttalilsini farin sum
ein boomerang. Hesi trý árini havi eg gjørt mær nakrar erfaringar, sum
eg trúgvi fara at koma mær og øllum felagnum til góðar hesi komandi trý
árini, sigur afturvaldi formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Jú, eg dugi væl at síggja, at eg í onkrum føri kundi havt orðað
meg eitt sindur øðrvísi. Men eg veit, at tað eisini eru fiskimenn,
sum hava dámt mín kontanta máta at siga tingini upp á, sigur
Jan Højgaard
Mynd: Vilmund Jacobsen
”
... uppá stutt sikt er tað eftirlønin,
sum vit fara at taka hond um, og upp
á longri sikt er tað okkara ynski, at
fiskimenn hava frí um jólini. Ynski er, at
ísfiskaskipini liggja um jólini og millum
jól og nýggjárs...”
(Jan Højgaard)