Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 244 - 18. desember 2001 Nr. 244 - 18. desember 2001 13 Undirritaði teknar seg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Navn: Bústaður: Postnr.: Bygd/býur: Undirskrift: Arbeiðsleysur: Jákup er liðugur í Herfølge Ítróttur, s. 13–28 Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00 Dansurin gekk so lystiliga í Havn síða 4 Fyrstur við tí seinasta 5 ferðir um vikuna Ja! Sjálvandi vil eg halda Sosialin Ókeypis Verður sent ópostað Sosialurin rindar postgjaldið 64 Postsmoga 76 110 Tórshavn Tekna teg sum haldara nú, so fært tú Sosialin ókeypis restina av hesum ársfjórðinginum Rúsdrekkasøla landsins skal hava minni vald í fram- tíðini. Við størri tiltøk og samkomur verður nú eisini møguligt at fáa skeinkiloyvi. Hetta er nakrar av teimum broytingunum, sum ætlanin er at gera í rúsdrekkalógini LÓG Heri á Rógvi Tað var hin 10. mars 1992, at lógin um rúsdrekka kom í gildi í Føroyum. Hetta lóg kollvendi tað føroyska sam- felagið á tann hátt, at ein almenn rúsdrekkasøla varð sett á stovn. Hetta merkti minni at gera á posthúsunum, men sam- stundis eisini tað, at før- oyingar kundu fáa til vega rúsdrekka uttan stórvegis hóvasták. Kring oyggjarnar stungu deildir hjá rús- drekkasøluni seg upp. Tað er eisini nógv skrivað og tosað, um hesa góðu rúsdrekkasølu, men hon tykist nú at vera ein natúrligur partur av lands- lagnum her í Føroyum. Vit hava eisini fingið skoyki- loyvi ymsastaðni eftir nýggjari lóg, men heldur ikki her hevur alt gingið so friðarliga fyri seg. Broyting Síðani rúsdrekkalógin sá dagsins ljós í 1992 er hon broytt tríggjar ferðir. Lógin er í sínari tíð gjørd eftir serligar norskari og svensk- ari fyrimynd. Rúsdrekka- lógin er tó ikki ein heilt vanlig lóg, sum eitt stýri uttan víðari kann taka sær av. Rúsdrekkamál verða í løtuni umsitin av vinnu- málastýrinum, men rús- drekkalógin er ikki nøkur vinnulóg. Grein 1 í rús- drekkalógini sigur: »Enda- málið við hesari lóg miðar ímóti at avmarka rús- drekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan, sum rúdrekkamisnýtslan hevur við sær fyri einstaklingin og samfelagið, og til tess at røkka hesum endamáli at áseta reglur í sambandi við rúsdrekka í Føroyum.« Tær broytingar, ið ætl- anin er at seta í verk, er heldur ikki nakran koll- veltandi broytingar av nøkrum slag. Talan er um seks ymiskar broytingar, sum fara at hava nakran stórvegis týdning, sigur Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum. Hann kallar broytingar fyri tekniskar broytingar. Loyvisnevndin Sum nú er, so er tað Rúsdrekkasøla landsins, sum skal loyva bryggj- aríunum at útflýggja egna framleiðslu av øli. Eisini kann Rúsdrekkasøla land- sins taka aftur loyvi. Hetta skal eftir ætlan broytast í framtíðini. Tað verður í framtíðini loyvisnevndin, sum skal taka sær av hesum. Loyvisnenvndin er ikki nakað ókent fyribrigdi í tílíkum høpi. Uppgávan hjá loyvisnevndini er at veita skeinkiloyvi v.m. Tað skulu sita fimm limir í loyvisnevndini, og hesir umboð ymiskar stovnar og vinnufelag, sum hava ávíst tilknýti til virksemi, ið lógin umfatar. Eyka loyvi Eitt, sum er nógv kritiserað viðvíkjandi rúsdrekkalóg- ini, er, at til størri tiltøk, serliga har útlendskir gestir hava verið við, so hevur ikki verið møguligt at borðreiða við drekkivørum av tí sterkara slagnum, men hetta skal nú broytast. Loyvisnevndin kann nú lata eykaloyvi til ymisk tiltøk. Hesi loyvini skulu helst latast til persónar, sum hava skeinki loyvi, men kunnu eisini latast øðrum, um hesir lúka treytirnar, ið eru settar fyri at fáa loyvini. Pynta upp á rúsdrekkalógina Hóast Rúsdrekkalógin verður eitt sindur broytt, so verður tað framvegis hjá Rúsdrekkasølu landsins, at fólk mugu keypa teirra rúsdrekka. C M Y K 13 12