Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fingu tær tað ikki fyri viku síðani, so er líkt til, at Stjørnan nú hevur fingið mønu- stingin í gulldystin- um, efitr at tær taptu fyri VB HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Tað er kanska dekan ov tiðliga at siga, at FM- kappingin í hondbólti er avgjørd, longu áðrenn farið verður undir endaspælið. Men niðurstøðan fær illa verið ein onnur, eftir at einasti avbjóðarin hjá VÍF, Stjørnan, mátti taka til takkar við einum tapi suðuri í Vági sunnudagin. Dag um dag Tá árið byrjaði, var tað kanska eingin, sum hevði verið bilsin, um VB megn- aði at vinna móti Klaks- víkingum á heimavølli, men sum árið hevur lagað seg, so var hetta kortini mest óvæntaða úrslitið hetta vikuskiftið. VB hevur langt ífrá livað upp til vónirnar um, at liðið veruliga skuldi bjóða VÍF av í oddinum, og ikki minst vórðu tær nærum úrlætnar, tá tær fyrr í heyst vitjaðu í Klaksvík. Har afturat hevði VB ver- ið í Havn leygardagin, har tær við bit og slit vunnu fjórðingsfinaluna í steypa- kappingini móti Kyndli, og tað var ikki væntandi, at dysturin móti Stjørnuni skuldi gerast minni krevj- andi. At Stjørnan eisini hevði havt sínar trupul- leikar í steypakappingini var tó kanska ein ábending um, at styrkin ikki er, sum hon onkun tíð hevur verið, men tað kundi tó roknast við, at liðið megnaði at basa VB. Undir dystinum kom tó ongan tíð til sjóndar, at VB skuldi vera nakað serliga nógv moyrari enn Stjørnan. Tvørtur ímóti hildu tær alla tíðina sera fast um mót- støðuna, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki høvdu tær eisini yvirskot til at gera eitt gott hál á máltalvuni. Eitt hál, sum í veruleikan- um avgjørdi dystin, tí eftir hetta kom Stjørnan ongan tíð aftur fram at VB. Tær megnaðu at skapa spenning í seinastu løtuna, tá mun- urin varð minkaður niður í eitt mál, men so var eisini uppi, og við tveimum mál- um í seinasta minuttinum kundi VB so avgera dystin. Alt avgjørt Sum nevnt, so merkti sig- urin eftir øllum at døma, at VB í veruleikanum av- gjørdi FM-heitið við sigr- inum. Sjálvandi hevði VÍF átt leiklutin sum favorittar – eisini um Stjørnan vann – men fyri kappingina hevði tað verið gott, um munurin millum oddin ikki var meira enn tvey stig, nú far- ast skal undir endaspælið. Við tapinum hjá Stjørn- uni verða nú trý stig á muni, og sjálvt hin mest optimistiski klaksvíking- urin roknar neyvan við, at Stjørnan megnar at vinna báðar dystirnar móti VÍF í endaspælinum, umframt at vinna allar dystirnar móti hinum liðunum. Hjá VB mundi sigurin hinvegin koma sera væl við. Liðið hevur sum sagt ikki livað upp til vónirnar í ár, men spurningurin er so, um hetta kanska var av- gerandi løtan, har vend kom í. Undir øllum umstøðum hava tær framvegis triðja plássið at spæla um, tá tær komandi vikuskifti skulu spæla móti Neistanum, og sigurin á Stjørnuni fer helst at viðføra, at leikararnir eisini kunnu fara at hugsa um silvurmerkini. Har afturat er liðið aftur í ár í hálvfinaluni í steypakapp- ingini, so hóast talan neyv- an verður um FM, so er als ikki vist, at árið í Vági verður so vánaligt kortini. Dysturin í tølum VB-Stjørnan 23-20 (10-11) Málskjúttar: VB: Regina Radó 7(2), Gabriella Fekete 5, Gurið Mortensen 4, Margret Au- gustinussen 2, Jensia Pet- ersen 2, Sólrun Krosslá 2, Eydis Kjærbo 2 Stjørnan: Joan M. Joensen 6(1), Simona Dziugyte 4(2), Anna Kristina Sam- son 4, Ragna Andreasen 2(1), Andrijana Milodano- vic 2(1), Bára Skaale 1, Una Olsen 1 Brotskøst: VB 3, Stjørnan 5 Útvísingar: VB 5, Stjørnan 2 Dómarar úr TB: Birgir Dimon & Kári Niclasen Nr. 244 • týsdag • 18. desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Líkt er til, at fleiri dystarflytingar verða komandi vikuna, og HONDBÓLTUR Jákup Mørk Sum kunnugt eru longu tveir dystir í bestu hond- bóltsrøðunum útsettir. K v i n n u d y s t u r i n millum Sóljuna og StÍF skuldi upprunaliga verið leiktur25. november, men tá høllin á Giljanesi ikki var tøk hendan dag- in, varð dysturin í fyrsta umfari útsettur til hós- dagin, 13. desember. Av ymsum orsøkum varð hetta tó av ongum, men strandakvinnurnar tókust vera tey einastu, sum høvdu boð um, at so var. Bæði leikarar á heimaliðnum og dómar- arnir til dystin vóru á Giljanesi hósdagin, men uttan nakað mótstøðu- lið, ber illa til at spæla dyst. Kappingarstjórin hjá Hondbóltssambandin- um, Jógvan Martin Mørk, sigur, at hetta ikki merkir, at StÍF hevur tapt dystin. - Dysturin skal spæl- ast, men í løtuni dugi eg ikki at siga, nær hetta verður, men spælast skal hann. Oddadystur í bíðistøðu Eisini oddadysturin, sum skuldi verða í Vestmanna sunnudagin, er raktur av flytingum. Her vóru tað tó aðrar orsøkir til, at dysturin varð av ongum. Leikarar hjá báðum vóru í høllini, og menn vóru so smátt farnir at rigga seg til, tá VÍF- venjarin fekk at vita, at pápi hansara hevði givið upp ondina. Skjótt varð avrátt, at dysturin skuldi flytast, og væntandi verður hann leiktur eina ferð í hesi vikuni. Spurningurin tykist tó at vera, hvussu hetta fer at ávirka hinar dystirnar. Mikukvøldið skulu H71 og VÍF spæla sambært kappingarskránni, og ein møguleiki er at flyta hendan dystin til fríggja- kvøldið, soleiðis at VÍF fær spælt móti Neistan- um mikukvøldið. Leyg- ardagin er ikki rúmd fyri dystinum í høllini á Hálsi, tí tá spæla Neistin og KÍF. Sambært kappingar- skipanini er seinasti leikdagurin í grundspæl- inum leygardagin, kom- andi. Nógv bendir tó á, at fleiri av dystunum, sum skuldu verið leiktir leygardagin, verða fram- skundaðir. Ikki minst tí onkrir av útlendsku leik- arunum vilja sleppa heim í jólafrí. Enn er eingin slík flyting fráboðað, men ivaleyst verður meira at frætta um hetta komandi dagarnar. Flytingar órógva VB-Stjørnan 23-20 (10-11): Alt tykist avgjørt Eftir at Stjørnan tapti dystin í Vági, er mangt, sum bendir á, at FM-stríðið er avgjørt, hóast vit enn ikki eru liðug við grundspælið Týsdagin spæla kvinnu- liðini hjá Neistanum og Sóljuni fjórðingsfinalu í Coca-Cola kappingini. Hetta er seinasta av teimum fýra fjórðings- finalunum. Framman undan hava VÍF, Stjørn- an og VB tryggjað sær atgongd til hálvfinaluna, og skal metast eftir landskappingini, so verður Neistin helst fjórða liðið í hesum. Steypakappingin er tó altíð nakað serligt, og millum annað høvdu Stjørnan og VB alstórar trupulleikar av StÍF og Kyndli í sínum hálv- finalum, neistakvinnur- nar mugu uttan iva stríðast, um tær vilja halda fast um sessin. Dysturin verður í høllini á Hálsi kl. 17.30 -jm Seinasta 1/4-finalan 15 14 Nr. 244 - 18. desember 2001 Ongin vil missa. Men vit missa øll. Sorg er altíð knýtt at missinum, tó eru umstøðurnar so ymiskar. Vit hava mist Ommuna, og vit syrgja. Men vit minnast eisini. Vit minn- ast ein persón sum hevur verið við okkum alt okkara lív. Ein persón sum hevur verið ein savnandi megi - og eitt stórt menn- iskja. Omman livdi eitt langt lív. Ikki altíð eitt lætt lív, tó eitt ríkt lív. Eitt ríki- dømi sum hon við stórari lívsgleði gav víðari til okkum, fyrst til síni børn - og síðan til okkum - ommubørnini. Í Sumba varð hon fødd, og har búði hon alt sítt lív. Hon fann sína eyðnu í Sumba, og giftust hon abbanum, Poul á Ólafløtti. Saman fingið tey 6 børn; Hildugerð, Páll, Ásu, Onnu, Aksal og Guð- mund. Omman gjørdist einkja í alt ov ungum aldri, bert 55 ára gomul - hetta varð eitt nívandi tap - men í neyð styrkjast nøk- ur - so varð við Ommuni. Hon misti sín lívs kær- leika, men lívið skuldi eisini berast víðari. Sjálvt um øll hennara børn nú vóru tilkomin - so varð hennara fremsta uppgáva at fjálga um. Tá vit ommu- børnini í Havn fóru til Sumbiara at ferðast - ja so fóru vit ikki suður - vit fóru sum so heldur ikki til Sumbiara - vit fóru til Ommuna. Omman var hesin serligi dragandi per- sónurin í okkara lívi - okkara felagsnevnari. Hon var persónurin sum vit kundu lata okkum upp fyri, sum vit kundu tosa um alt við. Omman var tíðarleys - prestur segði tað so vakurt til jarðar- ferðina, har hann segði frá um hana, at hon var per- sónurin, sum kundi seta seg niður og lurta eftir nýmótans tónleiki - ella seta seg niður framman fyri sjónvarpi og hyggja eftir onkrari serligari ítróttarhending. Hon gjørdi hetta av persón- ligum áhuga - men eisini tí hon vildi skilja sína samtíð - skilja hvat rørdist innan okkara sinn. Omman var tann stóri fyriskiparin. Hon hevði sítt lítla ríki á Skanka- fløtti, staðarnavnið har heim hennara stendur. Omman fekk tingini at henda. Um hon í onkrara støðu hevði tørv fyri at vera nakað berðsøgin, so gjørdi hon tað á ein slíkan hátt, at hon ikki særdi nakran - men ein skilti, at nú var Omman ótolin, og vildi hava okkurt fingið av skafti. Omman var ikki tann persónurin sum kom so nógv út, og hon gjørdi ikki nakað hóvasták burturúr sínum egna persóni. Men fjøldin sum fylgdi Omm- unu á hennara síðstu ferð hendan kalda vetrardagin í november, prógvaði at hon var ein persónur fólk vildu kennast við. Øll kendu Elviru - og “tey hjá El- viru”. Vit sum bara komu til Sumbiara at ferðast - vit vóru eisini “hann” ella “hon hjá Elviru”. At koma suður verður ikki tað sama. Omman er har ikki longur, og upp- gávan sum savnandi mið- depil er farin á aðrar herð- ar, ið skulu savna onnur ættarlið. Omman er farin til sínar forfedrar. Vit ið sita eftir kunnu líta afturá við takk- semi. Vit hava bert góð minnir - og vit vita, at tey sum nú eru saman við Ommuni hava tað gott. Vit vilja hervið lýsa frið yvir Ommuna. Hvíl í friðið. - Herman, Poul og Marian Minningarorð um ommu okkara Elviru Poulsen fødd 10. okt. 1909 - deyð 5. nov. 2001 C M Y K 14