týsdagur 18. desember 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 18. desember 2001
17
VÍF restar nú bert ein
dyst í at hava fult
stigatal fyri grund-
spælið. Sunnudagin
kundi Neistin ikki
gera stórvegis við
heimaliðið, tó at
sigurin ikki var so
tryggur í tølum
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk
Sum vant var VÍF stórfavo-
rittur, tá tær sunnudagin
spældu heimadyst. Hesa
ferð
móti
Neistanum.
Gaman í var talan um dyst
móti liðnum, sum í løtuni
er á triðja plássinum í
kappingini, men føroyska
kappingin
er
nú
bara
soleiðis, at VÍF so avgjørt
er í einum flokki fyri seg.
Dovislig byrjan
Fyrstu løtuna var tó ikki so
nógv, sum bendi á, at talan
skuldi vera um nakran
stóran styrkismun. Neista-
liðið hevði gott tak á VÍF.
Tær stríddust manniliga í
verjuni, og í álopinum
eydnaðist teimum tríggjar
ferðir á rað at spæla
Gunnleyg Berg leysa inni á
strikuni, soleiðis at brots-
kast spurdist burturúr.
Spakuliga kom VÍF tó
betri við, og miðjan hálv-
leikin byrjaðu tær so at
draga frá mótstøðuni.
Ikki minst tóktist Sóleu
Mikkelsen at vera sera væl
fyri, og saman við Ioanu
stóð hon fyri nærum øllum
málunum hjá VÍF hendan
dagin. Júst hetta at hava
somikið sterkar einstak-
lingar, er eisini ein av stóru
styrkjunum hjá VÍF.
Serstakliga í fyrra hálv-
leiki høvdu tær ilt við at fáa
nakra veruliga ferð á spæl-
ið, men tað kostar koritni
einki, tá spælarar so kunnu
taka málið í egnar hendur.
Í seinna hálvleiki var
skjótt greitt, at her var ikki
so øgiliga nógv at tosa um.
VÍF bara økti um leiðsluna,
og líka mikið, hvussu
Neistin so enn royndi, so
rendu tær seg inn í antin
verjuna ella sum altíð stór
spælandi Manuelu Stan í
VÍF málinum.
At sigurin so kortini ikki
gjørdist
nakað
serliga
stórur í tølum, komst av, at
VÍF kundi taka sær av
løttum seinastu løtuna av
dystinum. 10 minuttir fyri
leiklok var støðan annars
21-12 til VÍF, men Neistin
slapp so at pynta nakað væl
um hesa løtuna, men í
vanda var sigurin hjá VÍF
so ongantíð.
Fult hús
Við sigrinum restar bert ein
dystur í hjá VÍF, fyri at tær
annað árið á rað kunnu fara
í endaspælið við fullum
stigatali. Einasti dysturin,
sum restar, er útidysturin
móti Sóljuni, og tað ber illa
til at ímynda sær, at hesin
ikki eisini skal geva fulla
úrtøku.
Hjá Neistanum er ikki so
nógv annað at gera, enn at
lata hendan dystin fara
framvið. Tær eru framvegis
á triðja plássinum, og her
harðnaði kappingin eftir
VB sigurin á Stjørnuni.
Einki er at ivast í, at Neistin
ætlar sær at halda fast um
hendan sessin, og tær hava
møguleika at styrkja um
støðuna, tá VB kemur á
vitjan í seinasta dystinum í
grundspælinum.
Dysturin í tølum
VÍF-Neistin 23-19 (11-7):
Málskjúttar:
VÍF: Sóley Mikkelsen 7(2),
Ioana Rápa 7(1), Nicoleta
Radu 6(1), Barbara á
Rógvu 1, Fríða Marjunar-
dóttir 1(1), Jacklin Durhuus
1
Neistin: Katrin á Neystabø
6(3), Mildrid Jacobsen 4,
Súna Mørk 3(1), Susan
Brockie 2, Gunnleyg Bert
2, Kára á Dunga 1, Annika
Thomsen 1
Brotskøst: VÍF 9, Neistin
11
Útvísingar: VÍF 4, Neistin 6
Dómarar úr Tjaldri: Kári
Hansen & Trúgvi Morten-
sen. hHildu eina hampuliga
harða linju gjøgnum allan
dystin.
VÍF-Neistin 23-19 (11-7):
So er
nærum fult
Tó at sigurin ikki var so sannførandi í tølum, so var ongan tíð nakar ivi um, at VÍF var hitt
betra liðið sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
17
16
Nr. 244 - 18. desember 2001
Eftir sigurin á koll-
firðingum eru runa-
víkingar nú bert trý
stig frá bronsupláss-
inum, men kollfirð-
ingar hanga
framvegis í
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Tað tykist vera ein farin tíð,
tá Tjaldur var fast tilhoyr í
botninum í fremstu hond-
bóltsrøðini. Soleiðis hevur
stutta søgan hjá hondbólt-
inum í Runavík annars
verið, síðani navnabroyt-
ingin fór fram fyri nøkrum
árum síðani.
Í fjør sóust av og á nakrir
glottar, tó at tann neyðugi
stabiliteturin ikki var til
staðar, men í ár hevur
veruliga bragdað. Eftir eina
heldur trilvandi byrjan, er
ferð veruliga komin á
stigasavnanina, og leygar-
dagin var so ein møguleiki
at toga seg enn longur
uppeftir, tá leiðin gekk til
Vestmanna at dystast móti
kollfirðingum.
Skiftandi hálvleikir
Eftir fyrra hálvleik var tó
ikki líkt til, at gestirnir
skuldu fáa nakað heim aftur
við sær til Runavíkar. Eftir
eina heldur javna byrjan,
kom verulig ferð á heima-
liðið seinastu 10 minuttir-
nar undan steðginum.
Óla Christian Djurhuus
sýndi hesa løtuna rættiligt
stórspæl í málinum, so tað
kundi gera akkurát tað
sama, hvussu runavíkingar
royndu. Lagið á leikandi
venjaranum, Durica Tomic,
var eisini í topp, og hóast
málini frá hansara hon ikki
vóru tey mestu, so átti hann
næst seinastu hondina á
stórum pørtum av koll-
fjarðarálopunum.
Hetta kundi líkst avger-
andi løtuni í dystinum, og
hevði helst eisini verið tað,
um gestirnir ikki fingu
hálvleikssteðgin at fáa alt í
rættlag aftur.
Tjaldur var nevnliga full-
komuliga broytt, nú teir
komu út aftur til seinna
hálvleik. Teir løgdu nógv
meira fyri í verjuni, soleiðis
at uppgávan hjá Dejan
Lacoe í málinum ikki
gjørdist púrasta vónleys, og
spakuliga fingu teir so-
leiðis tak á dystinum.
At byrja við tóku teir seg
ikki so nógv inn á kollfirð-
ingarnar, men brádliga tók
at bragda. Tað var sum um
byrjanin til hetta var reyða
kortið, sum Jens Martin
Knudsen fekk, eftir triðju
útvísingina. Kollfirðingar
fingu brotskast, sum teir
misnýttu, og so fóru undir-
mannaðu gestirnir ígongd. Í
undirtali skutu teir tvey mál
á rað, og so helmaðu teir
ikki í.
Við skjótum álopsspæli
tægaðu teir KÍF-verjuna
somikið sundur, og tað var
ikki at undrast á, at Óla
Christian fleiri ferðir kendi
seg bæði væl og virðiliga
seldan av viðleikarunum, tá
hesir ikki vóru nóg skjótir
at koma í verjustøðu.
Í einum lopi leyp Tjaldur
frá at vera aftan fyri við
fimm málum til at vera tvey
frammanfyri,
og
hóast
heimaliðið royndi at svara
aftur, so var hetta vónleyst.
Nýggir tónar
Við sigrinum er Tjaldur nú
av álvara farin at nærkast
bronsuplássinum, sum hoy-
víkingarnir framvegis sita
á. Hetta eru helst søtir tónar
í oyrunum á runavíking-
unum, og megna teir at
byggja
víðari
á
góðu
gongdina, tá farið verður
undir endaspælið, eru heið-
ursmerki kanska ikki heilt
óhugsandi.
Tað veldst tó rættiliga
nógv um, í hvussu stórum
álvara hondbólturin verður
tikin í seinnu hálvu. Tá
fótbólturin av álvara fer á
rull aftur, plagar hetta at
órógva inni á í Runavíkini,
men hinvegin er hetta tó
eisini ein trupulleiki, sum
fleiri av mótstøðuliðunum
eisini dragast við.
Hjá KÍF merkti sigurin í
fyrsta umfari, at teir duttu
eitt pláss niður á talvuni, tó
at allar súður enn ikki eru
syftar hjá teimum. Tá
stigini verða býtt í helvt, er
framvegis ikki so langt upp
til bronsuna, at teir skulu
gloyma alt um hetta, men
útgangsstøði versnaði í
øllum førum eitt stig, og so
man tað ivaleyst vera stein-
ur oman á byrðu, at stinni
málverji teirra fekk reytt
kort í seinastu sekundun-
um, tá hann í frustratión
sparkaði bóltin langt av
leið.
Dysturin í tølum
KÍF-Tjaldur 26-29
(15-11)
Málskjúttar:
KÍF: Durica Tomic 6(1),
Jákup Dam 5, Regin Peter-
sen 4, Kristian Madsen 3,
Iljan Topic 3, Eddie Joen-
sen 3, Petur M. Poulsen 2
Tjaldur: Mortan Hansen
9(1), Hartvig Joensen 7(2),
Sverri Justinussen 5(1),
Dragisa Stojovic 5, Jens
Martin Knudsen 2, Zoran
Sarcevic 1
Brotskøst: KÍF 2, Tjaldur 5
Útvísingar: KÍF 5, Tjaldur
4
Diskvalifikatión: KÍF 1
(beinleiðis reytt)
Dómarar úr StÍF:
Pole
Hansen & Jústines Just-
inussen. Tó at talan til tíðir
var um ein rættiliga rótutan
dyst, so høvdu teir alla
tíðina gott tak á.
Kyndil var um reppi
at endurtaka sigurin á
VB í fjórðingsfinal-
uni, men mátti tó
evstu løtu boyggja seg
COCA-COLA
KAPPINGIN –
KVINNUR
Jákup Mørk
Eina viku eftir, at tær brád-
liga vundu burtur úr VB,
hevði Kyndil aftur vitjan úr
Vági. Hesa ferð var talan
um
fjórðingsfinalu
í
steypakappingini, og sjálv-
andi vóru vónirnar hjá
Kyndli góðar.
VB hevur als ikki verið
sannførandi í seinastuni, og
eftir fleiri keðilig tap í
landskappingini,
hevði
steypakappingin tí nógv at
siga, soleiðis at okkurt gott
kann fáast burtur úr árinum
kortini.
Líktist endurtøku
Tað var tó leingi líkt til, at
tað skuldi eydanast Kyndli
at endurtaka sigurin á VB,
tí eftir eina javna byrjan, so
var tað Kyndil, sum var á
odda. Miðskeiðis í fyrra
hálvleiki vunnu tær seg
fýra mál fram um gestirnar,
og síðani var bara at halda
fast um hesa.
VB royndi tó at stríðast,
og tær fingu minkað um
munin, men leingi var líkt
til, at so skuldi tað heldur
ikki gerast til meira, tí
heimaliðið var alla tíðina
eitt ella tvey mál framman-
fyri. Ikki fyrr enn seinasta
málið í vanligu leiktíðini
varð skotið, eydnaðiast VB
at koma upp á javnt, so-
leiðis at tær fingu tvær
ferðir fimm minuttir eyka
at spæla í.
Her var tó eisini líkt til, at
tað skuldi gerast Kyndil,
men í seinna hálvleiki av
longdu leiktíðini bragdaði
endiliga. Við teimum báð-
um seinastu málunum í
dystinum smoygdi VB sær
framum, og hava tær fram-
vegis møguleikan at koma í
steypafinaluna triðija árið á
rað.
Hjá Kyndli mundi hetta
vera beiskur biti, nú tær
tykjast at hava funnið rætta
spælið
framaftur.
Ikki
minst tí hetta er annað árið
á rað, at tær tapa tepurt í
fjórðingsfinaluni.
Tað skerst tó ikki burtur,
at seinastu dystirnir hava
gjørt
hondbóltsspælið
meira hugaligt hjá teimum
grønu, og so er spurning-
urin bara, hvussu tær fáa
størstu gleðina av hesum í
endaspælinum.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Annika Ljósstein
8(5), Lotte Sørensen 7(2),
Anha Johannesen 5, Palma
Petersen 3, Ann Hansen 1,
Rakul Joensen 1
VB: Gabriella Fekete 9(3),
Gurið Mortensen 7, Sólrun
Krosslá 6, Jensia Petersen
1, Durita Rouch 1, Eyðbritt
Krosslá 1, Regina Radó 1
Brotskøst: Kyndil 8, VB 5
Útvísingar: Kyndil 3, VB 2
Dómarar úr Kyndli: Hanus
Kúrberg & Ragnar Simon-
sen
KÍF-Tjaldur 26-29 (15-11):
Tjaldur órógvar oddin
Útlendsku leikararnir eiga sín stóra lut í framgongdini hjá Tjaldri. Ikki minst er Dragan
Stojovic fallin skjótt til á liðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Kyndil-VB 25-26 (22-22)(11-8):
VB smoygdi sær við
Við teimum báðum seinastu málunum í longdu leiktíðini
vann VB sær fyri fyrstu ferð í dystinum fram um Kyndil
C
M
Y
K
16