týsdagur 18. desember 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 18. desember 2001
19
Fleyr beit væl frá sær
móti favorittunum úr
TB, men til síðst bleiv
yvirmaktin ov stór.
Hóast 3-0 sigurin var
TB-venjarin ikki heilt
nøgdur við avrikið
hjá sínum liði
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Tað vísir seg ofta, at jú betri
úrslit ein fær, jú størri krøv
setir ein sær sjálvum. Hetta
er náttúrligt og rættiliga
sunt, tí tá tað gongur væl og
ein er nøgdur, sjálvt um
avrikini kanska ikki eru so
góð, so kann tað lættliga
enda við, at menningin
steðgar, og onkuntíð fer tað
enntá so langt, at tað
gongur hinvegin aftur. Við
øðrum orðum loysir tað seg
sjáldan
at
»hvíla
á
lavrberjunum«.
Hjá TB hava úrslitini
higartil verið framúr, men
tað sær ikki út til, at tey á
Tvøroyri fella í gomlu
grøvina og halda alt standa
væl til. Í øllum førum var
venjarin Virgar Djurhuus
ikki heilt nøgdur, sjálvt um
TB leygardagin vann 3-0
móti Fleyr í Havn.
- Úrslitið kunnu vit
sjálvandi ikki seta ein
fingur á, men satt at siga,
so spældu vit illa, serliga í
øðrum setti. Leikararnir
tordu ikki veruliga at taka
ábyrgd, tá tað stóð á, og
onkur bóltur slapp at detta
niður í gólvið millum fleiri
leikarar, sum ikki fóru eftir
honum. Tað er nakað, sum
hendir av og á, og vit kunnu
ikki gera so nógv við tað,
men móti einum sterkari
liði enn Fleyr hevði tað
kostað, sigur ein bersøgin
venjari.
TB vann settini 25-20,
26-24 og 25-10. Serliga
annað sett kundi farið báðar
vegir, meðan tað í triðja
ongantíð var nakar ivi.
Tær í Fleyr høvdu neyv-
an gjørt sær tær stóru vón-
irnar um at vinna á TB,
sjálvt um tú í prinsippinum
altíð skal fara út á vøllin
fyri at vinna. Liðini hava alt
árið ligið í hvør sínum enda
av kappingini, og hesaferð
hendi heldur einki óvænt-
að.
Gudrid Nolsøe
møguliga heim aftur
Virgar Djurhuus sigur ann-
ars, at tey í TB sum vera
man eru sera væl nøgd við
gongdina higartil.
- Vit byrjaðu við at vinna
Fleyr-kappingina, og longu
tá haldi eg, at tað bar til at
síggja gongdina. Í so máta
eru vit ikki so bilsin av, at
tað hevur gingið so væl hjá
okkum, sigur hann.
Miðskeiðis í grundspæl-
inum hendi so tað, at út-
lendski venjarin hjá TB fór
av landinum aftur og tók
ein leikara við sær, men tað
er merkisvert, hvussu lítið
hetta hevur ávirkað avrikini
á vøllinum. Í summum før-
um er tað enntá blivið betri,
eftir at italski venjarin og
rumenski
leikarin
fóru
avstað.
Virgar Djurhuus heldur,
at um TB-liðið kann halda
dagliga støði í endaspælin-
um eisini, so fer gullið til
Suðuroyar hesaferð, líka-
mikið hvat hini liðini finna
uppá.
TB fær ikki nýggjan
venjara hetta kappingar-
árið. Hinvegin er onkur
nýggjur leikari møguliga á
veg, men »nýggjur« er
kanska ov nógv sagt. Talan
er um Gudrid Nolsøe, sum
seinastu árini hevur spælt í
Danmark, men sum møgu-
liga kemur heim til nakrar
dystir seinni í kappingini.
Hon var við til at vinna
oyggjaleikagull bæði í ár og
á Gotlandi fyri tveimum
árum síðani og fer uttan iva
at styrkja TB-liðið enn
meira.
Mjølnirkvinnurnar
kunnu framvegis
avgera sína egnu
lagnu eftir sigurin
móti Drátti leygar-
dagin
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Kvinnurnar hjá Mjølni
vunnu sín fimta sigur á rað,
tá Dráttur vitjaði í Klaksvík
leygardagin, og tí er trýstið
á TB tað sama sum áðrenn
hetta vikuskiftið.
Endurreisnin hjá Mjølnir
er merkisverd, tí hesir
fimm sigrarnir koma eftir
tríggjar ósigrar á rað. Fyrsti
sigurin kom í teirra fjórða
dysti móti Fleyr í Havn,
men veruliga vendin hjá
Mjølni kom í fimta dyst-
inum, tá tær vunnu móti TB
á útivølli. Síðani tá hava tær
bara hugt annan vegin, og
tað er uppeftir. Tá enda-
spælið byrjar, eru bara tvey
stig á muni, og tað merkir,
at Mjølnirkvinnurnar sjálv-
ar kunnu avgera sína lagnu.
Tað skuldu fýra sett til
leygardagin, og tað er eitt
sindur merkisvert, at einki
av settunum var serliga
javnt. Tað fyrsta var tað
tættasta, tí tað endaði 25-19
til Mjølnir. Men síðani
endaðu trý tey næstu øll 25-
14. Mjølnir vann tað næsta,
men so svaraði Dráttur
aftur, áðrenn Mjølnir av-
gjørdi dystin í fjórða setti.
Dráttur fær næsta viku-
skifti vitjan av TB, og tað er
í endaspælinum, so nú ber
til at siga, at ein sigur telur
dupult so nógv sum hann
hevur gjørt higartil. Mjølnir
hevur frívikuskifti næstu
ferð, og við øðrum orðum
hava tær longu fingið
jólafrí. Tær kunnu tí í friði
og náðum fyrireika seg til
Mjølnirkappingina, har tær
uttan iva vera sera uppsettar
uppá at vinna sær pláss í
steypafinaluni.
Steypa-
finalan hevur verið spæld
síðstu tvey árini, og báðu
ferðirnar hevur Mjølnir
vunnið, so traditiónirnar
eru longu har.
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
v
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 TB
8
7
-
1
22
6
16
14
2 Mjølnir
8
5
-
3
18
14
4
10
3 Dráttur
8
4
-
4
16
16
0
8
4 ÍF
7
2
-
5
13
17
-4
4
5 Fleyr
7
1
-
6
4
20
-16
2
Meistaradeild, menn
v
v
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 SÍ
8
6
-
2
20
10
10
12
2 Fram
8
6
-
2
21
13
8
12
3 Fleyr
8
5
-
3
18
15
3
10
4 Mjølnir
8
3
-
5
15
18
-3
6
5 ÍF
8
0
-
8
6
24
-18
0
Fleyr-TB 0-3 (20-25, 24-26, 10-25):
TB heldur fast
Kemur Gudrid Nolsøe afturat hjá oddaliðnum, er einki at ivast í, at liðið verður
stórfavorittur at vinna gullmerkini
Mjølnir-Dráttur 3-1 (25-19, 25-14, 14-25, 25-14):
Mjølnir heldur
kósina
Klaksvíksvinnurnar hava
veruliga funnið stevið aftur,
og tær kunnu nú sjálvar gera
av, hvussu verður við
vónunum um at vinna sær
gullmerkini aftur
Mynd: SáH
19
18
Nr. 244 - 18. desember 2001
Fleyr hevur í seinast-
uni verið meir sum
ein hvirla. Leygar-
dagin vunnu teir fyri
fjórðu ferð á rað eftir
ein fínan dyst móti
Fram, sum vann flest
bóltar, men sum tapti
2-3 í settum
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Grundspælið í meistara-
deildini hjá monnum end-
aði leygardagin við einum
fínum dysti millum havn-
arliðini bæði Fleyr og
Fram. Tá avtornaði hevði
Fleyr vunnið 3-2, og tað var
sjálvt um Fram hevði
vunnið flest bóltar í dyst-
inum - 102 móti teimum 96
hjá Fleyr. Men tað kunnu
teir í Fram ikki brúka til so
nógv annað enn, at tað var
ein sera javnur dystur, sum
kundi farið báðar vegir.
Fyri kappingina gjørdi
tað einki, at Fleyr vann. Nú
stigini verða koyrd í helvt,
eru Fram og SÍ fremst við
seks stigum, meðan Fleyr
er beint í hølunum á teim-
um við fimm. Við øðrum
orðum er lagt upp til eina
sera spennandi kapping hjá
monnunum, har trý lið
síggja út til at hava nøku-
lunda eins, góðar møgu-
leikar at enda við gullinum.
Skiftust um settini
Dysturin í Gundadalshøll-
ini leygardagin var sum
sagt spennandi, men bæði
liðini kunnu ivaleyst siga,
at tey hava leikt betri dystir
enn hendan.
Tað var sum um menn
vóru eitt sindur spentari
enn vanligt, og tað stóð
eisini hampuliga nógv uppá
spæl. Umframt tvey týdn-
ingarmikil stig var hetta jú
eisini ein lokaluppgerð, og í
slíkum verður tað ikki altíð
pláss fyri tí heilt góða
spælinum.
Fyrsta sett bleiv tað javn-
asta í dystinum. Tað vann
Fleyr 25-22, áðrenn liðini
síðani vunnu hvør sítt sett
25-19.
Frá byrjan í fjórða setti
hevði Fram greiða yvirvág,
og teir vunnu eisini so trygt
sum 25-12. Sum tíðin gekk,
sóu teir í Fleyr, at hetta
settið var tapt, og tað var
sum um teir bara vildu hava
tað av vegnum, so tað fimta
og avgerandi settið kundi
byrja.
Her kom Fleyr betur frá
byrjan og teir hildu seg
frammanfyri allatíðina. Við
støðuni 14-8 megnaði Fram
at bjarga støðuni tríggjar
ferðir, men so bar ikki til
meir, og Fleyr vann 15-11.
Fýra sigrar á rað
Tað skilst á lagnum, at teir í
Fram ikki hava verið so
raskir at venja í seinastuni,
og um vit skulu leita eftir
orsøkum til tapið leygar-
dagin, man hetta vera ein
av teimum. Eftir hvat skilst
var støðan nøkulunda tann
sama í fjør, tá tað gekk væl
í byrjanini, men tá so menn
fóru at slaka undir venjing,
dragnaði liðið so líðandi.
Hjá Fleyr spældi hevarin
Klæmint Isaksen betri enn
mótparturin hjá honum
hinumegin netið, Pascu
Øster, serliga í byrjanini.
Rúni Weihe er altíð ein
hóttan hjá Fram, men tá
hevarin ikki spælir so væl,
verður tað skjótt trupult í
álopspartinum.
Sigurin hjá Fleyr skal
kanska eisini síggjast í
ljósinum av, at teir hava
riðið á einum aldukambi í
seinastuni. Fýra dystir á rað
eru vunnir, harav tríggir á
útivølli og tveir av teimum
móti liðum, sum lógu og
enn liggja omanfyri teir á
stigatalvuni. Tað kann vera
ómetaliga ringt at spæla
móti einum liði, sum hevur
viðrák, og tað hevur Fleyr
havt, síðani venjarin varð
skiftur út.
Mjølnir vann fyrsta
sett móti SÍ, men yvir
dystin sum heild var
SÍ klárt betra liðið og
vann uppiborið
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Hevði Mjølnir vunnið móti
SÍ, høvdu klaksvíkingar
verið við í avgjørda odda-
stríðnum, tá seinna helvt av
kappingini byrjar komandi
vikuskifti. Men 3-1 sigurin
hjá SÍ ger, at Mjølnir er sett
eitt sindur til viks í kapp-
ingini um fremstu plássini,
skilt á tann hátt at teir ikki
kunnu teljast millum odda-
liðini. Men harvið er ikki
sagt, at Mjølnir er úti úr
kappingini, tí tað eru teir
langt frá.
Tað er SÍ heldur ikki, og
sigurin í Klaksvík ger, at
teir kunnu byrja endaspælið
við seks stigum eins og
Fram.
Tað var annars Mjølnir,
sum tók fyrsta stikkið við at
vinna fyrsta sett 26-24.
Men ein afturvendandi
trupulleiki hjá Mjølni hevur
verið, at liðið ikki tolir
mótgongd serliga væl. Fer
tað at ganga illa eina løtu,
hava menn lyndi til at fara
niður við høvdinum og
brúka ov langa tíð til at
koma fyri seg aftur.
Hetta hendi eisini í næsta
setti, tá SÍ fekk betri skil á
sítt álopsspæl og vann
settið rímiliga trygt.
Í triðja setti var tað aftur
Mjølnir, sum kom betur frá
byrjan og legði seg á odda
6-1. Hesa løtuna var tað
serliga
blokkurin
hjá
Mjølni, sum steðgaði at-
sóknunum hjá sørvingum.
Mjølnir helt seg eisini
frammanfyri ein stóran part
av settinum, men so fekk SÍ
fótin fyri seg.
Tað bleiv
tætt, men útiliðið dró
longra stráið og legði seg
framum í settum.
Sum dysturin leið í
Klaksvík, bleiv tað alsamt
meira týðiligt, at SÍ hevði
fleiri streingir at spæla
uppá enn Mjølnir. Klaks-
víkingar komu í neyð av
jumpservunum hjá SÍ, og
serliga Borko Ilic servaði
væl. Kanturin hjá Mjølni
vann ov lítið, og sørvingar
kundu uttan stórvegis hóva-
sták vinna hetta settið og
avgera dystin. Ein týdning-
armikil sigur, sum ger, at
teir eru á odda saman við
Fram, tá endaspælið byrjar
næsta leygardag. Tá skal
eitt umfar spælast (Fleyr-ÍF
og SÍ-Fram), og so kemur
jólafriður yvir kappingina,
sum ikki fer í gongd aftur
fyrr enn 12. januar. Men
áðrenn tað verður Mjølnir-
kappingin í Klaksvík, har
finnast skal útav, hvør skal
spæla móti SÍ í steypa-
finaluni í februar.
Fleyr-Fram 3-2 (25-22, 19-25, 25-19, 12-25, 15-11):
Fleyr veksur vindin
Fleyr vann fjórða sigurin á rað móti Fram, og hava nú veruliga fingið samband við oddaliðini
Við tapinum fyri SÍ er Mjølnir sett eitt sindur
til viks í oddastríðnum, men sørvingar vóru
teir betru, og høvdu sigurin uppibornan
Mynd: SáH
Mjølnir-SÍ 1-3
SÍ fleiri streingir enn Mjølnir
C
M
Y
K
18