Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 18. desember 2001 21 Eftir at menninir hjá Fram og SÍ flugu avstað í byrjanini av kappingini, hevur Fleyr nú móti endanum av álvara blandað seg uppí oddastríðið. Og Mjølnir skal heldur ikki avskrivast enn FLOGBÓLTUR, SAMANDRÁTTUR Emil Lisberg Jacobsen Eins og hjá kvinnunum, so vísti FK-kappingin, sum Fleyr skipaði fyri, at okkurt »nýtt« lið kundi stinga seg fram í oddinum á bestu mansdeildini í flogbólti. SÍ, sum árið fyri var endað langt aftast, var nú sera væl fyri, og aftaná FK-kapp- ingina bleiv liðið enn sterk- ari við tað, at venjarin Boban Ilic úr Bosnia og jugoslavin Rajkovic løgd- ust afturat. Hjá ÍF var støðan ein heilt onnur. Hálvt ár frammanundan høvdu teir vunnið føroyameistaraheit- ið, og tað sóu fleiri av teimum royndu leikarunum sum eitt gott høvi at takka fyri seg á besta liðnum. Nýtt og ungt fólk skuldi setast við, og heilt frá byrjan gjørdu fuglfirðingar greitt, at hetta ikki fór at verða teirra ár - kappingin skuldi brúkast til at grund- leggja eitt nýtt lið, sum vónandi kann gera seg galdandi í framtíðini. Sostatt byrjaði kappingin við, at føroyameistararnir 2000-2001 fóru vestur til Sørvágs og taptu 3-0 móti botnliðnum 2000-2001. So var spenningurin størri í Klaksvík, har Fram við bit og slit hálaði ein 3-2 sigur í land móti Mjølnir, sum heldur ikki hevði nakrar serligar vónir til kappingina. SÍ tapti og vann í Havn Longu í øðrum umfari var fyrsti toppdysturin á skránni. Hann vann Fram, sum sendi SÍ úr Eystur- skúlanum við einum 3-1 tapi. Á Kambsdali fekk Fleyr við nýggjum jugo- slaviskum venjara væntaðu byrjanina uppá sína kapp- ing við at vinna 3-0 móti ÍF. Støðan eftir 2 umfør: Fram 2 dystir 4 stig - Fleyr 1 dyst 2 stig - SÍ 2 dystir 2 stig - Mjølnir 1 dyst 0 stig - ÍF 2 dystir 0 stig. Spennandi var at síggja, hvussu tað mundi fara at gangast SÍ, sum fyri aðru ferð á rað skuldi til Havnar, hesaferð at spæla móti Fleyr. Tað gekk sum tað skuldi, og sørvingar vunnu 3-1. Í Klaksvík fekk Mjøln- ir síni fyrstu stig og ÍF sítt fyrsta sett. Dysturin endaði 3-1 til Mjølnir. Støðan eftir 3 umfør: Fram 2 dystir 4 stig - SÍ 3 dystir 4 stig - Fleyr 2 dystir 2 stig - Mjølnir 2 dystir 2 stig - ÍF 3 dystir 0 stig. Botnliðið argaði oddaliðið Fyrsta slagið um Havnina endaði við sigri til Fram, sum vann 3-1 móti Fleyr í Eysturskúlanum. Fleyr vann fyrsta settið, men so tók Fram sær um reiggj og vann trý sett á rað. Í triðja setti komu teir á odda heili 14-1, áðrenn Fleyr so nøkulunda fekk fótað sær. Rúni Weihe, sum hevði verið ein av stóru føroysku glottunum á oyggjaleik- unum á Man, átti ein stóran leiklut í sigrinum hjá Fram. Í Sørvági vann SÍ 3-0 móti Mjølni, og ikki óvænt- að sá kappingin longu nú út til at gerast ein kapprenning millum Fram og SÍ. Støðan eftir 4 umfør: Fram 3 dystir 6 stig - SÍ 4 dystir 6 stig - Fleyr 3 dystir 2 stig - Mjølnir 3 dystir 2 stig - ÍF 3 dystir 0 stig. Fram hevði vunnið sínar fyrstu tríggjar dystir, men teir høvdu mist sett í øllum dystunum. Kortini var tað merkisvert, at teir fingu trupulleikar móti tí annars so illa roytta ÍF-liðnum á Kambsdali. Dysturin end- aði 3-2 til Fram, sum varð- veitti fulla stigatali, men alíkavæl hevði sítt at hugsa um.Í Havn spældi vete- ranurin Trúgvi Poulsen ein branddyst, tá Mjølnir vann 3-1 og samstundis avdúkaði nógvar trupulleikar hjá Fleyr. Tað skuldi eisini vísa seg, at Fleyr eftir hetta slapp sær av við jugo- slaviska venjaran, og Jan Hentze tók við sum venjari. Tá mundi eingin ímynda sær, at Fleyr ikki fór at tapa aftur í tí, sum var eftir av grundspælinum... Støðan eftir 5 umfør: Fram 4 dystir 8 stig, SÍ 4 dystir 6 stig - Mjølnir 4 dystir 4 stig - Fleyr 4 dystir 2 stig - ÍF 4 dystir 0 stig. November var nú meir enn hálvrunnin, og Fram og SÍ sóu út til at vera eitt vet sterkari enn øll hini. Hesin illgrunin varð styrktur, tá SÍ vann 3-1 á Kambsdali, meðan Fram við sama sett- muni sendi Mjølnir norður aftur til Klaksvíkar uttan nakað. Støðan eftir 6 umfør: Fram 5 dystir 10 stig - SÍ 5 dystir 8 stig - Mjølnir 5 dystir 4 stig - Fleyr 4 dystir 2 stig - ÍF 5 dystir 0 stig. SÍ varðveitti spenningin Sjeynda umfar í kappingini bjóðaði upp á toppdyst í Sørvági millum SÍ og Fram. Tey uttanveltaðu mundu halda við SÍ, sum við at vinna kundi gera kappingina javnari, meðan Fram við einum sigri hevði vunnið tvær ferðir móti SÍ og sostatt hevði staðið sera sterkt í myndini. Tað eydnaðist SÍ at vinna henda dystin 3-1 og geva Fram sín fyrsta ósigur í kappingini. Hjá Fram var saknur í Rúna Weihe, sum hevði skaða í fótinum, men viljin hjá SÍ at vinna var so stórur henda dagin, at tað kanska hevði gjørt tað sama. Í Havn gjørdi Fleyr sína skyldu og vann 3-1 móti ÍF. Støðan eftir 7 umfør: SÍ 6 dystir 10 stig - Fram 6 dyst- ir 10 stig - Fleyr 5 dystir 4 stig - Mjølnir 5 dystir 4 stig - ÍF 6 dystir 0 stig. Leygardagin 1. desember kom Fram væl fyri seg aftur og vann 3-0 móti ÍF. Hetta var fyrstu ferð, at Fram vann uttan at missa nakað sett á vegnum. Betri dyst- urin í hesum umfarinum var í Klaksvík. Ikki betri, tí hann var so væl leiktur, men hann var spennandi. Mjølnir vann fyrsta sett, Fleyr tók síðani tvey, áðrenn Mjølnir javnaði til 2-2. Í tí síðsta settinum hevði Fleyr fýra dystar- bóltar, men Mjølnir bjarg- aði trimum, áðrenn Fleyr vann 15-13. Støðan eftir 8 umfør: Fram 7 dystir 12 stig - SÍ 6 dystir 10 stig - Fleyr 6 dystir 6 stig - Mjølnir 6 dystir 4 stig - ÍF 7 dystir 0 stig. Endurreisnin hjá Fleyr Á Kambsdali varðveitti Mjølnir sambandið við oddaliðini við at vinna 3-1 móti ÍF, sum sostatt endaði við at tapa allar dystirnar í grundspælinum. Men fram- gongdin frá fyrsta dysti hjá fuglfirðingum hevur verið týðilig, og í ÍF rokna teir við, at fyrstu stigini ikki eru langt burturi. Og um tað kann vera nakar uggi, so ber til at siga, at tá nú stigini verða koyrd í helvt, missir ÍF minst! Í Sørvági hevði SÍ havt eitt frívikuskifti til at koma niður á jørðina eftir sigurin á Fram, og vóru teir ikki komnir tað, so komu teir tað móti Fleyr. Havnar- menninir vunnu 3-1 og fóru nú at blanda seg í toppin. Undir dystinum tók ein støða seg upp, sum minti eitt sindur um hana í kvinnudystinum millum Fleyr og ÍF. Eftir ein skaða og eftirfylgjandi útskifting gjørdu sørvingar ein rotatiónsfeil, og eina løtu vóru sinnini um at koma í kók. Alt spældi kortini væl av. SÍ varð dømt at missa tvey stig, men teir vunnu settið. Forða Fleyr í at vinna 3-1 kundu teir tó ikki. Støðan eftir 9 umfør: Fram 7 dystir 12 stig - SÍ 7 dystir 10 stig - Fleyr 7 dystir 8 stig - Mjølnir 7 dystir 6 stig - ÍF 8 dystir 0 stig. Úrslitið í Sørvági gjørdi eisini, at dysturin í Gunda- dalshøllini millum Fleyr og Fram bleiv enn meira áhugaverdur. Og tað bleiv eisini ein undirhaldandi fimmsettari, sum Fleyr vann. SÍ vann í Klaksvík, og nú farið verður í enda- spælið, er toppduoin vorðin ein topptrio við Mjølnir sum einum vandamiklum outsidara. Tað er so sanniliga lagt upp til nakrar spennandi dystir í bestu mansdeildini komandi tríggjar mánað- irnar. Eitt spennandi vár á veg Eftir at árið eina tíð sá út til at gerast ein kapprenning millum Fram og SÍ, hevur Fleyr seinastu vikurnar syrgt fyri, at alt framvegis er púrasta opið í bestu mansdeildini 21 20 Nr. 244 - 18. desember 2001 Men enn hevur eingin fingið fatur á teimum. Mjølnirkvinnurnar eru tær, sum royna harðast, og tær kunnu enn avgera alt sjálvar. Í botninum verður Fleyr meir og meir einsamalt FLOGBÓLTUR, SAMANDRÁTTUR Emil Lisberg Jacobsen Kappingin hjá kvinnunum byrjaði við at minka. Fossánes tók seg úr kapp- ingini stutt áðrenn hon skuldi byrja, og tí minkaði besta kvinnudeildin niður í fimm lið, ið er tað sama sum tann hjá monnunum. Í FK-kappingini hjá Fleyr stutt áðrenn kapping- arbyrjan gjørdi TB vart við seg, vann kappingina og gjørdi samstundis seg sjálv- an til favoritt í landskapp- ingini. TB hevði fingið italska venjaran Emman- uele Leoni hendavegin, og við sær hevði hann kant- leikararnar Lilian Popescu úr Rumenia og Maju Popovic úr Bosnia. Hendan seinna er systir Marinu Popovic, sum í fjør var venjari hjá føroyameistar- unum Drátti. Fyrsti dysturin hjá TB í kappingini sá eisini út til at vera ein av teimum trupl- astu - móti Mjølni á úti- vølli. Men tað skuldi vísa seg, at TB so væl og virðiliga kláraði at liva upp til favorittheitið, samstund- is sum Mjølnir var langt frá gamlari styrki. Dysturin varð vunnin 3-0, og hetta var fyrstu ferð yvirhøvur, at TB vann móti Mjølni í Klaksvík. Okkurt stórt sá út til at vera á veg... Í hinum dystinum í fyrsta umfari vann føroyameistar- in Dráttur nøkulunda sum væntað 3-1 móti ÍF á Kambsdali. Dráttur eisini sópað av vøllinum Eftir at Mjølnirkvinnurnar vórðu skúgvaðar til viks í Klaksvík, var væntandi, at harðasti kappingarneytin hjá TB fór at vera Dráttur, sum eins og Mjølnir hevði mist nógv fólk, men sum kortini var føroyameistari. Tí líktist tað eini sterkari ábending, tá TB longu í næsta dystinum vann 3-0 á Giljanesi. Av gullliðnum frá í fjør saknaði Dráttur serliga Helgu Nordendal og Gerdu Nattestad, og sigurin hjá TB var ríkiliga uppi- borin. Í hesum umfarinum kom Fleyr eisini upp í kapping- ina, men tær spældu ein út av lagi vánaligan dyst á Kambsdali móti ÍF, sum vann 3-0 og harvið setti seg á næstfremsta plássið. Støðan eftir 2 umfør: TB 2 dystir 4 stig - ÍF 2 dystir 2 stig - Dráttur 2 dystir 2 stig - Mjølnir 1 dyst 0 stig - Fleyr 1 dyst 0 stig. Í triðja umfari hevði TB frí, og hetta bleiv tí eitt høvi hjá hinum liðunum at fylgja við. Her snávaði Dráttur móti Fleyr í Havn. Heima- liðið vann 3-2, fyrst og fremst tí tær vóru so av- gjørdar um at vísa eitt betri avrik enn tað móti ÍF vik- una fyri. Heldur ikki Mjølnir fekk nakað burturúr, tí fyri aðru ferð á rað taptu tær á heimavølli, hesaferð 2-3 móti ÍF, sum knappliga sá út til at vera einasta liðið, sum kundi hótta TB. Á Tvøroyri høvdu tey einki ímóti hesum úrslitinum... Støðan eftir 3 umfør: TB 2 dystir 4 stig - ÍF 3 dystir 4 stig - Dráttur 3 dystir 2 stig -Fleyr 2 dystir 2 stig - Mjølnir 2 dystir 0 stig. Venjarauppsøgn á Tvøroyri Metvánaliga byrjanin hjá Mjølni kom í hæddina, tá tær síðani taptu 1-3 móti Drátti á Giljanesi. Tað er ongantíð fyrr hent, at Mjølnir er byrjað við at tapa tríggjar teir fyrstu dystirnar í meistaradeildini hjá kvinnum. TB spældi sín fyrsta heimadyst í kapp- ingini og vann sum væntað 3-0 móti Fleyr. Støðan eftir 4 umfør: TB 3 dystir 6 stig - ÍF 3 dystir 4 stig - Dráttur 4 dystir 4 stig - Fleyr 3 dystir 2 stig - Mjølnir 3 dystir 0 stig. Gamli kvinnuklassikarin í Havn millum Fleyr og Mjølnir var knappliga bliv- in ein botndystur, meðan TB-ÍF í Trongisvági var toppdystur. Hetta bleiv umfarið, har Mjølnir loksins fekk sín fyrsta sigur, og har TB misti sítt fyrsta sett. Hetta sama kvøldið uppsegði TB samstarvið við venjaran Emmanuele Leoni. Sam- starvstrupulleikar vóru or- søkin. Venjarin var eisini unnusti hjá rumenska leik- aranum Lili Popescu, og tá hann fór, fór hon við. Hin útlendski leikarin, Maja Popovic, hevði kortini hug at halda fram, og tað gjørdi hon so. Virgar Djurhuus yvirtók venjingina. Hjá Mjølni spældi Sólvá Eystberg aftur á miðjuni, og Mjølnir var so smátt við at finna røttu uppstilling- ina. Tá so Tina Jacobsen eisini var á veg aftur á liðið, bar til at leggja tvey og tvey saman og síggja, at klaks- víksliðið var um at koma fyri seg aftur. Støðan eftir 5 umfør: TB 4 dystir 8 stig - ÍF 4 dystir 4 stig - Dráttur 4 dystir 4 stig - Fleyr 4 dystir 2 stig - Mjølnir 4 dystir 2 stig. Ruðuleiki í Gundadalshøllini Fólk vóru spent og spurdu seg sjálvi, hvussu TB-liðið fór at vera fyri til heima- dystin móti Drátti, sum var tann fyrsti hjá teimum eftir at tær høvdu mist venjaran og ein av bestu leikarunum. TB-kvinnurnar svaraðu hesum spurningi við at vinna dystin 3-1 og styrkja enn meira um leiðsluna hjá sær. Í Gundadalshøllini vann ÍF 3-1 móti Fleyr, men tað gekk ikki stillisliga fyri seg. Ein uppstillingarfeilur hjá ÍF í fjórða setti, sum eingin legði merki til fyrr enn langt aftaná, skapti ólag í alt, og seinni gjørdi eitt ólógligt time-out »for- virringen total«. Fleyr kærdi um dystin, fekk við- hald, men ÍF kærdi síðani aftur. Í skrivandi løtu er endalig avgerð ikki tikin um málið. Tað er eitt sindur býtt at hugsa sær, at hesin dysturin skal vera so drúgvur, tí hann fær neyvan nakra ávirkan á hvørki føroyameistara ella niður- flyting. Men málið er fyri sovítt prinsipielt, og tað er fyrstu ferð í nógv harrans ár, at Flogbóltssambandið hevur fingið eina kæru at taka støðu til, so málið gongur sína gongd. Støðan eftir 6 umfør: TB 5 dystir 10 stig - ÍF 4 dystir 4 stig - Dráttur 5 dystir 4 stig - Fleyr 4 dystir 2 stig - Mjølnir 4 dystir 2 stig. Dysturin millum Drátt og ÍF varð útsettur, og tí bleiv dysturin í Trongisvági millum TB og Mjølnir tann einasti í hesum umfarinum. Men hann bleiv eisini nakað serligt, tí fyri fyrstu ferð tapti TB. Mjølnir vann tvey tey fyrstu settini (2. sett endaði 25-5!), áðrenn TB í triðja setti vann 26-24. Fjórða sett bleiv sera spennandi, men Mjølnir vann tað 28-26. Støðan eftir 7 umfør: TB 6 dystir 10 stig - ÍF 4 dystir 4 stig - Dráttur 5 dystir 4 stig - Mjølnir 5 dystir 4 stig - Fleyr 4 dystir 2 stig. Dráttur fýra stig uppá tveir dagar TB reisti seg vikuna eftir við at vinna 3-1 móti ÍF á Kambsdali, og í Klaksvík vann nú endurreista Mjøl- nir 3-0 móti Fleyr. Støðan eftir 8 umfør: TB 7 dystir 12 stig - Mjølnir 6 dystir 6 stig - ÍF 5 dystir 4 stig - Dráttur 5 dystir 4 stig - Fleyr 5 dystir 2 stig. Dráttur fekk tvær flugur í einum høggi við at vinna tveir dystir sama vikuskifti. Tað gekk fyrst út yvir Fleyr, sum tapti 0-3 á Giljanesi, og dagin eftir sigraði Drátt- ur 3-2 í útsetta dystinum móti ÍF, sum eftir eina góða byrjan var steðgað eitt sindur upp. Dagin fyri høvdu tær í einum fínum dysti tapt 2-3 móti Mjølni. Her vann ÍF tvey tey fyrstu settini, men at enda tók Mjølnir sigurin heim. Fyri ÍF var hetta ein strævin vika. Hon byrjaði við, at tær mistu 3-1 sigurin móti Fleyr, og hon endaði við tveimum 2-3 tapum... Støðan eftir 9 umfør: TB 7 dystir 12 stig - Mjølnir 7 dystir 8 stig - Dráttur 7 dystir 8 stig - ÍF 7 dystir 4 stig - Fleyr 6 dystir 2 stig. Síðsta umfar í grund- spælinum gekk sum vænt- að. Í Havn vann TB 3-0 móti Fleyr, sum sostatt fór av vøllinum fyri triðju ferð á rað uttan at vinna nakað sett. Mjølnir vann 3-1 móti Drátti í Klaksvík, og sum tað sær út í løtuni, er tað bara Mjølnir, sum kann hótta TB. Mjølnir jagstrar TB Talan gjørdist um rokdyst í Havn, tá ÍF vitjaði Fleyr, og enn er tað málið ikki avgjørt C M Y K 20