Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 244 - 18. desember 2001 Sum einasta liðið hevur Kyndil spælt allar sínar dystir í grundspælinum, men á talvuni hjálpir hetta lítið. Har eru teir grønu niðastir HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Nógvar síður eru skrivaðar um søguliga laka árið hjá Kyndils-monnunum, og sunnudagin varð enn ein partur av hesum skrivaður. Kyndil vitjaði tá á Skála, har heimaliðið til tíðir hevur spælt kanska vakrasta hond- bóltin í ár, meðan teir til aðrar tíðir hava tveitt stig burtur móti liðum, sum á pappír- inum eru nógv veikari. Tørva skjúttar Sunnudagin var tað um reppið, at strandingar aftur mistu stig, tí í fyrra hálv- leiki var tað Kyndil, sum var oman á størsta partin av tíðini. Serstakliga sat Kyndil á øllum fyrstu løtuna av dyst- inum, og áðrenn StÍF veru- liga raknaði við, var Kyndil lopið avstað. Seinastu 20 miniuttirnar av hálvleikinum ráddi so- leiðis um hjá heimaliðnum at vinna Kyndil aftur, men leingi geks illa í hond í so máta. Ikki fyrr enn teir við einum time-out fingu betri skil á spælið, tók at bragda, men eftir hetta og í øllum seinna hálvleiki sýndu teir eina av høvuðsorsøkunum til, at Kyndil hevur tað so trupult í ár. Skjúttar vænta í ólukkumát á liðnum, og hetta ger, at teir í álopsstøðu hava sera trupult við at finna sær veg inn um m ó t s t ø ð u v e r j u n a . Mótstøðuliðini kunnu alla tíðina verja við flatari 6-0, uttan at hetta kostar nakað serligt, og tí verður ofta ov trongt at spæla seg innum. Tá verjuparturin á lið- num so heldur ikki er nóg sterkur til, at liðið kann vinna dystirnar við kontra- hondbólti, so verður tað alla tíðina trupult hjá lið- num. At finna eina loysn til hetta, er sjálvandi ikki nakað, sum bara kann henda uttan víðari. Fræg- astu hyggjuráðini vildu helst verið at styrkt um liðið, so er spurningurin, hvussu fíggjarliga orkan er til tess. Hvussu við fótbóltinum Við sigrinum vann StÍF seg aftur eitt fet nærri hoyvík- ingum, sum í løtuni eru á bronsuplássinum, men hvussu langt strandingar røkka, verður í stóran mun upp til teir sjálvar. Alt árið hevur væntandi stabilitetur verið størsta hóttanin hjá strandingum, og tað er fyrst og fremst hesin, sum skal finnast, um talan skal gerast um heið- ursmerki. Harafturat er tað so helst eisini ein spurningur, hvussu nógv fótbólturin fer at ávrika, tá skálamenn fyri fyrstu ferð skulu royna seg í bestu deildini. Kanska er tað júst góða gongdin í fót- bóltinum, sum hevur ávirkað liðið negativt í vet- ur, men ein slík staðfestin má helst bíða til einaferð á vári. Dysturin í tølum StÍF-Kyndil 27-24 (13-15) Málskjúttar: StÍF: Costin Dumitrescu 8(2), Artur Johansen 4(1), Alexandur Johansen 3, Jón Rasmussen 3, Marius Joensen 3, Andre Danielsen 3, Sveinur Justinussen 2, Bent Djurhuus 1 Kyndil: Bárður Johannesen 10(6), Høgni Klein 5, Jón- leif Sólser 2, Regin Jo- hannesen 2, Leif Mikkelsen 1, Allan Mørkøre 1 Brotskøst: StÍF 3, Kyndil 6 Útvísingar: StÍF 1, Kyndil 3 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Hjalmar Petersen. Høvdu alla tíðina gott tak á. StÍF-Kyndil 27-24 (13-15): Kyndil stendur á berum At Kyndil at kalla ongan veruligan skjútta hevur, ger at teir aloftast mugu stríða seg ígjøgnum eina tætta mótstøðuverju, og hetta megnar liðið ikki í løtuni Mynd: Álvur Haraldsen Hondbóltsstøður 1. deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 11 11- 0 - 0 310 196 114 22 2 Stjørnan 11 8 - 0 - 3 293 234 59 16 3 Neistin 11 7 - 0 - 4 238 210 28 14 4 VB 11 6 - 0 - 5 266 271 -5 12 5 Kyndil 12 3 - 0 - 9 271 310 -39 6 6 Sóljan 10 2 - 0 - 8 197 277 -80 4 7 StÍF 10 1 - 0 - 9 180 257 -77 2 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 10 9 - 1 - 0 292 230 62 19 2 Neistin 10 8 - 2 - 0 307 261 46 18 3 H71 11 5 - 1 - 5 299 304 -5 11 4 StÍF 11 4 - 1 - 6 297 295 2 9 5 Tjaldur 11 3 - 2 - 6 270 303 -33 8 6 KÍF 11 3 - 1 - 7 283 307 -24 7 7 Kyndil 12 2 - 0 - 10 274 322 -48 4 Heimasíðan hjá HB skrivaði sunnudagin, at enn ein leikari úr felag- num nú er tikin út til landsliðið. Talan er um Una Arge, sum annars gavst við fót- bóltinum, eftir at ymsar ósemjur vóru íkomnar í HB, sum hann vendi aftur til eftir trý ár í íslendsk- um fótbólti. Nú hevur vandamikli framherjin so aftur funn- ið sær skógvarnar fram, og megnar hann aftur at vinna sær pláss á lands- liðnum, kann hann aftur fara undir at jagstra Toda Jónsson á føroyska mál- tindinum. -jm Uni aftur á landsliðið TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Óvæntað megnaði Vassily Ivanchuk at vinna hálv- finaluna ímóti favorittinum og sitandi Fide-heims- meistaranum Viswanathan Anand. Tey fyrstu trý talv- ini endaðu jøvn, men í fjórða og seinasta talvinum eydnaðist tað Ivanchuk at vinna við svarta fólkinum. Anand leikti óvanliga passivt og ætlaði helst at knekka Ivanchuk - sum er kendur fyri sínar ringu nervar - í umdysti. Men so varð ikki, tí Ivanchuk hevði henda dagin nervarnar á røttum plássi, og vann eitt gott talv. Mótstøðumaðurin hjá 32 ára gamla Ivanckuk í final- uni verður landsmaðurin Ruslan Ponomariov. Sostatt ein rein ukrainsk finalan, sum eingin framanundan hevði væntað. Ponomariov er einans 18 ára gamalur og hevur telvað væl sterkari enn hansara 2684 ratingtal sigur. Í hálvfinaluni vann hann heldur óvæntað á russinum Peter Svidler við somuleiðis trimum javn- leikum og einum sigri. Ivanchuk má metast sum lítil favorittur í finaluni við sínum ratingtalið áljóðandi 2731. Finalan verður leikt í Moskva í døgunum 16-26. januar, har átta talv skulu telvast. Kvinnu-HM Shu Chen úr Kina vann Kvinnu-HM. Hon vann á russisku Alexandru Koste- niuk eftir umdyst. Flest fólk vónaðu at Kosteniuk fór at vinna meistaraheitið, eftirsum hon bert er 17 ára gomul, men helst hevur hennara útsráling og vakra útsjónd helst eisini spælt stóran lut í valinum um hvørjum ein skuldi halda við. Men útsjónd er ikki nokk í talvi, og kinverjin vann uppiborið finaluna. Heimsins fremst kvinnu- ligi telvarin Judit Polgar, hevði ivaleyst vunnið kvinnu-HM, men hon valdi sum væntað at stríðast saman við monnunum. Hon bleiv tó longu í 2. umfari útsligin av Vadim Milov, sum telvaði í 3rd Tórshavn International í fjør. Unglingar til Stokkholm Tríggir av okkara fremstu unglingum, Hans Kristian Simonsen, Martin Poulsen og Olaf Berg, fara um jóltíðir at luttaka í stóru Rilton Cup kappingini í Stokkhom. Teir hava í felag tikið hesa avgerð, og saman við teimum til Svøriki fer næstformaðurin í Talv- sambandi Føroya, Martin Berg sum ferðaleiðari. Rilton Cup, sum er ein opin kapping, er kend víða um og er altíð væl mannað við fleiri stórmeistarum og øðrum sterkum telvarum. Kappingin verður í døg- unum 27. desember — 05. januar. Fjórða og seinasta talv í hálvfinaluni er talvið hesa vikuna. Leggi til merkis passiva spæliháttin hjá Anand og hinvegin beinrakna álopsspælið hjá Ivanchuk, sum vinnur honum eina finnu. Anand,V (2770) - Ivanchuk,V (2731) FIDE WCh Moscow 13.12.2001 1.e4 c5 2.Rif3 Ric6 3.Ric3 e5 4.Bc4 d6 5.d3 Be7 6.Rid2 Rif6 7.Rif1 Rid7 8.Rid5 Rib6 9.Rixb6 axb6 10.c3 0-0 11.Rie3 Bg5 12.0-0 Kh8 13.Bd2 Bxe3 14.fxe3 (Anand ætlar sær helst gott spæl á f-linjuni, men verður seinni offur fyri júst f-linjuni) Fe7 15.Bd5 Be6 16.Fb3 Ria5 17.Fc2 Fc7 18.h3 h6 19.c4 Ric6 20.Fd1 Bxd5 21.exd5 Rie7 22.a4 f5 23.Bc3 Rf7 24.Fb3 (frúgvin er heilt úti av spælinum, møguliga hevði hon staðið betri á e2) Rig6 25.Rf2 Raf8 26.Raf1 f4! (sjálvandi!) 27.Bd2 f3! (avgerandi leikurin, sum brýtur hvítu verjustøð- una) 28.Rxf3 Rxf3 29.gxf3 Fc8! (idéin við f3 leik- inum)30.Kh2 Rf5 31.f4 Rh5 32.f5 (Anand er noyddur at offra finnuna aftur) Rxf5 33.Fd1 Ff8 34.Rxf5 Fxf5 35.Fe2 e4! 36.Fg4 (36. Dxe4 Fe5+ og svartur fær b- finnuna og vinnandi støðu) Fxg4 (støðan er kortini nú tapt hjá hvítum) 37.hxg4 Rie5 38.Kg3 exd3 39.b3 g6 40.e4 h5 41.gxh5 gxh5 42.Kf2 h4 (Anand vildi ikki pínast meir, endatalvið er tapt) 0-1 Avgerandi talvið Favoritturin koppaður Tað er ikki minst av útsjónd sínari, at 17 ára gamla Alexandra Kosteniuk er vorðin so væl dámd við talvborðini. Men hon dugir tó eisini at telva C M Y K 22 Nr. 244 - 18. desember 2001 23 Hans Birgir Hansen Eg eri í ferð við at fáa greiðu á koyrikortmáli, síð- ani at fáa greiðu á klagum viðv.: fútanum, løgreglu og politianmeldilsum! Eg eri í meira enn 30 ár gjørdur rættsleysur av und- anfarna og núverandi fúta og løgreglu og havi onga rættartrygd! Eg eri ikki viðfarin eins og vanligir borgarar av fúta og løgreglu, ið hildu ein fyri háð og spott, tá ein hevur meldað! Eg eri fyri grovari dis- kriminatión av øllum, ið hava persónligt agg, arva- fíggindar og almenningar í Havn! Eg eri offur fyri umfat- andi samansvørjing, hvat arvafíggingdar og almenn- ingar hava avdúkað! Eg eri viðgjørdur undir følskum lívstreytum av øll- um teimum, ið hva skrivað/ talað ímóti betri vitan! Eg eri aftan á lívslanga arvastríðið komin undir dagliga ignoreran av arva- fíggindum og almenning- um! Eg eri glaður fyri at hava kunnað klárað at venda dagligu mótgongd til við- gongd við almennu avdúk- ingum! Eg eri upptikin av at klára upp daglig fyribrigdi, fortíð, nútíð og skapa eina tryggari framtíð! Eg havi nógv mál at greiða í næstum! Ein rættartrygd & rættsleysur! VIÐMERKINGAR Jónfinn Olsen form. í UfM Nógv mál kunnu nevnast, tá tosað verður um Lands- sjúkrahúsið, men eg skal taka eitt av málunum her, og tað er at heita á politik- arar um at fáa arbeitt soleiðis, at barnagarðurin til Landssjúkrahúsið verður veruleiki. Nú má »politikarin« byrja at hugsa um at fáa umstøðurnar soleiðis á Landssjúkrahúsinum, at tað verður atraktivt hjá læknum og øðrum at koma henda- vegin at søkja starv á Landssjúkrahúsinum. Ein av hesum umstøðum er at bera so í bandi, at barna- garður verður veruleiki hjá Landssjúkrahúsinum. Landsstýrismaðurin skal hugsa um, meðan hann ger málið til ein »politiskan peruvelling«, eru tað tey, ið hava brúk fyri einum væl- virkandi Landssjúkrahúsi og dugnaligum læknum og dugnaligum sjúkrasystrum, ið tað gongur útyvir tá hetta ikki finst. Tí nyttar tað ikki bara hjá tí politiska myndugleikan- um at reypa av yvirskoti av pengum og høgum játtan- um til økið, tá teir veruligu fasilitetirnir, so sum ein barnagarður (ið hevði lætt almikið um umstøðurnar hjá læknum og øðrum, sum óivað tá høvdu havt nógv størri áhuga at søkt starv á Landssjúkrahúsinum) ikki er har. Og so ikki at tosa um, hvussu tað hevði betrað um møguleikarnar hjá teimum núverandi starvsfólkunum. Um landsstýrismaðurin ikki hevur meiri virðing fyri at hava eitt vælvirkandi sjúkrahúsøki á høgum fak- ligum støði í Føroyum, so er tíðin møguliga komin har til, at landsstýrismaður- in skuldi lagt frá sær, ella løgmaður kundi lagt upp í hetta so týðandi mál. Latið Føroya fólk síggja, at tit meina nakað í álvara og gera nakað við at játta pening til íløgu í barnagarð til Landssjúkrahúsið sum skjótast. Mín metan er, at stóð tað upp til Miðflokkin, so var henda játtan óivað givin fyri langari tíð síðan. Prioriterið NÚ Landssjúkrahúsið Finnleif Guttesen borgarstjóri Hetta er veruleikin tú kemur til, tá ið tú sært, at einki er avsett á fíggjar- ætlanini til útbygging av Almanna og Heilsuskúla á Tvøroyri. Næmingarnir verða raktir Tey, sum hava áhuga í hes- ari útbúgving og tað eru nógv, fara í gongd við tí í huga, at tey kunna gera út- búgvingina lidna her, men við útsøgninum frá sam- gonguni og við at hyggja at fíggjarætlanini, so verður einki bygt komandi árini. Hetta er at halda næming- arnar, sum ætla at taka alla útbúgvinga uppá 2,5 ár, fyri gjøldur og somuleiðis verða sjúklingar og gomul fyri vanbýti, tí útbúgvingin av starvsfólki í Føroyum ikki er fullfíggjað. Tvøroyrar kommuna Tvøroyrar kommuna heitti 17. september 2001 á fíggj- arnevndina um at seta kr. 750.000 av til kanningar og projektering og 1 mill til byrjan av bygging, so at hesin góði skúli kundi fing- ið betri umstøður um 1 til 2 ár. Hvussu hendan áheitanin er móttikin vísir fíggjar- ætlanin fyri 2002, tí har er einki sum helst avsett til projektering ella bygging av Almanna og Heilsuskúla á Tvøroyri. At kommunan verður hildin fyri gjøldur kunnu vit liva við, men at næm- ingarnir skulu verða sleptir uppá fjall tí samgongan ikki hevur vilja til, at gera umstøðurnar betri kann eingin uttan samgongan góðtaka. Økismenning Við at súlta málið um bygg- ing av skúlanum til eina- ferð í framtíðini, tí, sum mentamálaráharrin sigur so skal tíðin síggjast ann, skilja vit ikki. Skúlin er byrjaður, næmingar søkja í stórum tali til skúlan, umstøðurnar at leiga íbúður í Suðuroy eru væl bíligari enn í miðstaðarøkinum, so einki er til hindurs fyri, at fara undir at byggja nýggj- an skúla. Tað einasta sum kann styggja næmingar burtur er, at hølisum- støðurnar ikki verða betri innan 1-2 ár. Er hetta økismenningar- politikkur hjá samgonguni? Ein hálv útbúgving Á Almanna og Heilsuskúlanum á Tvøroyri 23