mánadagur 1. februar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 1. februar 2010
11
– fyri góðari loysn á
lækna- og sjúkra hús -
viður skift unum í Suður-
oy, skrivar Hans Pauli
Strøm, løgtingsmaður og
fyrrverandi lands stýris-
maður í heilsu málum, í
tíðargrein í dag
Læknaviðurskiftini eru trupul
nógva staðni í landinum. Tað er
ringt at rekruttera og fasthalda
kommunulæknar, ringast í
Eysturoy og Norðoyggjum. Og
tað er somuleiðis trupult at
manna læknastørvini á sjúkra
húsunum, serliga á Lands
sjúkra húsinum.
Serlig fyrilit mugu
takast fyri Suðuroy
Men vit mugu tó hava serlig
fyri lit fyri støðuni í Suðuroy, tí
hon liggur meira fyri seg
sjálvan, og tí í størri mun má
kunna líta á ta heilsuverk skip
an, sum er í oynni.
Sjálvt um støðan í Suðuroy er
kritisk upp á longri sikt, tí fleiri
av lækn unum eru komnir væl
til árs, so er støðan beint nú tó
hampiliga góð og enntá frægari,
enn hon hevur verið fyri nøkr
um árum síðani. Og hon er
frægari enn fleiri aðrastaðni í
landinum.
Samanborið við aðrastaðni er
kommunulæknaøkið í Suðuroy
minni órógvað av skiftandi
avloysarum:
• Eysturoy: av 6 størvum eru 1
og ½ í føstum starvi. Tískil
eru flestu størvini mannað
við avloysarum.
• Norðoyggjar: av 3 størvum
er 1 í føstum starvi, og hini
bæði mannað við
avloysarum.
• Suðuroy: av 4 størvum eru 3
í føstum starvi og 1 er
avloysari.
Hóast hetta er støðan í Suðuroy
viðbrekin. Men møguleikar eru
fyri at minka munandi um
trýstið av vaktarbyrðuni og
styrkja støðuna hjá kommunu
læknunum har, bæði við tillag
ingum í vaktarskipanini og við
samskipan við sjúkrahúsið.
Fleiri átøk gjørd at styrkja
Suðuroyar Sjúkrahús
Suðuroyar Sjúkrahús var til
fyri nøkrum árum síðani
mannað bert við tveimum
læknum – báðir skurðlæknar
og ótíðarhóskandi
arbeiðsumstøður á fleiri
økjum. Men síðstu fimm árini
eru fleiri stig tikin til at styrkja
støðuna á Suðuroyar
Sjúkrahúsi:
• Sum tað fyrsta varð framd
ein nútímansgerð av skurð
stovuni, so hon lúkaði somu
treytir sum í Klaksvík og í
Havn.
• Fyri tveimum árum síðani
eydnaðist tað okkum at fáa
játtan til tann triðja yvir
læknan, ein medisinskan
yvirlækna, til at styrkja lækna
manningina. Hesin varð settur
fyri einum góðum ári síðani.
• Í 2007-08 varð framd ein
nútímansgerð og digitali ser
ing av allari røntgen og
laboratoriuskipanini, sum eitt
stórt framstig fyri arbeiðs
viðurskiftini hjá læknunum
og fyri sjúklingaviðgerðina.
• Tað sama verður galdandi, nú
talgilda heilsuskipanin (við
elektroniskari sjúklingaskrá)
verður sett í verk, sum verður
ein kollveltandi broyting í
samskiftinum millum heilsu
starvsfólkini og millum
sjúkra húsini og kommunu
læknarnar.
Tá man hevur hettar í huga er
ringt at skilja politisku uppøs
ingina móti heilsupolitiska
myndugleikanum, sum ein
bein leiðis ágangur móti nýggja
landsstýrismanninum í heilsu
málum.
Man kennist við arkitektarnar
aftan fyri herferðina teir halda
seg ikki aftur. Síðu upp og síðu
niður, dag um dag, í bløðum og
tíðindaportalum, við harð rend
um skuldsetingum móti lands
stýrismanninum og Heilsu mála
ráðnum. Sum so aftur hevur sett
eld í hesa ógvisligu øsingina á
Facebook, har málið full komi-
liga er farið út av sporinum.
Grundleys villleiðing frá
leiðandi læknum
Tað er ein grundleys villleiðing,
tá leiðandi læknar í Klaksvík og
á Tvøroyri pástanda, at tað er
ætlanin hjá politiska myndug
leikanum at beina fyri teim
smáu sjúkrahúsunum.
• Tey seinni árini eru tikin
nógv stig til tess at styrkja
leiklutin hjá smáu sjúkra
húsunum.
• Nýggja sjúkrahúslógin frá
2005 lógarfestir tey 3 sjúkra-
húsini við hvør sínari leiðslu
• Men hon lógarfestir eisini, at
tey skulu samstarva.
• Tað eru yvirlæknarnir á øll-
um trimum sjúkrahúsum,
sum kunnu visitera sjúklingar
til viðgerð uttanlands.
• Álitið um Framtíðar Sjúkra-
húsverk lýsir týðandi leik
lutin sum smáu sjúkrahúsini
skulu hava í føroyska heilsu
verkinum, og tað fekk fulla
undirtøku í løgtinginum.
• Fyri einum ári síðani vóru
fyrrverandi »umsjónar
menninir« á Suðuroyar og
Klaksvíkar Sjúkrahúsi gjørdir
til sjúkrahússtjórar, til tess at
man frá politiska myndug
leikanum vildi undirstrika, at
talan var um tríggjar javn
settar sjúkrahússtjórar, ið
høvdu høvuðsábyrgdina fyri
hvør sínum stovni, men sam
stundis skuldu syrgja fyri at
fáa eitt effektivt samstarv í
lag millum tey trý sjúkra
húsini.
• Landsstýrismaðurin setti fyri
einum ári síðani bygginevnd
(har meirilutin í nevndini eru
3 leiðsluumboð frá Klaks-
víkar Sjúkrahúsi), at gera
uppskot til nútímansgerð,
harí evt. nýbygging av Klaks
víkar Sjúkrahúsi (hví ið onki
frættist frá hesi nevndini, átti
man at spurt hesi leiðandi
umboðini frá K.S. um).
Tá leiðandi læknar í K.S. og
S.S. pástanda, at ræðið til at
senda sjúklingar uttanlands er
tikið frá teimum, og øll uttan
landskontoin er løgd undir
Lands sjúkrahúsið, so er tað rætt
og slætt ósatt.
Skil mátti fáast á tamarleysu
nýtsluna til serviðgerð
uttanlands
Einasta avmarkingin, sum er
hend, er at uttanlandskontoin er
býtt upp í trý høvuðsøki – tað
medisinska, kirurgiska og
psyki atriska. Og so hava depils
leiðararnir á medisinska,
kirurg iska og psykiatriska
depli num á Lands sjúkra húsin
um fingið samskipandi upp
gávuna at hava eftirlit við pen
inganýtsluni, at hon ikki fer
upp um tað, sum játtanin er á
fíggjarlógini. Men umsitingar
liga ábyrgdin av allari kontoini
til serviðgerð uttanlands liggur
framvegis hjá sjálvum Heilsu
málaráðnum. Og politiska
ábyrgd in hjá landsstýris mann
inum.
Beinleiðis orsøkin til hetta
var, at nýtslan á kontoini til
serviðgerð uttanlands gjørdist
fullkomiliga tamarleys í 2008,
sum endaði við eini meirnýtslu
upp á heilar 17 mió. kr. Lækn-
arnir gjørdu sum tað passaði
teimum, sendu fólk til við gerð
ar uttanlands, uttan at hava
minsta fyrilit við peninga
nýtsluni. Og hóast heitt varð á
teir um at halda aftur, so helt
tann øgiligi vøksturin í nýtsluni
fram við fullari ferð fyrstu
mánaðirnar í 2009.
Tí var undirritaði sum táver
andi landsstýrismaður noyddur
at seta bremsurnar í og taka til
hetta stig, at fáa betri eftirlit við
og tamarhald á nýtsluni. Hetta
varð gjørt í juni 2009 – uttan at
tað tó forðaði fyri at lands
stýrismaðurin stutt eftir misti
høvdið, m. a. av meirnýtsluni á
serviðgerðini uttanlands.
Politiska øsingin móti
landsstýrismanninum er
skaðilig
Eg skilji ikki, at leiðandi fólk,
sum áttu at sýnt ábyrgd, royna
at birta uppundir hesa politisku
øsingina um lækna og sjúkra
húsviðurskiftini, tá ein bein
leiðis avleiðing er, at hetta
stríðið skapar ótryggleika
millum fólk og undirgravar
álitið til okkara heilsuverk.
Tað er eisini harmiligt at
síggja, hvussu politiska øsingin
um lækna og sjúkrahúsviður
skiftini hava elvt til eina parta
politiska opportunismu, har vit
síggja summar lands og
kommunupolitikarar royna at
sláa politiskan platt upp á
áleikandi stríðið – ikki bara
millum flokkar í samgongu og
andstøðu, men eisini innanhýsis
millum politikarar í flokkunum.
Alt hetta leggur eitur fyri at fáa
eina góða loysn á málinum.
Eg vóni, at fólk sissast og
skilja, at heldur man fram við
hesi politisku øsingini móti
landsstýrismanninum í heilsu
málum, leggur man haraftrat
beinleiðis fótonglar fyri arbeiði
hansara at fáa undirtøku – bæði
politiska og fíggjarliga – fyri
eini góðari loysn. Vil man hin
vegin stuðla royndunum at fáa
eina góða loysn viðvíkjandi
kommunulæknunum og styrkja
støðuna hjá báðum teim smáu
sjúkrahúsunum, so eigur man at
stuðla landsstýrismanninum í
arbeiðinum og ikki mót
arbeiða honum, tí fær so ongin
nakað gott burturúr.
Men hvar eru sjúkra
hússtjórarnir?
Í fjølmiðlum eru nógvar sam-
røður, greinar, tíðindaskriv,
viðmerkingar o.a. upp í saman
aftur við somu fáu persónum
frá S.S. og K.S. Ofta verður
hetta útlagt sum verandi vegna
»leiðslurnar« á sjúkrahúsunum.
Men eg hvørki síggi ella
hoyri stjórarnar! Hvar eru teir í
allari hesi øsingini? Hvar eru
teir í øllum hesum áganginum
móti teirra landsstýrismanni?
Er tað so galið, at teir bara
goyma seg aftan fyri skjúrtu
faldin á nøkrum óstýriligum
yvirlæknum, og lata teir fýra
kanónirnar av?
Eg og onnur við høvdu fegin
sæð, at hesir góðu stjórar nú
»traðka í karakter« taka sær
um reiggj, og gera sítt til at fáa
hetta fullkomiliga avsporaða
málið aftur á beint. Og gerast
meiri framfýsnir í størstu
avbjóðingini: at fáa okkara
sjúkrahúsverk at virka sum
eind.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Latið ikki politiska upp-
øsing spilla arbeiðið
tíðargreinin
Hans Pauli Strøm,
øgtingsmaður
Tíðargreinin