Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 21 - 1. februar 2010 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Prógv Marita Thomsen úr Hoyvík hevur lokið masterprógv sum ráðstevnutulkur, master of Conference Inter­ preting with Distinc­ tion, frá University of Westminster í London. Marita starvast nú í ES­tinginum, har tulkar úr sponskum, fronskum og donskum til enskt. Dagurin 1. februar. Brigida, deyð ár 523. Henda franska halgikvinna stovnaði kleystur í Kildare, og er í Írlandi líka høgt í metum sum sjálvur Pátrikur, sum var ápostul Írlands. Sama navnið sum tey føroysku Birita og Brita. Upprunaliga keltiskt navn, sum merkir hin høga ella ljómandi. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Merkisdagar 80 ára føðingardagur Mánadagin 1. feb. verður Hans Poulsen, Klaksvík, ættaður av Eiði, 80 ár. Føðingardagurin verur hildin 6. feb. hjá dótturini í Kristiansgøtu 37, Hoyvík frá kl. 17. Silvurbrúdleyp Týsdagin 2. feb. hava Jóhan Petur S. og Lis Olsen silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í kafeteria í Kelduni í Skálafirði týskvøldið 2. feb. frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúðleyp Mánadagin 1. feb. hava Guðrun og Poul Øregaard, Kollafjørð, gullbrúðleyp. Dagurin verður hildin í Danmark saman við børnunum. Gullbrúðleyp Hósdagin 4 feb. hava Oda og Árni Frederiksberg, á Strondum, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin fíggjakvøldið 19. feb. frá kl. 18 í Kelduni í Skálafirði. Diamantbrúdleyp Fríggjadagin 5. feb. hava Aðalbjørg og Sigurd Joensen í Oyndarfirði diamantbrúðleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík leygardagin 6. feb., kl. 15, har øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 6. feb. giftast Niza Pardillo, av Filips­ oyggjunum og Hans Hilmar Johannesen av Toftum. Vækomst verður á Svangaskarði kl. 19. Tey, ið ynskja, at gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um, at siga frá á tlf. 748134/448134 innan 2. feb. Prógv Malan Magnusardøttir Gøthe, Norðragøtu, hevur tann 6. nov. 2009 lokið prógv sum Cand.jur. á Københavns Universitet. Prógv Marita Thomsen úr Hoyvík hevur lokið masterprógv sum ráðstevnutulkur, master of Conference Interpreting with Distinction, frá University of Westminster í London. Marita starvast nú í ES­tinginum, har tulkar úr sponskum, fronskum og donskum til enskt. Prógv Guðrið Vinther Hansen, Tórshavn hevur tann 22. jan. lokið prógv, sum professionsbachelor námsfrøðingur á University College Nordjylland. Týsdagin 2. februar, á kynd­ ilsmessu, verður Elinborg Samson í Klaksvík 60 ár. Hon hevur í mong ár havt frisørstovu í Gerðum í Klak­ svík. Elinborg er ættað úr Gerð­ um. Pápin var Jógvan Mart­ in Joensen, bóndi í Niðri­ stovu, og mamman var Anna, fødd Hansen og ætt­ að úr Nornastovu í Mikla­ dali. Anna og Jógvan Mart­ in fingu trý børn, sum øll búgva í Klaksvík: Andras (1945), Elinborg (1950) og Hjørdis (1955). Beinanvegin eftir at Elin­ borg sum 15 ára gomul hevði biðið skúlanum far­ væl, fór hon í læru, og síð­ ani 1965 hevur frisørarbeið­ ið fylt nógv hjá henni og hennara. Elinborg lærdi hjá Bertu Larsen úti á Forna­ gørðum. Berta hevði fleiri lærlingar og fór seinni at arbeiða saman við dóttrina Sólrun. Tá ið lærutíðin var lokin, fór Elinborg sum 20 ára gomul undir egið virkið. Tað hevur hon við stórum ídni og nærlagni røkt inntil fyri fáum mánaðum síðani. Tað vil siga í næstan 40 ár. Tey fyrstu árini var salongin í kjallaranum hjá fastrini Ellu og Ámundi Poulsen í Gerðum. Í 1977 varð flutt oman um vegin í nýggja salong, og har hava Elinborg og starvslið henn­ ara síðani hildið til. Hon hevur útbúgvið sjey lærling­ ar – úr Klaksvík og úr Eyst­ uroy ­ og onkrir teirra hava í styttri og longri tíðarskeið, eftir at lærutíðin var lokin, arbeitt hjá Elinborg. Tað hevur verið og er nógv lív í frisørstovuni í Gerðum. Eyðkent hevur ver­ ið, at kundarnir kenna seg væl, og tænastustøðið er høgt. Í november 2009 gavst Elinborg sum meistari. Hon leigar frisørstovuna út, men hon heldur fram at arbeiða sum sveinur. Annika Poul­ sen, sum var lærlingur, er nú meistari. Elinborg giftist í 1974 við Ólavi Samson, sum er ættaður av Stongunum. Elinborg og Ólavur eiga hugnaligt heim á Biskups­ støð, har tey búgva saman við synunum. Teir eru Ják­ up føddur í 1981, Jógvan føddur í 1983 og Ari føddur í 1989. Elinborg er omma at Tóka, sum Jógvan eigur saman við Vivian Bjartalíð. Í frítíðini hevur Elinborg dámað væl at fingist við handarbeiði, eitt nú tøving. Hon hevur sungið í kóri í Emmaus og Klaksvíkar Sang­ felag. Fyri fýra árum síðani bygdu Elinborg og Ólavur sær summarhús í Mikladali, og har dámar teimum og synunum væl at vera. Føðingardagin verður morgunkaffi heima við hús. J Elinborg Samson 60 ár Týsdagin 2. februar, á kyndilsmessu, verður Maria Andreassen Hentze í Havn 60 ár. Maria í Ullvøruhúsinum, sum hon altíð hevur verið nevnd, er sjúkrarøktarfrøðingur, og nógv komast við hana fyri hennara yndisliga sang og guitarspæl. Maria er havnarfólk. Pápin var Leivur Andreasen ella Leivur í Ull­ vøruhúsinum, og mamman er Kirstin fødd Guttesen og ættað av Tinghús­ vegnum. Kirstin og Leivur fingu tvey børn – Mariu (1950) og Jens (1953). Maria vaks upp í Ullvøruhúsinum, har nógv fólk kom á gátt, og har gesta­ blídnið var stórt. Pápin hevði verkstað, og so var handilin í Ullvøruhúsinum undir somu lon. Eftir barnaskúlan í kommunuskúl­ anum fór Maria í Hoydalar, har hon leyk realprógv, og áðrenn hon fór at læra til sjúkrasystir, var hon á bíbliu­ skúlanum Capernwray í Onglandi og á húsarhaldsskúla í Århus. Í 1973 leyk Maria prógv sum sjúkra­ røktarfrøðingur á Sjúkrarøktafrøðis­ skúla Føroya. Hon hevur starvast á føðideildini og á psykiatriska deplin­ um, har hon framvegis er í starvi. Í nøkur ár búði Maria í Kanada, har hon fekk kanadiska autorisatión og arbeiddi sum sjúkrasystir. Ikki minst í starvinum sum sjúkrasystir hevur hennara fyrikomandi og blíða lyndi verið kærkomið. Maria eigur fýra børn: Lena (26.09.1974), Leif (01.01.1976), Lars (08.11.1984) og Lisa (22.09.1989). Lena er gift Niclasi Johannesen úr Saltangará, og Leif er giftur Bjørg Mohr úr Fuglafirði. Øll børnini búgva í Havn uttan Leif, sum býr í Fuglafirði. Maria eigur eitt ommubarn, Kate And­ erssen, í Fuglafirði. Alla sína tíð hevur Maria nýtt sína fínu songrødd – í barnakórinum hjá Hans J. Højgaard í Kommunuskúlanum, í kórum í Ebenezer og sum solosangari. Fyrst í sjeyti árunum gav hon í Kanada út LP plátu, Maria, við enskum og onkrum føroyskum sangi á, og í 2004 kom fløgan út, sum síðani hevur verið heilt nógv at hoyra. Maria syngur solo, og hon syngur saman við báðum døtrunum, mammu síni, beiggja sín­ um og á onkrum sangi eru sangarar úr Dupultkvartettini í Ebenezer at hoyra. Í 2006 giftist Maria við Páll Hentze heiman av Sandi. Páll er maskinmeist­ ari og siglir úti. Tey búgva í vestur­ býnum, og nú Maria fer um tey seksti, eru tey í heitari londum. J Maria í Ullvøruhúsinum 60 ár