mánadagur 1. februar 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. februar 2010 – Nr. 21
Formaðurin í Svimji sam
bandinum, Jon Hestoy,
er sera fegin um tann
stuðul, Pál Joensen fær.
– Svimjingin hevur heilt
klárt fingið ein status, hon
ikki altíð hevur havt, sigur
hann
– Tað má kennast fantastiskt hjá
Páli, at hann nú merkir uppbakn
ingin, sum er. Hesin stuðulin, hann
nú hevur fingið, fer at gera lívið
lættari hjá honum, samstundis sum
stuðulin frá landinum syrgir fyri
kappingunum og tí, sum skal til har,
sigur Jon Hestoy, ið taldist millum
tey mongu, ið vóru til móttøkuna
seinnapartin leygardagin, tá Pál
Joensen fekk P/f Leif Mohr sum
høvuðsstuðul.
– Hetta er ein staðfesting av, at
fólk síggja, at vit hava nakrar fram
úrskarandi verkætlanir í svimjingini.
Tað er sjáldan, at vit hava sæð
sovorðið sum hetta, at ein fyritøka
vil gera nakað serligt og tí vil stuðla
Pál. Hetta er gott fyri svimjingina,
sum heilt klárt hevur fingið ein
status, hon ikki altíð hevur havt.
Jon Hestoy vísir eisini á, at 2009
ikki bleiv tað árið samanumtikið,
sum Pál ella nakar annar hevði
ynskt, men at nýggi stuðulin kann
hjálpa honum væl á leið í 2010.
– Eg trúgvi, at mest av øllum
brennir Pál fyri, at 2010 verður árið,
tá hann fær prógva sítt virði og
uppfylt tað potentiali, sum tað er
heilt týðiligt, at hann hevur. Lat
okkum so vóna, at tað eisini fer at
eydnast, sigur formaðurin í
Svimjisambandinum.
Tómhentur úr Silkeborg
Senegalesiski B68framherjin, Ahmed Keita, sum hevur verið til
royndarvenjing í danska felagnum, Silkeborg, kemur nú heimaftur til
B68, tí sáttmáli ikki spurdist burturúr. Hinvegin hevur Silkeborg, sum
frammanundan hevur føroyska landsliðsspælaran, Christian
Lamhauge Holst, í hópinum, sýnt størri áhuga fyri 19 ára gamla
Sandro Spasojevic, ið eisini hevur verið til royndarvenjing har í eina
viku.
Lava skoraði fyri Frem
Andreas Lava Olsen skoraði og vann eitt brotsspark í
venjingardysti fyri Frem ímóti Brønshøj í farnu viku, umframt
at hinir báðir føroyingarnir í felagnum, Bogi Løkin og Jónas
Þór Næs, eisini vóru partur av sigrinum. Í steðginum fór
Andreas út og Bogi kom inn á miðvøllin og Jónas Þór inn á
høgra bakk. Frem hevði fleiri møguleikar í seinna hálvleiki og
fekk eitt mál, so dysturin endaði 20.
Skilagóð satsing
Nú ein privat fyritøka hevur givið sítt íkast oman á
almenna stuðulin til okkara fremsta ítróttarmann,
eru møguleikarnir hjá Páli Joensen nógv størri enn
áðrennð
Ítróttarklumman
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Síðstu vikuna hava vit sæð
íslendingar mótprógva, at ein lítil
tjóð ikki eisini kann standa seg í
liðítrótti. Við sínum 300.000
íbúgvum megnar Ísland at
manna eitt hondbóltslandslið, ið
stendur seg í kappingini við tey
allarbestu. Ikki bara eigur Ísland
besta landslið í Norðurlondum,
men eisini triðbesta landslið í
Europa, sum telur gott og væl 700 milliónir íbúgvar!
Annars verður altíð sagt, at skulu Føroyar gera seg galdandi í ítrótti
á altjóða stigi, so má tað vera við onkrum úrmælingi, ið kann taka seg
fram í einstaklingaítrótt. Hondina á hjartað, so eiga vit tíverri einki
landslið, ið kann fremja eitt bragd, ið kemur tí íslendska til knýggja,
so í okkara føri er helst skilagott at taka hin møguleikan.
Hetta er so sanniliga eisini ein møguleiki, tí í løtuni eiga vit ein av
heimsins bestu svimjarum. Hann hevur ikki somu
venjingarmøguleikar sum mótstøðumenninir, men kortini drívur
hann á og vísir í verki, hvussu stóran týdning tað hevur, at viljin er har
og at farið verður eftir málinum. Vit hava sæð, at hann hevur sínar
javnlíkar í heimselituni, og tí skal hann sjálvandi hava allan tann
stuðul, ið gevast kann í slíkum føri.
At Pál aftur í ár fær ein munagóðan part av tí, sum almennu
Føroyar hava játtað á fíggjarlógini til úrvalsítrótt, er at fegnast um.
Tað gevur neyðugu karmarnar, so okkara fremsti ítróttarmaður kann
fara til tær kappingar, har hann kann gera seg galdandi. Í
veruleikanum skuldi tað bara manglað!
Men so mikið meira er at fegnast um, at ein privat fyritøka – enntá
óbiðin – tekur tað næsta stigið, so Pál kann fyrireika seg, venja og
liva, so hann hevur optimalar umstøður at røkka teimum úrslitum, ið
játtanin annars røkkur til.
Hetta er skilagóð satsing, ið fær »síðstu brikkarnar upp á pláss,« so
ein meining veruliga verður við stuðlinum annars. Flott, P/f Leif Mohr,
og góða eydnu, Pál!
– At Pál hevur fingið ein
góðan høvuðsstuðul,
lættir um hjá okkum, sigur
formaðurin í Suðuroyar
Svimjifelag, Marlon Kjærbo
– At vera formaður í einum felag
sum Suðuroyar Svimjifelag, er ein
kapprenning um pengar hvønn
einasta dag, fyri at fáa tað at mala
runt. Tí eru vit sera takksom fyri, at
P/f Leif Mohr stuðlar Páli í hesum,
sigur Marlon Kjærbo, sum nýliga er
blivin formaður í Suðuroyar
Svimjifelag.
– Hetta ger, at vit kanska kunnu
taka tað eitt sindur meira róligt, tá
tað snýr seg um at renna eftir
pengum. Men tá tú sært hesi ungu í
hylinum og tað arbeiði, tey leggja í
tað, so hugsar tú, at tað er alt stríðið
vert.
Marlon sigur, at tað hevur verið
ein trupulleiki, at felagið bara hevur
havt ein venjara, Jón Bjarnason, ið
haraftrat hevur verið nógv burturi
við Páli. Men nú felagið hevur
fingið ein venjara aftrat, Sheilu
millum Garðarnar, er tað blivið
nógv meira sum ein eind.
– Tað er ein stór avbjóðing fyri
felagið, at vit hava nógvar og góðar
svimjarar – og so eina stjørnu.
Veruleikin er, at vit hava ringt við at
fylgja við Páli, tí hann er blivin so
mikið stórur. Men samstundis er tað
ein gularót fyri hinar ungu
svimjararnar hjá okkum, at vit hava
hann í felagnum, sigur Marlon
Kjærbo.
– Tá vant verður, svimur hann í
eini geil fyri seg sjálvan, og so venja
hini við síðuna av. Eg haldi, at tað
hevur hjálpt fleiri av hinum, sum
eru á veg, at tey kunnu síggja upp
til hann.
Svimjingin fingið
status
Lættir um hjá okkum
Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandinum, vónar nýggi stuðulin
fer at hjálpa Pál Joensen at røkka sínum málum fyri 2010
Mynd: Trúgvi Dam
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Marlon Kjærbo, formaður
í Suðuroyar Svimjifelag,
heldur tað vera gott, at
ungu svimjararnir í felagnum
kunnu síggja upp til Pál
Mynd: Trúgvi Dam