mánadagur 1. februar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 1. februar 2010 – Nr. 21 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 15
Afrikanarar á Toftum
Í næstum koma tveir senegalesiskir spælarar til royndarvenjing
hjá B68, annar miðvallarspælari og hin framherji. Hetta eru
landsmenn hjá Keita og Ndende, sum hava roynst B68 sera væl,
og sum báðir komu aftur á Toftir í gjár. Sambært heimasíðuna
hjá Kringvarpinum kemur bara framherjin til Føroya fyrst, tí enn
eru ikki øll tey neyðugu loyvini hjá hinum spælaranum komin
upp á pláss.
KÍ-kappingin aftur í ár
Hóast KÍ komandi kappingarár fyri fyrstu ferð ikki verður at
síggja í fremstu føroysku fótbóltsdeildini, er sumt enn, sum tað
plagar at vera. Millum annað verður KÍ aftur í ár vertur fyri
árligu Klaksvíkskappingini, sum verður vikuskiftið 27. og 28.
februar. Umframt KÍ, fevnir kappingin hesa ferð eisini um HB,
EB/Streym og Víking. HB vann Klaksvíkskappingina í fjør.
– Pál er ein ungur ítróttar-
maður við stórum og
ambitiøsum ætlanum,
umframt at hann er mið-
vísur og arbeiðir hart. Tí
vildu vit gera nakað serligt
burtur úr honum, nú vit
fylla 75 ár í ár, sigur stjórin
í P/f Leif Mohr, Leivur Holm
Eini hálvthundrað fólk vóru komin í
hølini hjá P/f Leif Mohr leygardagin,
tá fyritøkan hevði bjóðað til mó t
tøku, tí ætlanin var at heiðra einum
av okkara fremstu ítróttarfólkum.
Mong høvdu óivað gitt tað, men tá
Pál Joensen sást mitt í manna
múgvuni, ivaðist eingin longur í,
hvør var høvuðspersónur hesa
seinnapartsløtuna á Hoyvíksvegi
53.
Stjórin í P/f Leif Mohr, Leivur
Holm, var heldur ikki í iva, tá hann
fekk orðið og greiddi frá, hví valt
var at gera serliga nógv burtur úr
júst Páli í ár, nú fyritøkan í ár fyllir 75
ár.
– Vit vildu markera hetta árið við
nøkrum serligum, og av tí at Pál er
ein ungur ítróttarmaður við stórum
og ambitiøsum ætlanum, umframt
at hann er miðvísur og arbeiðir
hart, fall valið á hann. Vit vilja royna
at hjálpa honum at taka tey allar
síðstu fetini heilt upp á tindarnar,
segði Leivur Holm.
– Pál er ein stór fyrimynd fyri
føroyskan ungdóm og føroysk
ítróttarfólk, og sum støðan er í
løtuni, er eisini brúk fyri fyrimynd
um.
Stjórin í P/f Leif Mohr ásannar
eisini, at tankin um tað, sum fyri
tøkan og Pál hava til felags, eisini
telur sítt. Hann sigur, at hóast
fyritøkan er gomul, er hon ung í
sinni, og vil við hesum eisini vísa, at
hon arbeiðir við miðvísum
ætlanum fyri framtíðina.
– At vit nú hava valt at stuðla Páli,
er eitt eyka átak í ár, tí hetta er eitt
serligt ár hjá okkum. Vit hava altíð
roynt at stuðlað ítróttinum, og
hetta merkir ikki, at einki verður til
nakað annað. Hinvegin kundi tað
væl hent seg, at vit fara at halda
fram við samstarvinum við Pál, tá
hetta árið er farið – serliga, um tað
fer at gangast honum øgiliga væl,
sigur Leivur Holm.
– Tað er øgiliga deiligt, at
eg nú kann hugsa meira
um svimjingina og minni
um útreiðslurnar. Hetta
kann hjálpa mær at røkka
málunum, eg havi sett
mær fyri 2010, sigur Pál
Joensen, sum leygardagin
fekk P/f Leif Mohr sum
nýggjan høvuðsstuðul
Hava Pál Joensen og fólkini kring
hann stúrt eitt sindur fyri, um tað
fór at bera til at leggja líka nógva
orku í svimjingina í 2010, sum gjørt
var í 2009, er henda stúran eftir
fáum døgum horvin sum døgg fyri
sól.
Fyrst kunngjørdi Ítróttarsam
band ið, at Pál aftur í ár fær bróður
partin av pengunum, ið játtaðir eru
á løgtingsins fíggjarlóg til úrvals
ítrótt, og harvið var ein hálv millión
tøk til tær ymsu kappingarnar, sum
eru á skránni. Og leygardagin kom
tað síðsta upp á pláss, tá Pál skriv
aði undir eina avtalu við P/f Leif
Mohr, sum stuðlar honum við
einum rundum, sekssifraðum
krónu tali í 2010, umframt at hann
fær ein Audi A3 at koyra í.
– Eg haldi, at tað er øgiliga flott
av teimum, at teir komu til mín, tí
hetta er nakað, ein ítróttarmaður
hevur nokk so nógv brúk fyri, tá
talan er um nógva venjing, sigur Pál
Joensen, ið ásannar, at stuðuls
avtalan kann hjálpa honum at
fokusera enn meira á sjálva
svimjingina.
– Tað er øgiliga deiligt, at eg nú
kann hugsa meira um svimjingina
og minni um útreiðslurnar. Hetta
kann hjálpa mær at røkka málun
um, eg havi sett mær fyri 2010, tí
tað verður lættari at fáa tað
fíggjarliga at hanga saman.
Brúkar royndirnar
Í fjør fekk Pál 350.000 krónur frá
landinum, og tað hjálpti honum
væl, so hann fekk verið við til fleiri
stórar kappingar uttanlands.
Hæddarpunktið var World Cup
gullið í Moskva, umframt góða hálið
á Oyggjaleikunum, meðan tað
kanska ikki gekst so væl í
HMkappingini í Rom og
EMkappingini í Istanbul.
– Tað var eitt sindur upp og niður
í fjør, og tá eg skuldi svimja væl,
riggaði tað ikki ordiliga. Men eg
betraði meg nógv og kom á nógv
hægri stig, enn eg havi verið
áðrenn, so nú vænti eg, at royndir
nar fara at hjálpa mær at fáa meira
burturúr í 2010, sigur Pál, sum nú
fær frið og náðir at fyrireika seg.
– Eg vóni, at tey hjá P/f Leif Mohr
fáa nógv burtur úr hesum eisini, og
tað vil eg gera mítt til. Kanska eru
ikki so góðir møguleikar til tað, tá
eg eri burturi, men eg fari so at
gera mítt besta, sigur ungi
svimjarin í Vági.
Pál fingið
høvuðsstuðul
Løn fyri hart arbeiði
Leivur Holm, stjóri í P/f Leif Mohr, og Pál Joensen skrivaðu
seinnapartin undir eina avtalu, ið ger fyritøkuna til
høvuðsstuðul hjá svimjaranum í 2010
Mynd: Trúgvi Dam
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Pál Joensen væntar og vónar, at hann í 2010 kann brúka sínar
royndir til at fáa frægari úrslit, tá tað veruliga ræður um, so sum í
HM- og EM-kappingunum
Mynd: Trúgvi Dam