Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. februar 2010 – Nr. 21 Tjaldur gjørdi sín part av arbeiðinum liðugt, áðrenn fyrri hálvleikur var lokin, og so hevði Neistin ikki tað stóra at siga At kvinnukappingin er ein kapp­ renning, sum einvíst stendur millum Stjørnuna og Tjaldur, varð undir­ strikað í høllini á Hálsi sunnudagin. Neistin, sum er liðið, ið liggur aftan fyri oddin, megnaði í øllum før um ikki at geva nakað serligt prógv um, at tær kunnu skala frem ru liðini. Tað kann væl vera, at Neistin skor­ aði tey trý fyrstu málini í dystinum, men tað fekk bara ferð á Tjaldur, sum við fullari ferð setti seg á restina av fyrra hálvleiki. Í longum løtum vórðu tær bláu bara at rokna sum statistar, og so munaði tað ógvuliga lítið, at gestir nir dempaðu ferðina heilt nógv eftir steðgin. Kanska høvdu tær hug at dempa ferðina ov nógv, tí veruleikin er ei sini, at Neistin væl kundi skapt eitt sind ur av spenningi eftir steðgin. Munurin endaði niðri á seks mál­ um, men var tað ikki fyri fleiri teknisk mi s tøk og enn fleiri góðar bjarg ing ar frá Guðrun í Lágabø, kundi heima liðið kanska skapt nakað av spen n ingi í. Men júst evnið at sleppa undan ov nógvum mistøkum er van liga eitt av eyðkennunum hjá ein um oddaliði, og í so máta undir strikaði dysturin bara tann mun, sum er. VÍF var ongan tíð nær ná mind nakrari sensatión móti Stjørnuni, sum saman við Tjaldri bara bíðar eftir FM-finaluni Tað gongur ikki nakran serligan veg at skapa spenning um tey bæði finaluplássini í Sunset­deildini. Higar til hava hvørki Stjørnan ella Tjaldur sýnt nøkur tekin um veik­ leika, tá spælt hevur verið móti niðaru liðunum, og tann søgan varð endur tikin í Vestmanna sunnudagin. Frá byrjan var tað Stjørnan, sum setti seg á dystin. Eftir fyrsta korterið stóð 2­8 á talvuni, og so var spenn­ ingurin líka sum tikin úr uppgerðini. Eftir hetta setti Stjørnan ferðina nakað niður, men tað var ongan tíð so leiðis, at veruligur spenningur kom í. Um knappar tvær vikur hittast somu lið í steypafinaluni, og eingin ivi er um, at VÍF hevur vónir um, at tær ta ferðina kunnu gera eitt sindur meira við mótstøðuna. Skala tað henda, so er tó eingin ivi um, at VÍF skal raka besta dagin á árinum, og so er spurningurin, hvussu fer at gangast við teirri ætlanini. DM-silvur í inniróðri Magnus D. Madsen úr Havn, sum í summar fer at rógva við Hoyvíkingi, vann leygardagin silvur í kappingini um danska meistaraheitið í inniróðri, tá hann róði 2.000 metra teinin við tíðini seks minuttir og 3,2 sekund. Hetta var fýra sekund frá vinnaratíðini, men Magnus fekk – eftir ein framúrskarandi endaspurt – somu tíð sum ein annar, so latin vórðu tvey silvurmerki og einki bronsumerki. Jóannes hjálpir HB Leygarkvøldið kunngjørdi HB, at Jóannes Jakobsen næstu tvey árini skal vera hjálparvenjari hjá nýggja HB­venjaranum, Kristján Guðmundsson, sum í heyst var settur at venja Vodafone­liðið hjá føroyameistarunum. Jóannes Jakobsen hevur sín uppruna í HB, sum hann eisini fyrr hevur spælt við og vant, umframt at hann hevur verið spælari og venjari hjá feløgum sum VB, KÍ, B68, B36 og AB. VÍF-Stjørnan 18-29 (7-15): Toppurin gongur fyri seg Neistin-Tjaldur 24-30 (9-18) 10 min: 3­4 20 min: 5­14 40 min: 14­22 50 min: 17­28 Málskjúttar Neistin: Katrin á Neystabø 11(5), Unnur Danielsen 5, Anja Heinadóttir 2, Rakul Augustinussen 2, Lina Andriulyte 1, Marjun F. Danberg 1, Birita Wardum 1, Unn Kragesteen 1 Tjaldur: Adina Petrea 9, Annika Thomsen 6, Heidi Svedal 4, Cornelia Rimbu 4(2), Mary­Ann Zachariassen 3, Alina Olaru Anghel 3(1), Jóhanna í Króki 1 Brotskøst: Neistin 6, Tjaldur 4 Útvísingar: Neistin 3, Tjaldur 2 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA VÍF-Stjørnan 18-29 (7-15) 10 min: 1­5 20 min: 6­11 40 min: 11­20 50 min: 15­23 Málskjúttar VÍF: Heidi Joensen 5(1), Agnas Olsen 2, Elisa Leo 2, Liljan Djurhuus 2, Rakul Joensen 2, Linda Davidsen 2, Finngerð Jensen 1, Marita á Rógvi 1, Halla Midjord 1 Stjørnan: Simona Petersen 9(1), Durita Ljósstein 4, Durita Christophersen 4, Joan M. Djordjevic 3(1), Valentina Suciu 3, Judit Hansen 3, Durita Mikkelsen 1, Anna Kristina Samson 1, Una Olsen 1 Brotskøst: VÍF 2, Stjørnan 2 Útvísingar: VÍF 1, Stjørnan 4 Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA Neistin-Tjaldur 24-30 (9-18): Avgjørdu upp á 20 minuttir Talan var um undansýning av steypafinaluni, og hendan bendi ikki á, at stórvegis spenningur verður í finaluni jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk