Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 1. februar 2010 – Nr. 21 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17 Trúgvin komin aftur Sigurin á StÍF hevur kveikt vónina hjá VB um, at tað ber til at lívbjarga sær í Sunset-deildini - Hatta var øgiliga gott. Sigurin hevði alt at siga hjá okkum, tí sjálvandi er tað einki stuttligt, um tú bara upplivir tap. Orðini eigur ein væl nøgd Christina Holm hjá VB, sum saman við liðfeløgunum fegnaðist um, at næsti sigurin á árinum var komin til høldar. - Sjálvandi er tað framvegis trupult hjá okkum, tí vit mugu vinna útidystirnar móti bæði StÍF og VÍF. Í so máta hevði sigurin alt at siga, tí taptu vit, so var liðugt. Men avrikið í dag ger eisini, at vit veruliga hava eina trúgv uppá, at tað kann bera til. Verjuparturin riggaði nógv betur, enn hann hevur gjørt í allan vetur, og í álopinum gekk eisini heilt væl. Migle ger sjálvandi stóran mun, og eisini spælda Svava Vestergaard ein branddyst á veinginum, sigur Christina Holm. Botnstríðið 07.02 StÍF-Neistin 07.02 Stjørnan-VB 07.02 Tjaldur-VÍF 14.02 VB-Tjaldur 21.02 StÍF-Stjørnan 21.02 Neistin-VÍF 21.02 Tjaldur-VB 28.02 VÍF-StÍF 28.02 VB-Neistin 07.03 VÍF-VB 07.03 Tjaldur-StÍF 14.03 StÍF-VB 14.03 Stjørnan-VÍF 21.03 VÍF-Tjaldur 21.03 Neistin-StÍF 21.03 VB-Stjørnan Tá mest stóð á eydnaðist tað hjá VB at vinna tvey stig, soleiðis at liðið enn heldur fast í bjargingarlínuni VB er framvegis niðasta liðið í Sun- set-deildini, og enn sum áður hóttir niðurflytingin liðið. Undan dystinum hesa ferð hevði lið ið veruliga knívin á barkanum. Tap ið á heimavølli móti VÍF bar við sær, at treytirnar til liðið nú vóru púr asta greiðar. Tveir dystir móti StÍF og ein móti VÍF skulu allir vinn- ast, og fyrsta partin av hesum av greiddi VB sunnudagin. Móti StÍF bar tað nevnliga til, sum ikki hevur borði til so leingi. Allan dystin var VB omaná, og tær tóktust stevna móti eini trivaligari hálvleiksleiðlsu, áðrenn StÍF við tveim um skjótum málum aftur skap ti spenning í. Tann spenningurin helt sær, til ein ir átta minuttir restaðu at spæla. Verjan hjá VB hevði staðið væl allan dystin, og tá tær saman við mál- verja num púrasta læstu málið av, fekk heimaliðið skrætt seg leyst, og so var fagnaðurin øgiligur. Enn er arbeiðið ikki liðugt – onkur vildi kanska sagt langt ífrá. Men sam stundis er ein góð byrjan ikki at forakta, og nú hava kvinnurnar úr Vági framvegis alt at spæla fyri í teim um báðum útidystunum, sum skulu spælast móti StÍF og VÍF. Hartil er eisini ein heimadystur móti Neistanum, og kann hesin kasta eitt og kanska tvey stig av sær, er als ikki víst, at VB er so langt frá bjarg ingini, sum tað annars hevur verið líkt til. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk VB-StÍF 29-23 (14-12): VB heldur í lívlínuni Fyri bara aðru ferð hetta kappingarárið eydnaðist VB at vinna dyst í Sunset- kappingini. Talan var at kalla um seinasta útkall, um VB skal gera sær vón um at bjarga tilveruni í bestu deildini Mynd: Áki Bertholdsen Jan Hentze úr at gera Altjóða flogbóltsdómarin, Jan Hentze, hevur úr at gera. Í gjár dømdi hann dyst millum KSV og Holte í donsku elitudeildini, og í annaðkvøld skal hann døma eina áttandapartsfinalu í Challenge Cup í Kekkia. Somuleiðis hevur hann fingið at vita, at hann síðst í hesum mánaðinum skal døma eina fjórðingsfinalu í Challenge Cup hjá kvinnum, annaðhvørt í Finnlandi ella Hvítarusslandi. Varpa út í Suðuroy Nakrir tvøramenn hava tikið stig til, at meira ljós verður varpað á ítróttin í oynni, serliga flogbólt og fótbólt. Byrjað var við einum 1. deildardysti í fjør millum TB og B36, og síðani hevur útvarpingin á netinum vundið upp á seg. TB-studio hevur vikuliga sending um ítróttin í oynni, sum kann síggjast og hoyrast á www.tb.fo sunnukvøld klokkan 20, umframt at leinkjur eru til gamlar sendingar. VB-StÍF 29-23 (14-12) 10 min: 3-4 20 min: 9-6 40 min: 16-16 50 min: 21-19 Málskjúttar VB: Migle Senvaityte 11(4), Svava Vestergaard 7, Bára K. Mortensen 3, Monika Samuelsen 3, Christina Holm 3, Una Egilsdóttir 1, Andrea Nielsen 1 StÍF: Rebekka Justinussen 10(4), Roxanna Bodirlau 3, Fríð rún Danielsen 2, Bára Bert- helsen 2, Adrianna Dobra 2, Rósa Danielsen 1, Annika Pet- er sen 1, Oddrun Danielsen 1 Brotskøst: VB 4, StÍF 4 Útvísingar: VB 3, StÍF 4 Dómarar: Thomas Juul Thomsen & Magnus í Króki FAKTA