Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. februar 2010 – Nr. 21 Eftir at sera vánaliga byrjan høvdu hoyvíkingar sigurin í pottinum, men teir gloymdu at gera arbeiðið liðugt Við trimum minuttum eftir av dysti­ num var H71 á odda við tveimum mál um. Teir høvdu eisini brotskast, men Esbern Patursson megnaði ikki at umseta hetta til mál móti Marian Cirloganescu, og so kundi StÍF ístað­ in vinna síni fyrstu stig í hálvan triðja mánað. Seinastu stigini komu for restin móti júst H71 í Hoy víkar­ høllini. Tá var StÍf á kós móti einum finalu plássi ímóti Neistanum. Og hóast teir framvegis eru við í stóra felti num, sum spælir um finalu­ pláss ið, so er niðurlfytingarvandin eisini rímuliga akuttur. Ikki minst, tá hugs að verður um, hvussu tung gongd in hevur verið seinastu nóg­ vu umførini. Tað var tó lítið at síggja til nakra krep pu fyrstu løtuna av dystinum leyg ar dagin. Strandingar lupu av stað, tá dysturin varð blástur ígongd. Hoyvíkingar hava eisini havt sínar trupulleikar at dragast við seinastu umførini, og tað var ikki líkt til, at nakrir av hesum vóru loysir. Sum hálvleikurin leið, fekk H71 tó betur fatur á dystinum. Fýra mál á rað syrgdu fyri, at munurin gjørdist millum lítil og eingin. Og hóast StÍF fram vegis var á odda, tá steðgurin kom, so var talan nú um víðopnan dyst. Og góða gongdin hjá heima lið­ num helt fram eftir steðgin. Teir vun nu seg framum, og hóast StÍF fleiri ferðir svaraði aftur, so bendi alt á, at H71 hevði gjørt nóg mikið, tá end in av dysinum nærkaðist. Men tað gjørdist akkurát ov lítið hjá H71, sum tó við eina stiginum fekk otað seg upp á plássið, sum gev ur atgongd til finaluplássið. Men tað er eingin ivi um, at teir iðra seg um, at teir ikki liggja einsamallur á hesum plássinum í dag. Kyndil vann ein tepran sig­ ur í klassikaranum móti VÍF. Men talan var sjáldan um stórspæl frá teimum báðum liðunum, sum meira enn øll onnur hava sett sín dám á føroyskan mans­ hondbólt Leikferðin og hugflogið var einki at reypa av, tá tey bæði mest vinnandi liðini í føroyskum manshondbólti tørnaðu saman í Vestmanna sunnu­ dagin. Enn er støðan tann, at bæði liðini hava møguleika fyri at røkka FM­ finalu ni móti Neistanum. Men eins nógv er talan um akuttan niður flyt­ ing arvanda hjá liðunum, og kanska var hetta seinasta tað, sum mest eyð kendi spælið sunnudagin. Tí hetta var sjáldan nakað at reypa av, hóast spenningurin til tíðir var øgiligur. Sum vant vildi hvørgin parturin geva seg, og kropsliga varð nógv lagt fyri í royndunum at steðga mót støðuni. Støðugt var tað tó Kyndil, sum var við yvirlutan. Vestmenningar hingu støðugt í hølunum á teimum grøn­ um, og einstakar ferðir stóð eisini á jøvnum á máltalvuni. Hvørja ferð megnaði Kyndil tó at svara aftur. Seinastu tveir minutt ir­ nar hevði VÍF tó allar møguleikar, tá teir spældu í yvirtali. Men teir mis­ nýttu møguleikan at minka munin nið ur í eitt mál, tá brotskast varð mis nýtt, og so bilti tað minni, at teir við fáum sekundum eftir minkaðu mun in niður í tað eina málið. Kyndil er við sigrinum aftur á øðrum plássi í kappingini. Longu nú er greitt, at teir skulu spæla steypa­ finalu móti Neistanum, sum er greitt oddalið. Og so er spurningurin, um tað eisini eydnast at fáa sama dyst til FM­finaluna. VÍF er hinvegin nú dotti aftur á niður flytingarpláss. Og tað sigur væl nakað um spentu støðuna í deildini, at VÍF í løtuni er einasta liðið – umframt Neistan – sum hev­ ur positivan málmun. Ikki akkurát tað, sum plagar at eyðkenna ein dumpi kandidat. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk H71-StÍF 27-27 (13-15) 10 min: 3­7 20 min: 8­10 40 min: 18­18 50 min: 24­24 Málskjúttar H71: Esbern Patursson 7(1), Janus Sørensen 6, Poul Kjartan Dam 5, Dánjal Tórgarð 3(1), Tróndur Vatnhamar 3, Gunnar Bláberg 1, Freddie Poulsen 1 StÍF: Cristian Preda 7, Marius Joensen 6, Bárður Danielsen 5, Borgar Danielsen 2, Sune Erntsson 2, Jógvan Berg 1, Jóannes Prestá 1, Høgni Jensen 1 Brotskøst: H71 5 Útvísingar: H71 3, StÍF 3 Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen FAKTA VÍF-Kyndil 20-21 (10-11) 10 min: 3­3 20 min: 6­9 40 min: 14­16 50 min: 17­19 Málskjúttar VÍF: Bjarti Hansen 6, Sámal Jákup Djurhuus 3, Sámal Joensen 2(2), Joen Pauli Høgnesen 2, Agnar Joensen 2, Áki G. Olsen 2, Jákup Suni Andreasen 1, Regin Joensen 1, Sjúrður Poulsen 1 Kyndil: Bárður Johannesen 4, Josef Abrahamsen 4, Høgni Klein 4, Hans Áki Dal­ Christiasnen 3(2), Tummas Pauli Hanusarson 3, Janus Einar Sørensen 2, Kenn Zachariassen 1 Brotskøst: VÍF 5, Kyndil 3 Útvísingar: VÍF 5, Kyndil 4 Dómarar: Kári Hansen & Sámal Paulason FAKTA Serena vann á Henin Tað eydnaðist ikki belgisku Justin Henin at fullføra dreymin um ein Australian Open­sigur, nú hon aftur er við í heimselituni. Til tað var amerikanska Serena Williams ov sterk, tá hon leygardagin í finaluni vann 6­4, 3­6, 6­2. Williams sópaði allan iva til viks í triðja setti, tá hon tryggjaði sær fimta sigurin í Australian Open, sum samstundis var hennara tólvta Grand Slam­ heiti tilsamans. Federer basti Murray Sveisiski tennisspælarin, Roger Federer, vann í gjár Australian Open­kappingina við sigri á skotska Andy Murray. Federer hevði greitt munin í finaluni, sum hann vann við settunum 6­3, 6­ 4, 7­6, so hann nú hevur vunnið australsku kappingina fýra ferðir. Andy Murray hevði møguleikan at gerast fyrsti bretin í 74 ár, sum vann eitt Grand Slam­heiti, men persónligir feilir kostaðu dýrt í finaluni. VÍF­Kyndil 20­21 (10­11): Spenningur heldur enn spæl H71­StÍF 27­27 (13­15): StÍF klóraði sær eitt stig Intensiteturin var tann vanligi, men leikliga var talan langt ífrá um bestu útgávuna av føroyska hondbóltsklassikaranum, tá VÍF og Kyndil dystaðust sunnudagin