mánadagur 1. februar 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 1. februar 2010 – Nr. 21 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Einki lið er sterkari enn
bonk urin. Og styrkin á
Neista- beinkinum varð
undir strik að, tá Dejan
La cok kom, sá og sigraði,
eftir at Ári Dam hevði fingið
reyða kortið
Neistin hevði tamarhald á tí nógva.
Stutt undan steðginum líktist tað
enn tá sorli móti einum KÍF-liði, sum
ikki hevði víst tað allarminsta, men
altíð
stríðsfúsnu
kollfirðingarnir
svar aðu aftur.
Undan steðginum minkaðu teir
mun in niður í fýra mál, og nakað inn
í seinna hálvleik var øll høllin á gosi.
Ingi Olsen og Karl Oddmar Ras-
mus sen fingu hvør sína útvísing. Og
hóast Bergur Lützen hjá KÍF eisini
fekk tveir fingrar, so var alt um fara í
svart hjá Neistanum.
Tróndur Kragesteen kom ov tíðl-
iga inn, tá hann varð innskiftur, og
tað kostaði útvísing, og heilt galið
mun di tað blivið, tá Árni Dam var
sjey sentimetrar ov seinur, tá Gert
Han sen og hann kapprunnu eftir
bólti num. Úrslitið varð, at Ári fekk
reytt kort, og so skuldi Neistin í nær-
um tveir minuttir spæla við tveim-
um útispælarum móti fimm.
Og tað kundi – og átti kanska eisi-
ni – at kosta. 20-16 broyttist til
20-19, og bæði tvær og tríggjar
ferð ir høvdu gestirnir møguleika at
jav na. Einsamallir við innskifti Dejan
Lacok megnaðu teir tó ikki at skora,
og so reið Neistin stormin av.
Teir skoraðu tey fýra næstu
álopini, og so knekkaði annars
ósvika ligi stríðsviljin hjá koll firð ing-
um, sum at enda máttu leggja rygg
til greitt tap.
Kollfirðingar væl fyri
Støðan, har Dejan bjargaði Neista-
num, hevði neyvan verið hugsandi,
var tað nakað annað lið enn akkurát
KÍF, sum Neistin spældi ímóti.
Fram um alt, so hava kollfirðingar
ferð eftir ferð prógvað, at teir stríð-
ast til seinasta bríkslið av einum
hondbóltsdysti, og soleiðis var eisini
hesaferð.
Væl stuðlaðir av áskoðarunum,
sum rúgvaðu bróðurpartin av teim-
um 400, sum vóru í høllini, noktaðu
kollfirðingar at geva seg yvir. Ási
Dam var kanska leikbannaður, men
tað bilti ikki tað heilt stóra, hóast
Neistin eitt skifti hevði hug at leypa
heilt avstað.
At tað so ikki bar á mál hesaferð,
ger kanska minni hjá KÍF. Í løtuni er
ilt at síggja nakað av hinum fýra lið-
unum, sum stríðast um at møta
Neista num í finaluni, taka koll firð-
ing ar, sum framvegis hava alt at
spæla fyri.
Heppið
reytt
kort
Regin Petersen hjá KÍF var sjálv-
andi vónbrotin av, at hann og
KÍF taptu móti Neistanum.
Eisini hóast KÍF tvey skifti í
dysti num misti alt ov nógv.
- Fyrst og fremst var tað
hepp ið fyri teir, at Ári varð
út víst ur. Akkurát ta løtuna eiga
vit at taka teir, men Dejan
bjarg ar hasar tríggjar bóltarnar,
sum vit eiga at senda í kassan.
- Eftir tað fara vit nakað niður
við høvdinum, og so var ikki
hugs ing ur hjá okkum um at
fanga teir aftur, staðfesti Regin
Peter sen.
-mørk
Mugu seta
nýggj mál
Tað er vandi í allari vælferð.
Ingi Olsen, spælandi venjarin
hjá Neistanum, er sjálvandi
nøgd u r um, at lið hansara
longu hevur annað beinið í FM-
final uni, men samstundis sigur
hann, at hetta er ein støða, sum
kann gerast ein vandamikil
kod di.
- Tey bæði seinastu árini hava
í øllum førum víst, at tað ikki er
nak ar fyrimunur at vera numm-
ar eitt. Í fjør kom H71 flúgvandi
fram við VÍF, og fyrraárið hevði
StÍF verið í finaluni í ein mánað,
áðr enn vit spældu móti teim-
um.
Eru hyggjuráðini hjá tykkum
so at tapa nakrar dystir nú, so
tit ikki kenna tykkum alt ov
trygg ar?
- Nei, sjálvandi fara vit ikki at
tapa dystir við vilja. Men vit
mugu støðugt seta okkum
nýggj mál. Alla tíðina arbeiða
eftir lutum, sum vit kunnu bet-
ra, soleiðis at vit ikki gerast ov
nøgd ir við støðuna, sum hon er,
segði Ingi Olsen eftir dystin.
-mørk
Neistin-KÍF 34-25 (15-11):
Dejan bjargaði
Neistanum
Dejan Lacok hevur fyri tað nógva verið
lærari og mentor hjá Ára Dam í Neista-
málinum. Sunnudagin noyddist Dejan tó
á vøllin, tá lærlingurin fekk reytt kort,
og við trimum framúr bjargingum syrgdi
hann fyri, at dysturin fekk røttu vendina
fyri Neistan
Mynd: Álvur Haraldsen
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Neistin-KÍF 34-25 (15-11)
10 min: 4-3
20 min: 11-5
40 min: 20-16
50 min: 28-22
Málskjúttar
Neistin: David Edvardsen
10(2), Sjúrður Thomassen 5,
Ingi Olsen 5, Jugoslav Djumic
5, Finnur Hansson 5, Tróndur
Kragesteen 2, Jákup Apol
Hentze 1, Kristian Dulavík 1
KÍF: Regin Petersen 6, Andrias
Nielsen 5, Rógvi Weyhe 3,
Niklas Reginsson 3(1), Suni
Johannesen 3(2), Tony Weyhe
3, Gert Hansen 3
Brotskøst: Neistin 4, KÍF 5
Útvísingar: Neistin 5, KÍF 7
Diskvalifikatión: Neistin 1
(beinleiðis reytt), KÍF 1 (3X2
minuttir)
Dómarar: Andreas F. Hansen
& Eyðun Samuelsen
FAKTA
Frá skíð til tennis
Í mong ár hevur amerikanski skíðarin, Bodo Miller,
verið partur av alpinu heimselituni, men nú hevur
hann hug at royna seg í tennis – enntá í US Open.
Hetta letur seg gera, tí amerikanska tennissambandið
ætlar at royna eitt »realty-líknandi« konsept við 16
innleiðandi kappingum kring alt USA. Og her hevur
Bodo Miller óivað ein møguleika, tí á ungum árum var
hann statsmeistari í tennis í Maine.
Fyrsti sigur í eitt ár
Fyri fyrstu ferð í meiri enn eitt ár hevði svenska Anja
Pärson fríggjadagin orsøk til at fegnast eftir eina
skíðkapping. Tá hon vann World Cup-kappingina í St.
Moritz, var tað nevniliga hennara fyrsti sigur í World Cup
síðani 18. januar í fjør! Anja Pärson kom á mál framman fyri
Michaelu Kirchgasser úr Eysturríki og Lindsey Vonn úr USA,
sum tó framvegis er á odda í samlaðu World Cup-støðuni.