Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. februar 2010 – Nr. 21 Ikki fyrr enn í tólvta umfari upplivdi SÍ fyrsta tapið hetta kappingarárið. At tað so var ímóti TB, var kanska ikki so óvæntað, tí tvørakvinnur hava verið í støðugari framgongd síðstu mánaðirnar Ikki hevur verið tann nógvi spenn­ ingurin í Eik­liguni hjá kvinnum, har tað teir báðar fyrstu triðingarnar av kappingini hevur verið SÍ – og so hini. Men við sigrinum á SÍ í Trongis vági í gjár vendi TB hesum á høvdið, tí samstundis sum tvøra­ kvinnur fingu ein kærkomnan sigur, var munurin á stigatalvuni skorin niður í helvt – so nú er tættari og meira spennandi enn nakrantíð. SÍ er framvegis oddalið, hóast tapið, men TB er bara tvey stig aftanfyri. TB hevur eitt stig niður til Mjølnir, tvey niður til Fleyr og fýra niður til Drátt, so nú skjøtil verður settur á síðsta triðingin av kapp­ ingini og seks dystir eru eftir, kann nógv henda, áðrenn klárt er til FM­finalurnar. Ósigurin var tann fyrsti hjá SÍ hetta kappingarárið, men hann kom so í einum dysti, har ábend­ ingar vóru um, at tað framvegis eru hesi bæði liðini, ið eru heitastu finalukandidatarnir. Talan var um ein gjøgnumgangandi góðan dyst, har báðir partar vístu seg frá síni bestu síðu við góðum spæli, men har TB vildi meira og fekk maksi­ malt burtur úr motivatiónini, ið ikki tóktist tróta. TB streyk avstað Tvørakvinnur komu á odda 2­0, áðrenn tær úr Sørvági ordiliga vóru komnar í gongd. Í fyrsta setti fylgd­ ust liðini upp til 14­13, men so dró TB frá. Alt kom uppaftur av gólvin­ um og spælandi venjarin, Gudrid Nolsøe, gekk undan á vøllinum sum ein brandur. Framvegis hevði SÍ ikki fótað sær, tá annað sett byrjaði, og enn eina ferð hevði Gudrid ein fingur við í spælinum, tá hon beinanvegin servaði TB framum 8­1. SÍ fekk svarað eitt sindur aftur og minkaði munin niður í fýra stig, men so fór TB avstað. Nú traðkaðu eisini Marina Popovic og Katrin Petersen í karakter, og tað byrjaði at líkjast einum avsmurningi. At sørvágskvinnur ikki skuldu makta nakað, var rættiliga ótrúligt og lítið sannlíkt, og tað vístu tær so eisini í triðja setti, tá tær komu betur við. Samstundis sum TB ikki ordiliga megnaði at halda høga stigi frá teimum báðum fyrstu sett­ unum, tók SÍ meira yvir, so dysturin javnaði seg. SÍ kom ímóti endanum á odda 21­20, tá Heidi Christiansen mestsum avgjørdi við trimum servuessum, áðrenn SÍ vann síðsta spælda bóltin og nú av álvara var við aftur í dystinum. Høllin kókaði Teir mongu áskoðararnir í høllini í Trongisvági, harav teir flestu sjálv­ andi vóru TB­fjepparar, gjørdu sítt til at skapa góðar karmar um dystin, og afturfyri fingu teir eisini eitt sera spennandi fjórða sett, har liðini fylgdust upp til 13­13 – enntá við fleiri longum duellum. Nú sá SÍ út til at seta seg á tað nógva og fór framum við stórum fetum, so alt bendi á, at her bleiv neyðugt við einum fimta setti. Men spakuliga kom TB afturíaftur og fekk stig fyri stig minkað um munin, og ímóti endanum gjørdist tað kortini javnt, 22­22. SÍ svaraði aftur og fór framum aftur 23­22, men meðan høllin kókaði, satsaði TB tað allarsíðsta og fekk vunnið seinastu bóltarnar, og so var fyrsti ósigurin hjá SÍ hetta kappingarárið veruleiki. Hetta gevur TB góð kort á hondina til tey síðstu umførini, men samstundis er spurningurin, um nakað av hinum liðunum hevur somu styrki og kann gera nakað við SÍ, sum framvegis er oddalið. Tað fáa vit so at síggja næstu vikurnar, tá síðsti triðingurin av Eik­ liguni hjá kvinnum verður spældur. Um smáar tríggjar vikur hevur SÍ eina steypafinalu ímóti Drátti at hugsa um, meðan TB bara hevur eyguni eftir einum FM­finaluplássi. Og ikki kann sigast annað, enn at tað í løtuni sær sera gott út hjá tvørakvinnum. Vit vóru betri – Hetta var ein góður og væl spældur dystur, men vit vóru allíkavæl tað betra liðið. Talan var um eitt liðavrik, har allar gjørdu sítt. Serliga lá væl fyri at fáa bóltarnar uppaftur, umframt at vit fingu spælt varierað, so SÍ ongantíð fann ordiliga út av okkum, sigur Gudrid Nolsøe, spælandi venjari hjá TB, sum sjálv gekk undan á vøllinum. Hon ásannar tann stóra týdning, sigurin hevði fyri liðið, tí tær í TB trúgva upp á møgu­ leikan at vinna landskapp­ ingina, sum nú er tað einasta, tær hava at hugsa um. – Og við nógvum og góðum áskoðarum var hesin dysturin ein stór og stuttlig uppliving fyri okkum, tí fólkið var við til at bera okkum fram, sigur Gudrid. hil Ongantíð í gongd Í gjár upplivdu SÍ­kvinnurnar tað, tær ikki hava upplivað fyrr í ár, tí í viðførinum til Trongisvágs høvdu tær 11 sigrar á rað. Men ímóti TB møttu tær yvirmaktini. – TB var betra liðið, meðan vit ongantíð ordiliga komu í gongd. Serliga í álopsspælinum haltaði hjá okkum.Vit vistu, at hetta koma at verða ein to rførur dystur, og so var, sigur Jóhan Petur á Stongum. – Men sjálvt um vit taptu, so var tað stuttligt at spæla har suðuri, tí áskoðararnir livdu veruliga við. Har var fult av fólki í høllini, og serliga í fjórða setti var gangurin so nógvur, at tað næstan var vónleyst hjá mær at geva spælarunum nøkur boð, tí teir kundu ikki hoyra tey. hil TB-SÍ 3-1 (25-19, 25-15, 20-25, 25-23): TB gav SÍ frammaná Ei undur í, at frøin var stór á TB-kvinnunum, tá tær í gjár – sum fyrsta liðið hetta kappingarárið – kundu geva SÍ ein ósigur. Samstundis styrkti TB munandi um møguleikan fyri FM-finaluplássi Mynd: Áki Bertholdsen Nadal úti í fýra vikur Spanski tennisspælarin, Rafael Nadal, má halda ein steðg frá tennis í fýra vikur, orsakað av skaðanum í knænum, sum noyddi hann at gevast í fjórðingsfinaluni í Australian Open­ kappingini ímóti Andy Murray. Læknarnir hava sagt honum, at knæið skal binda fullkomuliga frið í tvær vikur, áðrenn farast kann undir viðgerðina, ið væntandi tekur aðrar tvær vikur. Lampard vil hava 20 mál Chelsea­spælarin, Frank Lampard, hevur av álvara rakt málið síðstu dystirnar, og nú sigur hann seg fara eftir 20 málum hetta kappingarárið. Tað byrjaði annars ikki so væl hjá 31 ára gamla miðvallarspælaranum, men við átta málum í fimm dystum í síðstuni, er hann komin upp á 13 mál, so bara sjey resta í. einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen