mánadagur 1. februar 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. februar 2010 – Nr. 21
Synd er at siga, at serliga væl hevur
gingist Fleyr-kvinnunum í síðstuni.
Fyrst taptu tær finaluna í Mjølnir-
kapp ing ini og eftirfylgjandi hálv-
finaluna í steypakappingini, um -
framt at tær so aftur taptu, tá tær
síðs ta sunnudag spældu Eik-ligu-
dyst í Klaksvík.
Men í gjár kom vend í, tá Fleyr
heldur lættliga vann á ÍF, ið fram-
vegis ikki megnar at gera nakað við
liðini, ið liggja omanfyri. Lukkan hjá
ÍF er kanska, at eitt lið er niðanfyri,
og at bara liðið heldur seg framman
fyri KÍF, so gongur tað nokk.
Í gjár var tað annars ikki nógv, ið
gekk hjá ÍF tey bæði fyrstu settini. Í
fyrsta setti legði hevarin hjá Fleyr,
Rakul Dalsgaard Jacobsen, fyri við
ein ari so mikið góðari servurundu,
at støðan var 12-0, áðrenn ÍF vann
sín fyrsta bólt. Fleyr vann settið
trygt, og hóast liðini í øðrum setti
fylgd ust eina løtu, fór Fleyr avstað til
endans og vann trygt.
Øðrvísi var í triðja setti, ið var
besta løtan hjá ÍF. Kvinnurnar úr
Fugla firði vóru eitt og tvey stig á
odda ta longu fyrstu løtuna, men tá
tær vóru komnar upp á 12-10, kom
Fleyr av álvara fyri seg og streyk
av stað við settinum og sigrinum.
Fyri Fleyr hevði sigurin sjálvandi
týdning fyri sjálvsálitið, og so fæst at
vita mikukvøldið, um hetta var
vend in hjá havnarkvinnunum. Tá
skulu tær til Sørvágs at spæla ímóti
SÍ, ið framvegis er á odda eftir tap í
Trong is vági og hálvering av stigu-
num á stigatalvuni.
hil
Hóast fuglfirðingar í gjár
vun nu eitt sett, so munaði
tað ov lítið ímóti Fleyr, ið
hevði munin samanlagt,
hó a st talan var um enn eitt
sving an di avrik hjá heima
liðnum
Fleyr er framvegis fýra stig aftan fyri
SÍ og fimm stig aftan fyri Mjølnir, nú
liðið hevur fýra dystir eftir at spæla,
so enn er teoretiskt ikki avgjørt,
hvør kemur í FM-finaluna hjá mon-
nu num. Men hóast Fleyr enn eina
ferð gjørdi sítt og vann, so er iva-
samt, um tað fer at røkka til meiri
enn bronsu í ár, tí munurin upp til
hini bæði liðini er ov stórur – og
í rest andi dystirnir ov fáir, til at nakað
kann gerast við tað.
Í gjár var ÍF á vitjan í Gunda dals-
høll ini í Havn, og her vísti tað seg
enn eina ferð, at tað er øgiliga tungt
hjá fuglfirðingum at gera seg gald-
andi. Teir eru tað verri enn hini trý
lið ini, og sjálvt um teir í ÍF stríðast
væl og fáa nokk so nógv uppaftur,
røkk ur tað bara ikki í avgerandi løtu-
num.
So var eisini í gjár, har ÍF byrjaði
øgi liga væl í fyrsta setti og eitt skifti
sá út til at vinna tað. Støðan var
16-8, men so eydnaðist ikki at fara
all an vegin allíkavæl, tí Fleyr fekk
bart seg innaftur í dystin og endaði
við at vinna settið við trimum stig-
um. Skelkurin stóð so mikið fastur, at
annað sett fyri tað mesta var ein-
vegis ferðsla, og Fleyr vann tað lætt
og sannførandi.
Men í triðja setti raknaði ÍF við
aftur og fekk í longum løtum fatur í
ræt ta endanum. Sigast skal tó, at
Fleyr nú gjørdi onkrar útskiftingar
og gav yngri spælarum møguleikan,
men tað tekur einki frá ÍF, ið megn-
aði at halda á til tað síðsta, sam-
stund is sum Fleyr ongantíð ordiliga
slapp framat.
Hóast tað eydnaðist ÍF at fáa
vunnið eitt sett, bar heldur ikki nú til
at halda fast, og í fjórða setti gjørdist
tað ongantíð spennandi. Fleyr, sum í
løtum í undanfarnu settunum hevði
havt ov svingandi avrik, var nú á
od da allan vegin og koyrdi settið
heim, og harvið var 3-1 sigurin eisini
tryggjaður.
KÍFMjølnir 03 (10
25, 1025, 1325):
Einvegis
ferðsla
Kvinnurnar hjá Mjølnir settu ikki
ein skeivan fót, tá tær í gjár
spældu á útivølli í Kollafirði
ímóti KÍF. Allar, sum vóru við,
sluppu at spæla, og onkra
løtuna var talan um einar fýra
broytingar á liðnum,
samanborið við, hvussu tað
plagar at síggja út.
Í ongum av teimum trimum
settunum var nakar ivi, og hóast
unga KÍF-liðið onkuntíð fyrr í
kappingini hevur fingið
mannað seg so mikið upp, at
tað hevur borið til at argað
betru liðini, var einki at gera
hesa ferð.
Við sigrinum er Mjølnir
framvegis væl við í kappingini
um FM-finalupláss í Eik-liguni
hjá kvinnum, hóast tað kanska
ikki hóskar teimum so væl, at TB,
ið liggur eitt pláss frammanfyri,
eisini tykist hava góðan vind í
seglunum.
hil
Henry havnar New York
Nú franski landsliðsspælarin, Thierry Henry, ikki
hevur fingið ta bestu byrjanina í kappingarárinum
fyri spanska FC Barcelona, hevur hann verið settur
í samband við amerikanska felagið, New York Red
Bulls. Men Henry sjálvur vil ikki kennast við nakað
skifti av slíkum slagi, men vísir á, at hann er bundin
til FC Barcelona fram til 2011.
Guti fer ongan veg
Tað hevur leingi ljóðað, at miðvallarspælarin, Guti,
skuldi vera á veg frá Real Madrid, men nú sigur
hann seg hava tikið avgerð um, at hann verður
verandi í spanska høvuðsstaðarfelagnum, har
hann altíð hevur spælt. Guti, sum er 33 ára gamal,
forvinnur yvir hálvafjórði millión krónur um árið,
og tað verður hildið at vera ein orsøk til, at hann
ikki hevur hug at skifta felag kortini.
Fleyr-ÍF 3-0 (25-11, 25-17, 25-20):
So vendi hjá Fleyr
Tað hevur gingið striltið hjá Fleyr-kvinnunum seinastu vikurnar,
men í gjár bragdaði, tá tær vunnu tryggan sigur á ÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
FleyrÍF 31 (2522, 2513, 2125, 2520):
Framvegis
tungt hjá ÍF
Fleyr mátti í gjár geva
ÍF eitt sett, áðrenn 3-1
sigurin á heimavølli í
Gundadalshøllini var
komin til høldar
Mynd: Álvur Haraldsen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen