Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 1. februar 2010 – Nr. 21 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Breiddin er størri – Hetta var fyri okkum ein sera týdn ingarmikil sigur, tí nú fingu vit víst, at vit veruliga megna at hanga í Mjølnir. Tað hevur verið tungt í vetur, men vit hava trún­ na á, at tað fer at bera til, sigur spælandi venjarin hjá SÍ, Ragnar í Haraldsstovu, sum var ovur­ fegin eftir sigurin leygardagin. – Vit høvdu sæð fram til hen­ da dystin, og alla vikuna høvdu vit vant miðvíst. Tá er tað gott at síggja, at tingini eydnast. Viljin hev ur nógv at siga í slíkum dyst­ um, og hann høvdu vit. Ragnar heldur, at størsti mun­ ur in á liðunum er breiddin, og at har eru teir í SÍ nógv betur fyri enn Mjølnir. – Teir koma vestur við átta monn um, og tá verður tað ikki tað sama sum hjá okkum, ið hava fullan bonk. Vit kundu skifta út og seta gott fólk inn, so tí haldi eg, at breiddin hevur nógv at siga fyri okkum, um framt at vit eisini hava broytt upp stillingina eitt sindur, sigur SÍ­ venjarin. – Nú hevur tað eisini gingið væl í síðstuni. Sigurin í Mjølnir­ kapp ingini og so hesin sigurin hava nógv at siga fyri okkum. Hjá okkum ræður bara um at halda fast við góðu gongdina, so kunnu vit røkka langt. hil Burtursæð frá øðrum setti, fekk Mjølnir ongantíð veruliga fótin fyri seg í Sørvági leygardagin, tá SÍ veruliga vísti í verki, at liðið ætlar at bjóða av heilt har frammi. Alt bendir framvegis á, at hesi bæði liðini eisini enda í FM-finalunum SÍ hevði undan dystinum leygar­ dagin vunnið tríggjar dystir á rað í Eik­liguni hjá monnum, umframt final una í Mjølnir­kappingini, so sjálv s álitinum sá ikki út til at bila. Og tað vísti seg á eisini beinanvegin á vølli num, nú Mjølnir vitjaði, tí sør­ ving ar løgdu fyri sum eitt ód nar­ veður. Jón Joensen hevði nakrar sera góð ar hoppiservur, og so var SÍ alt í ein um á odda 10­2. Hetta var ein hvøkk ur fyri Mjølnir, ið tó spakuliga kvak laðist við og fekk minkað mun­ in niður í fýra stig. Men eftir 12­8 setti SÍ trumf á og koyrdi avstað, uttan at hyggja aftur um seg. SÍ hevði góðar servur, samstundis sum mót tøkurnar hjá Mjølnir vóru vána­ ligar, og tí var hetta settið skjótt avgjørt. Mjølnir tók ikki av Roknast kundi neyvan við, at Mjølnir fór at vera so fyri ongum allan dyst­ in, og so var eisini. Í øðrum setti lyftu klaksvíkingar spælið munandi og vóru fyri tað nógva fult so frægir og betri enn SÍ. Her var javnt og tætt fyri tað mesta, og frá 14­14 fylgdust liðini allan vegin uppeftir. SÍ sá tó út til at skula taka settið, tá støðan var 24­22, men so servaðu sør vingar út, og brádliga hevði Mjøl nir møguleikan at svara aftur. Við einum serviessi og annars góð­ um spæli eydnaðist Mjølnir at koma á odda 25­24, og nú var bara sett­ bólturin eftir. Men í evstu løtu vendi spælið aftur, so tað í staðin gjørdist SÍ, ið fekk minkað um munin og bart seg fram um, so setti endaði 27­25 til heima liðið. Hinvegin skuldi hetta vísa seg at vera ein av avgerandi løtu num í dystunum, har serliga klaks víkingarnir aftaná máttu iðra seg um, at teir ikki megnaðu at taka av, tá rætta løtan var til at fáa vent dystinum. Bæði spældu væl Áskoðararnir í Sørvági fingu ikki bara spenning, men eisini gott spæl, og serliga hetta síðsta var at síggja í triðja setti, sum tó skuldi vísa seg at gerast tað seinasta í dystinum. Mjølnir spældi veruliga upp til sítt besta, men allíkavæl var tað ikki nóg mikið. Til tað var verjuspælið hjá SÍ snøgt sagt ov gott, tí sørvingarnir fingu at kalla alt uppaftur og vunnu tí ofta bóltarnar, ið Mjølnir helt fara at fáa. Stóri munurin var nokk, at teir á heimaliðnum vóru meira uppsettir, um framt at teir høvdu fleiri kort at spæla út við. Mjølnir saknar breid d­ ina, sum SÍ tykist hava í ríkiligt mát, nú kappingin er komin so langt, at skjótt er hvør bóltur avgerandi. Í triðja settinum var SÍ á odda fyri tað mesta, hóast munurin ikki var tann stóri. Mjølnir hekk tó við leingi og tað var javnleikur 18­18, áðrenn SÍ tók eitt »time­out« og síðani fekk sett endaspurtin inn og vunnið sett­ ið við fimm bóltum. Sostatt gjørdist talan um ein 3­0 sigur, ið minkaði munin millum tey bæði fremstu liðini niður í eitt stig. Mjøl nir er framvegis tað fremra av teim um, men sum støðan annars sær út og sum gongdin er í kapp­ ing ini, verða tað hesi bæði, sum koma at møtast í FM­finalunum. Marta uttan felag Heimsins besti kvinnuligi fótbóltsspælari, brasilska Marta Vieira da Silva, gjørdist fríggjadagin arbeiðsleys, tá felag amerikanska hennara, Los Angeles Sol, fór á húsagang. Tískil stendur henni og hinum spælarunum frítt at leita sær til onnur feløg. Sum skilst, bendir nógv á, at Marta endar í Atlanta Beat, sum frammanundan hevur fleiri spælarar, hon fyrr hevur spælt saman við, tá hon var í svenska Umeå. »Baby boom« í Barcelona Tey hava úr at gera á føðideildini á Quirón­sjúkrahúsinum í Barcelona í hesum døgum, tí úti við 50 prosent fleiri børn verða fødd, enn vanligt er. Tí fóru starvsfólkini á sjúkrahúsinum at kanna, hvat var hent 39 vikur frammanundan, og tá komu tey aftur til hálvfinaluna í Champions League, sum FC Barcelona spældi og vann á útivølli ímóti Chelsea júst henda dagin… SÍ-Mjølnir 3-0 (25-14, 27-25, 25-20): Sørvingar tóku alt einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Sørvingar vóru meira uppsettir og fingu alt uppaftur av gólvinum, og tí eydnaðist teimum at taka ein reinan 3-0 sigur ímóti Mjølnir Mynd: Álvur Haraldsen