mánadagur 1. februar 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. februar 2010 – Nr. 21
Eiður Smári aftur í London
Íslendski landsliðsspælarin, Eiður Smári Guðjohnsen, sum frá
2000 til 2006 spældi við Chelsea, er nú aftur í London og
Premier League. Hesa ferð tó sum spælari fyri eitt av hinum
feløgunum í London, Tottehham Hotspur, sum restina av
kappingarárinum hevur leigað hann fra franska felagnum,
Monaco. Eiður Smári hevur spælt í Monaco síðani í summar,
men undan tí var hann í FC Barcelona í trý ár.
Juventus nýggjan venjara
Leingi hevði verið gitt, at dagarnir hjá Ciro Ferrera sum
Juventus-venjari skjótt fóru at vera taldir, og hóskvøldið hendi
tað so. Nýggjur venjari verður Alberto Zaccheroni, sum longu
fríggjadagin stjórnaði venjingini hjá italska stórfelagnum.
Hóskvøldið tapti Juventus 1-2 fyri Inter, og av tí at hetta var
fimta tapið í seks teimum síðstu dystunum, varð tolið hjá
Juventus-leiðsluni uppi.
Íslendsku “strákarnir”
skrivaðu sunnudagin enn
eina hondbóltssøgn, tá
teir fyri aðru ferð innan
hálvtannað ár vunnu eitt
heiðursmerki
Kapparnir í íslendsku søgnunum frá
víkingaøld fáa nú skarpan gang.
Ìslendska hondbóltslandslið, sum
íslendski almenningurin so kærliga
nevnir “strákarnir” staðfestu enn
einaferð sína støðu í íslendskari
søgu leygardagin. Ìsland hevði ein
sannan uppvísning í fyrra hálvleiki í
bronsudystinum ímóti Póllandi. Teir
vóru á odda heili 18-10 í steðgin-
um. Alt mundi kortini rapað í
seinna hálvleiki. Pólland fekk bólt-
arnar inn, og Ìsland fekk bara trý
mál tað fyrsta korterið av seinna
hálvleiki. Pólski málverjin, Slawomir
Szmal tók næstan allar royndirnar,
sum komu ímóti pólska málinum.
Íslendski málverjin
bjargaði væl
Men so bjargaði íslendski málverjin,
Hreiðar Guðmundsson frá hond, og
hann átti sín stóra lut í, at Ìsland
tryggjaði sær bronsu. Tað var
annars sami Hreiðar Guðmundsson,
sum gleið ímóti Eysturríki, og var
sekur í, at Eysturríki fekk javnað. Tá
Guðjón Valur Sigurðsson skoraði til
29-26 vildi íslendski fagnaðurin
ongan enda taka. Talan er um
annað heiðursmerki íslendingar
vinna í einum endaspæli. Tað fyrra
heiðursmerki var OL-silvur í 2008.
Aftaná nógvu neiligu umtaluna
Ìsland hevur fingið seinasta
hálvtannað árið, orsaka av Icesave-
málinum og búskaparliga
skrædlinum, so kom tað á eitt
ógvuliga turt stað at vinna
EM-bronsu. Íslendski forsetin, Òlafur
Ragnar Grímsson var staddur til
bronsudystin í Wiener Stadthalle,
og hann skein sum ein sól, tá
bronsan var tryggjað. Henda
hondbóltssøgnin hevur veruliga
lyft íslendsku fólkasálina.
Ísland hevur
eina bjarta
framtíð
Hondbólts serfrøðin g
urin hjá Miðlahúsinum
heldur, at Ìsland
eisini verður eitt lið
ein kann rokna við í
framtíðini. Svein Rógvi
Nielsen Ljósstein
væntar tó, at Frakland
fer at verða tann stóri
valdsfaktorurin, ið
hvussu er fram til
OLendaspælið í 2012
Framtíðin hjá Íslandi á altjóða
hondbóltspallinum sær bjørt
út. Hondbóltsserfrøðingurin hjá
Miðlahúsinum, Svein Rógvi
Nielsen er ivaleysur í sínari
meting. – Tað er ikki rætt at
blíva við at tosa um íslendsku
avrikini, sum brøgd. Teir hava
eitt framúrskarandi lið, sum
hevur prógvað, at olympisku
silvurheiðursmerkini í 2008 ikki
bara var hepnið, og ein einstøk
hending. Liðið hevur nógvar
góðar spælarar, eisini ungar
spælarar, sum fara at halda
Ìsland í fremstu røð í lands-
liðshondbólti, slær Svein Rógvi
Nielsen Ljósstein fast.
Dominera fram til 2012
Sjálvt um Svein Rógvi spáar
íslendska landsliðnum eina
spennandi framtíð til komandi
HM, EM og OL-endaspøl, so er
hann ikki í iva um, at Frakland
verður tann stóri valdsfak tor-
urin í altjóða manshondbólti
fram til 2012. – Frakland hevur
teir bestu spælarnar ein kann
hugsa sær yvir alt feltið. Í byrj-
anini av EM-kappingini gjørdu
teir ikki meir enn neyðugt, men
tá tað veruliga galt, tá vístu teir
sína styrki. Liðið hevur eina
ótrúliga stóra trúgv uppá egnar
førleikar, eg trúgvi ikki, at tað
franska liðið hevur orðið “at
tapa” í sínari orðabók, staðfestir
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein.
heri
Í slandKroatia 2926 (1212):
Enn ein hond
bóltssøgn
EM-endaspælið 2010
Millumbólkur 1
25/01 Kroatia-Ísland
26-26
25/01 Noreg-Eysturríki
30-27
25/01 Danmark-Russland
34-28
26/01 Russland-Ísland
30-38
26/01 Kroatia-Eysturríki
26-23
26/01 Noreg-Danmark
23-24
28/01 Noreg-Ísland
34-35
28/01 Russland-Eysturríki
30-31
28/01 Kroatia-Danmark
27-23
Millumbólkur 2
24/01 Týskland-Frakland
24-22
24/01 Pólland-Spania
32-26
24/01 Slovenia-Kekkia
35-37
26/01 Slovenia-Frakland
28-37
26/01 Týskland-Spania
20-25
26/01 Pólland-Kekkia
35-34
28/01 Týskland-Kekkia
26-26
28/01 Slovenia-Spania
32-40
28/01 Pólland-Frakland
24-29
Dystur um fimtaplássið
30/01 Danmark-Spania
34-27
Hálvfinalur
30/01 Ísland-Frakland
28-36
30/01 Kroatia-Pólland
24-21
Bronsudystur
31/01 Pólland-Ísland
26-29
Finala
31/01 Kroatia-Frakland
21-25
Fagnaðurin var øgiligur, tá
Ísland enn einaferð hevði
staðfest sítt navn í altjóða
hondbóltsoddinum
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen