Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 1. februar 2010 – Nr. 21 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 Eitt serligt 14 ára tíðarskeið í donsku landsliðssøguni í hondbólti er nú liðugt. Kasper Hvidt megnaði at vinna fimm heiðursmerki við Danmark Tíðliga leygardagin vann danska manslandsliðið í hondbólti ein tryggan 35-27 sigur á Spania, og tryggjaði sær harvið fimta plássið í EM-kappingini. Tað var tó ikki tryggi sigurin á Spania, sum skapti yvir- skriftirnar, men heldur fráboðanin hjá málverjanum, Kasper Hvidt um, at hann nú gevst at spæla við danska landsliðnum, aftaná 219 landsdystir gjøgnum 14 ár. Kasper Hvidt sum fyllir 34 ár tann 6. februar sigur, at konan og børnini skulu ikki ofrast meira, og at hann heldur, at tey hava verið óvanliga tolin við hann, tá hann hevur verið burtur við danska landsliðnum í fleiri vikur. 5 heiðursmerki Kasper Hvidt hevur mangan bjarg- að Danmark í EM, HM og OL-enda- spølum, og hevur hann verið við til at vinna fimm heiðursmerki fyri Danmark. Talan er um EM-bronsu í bæði 2002, 2004 og í 2006, um - framt EM-bronsu í 2007. Størsta løtan hjá Kasper Hvidt var tá hann saman við liðfeløg un um vann Europa meistaraskapið í Noregi í 2008, sum er størsta løtan hjá donskum manshondbólti. Kasper Hvidt hevur eisini vunnið spanska meistaraskapið tvær ferðir, og sponsku steypakappingina tvær ferðir. Fyrrverandi liðfelagin á danska landsliðnum, Joachim Boldsen sigur við danska TV2, at talan er um stóran miss, og at tað ganga nøkur ár, áðrenn avloysarin, Niklas Landin kemur upp á støðið hjá Kasper Hvidt. Niklas Landin hevur tó ikki gjørt sær fyri skomm- um í EM-kappingini. Eingin Giro til Armstrong Amerikanska súkklarin, Lance Armstrong, verður neyvan við í kappingini Giro d’Italia í ár, men í staðin fer nýggja felag hansara, Team RadioSchack, at satsa upp á Tour of California í USA. Tað sæst á álmanakkanum, ið var almannakunngjørdur í farnu viku. har sæst eisini, at Armstrong helst fer til Tour of Murcia og Milan-San Remo í mars – um hann altso fær innbjóðing frá hesum kappingum. Schumacher sær langt fram Hóast fyrrverandi heimsmeistarin í Formel 1-kappkoyring, Michael Schumacher, júst er farin aftur í bilin, hevur hann stórar ætlanir. Í fyrsta umfari hevur hann ein trý ára sáttmála við Mercedes-liðið, men 41 ára gamli týskarin útihýsir ikki, at samstarvið verður longt eftir tað. Michael Schumacher er við sínum sjey heimsmeistaraheitum tann, ið hevur vunnið Formel 1 oftast. Frakland vísti sera høgt støðið í bæði hálvfinaluni og í finaluni, og teir hava nú skrivað søgu við at vinna bæði EM, HM og OL Kroatia hevði ein góðan fyrra hálvleik í EM-finaluni, og mennirnir av Balkan vóru eitt skiftið á odda 12-9, og tað sá tá gott út hjá kroatum. Men Frakland fekk ein góðan endaspurt í fyrra hálvleiki, og teir fingu trý mál á rað uttan, at Kroatia svaraði aftur, og stóð tað á jøvnum 12-12 í steðginum. Ein og ímóti Íslandi í hálvfinaluni, so byrjaði Frakland seinna hálvleik væl, og teir komu á odda við fýra málum. Thierry Omeyer tók eisini nógvar málroyndir og brotskøst. Kroatia megnaði at toga seg uppá 18-19, men so fór tann franska maskinan í gongd aftur, og fraklendingar øktu til 22-18, og tá var eingin ivi longur. Frakland skrivaði søgu í Wien. Teir eru fyrsta manslandsliðið í hondbólti, sum eru verandi europa, heims og olympiskir meistarar. Tað er bara eitt lið, sum hevur gjørt hetta bragdið áður, og er tað kvinnulandsliðið hjá Danmark. Í 1997 vóru tær donsku kvinnurnar eisini trífaldir meistarar. Hanarnir bastu hav­ kallunum Eins og í olympisku finaluni í 2008, so setti Frakland Ísland væl og virðiliga uppá pláss Ísland megnaði bert at fylgja við Fraklandi í fyrra hálvleiki í EM-hálvfinaluni, sum var spæld leygardagin. Bjørgvin Gustavs- son bjargaði líka nógvum royndum, sum franski mál- verjin, Thierry Omeyer, og tann ungi Aron Pálmarsson hamraði seks bóltar inn, so Ìsland kundi fara til hálvleiks, bert aftanfyri við tveimum málum. Men tað var skjótt, at støðan 14-16 versnaði. Fulla skrúva á Fraklendingar settu fulla skrúvu á í seinna hálvleiki, og teir vunnu at enda ein tryggan 36-28 sigur á. Tíðliga í seinna hálvleiki kom Frakland á odda við átta málum, og tá gjørdist brekkan sera brøtt hjá íslend- ingum. Nikola Karabatic vísti sannan klassa, tá hann setti 9 av 9 royndum í íslendska kassan, og tá 11 minuttir vóru eftir, kundi hann eykaleysur seta seg á beinkin, fyri at hvíla seg til finaluna. Aron Pálmarsson fekk ikki fleiri kassar inn. Thierry Omeyer var eisini eina tonn betri, enn Bjørgvin Gustavsson, og so gjørdist munurin eyðsýndur. Ìslendski venjarin, Guðmundur Guðmundsson var sera ber- søgin aftaná 28-36 tapið, og segði bart út, at tað var syrgiligt at síggja íslendska liðið ta fyrstu løtuna av seinna hálv- leiki. Hann helt, at hansara spælarar gjørdist mótleysir alt ov tíðliga í seinna hálvleiki, og segði seg ikki skilja hví hetta hendi. heri Frakland­Kroatia 25­21 (12­12): Frakland er bara best Kasper Hvidt leggur kongin Flestu hondbóltsserfrøðingar eru á einum máli um, at tað er besti málverjin í danskari hondbóltssøgu, sum nú hevur takkað fyri seg heris@sosialurin.fo Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Heri Simonsen Franska hondbóltslandsliðið skrivaði í gjár søgu, tá teir sum teir fyrstu eru HM-, OL-, og EM-meistarar