Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-01, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. februar 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. februar 2010 – Nr. 21 Einaferð ráddi Farao fyri borgum í Egyptalandi og stórum pørtum av Afrika, og um vikuskiftið staðfesti hansara eftirkomar, at teir á fótbótsvøllinum eru afrikanskir kongar Tað var kortini ikki kongaligt undir­ hald, sum merkti finaluna um afrikanska meistaraheitið. Men hetta var triðja ferðin á rað, at Egyp­ ta land fór við alt og øllum í kapp­ ing ini um afrikanska meistaraheitið, og tilsamans hevur Egyptaland vunn ið kappingina sjey ferðir. Harvið staðfestu teir eisini leik lut­ in sum favorittur, sum teir høvdu fingið undan avgerandi dystinum sunnu dagin. Ikki tí, Ghana hevur sanniliga eisini søguna við sær í African Cup of Nations, tí tilsamans hevur liðið vunn ið hesa kapping fimm ferðir – seinast í 1992. Sæð út frá hagtølunum var so statt talan um tvey rímiliga jøvn lið, har Egyptaland tó hevur gjørt eitt lítið hál tey síðstu árini. Júst hett a gjørdu teir eisini í finaluni í gjár. Tað gekk tó rúm tíð, áðrenn Egypta land gjørdi tað, sum skal til fyri at vinna ein dyst, nevniliga at skora mál. 85 minuttir runnu avstað, og hetta var knappur hálvurannar tími uttan nakað sprell av nøkrum slagi. Men fimm minuttir fyri leiklok legði Zidan, sum áður hevur spælt við bæði AB og FC Midtjylland í bes­ tu donsku fótbóltsdeildini, bóltin fram til innskifta Mohammed Nagy, sum syrgdi fyri, at frálíka kontra­ álop ið fekk ein hóskiligan enda. Toppskjúttin byrjaði ongantíð inni Kappingin um afrikanska meist ar a­ heitið taldi nógvar stjørnur. Essien, Toure, Kanute, Eto’o og Drogba eru nakrar teirra, men Mohammed Nagy verður vanliga ikki roknaður mill um teirra. Men eftir kappingina er hann iva­ leyst eitt navn, sum fleiri feløg helst fara at hyggja nærri at. 25 ára gamli áleyparin, sum hevur sína dagligu gongd í egyptiska stórfelagnum Al­ Itti had Al­Sakndary, gjørdist nevni­ liga toppskjútti í kappingini við fimm málum. Hetta er eitt flott avrik í sjálvum sær, men tá tú skalt eisini hava í huga num, at Gedo, sum hann eisini ver ður róptur, ongantíð er byrjaður á vøllinum. Í øllum seks dystunum er maðurin komin inn frá beinkinum, og í fimm førum hevur hann brúkt løtuna, hann fekk, til at skjóta eitt mál. Tilsamans spældi Gedo 173 minutt ir og tilsamans gjørdi hann fimm mál. Flott! Avrikið verður ikki minni flott av, at Gedo einans hevði spælt tveir lands dystir undan African Cup of Na tions og at als ikki roknaði við at verða úttikin. Gedo las um úttøkuna á internetinum, men avroknaði feg­ in fyri álitið stutt eftir og skoraði sítt fyrsta landsliðsmál í sínum næsta lands dysti, tá Egyptaland spældi venj ing ardyst móti Mali 4. januar. Síðani hevur hann fleiri ferðir prógv að, at tað var rætt at taka hann við og at tað er blóðskeivt at síggja burtur frá honum komandi lands dystir. Tí tá maðurin einans skal hava smáar tríggjar tímar at skora móti Nigeria, Mozambique, Camero on, Algeria og Ghana, og har við skoraði 35. hvønn minutt, so skal hann nokk raka málið í øðrum dyst um við. Í roynd og veru var Benin einasta liðið, sum Egyptaland spældi í móti, har Gedo ikki skoraði. Í Afrika varð eisini dystast um trið­ ja plássið í kappingini. Hetta vann Nigeria, tá teir bastu Algeria við ein­ um máli frá Nsofor, sum skoraði tíggju minuttir inn í seinna hálvleik. Wozniacki gevur avboð Danska tennisstjørnan, Caroline Wozniacki, fer ikki at umboða Danmark í Fed Cup­kappingini í Portugal í hesi vikuni. Hetta er ein kapping fyri kvinnulig tennislandslið, men Danmark má klára seg uttan 19 ára gomlu Wozniacki, sum í farnu viku fekk ein skaða í Australian Open­kappingini. Læknarnir hava rátt henni frá at spæla nakra kapping hesa vikuna, um hon skal hava vónir um at koma skjótari fyri seg. Ríkur av uppsagnum Síðani 2006 er Tom Nordlie, sum eitt nú var venjari hjá Toda Jónsson, blivin uppsagdur í trimum norskum feløgum. Men hóast tað kanska skaðar eftirmælið, hevur hann fingið yvir sjey milliónir burturúr. Uppsøgnin í Fredrikstad FK í farnu viku gevur honum 2,2 milliónir krónur, umframt at hann í Lillestrøm í 2008 fekk 2,3 milliónir og í IK Start í 2006 fekk 1,7 millión krónur fyri at gevast í úrtíð. Bronsufinalan: Nigeria – Algeria 1­0 Finalan: Egyptaland – Ghana 1­0 Egyptisku kongarnir Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Mohammed Nagy hevur sent bóltin í málið, og so er fagnaðurin øgiligur á egyptum, sum um vikuskiftið vunnu afrikanska meistaraheitið Mynd: Polfoto/AP