mánadagur 1. februar 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 1. februar 2010
29
Claus Christensen hevur
tikið við sum deildarstjóri
hjá Würth í Føroyum.
Würth hevur síðan 1998
havt sølufólk í Føroyum,
fyrst við einum sølumanni
og í 2002 kom ein afturat.
Síðan 2008 hevur Würth
havt fýra sølumenn sum
koyra kring alt landið. Í
løtuni verða fyrireikingar
gjørdar til at seta eitt sølu
fólk í starv afturat.
Higartil hevur leiðslan av
føroyska virkseminum hjá
Würth verið í Danmark,
men vøksturin á føroyska
marknaðinum saman við
ynskinum hjá Würth um at
geva kundunum eina enn
betri tænastu, hevur ført við
sær at avgerð er tikin um at
seta ein deildarleiðara í
starv í Føroyum.
Talan er um Claus Christ
ensen, sum hevur tikið við
sum deildarstjóri frá 1.
februar 2010.
Stjórin hjá Würth Dan
mark, Sven Kristensen, sig
ur, at teir priotera føroyska
marknaðin ógvuliga høgt.
Vit hava góðar vónir til
framtíðina í Føroyum og
við at seta Claus Christensen
sum deildarstjóra, gera vit
tað lættari at taka avgerðir,
og kundin fær eina enn betri
tænastu.
Claus Christensen tók
sína útbúgving hjá Thomas
Dam amboð & maskinur í
Havn. Eftir seks ár hjá
Thomas Dam flutti Claus
til Danmarkar, har hann
arbeiddi hjá Würth í Kold
ing, samstundis sum hann
fekk sær útbúgving sum
akademiøkonomur.
Í 1998 flutti Claus heim
aftur til Føroyar og bleiv
tann fyrsti fasti sølumaðurin
hjá Würth í Føroyum. Claus
er giftur Hjørdis Thomsen
úr Havn, og tey eiga trý
børn.
-mg
Claus deildarstjóri hjá Würth
Würth, sum bleiv stovnað í Týsklandi í 1945, er í dag
ein heimsumfatandi fyritøka við umleið 40.000
starvsfólkum kring um í heiminum. Teir hava
serkunnleika í framleiðslu av t.d. hond, luft og el-
amboðum, kemiskum produktum,
goymsluloysnum, skrúvum og møtrikum v.m. Würth
Danmark bleiv stovnað í 1964 og har starvast í dag
umleið 400 fólk.
Í Føroyum serviserar Würth alla ta føroysku hand-
verkarabransjuna hvønn gerandisdag alt árið.
Í løtuni eru fýra fólk í starvi. Eitt sølufólk áftuat verð-
ur sett í starv í vár. Würth hevur umleið 1000 kundar
í Føroyum og árligi umsetningurin er upp á eina tvey-
siffraða milliónaupphædd.
FAKTA um Würt
Tíðindaskriv
Leygardagin, 13. februar,
verður stórt alment fastalá
vintshald á Gjáargarði við
Gjógv við dansiundirvísing
og tunnusláttri um dagin og
stórum køldum borði, felags
sangi og dansi um kvøldið.
Byrjað verður kl. 15.30
við
vælkomudrykki
og
heimabakaðari
køku
á
Gjáargarði. Klokkan 16 er
undirvísing í linedansi í
bygdarhúsinum, og klokkan
17 er tunnusláttur, menn og
kvinnur hvør sær (Vinningar
og steyp til kattakongar).
Um
kvøldið,
klokkan
19.30 er stórt kalt borð og
felagssangur við Fimmboða
Lisberg. Dansur verður í
bygdarhúsinum klokkan 23
við Kim Hansen, Fimmboða
Lisberg og James Olsen.
Kostnaðurin fyri alt til
takið er 395 krónur, alt írokn
að uttan drykkjuvørur. Hjá
teimum, sum bert koma til
dansin um kvøldið, er kostn
aðurin 150 krónur. Eisini
verður møguleiki fyri at gista
á Gjáargarði. Kostnaðurin
fyri dupultkamar er kr. 695
og fyri einkultkamar kr. 495.
Tilmelding fer fram á tel.
21 15 90 ella við at senda
teldupost
til:
info@
gjaargardur.fo.
Ársins fastalávintshald á Gjáargarði
Claus Christensen hevur
frá 1. februar tikið við sum
deildarstjóri hjá Würth í
Føroyum