mánadagur 1. februar 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 21 - 1. februar 2010
tíðindi
Í dag eru 50 ár liðin,
síðan Sjúkra røktar
frøði skúlin var settur
á stovn. Føroyska
útbúgvingin hevur
altíð verið á høgum
stigi og føroyskir
sjúkra røktar frøð
ing ar hava havt lætt
at fingið arbeiði
í øðrum londum.
Skúlin hevur fylgt við
í altjóða menningini
av útbúgvingini til
sjúkra røktar frøð ing,
og í dag er útbúgv
ingin aka dem isk og
gevur heitið Bachelor
of Science in Nursing
50 ár
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Fyri 1960 var útbúgvingin
til
sjúkrarøktarfrøðing
meis taralæra. Næmingarnir
fóru beinleiðis á eitt sjúkra
hús at læra, og eingin skúli
var.
1. januar 1960 varð út
búgv ingin innskipað, og í
dag hevur útbúgvingin so
statt 50 ár á baki, um enn
útbúgvingin nakrar ferðir
síðan er broytt nógv.
Útbúgvingin var grundað
á danska lóg og fyrisiting
frá 1960 til 2003, og hon
fylgdi teimum broytingum
sum vóru í Danmark. 3 út
búgvingarskipanir
hava
ver ið, frá 1960 til 1979, frá
1979 til 1990 og frá 1990
til 2003, tá ið skúlin var
yvirtikin, og útbúgvingin
akademiserað.
Skúlin var øll árini knýtt
ur at Landssjúkrahúsinum,
men tá ið skúlamál vórðu
yvirtikin,
varð
Sjúkra
systra skúli Føroya, sum
skúl in æt tá, lagdur undir
Mentamálaráðið.
Í sambandi við tey 50
árini hevur skúlin, sum
held ur til í Jónas Broncks
gøtu 25, móttøku í dag.
Akademikarar
Í 2003 varð føroysk lóg og
kunngerð gjørd fyri skúlan,
og farið varð at akademisera
útbúgvingina. Sjúkrarøktar
frøðingarnir skuldu hava
eina bachelorútbúgving í
sjúkrarøkt.
Kravið til hetta var, at
allir lærararnir máttu upp
skúlast.
Útbúgvingin er nú ein
aka demisk útbúgving og
fyri at vera á jøvnum føti
við universitetsútbúgvingar,
skulu
lærararnir
hava
granskingarførleika,
men
so langt er ikki komið enn.
Skúlin er frá 1. august 2008
partur av Fróðskaparsetri
Før oya.
– Vit hava síðani útbúgv
ingin varð akademiserað
lagt høvuðsdentin á at
menna útbúgvingina. Hetta
merkir, at vit hesi árini hava
skipað útbúgvingina so
leiðis, at lesandi læra at til
ogna sær vitan eftir aka
demiskum leisti og at nýta
hesa vitan tilvitað í kliniska
eins og ástøðiliga partinum
av
útbúgvingini,
sigur
Súsanna Mortensen, rektari
á
Sjúkrarøktarfrøðiskúla
Før oya.
Hon heldur útbúgvingina
vera góða, og tað vísir seg
eisini, at føroyskir sjúkra
røktarfrøðingar eru líka væl
umtóktir uttanlands, sum
teir altíð hava verið. Tað
hongur eisini saman við, at
føroysku sjúkrarøktar frøð
inganir hava so breiða vitan,
hava roynt eitt sindur av
hvørjum, í staðin fyri at
hava arbeitt burturav á eini
serdeild.
Smærri tillagingar verða
javnan gjørdar fyri at gera
útbúgvingina enn betri.
Útbúgvingin er samansett
av hálvum triðja ári í skúla
og hálvum øðrum ári úti í
klinikkini.
Lesandi fáa ikki longur
løn í útbúgvingartíðini men
fáa lestrarstuðul sum onn
ur.
Færri umsøkjarar
Í Danmark er týðiligt, at
kreppan hevur fingið fleiri
at søkja inn til útbúgvingina,
og har er eisini gjørt eitt
stórt miðvíst arbeiði fyri at
fáa fleiri at søkja inn á skúl
arnar.
Í Føroyum hevur talið av
umsøkjarum verið fallandi
síðan 2003, men ongantíð
so lágt, at ikki bíðilisti hev
ur verið.
− Vit vita ikki rætti liga,
hví tað hevur verið so, men
tað sama er hent í fleiri
øðrum londum, sigur Sú
sanna Mortensen.
Útbúgvingin av sjúkra
røktrarfrøðingum
hevur
havt stóran samfelagsligan
týdning í Føroyum og har
aftrat ikki minst kvinnu
politiskan, tí útbúgvingin
var ein tann fyrsta, sum gav
kvinnum livibreyð. Sum
útbúnir
sjúkrarøktar frøð
ingar kundu tær uppihalda
sær sjálvum og mangan
familj uni við, og tær kundu
eisini fara yvir um landa
mørk at arbeiða.
Alheims útbúgving
− Tað hevur ongantíð ver ið
trupult at fáa arbeiði sum
sjúkrarøktarfrøðingur, uttan
kanska beint nú í Danmark,
har so stórar sparingar eru
gjørdar. Annars er stórur
eftirspurningur eftir sjúkra
røktarfrøðingum,
londini
stjala frá hvørjum øðrum.
Gongdin er, at tey fátøku
londini verða drenað fyri
góðar sjúkrarøktar frøðing
ar, sum fara í onnur lond at
arbeiða fyri at fáa betri løn.
Tað fáa vit illa gjørt nakað
við. Leggjast kann aftrat, at
tað er upp á sama máta,
sum tá ið vit í Føroyum út
búgva sjúkrarøktarfrøðing
ar og sjómenn, sum fara í
onnur lond at arbeiða, sigur
Súsanna Mortensen.
− Hon heldur, at ein orsøk
til fallandi talið av um
søkjarum er tann neiliga
umtalan, ið hevur verið av
fakinum. Frágreiðingar um
strævið arbeiði, ið verður
strævnari
og
strævnari,
lokka ikki júst.
Menning
– Skúlin tekur 22 lesandi
inn í september á hvørjum
ári. Tað er eitt sindur torført
at gera upp neyvt, hvat
kemur burturúr, tí summi
flyta av landinum at gera
seg liðug. Nøkur søkja inn
á danskar skúlar og koma
til Føroya at fullføra út
búgvingina. Av tí at flestu
lesandi eru ungar kvinnur,
hendir tað meira enn so, at
lesandi fara frá vegna
barsilsfarloyvi.
− Í sambandi við at út
Føðingardagsynskið er
Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya hevur síðan 1. ugust 2008 verið partur av Fróðskaparsetri Føroya. Súsanna Mortensen er rektari