týsdagur 2. februar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 22 - 2. februar 2010
Símun Johannesen,
borgarstjóri, væntar,
at áhugin fyri at
byggja í kommununi
fer at veksa aftur, tá
landsstýrið og P/F
Skálafjarðartunnilin
vónandi koma ásamt
um sáttmála um
nýggja sambandið
millum Eysturoy og
Suðurstreym. – Av
øllum kommunum,
sum hava fleiri enn
1000 íbúgvar, er
skattaprosentið hjá
okkum hitt lægsta,
sigur hann
Kommuna
Vilmund Jacoben
vilmund@sosialurin.fo
Flestu
kommunur
eru
sperdar í hesum tíðum, nú
skattagrundarlagið neyvan
veksur, men heldur minkar,
samstundis sum íløgur eru
gjørdar í framtíðina.
Í Nes kommunu eru
stórar íløgur gjørdar seinnu
árini við nýggjum eldra
sambýli, nýggjum skúla,
planering av ídnaðarøki og
útbyggingum av rúmligari
havnalagi.
Kommunan hevur eisini
lagt nógva orku í at hava
grundøki tøk til tey, sum
ætla sær at seta búgv, og tí
eru útstykkingar gjørdar
við vegi og planeringum,
soleiðis at klárt er hjá fólki
at stoypa.
Við Gaddavegin, sum er
lutfalsliga nýggjur, er ein út
stykking, og við Lýðarsveg
er ein onnur og hin seinasta.
Símun Johannesen, borg
arstjóri, sigur, at enn eru
nøkur grundøki eftir í
útstykkinini við Gaddaveg
in, meðan fleiri eru eftir í
nýggjastu útstykkingini við
Lýðarsveg.
Klárt at byggja
Borgarstjórin
sigur,
at
kommunan eigur eini 30
35 grundøki, harav tey
flestu eru klár hjá fólki at
byggja á.
Haraftrat kemur, at fólk,
sum ætla sær at seta búgv,
eisini hava møguleikan at
keypa burtur av kongsjørð,
leggur hann aftrat.
Nøkur sethús standa í
gerð í kommununi, men
borgarstjórin
dylur
ikki
fyri, at hann kundi hugsað
sær, at meiri ferð kom aftur
á sethúsabyggingina.
Í nýggju útstykkingini
við
Lýðarsveg
eru
24
grundøki byggibúgvin, har
av bert 34 eru seld. Onnur
eru umbiðin, men líkt er til,
at í fleiri førum kemur ikki
gongd á. So leingi, sum
grundøkini ikki eru goldin,
eru tey heldur ikki seld.
Borgarstjórin
sigur,
at
nøkur av teimum, sum upp
runaliga ætlaðu sær at
byggja við Lýðarsveg, eru
lopin frá, og tí metir
kommunan seg at eiga eini
20 grundøkir eftir í hesi út
stykking, sum kunnu um
biðast og keypast av øðrum.
Hann ásannar, at tíðirnar
broyttust so knappliga, og í
løtuni er ikki líkt til, at
verulig ferð kemur á aftur
sethúsabyggingina.
Men tað eru glottar fyri
stavn, heldur borgarstjórin.
Undirsjóvartunnil
Eins og flestu eysturoyingar
og norðoyingar bíðar Símun
Johannesen spentur eftir
úrslitinum av samráðingun
um millum landsstýrið og
P/F Skálafjarðartunnlin um
sáttmála partanna millum.
Tað hevur verið sagt, at
málið skal leggjast fyri
tingið í hesi tingsetuni, sum
endar tíðliga í mars, so vit
vænta, at okkurt fer at
spyrjast burtur úr samráð
ingunum innan langt um
líður, sigur hann.
Borgarstjórin ivast onga
løtu í, at áhugin fyri set
húsabygging í Nes komm
unu fer at veksa aftur, tá tað
verður greitt, hvussu verður
undirsjóvartunlinum mill
um Skálafjørðin og Suður
streym.
Eg sá eitt yvirlit yvir
skattaprosentið
í
ymisku
kommununum herfyri og
soleiðis, sum eg las hetta,
hevur Nes kommuna lægsta
skattaprosent millum tær
kommunur, sum hava fleiri
enn 1000 íbúgvar. Vit hava
nógv vinnulív, bæði á landi
og sjógvi, og tí ivist eg onga
løtu í, at áhugin hjá fólki at
seta búgv í kommununi fer at
veksa aftur, tá tíðir broytast,
sigur Símun Johannesen.
Vakurt útsýni
Hann vísir á, at grundøkini
í útstykkingini við Lýðars
veg kosta 297.500 krónur,
men tá er hetta ikki kostprís
ur fyri verkætlanina, tí hetta
er meiri at kalla brattlendi.
Men hetta ger samstund
is, at bæði tey, sum byggja
niðan fyri vegin og tey, sum
byggja omanfyri, koma at
hava sera vakurt útsýni yvir
Tangafjørð og meginpartin
av havnarlagnum.
Borgarstjórin vísir á, at
treytir eru við byggingini,
sum fer fram undir vegnum,
at húsini ikki skulu hava
Nes kommuna
eigur 30-35 byggi-
búgvin grundøki
- Tað er ein ávísur stýgur komin í sethúsabyggingina og fleiri, sum
ætlaðu sær at byggja, eru lopin frá. Tó eru nøkur sethús í gerð í
løtuni, sigur Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu
Aftur eitrað mjólk
Heilsumyndugleikarnir í Kina kunngjørdu í gjár, at teur
hava aftur funnið evnið melamin í ymsum mjólkarvørum.
Sagt verður, at myndugleikarnir hava givið fleiri
stórhandlum í Shanghai og fýra landspørtum boð um at
koyra allar mjólkarvørurnar burtur. Myndugleikarnir siga
seg hava avdúkað, at í summum førum er talan um vørur,
sum skuldu beinast burtur í sambandi við eiturgøluna í
2008, men sum eru pakkaðar umaftur og koyrdar aftur í
handlarnar. Í 2008 doyðu seks børn, og umleið 300.000
gjørdust sjúk, tí tey høvdu fingið mjólk við melamini í.
Nordea kann missa 18 mia
Í ringasta føri kann danski bankin Nordea rokna við at skula
niðurskriva síni lán í Baltisku londunum í ár eins nógv og
bankin hevur gjørt í 2009. Kappingarneytarnir, Swedbank og
SEB, liggja tó til at verða raktir munandi harðari. Tað sigur
stjórin fyri svenska tjóðbankan, Stefan Ingves, í einari røðu til
fíggjarnevdina hjá svenska Ríkisdegnum í morgun. Sambært
útrokningum hjá tjóðbankanum standa Nordea, Swedbank og
SEB til at missa 60 milliardir svenskar krónur í bæði 2009 og
2010, skrivar danska blaðið boersen.dk