Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 22 - 2. februar 2010 Miðalprísurin fyri samlaðu søluna á Fiskamarknaði Føroya í gjár lá um slakar 14 krónur fyri kilo. Hetta vísir seg at vera afturvendandi miðalprísurin, tá størstu nøgdirnar eru toskur og hýsa Marknaður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár góð 200 tons fyri 2,8 miljónir krónur. Miðalprísurin fyri øll fiska­ sløgini samanlagt var 13,99 krónur fyri kilo. Størstu nøgdirnar vóru av toski og hýsu. Besti miðalprísurin fyri tosk var 26,55 krónur fyri kilo, sum var fyri 10 tons av toski 1. Besti miðalprísurin fyri hýsu var 12,49 krónur fyri sløk 27 tons av hýsu 2. Sløk 40 tons vórðu seld av longu, og her var besti miðalprísurin 14,20 krónur fyri kilo. Góð 25 tons vóru eisini av brosmu, og besti miðalprísurin var 9 krónur fyri kilo. Lítil upsi verður seldur um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya. Tann nógvi upsin, sum verður landaður, verður seldur beinleiðis til virkini. Í gjár vórðu góð 3 tons av upsa seld, og her var besti miðalprísurin 7, 33 krónur. Fiskamarknaður seldi fyri slakar 3 miljónir krónur høga reising, og henda treyt er áløgd fyri, at tey, sum byggja omanfyri vegin, ikki skulu missa útsýni. ­ Eg haldi, at grundøkini við Lýðarsveg eru sera áhugaverd, samstundis sum tey liggja í serstøkum um­ hvørvi í kommununi, leggur hann aftrat. Spurdur, um kommunan hevur umhugsað at lækkað prísin á hesum grundøkjum fyri at veksa um áhugan at byggja, sigur Símun Jo­ hannesen, at hetta hevur ikki verið viðgjørt, men hevur verið nevnt. ­ Sum eg nevndi, er hetta ein kostnaðarmikil útstykk­ ing, og tí er spurningurin, hvat vit kunnu gera við hetta. Hinvegin er útstykk­ ingin goldin, og tá hevði tað verið betri, um vit fingu okkurt burtur úr henni. Símun Johannesen sigur, at í løtuni er einki aktuelt um møguliga at lækka prísin á hesum grundøkjum. ­ Her er klárt hjá fólki at seta formarnar upp, og allar íbindingar eru íroknaðar grundøkjaprísin, sigur hann. Alternativ kongsjørð Borgarstjórin vísir á, at fólk, sum ætla sær at seta búgv, men aftra seg við at gera so stórar íløgur, framvegis hava møguleikan at keypa burtur av kongsjørð. ­ Hesi grundøkini kunnu keypast bíligari, men tá er eingin útgrevstur ella plan­ ering við, ei heldur íbind­ ingargjaldið hjá komm­ ununi, sum er 30.000 krón­ ur, sigur Símun Johannesen, sum vónar, at verulig gongd fer at koma á aftur sethúsa­ byggingina í kommuni, áðrenn langt um líður. Útsýnið av Lýðarsvegin er sera gott, og her eigur Nes kommuna eini 20 byggibúgvin grundøkir, sum bara bíða eftir, at onkur hevur hug at byggja Tey fyrstu sethúsini verða nú bygd í nýggju útstykkingini við Lýðarsveg á Toftum Brúktu fosforbumbur Ísraelsmenn viðurkenna nú, at ísraelski herurin brúkti fosforgranatir í innrásini í Gaza­geiran í fjør. Altjóða reglum banna londum at brúka fosforløðingar í økjum, har nógv fólk búgva. Ísraelsmenn hava fleiri ferðir víst aftur, at teir brúktu fosforløðingar í Gaza­geiranum, men nú viðganga teir, at herurin brúkti slíkar løðingar, tá hann søkti at einari støð hjá ST í Gaza í innrásini í fjør. Ísraelska stjórnin sigur samstundis, at heryvir­ maðurin, sum hevði ábyrgdina av álopinum, er revs­ aður. Einki verður sagt sum sjálva revsingina. Amerikanskir bankar lagaligari Færri amerikanskir bankar hava valt at stramma teirra kredit­ politikk fyri útlán í fjórða ársfjórðingi. Tað vísir ein nýggj frágreiðing frá tjóðbankanum, Fed, sambært Bloomberg News. Bankarnir góvust generelt at stramma teirra útlánspolitikk í fjórða ársfjórðingi í fjør, men teir hava kortini langan veg til tær meiri lagaligu treytirnar, sum vóru undan fíggjarkreppuni, sigur frágreiðingin. Tilsamans søgdu 5,5% av bankunum, at teir hava slaka upp á útlánspolitikkin, meðan 3,7% søgdu at teir høvdu »strammað hann nakað«, skrivar boersen.dk