týsdagur 2. februar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 22 - 2. februar 2010
Enn einaferð er M.C.
Restorff ”á ferð”. Vit
hava áður hoyrt hann
sagt frá Grønlandi,
Ukraina og í vikuni,
sum fór, endaðu
frásagnirnar úr Ísrael
tíðindaskriv
Landið í lýkkuni = Tær
Kanarisku Oyggjarnar.
M.C. brosar meðan hann
undrast eitt sindur: ”Nú punkt
um er sett við tær 32 ferðafrá
sagnirnar úr Ísrael, hevði ver
ið náttúrligt at vent Miðeystri
bakið, siglt aftur á beint út úr
Miðjarhavinum og síðani
snara í stýriborð, lúkst heim
aftur til Føroyar og lagt seg á
sofuna – mission completed.
Hetta hevði samstundis givið
onkrum høvi til at hvílt sær
oyruni. Ein annar annar hevði
kanska brúkt steðgin til at
samla sær nýggjan matarlyst
áðrenn næstu útpurring frá
undirritaða, hvat veit eg. Men
so verður ikki!
Dreyi heldur í bakborð
og haldi í ein sunnan.. fram
við Marokko í Útnyrðings
afrika. Lagt verður stilt á
Teimum Kanarisku oyggj
unum, sum ein í hesum
sambandi eri farin at nevna:
”Landið í lýkkuni”.
1. sending í luftina í dag
kl. 13.10
Upptøkurnar
byrjaðu
longu fyrsta dagin havna
maðurin kom til kanarisku
oynna Tenerife.
M.a. hoyra vit um grinda
hval og delfinir, sum fáa
ferðafólk at leita á píla
grímsferð út á havið, har
garvaðir sjógarpar gera sítt
til, at hesi fáa eina ógloym
andi uppliving. (Í einari
seinni sending sleppir lurt
arin við út á hav, har M.C.
fer at siga frá upplivingini
at hitta skyldfólk hjá okkara
heimligu grindahvalum og
springarum.)
Í hesu fyrstu sendingini
verður farið ein stuttan túr í
býin. Afturkomin á hotellið
er ein ikki sørt ransakandi
uppliving í sambandi við
eina mótasýning í økinum
rundan um svimjihylin.
Lisin verða 2 stutt brot úr
bók hjá kenda prædikumann
inum D.L. Moody um
Himmalin,
og
ímillum
mongu frásagnirnar í hesi 1.
sendingini, er sjálvandi eis
ini søgan um upprunan til
teir fagurtlittu gulu kanariu
fuglarnar, sum fjølga um
heimahugnan hjá fólki um
heimsins kring.
Sendingin er longu aftur at
hoyra í annaðkvøld kl. 23
Bacalao døgurði
kveikti áhuga
fyri søgu
”Hetta eina kvøldið á Ten
erife, vóru vit 6 føroyingar
til borðs á einari fiska
matstovu”, sigur M.C., sum
sigur at bacalao merkir tosk
ur á sponskum. ”Varnaðist
eisini, at føroyska søgan
um klippfiskaframleiðsluna
ikki er skrivað. Spennandi
varð at leita í bókum og
gomlum skjølum. Var eisini
úti á Fróðskaparsetrinum
og spurdi meg fyri.”
Í 5. sendingini byrjar kunn
ingin um klippfiskin, og fyri
at samanbera heimligu søgu
okkara við aðrar, verður
eisini nomið við hina norsku
klippfiskasøguna.
El Silbo floytimálið
Flestu føroyingar duga at
floyta, men ein gomul sið
venja á kanarisku oynni La
Gomera ger tað møguligt at
samtala hvør við annan á
floytimáli, sum burturi í
haga hoyrist einar 6 km, tá
lotið er við. Hetta við floyti
málinum er bara eitt av tí
forkunniga, sum M.C. borð
reiðir við í nýggju røðini
sunnan úr Atlantshavi.
Himnasinnaðir sangir
Veðurlagið á Oyggjunum í
lýkkuni er júst, sum mangur
roknar við at Himmalin fer
at bjóða uppá: ikki ov heitt –
ikki ov kalt, men passaligt.
Trúboðarin, Victor Daniel
sen, skal hava sagt, at hann
visti ikki um nakran við fóta
kulda, sum var blivin um
vendur á einum møti. Hetta
skuldi verða ein eyggjan til
teirra, sum stóðu fyri møtun
um, at hita væl áðrenn fólkið
kom. ”Fótakuldi í himmi
ríki?” lær M.C. ”Nei tað
rokni eg ikki við. Tvørtur
ímóti! Haldi meg í hesum
frásagnunum til sangir, sum
umtala Himmalin.”
Røtt árstíð at byrja
sendirøðina
”Fyri jól – og á jólum sært
tú tær ymsu sjónvarpsstøðir
nar og biohøllirnar sýna
filmar við kava og kanska
eisini jólamonnum. Tað er í
fínasta lagi. Tú sært í har
afturímóti ongan film við
jólamonnum á hásumri.
Í hvussu er og ikki; nú dag
arnir hjá okkum enn eru stutt
ir, og fólk flest leingjast eftir
ljósi og lívi úti í náttúruni,
koma hesar frásagnirnar hjá
mær, sum eitt balsam – vóni
eg í hvussu er,” sigur M.C.
”Veit ikki hvussu nógv
hann og hon ganga og hugsa
um himmalin til gerandis.
Veit bara, at hvør okkara í
sínum lagi roynir at krøkja
seg til lívið, so leingi vit og
skil er nøkulunda í lagi,” hug
leiðir fyrrverandi hotelmað
urin, sum enn einaferð lutar
uttanlendis upplivingar sínar
við onnur, meðan hann hegn
isliga kryddar við smásøgum
og hvørjum av sínum, sum
stakst upp á hann á leiðini.
Lindin við nýggjari
sendirøð
Photo Care skipar aftur í ár
fyri ókeypis myndatøku, av
børnum í aldrinum 012
mánaðir.
Fittasta barnamyndin fer
víðari til donsku kappingina
„Danmarks sødeste baby“.
Tann sum eigur vinnara
myndina í Føroyum fær eina
stóra innrammaða mynd av
sjálvari vinnaramyndini.
Tað ber sjálvsagt eisini til at
keypa myndirnar.
Tað einasta tú skalt gera
er at bíleggja tíð á tel.
219988, mail: 7913@7913.
fo ella á Facebook: Photo
care Hoyvík. Myndatøkan
byrjaði seinasta mánadag
og varar til týsdagin 23.
februar.
Meira um atkvøðugreiðsl
una seinni. Vinnarin í Før
oyum verður funnin 26.
februar.
Hetta ar annað árið at vit
skipa fyri hesum myndatøk
um. Undirtøkan var sera
góð í fjør, sigur Niels Jacob
Heinesen frá Photo Care í
Hoyvík.
Fittasta barnamyndin
Merkisdagar
50 ára føðingardagur
18. feb. verður Símun Poulsen, Bøgøta 15, Klaksvík, 50 ár.
Dagurin verður hildin leygardagin 20. feb í Skálanum frá kl.
17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Tey í vilja gleða Símun
við at koma í føðingardag, kunnu siga frá á tlf. 221265 ella
220109 innan 14. feb.
80 ára føðingardagur
Mánadagin 1. feb. verður Hans Poulsen, Klaksvík, ættaður
av Eiði, 80 ár. Føðingardagurin verur hildin 6. feb. hjá
dótturini í Kristiansgøtu 37, Hoyvík frá kl. 17.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 2. feb. hava Jóhan Petur S. og Lis Olsen silvurbrúd
leyp. Dagurin verður hildin í kafeteria í Kelduni í Skálafirði
týskvøldið 2. feb. frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúðleyp
Hósdagin 4. feb. hava Oda og Árni Frederiksberg, á
Strondum, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin fíggjakvøldið
19. feb. frá kl. 18 í Kelduni í Skálafirði.
Diamantbrúdleyp
Fríggjadagin 5. feb. hava Aðalbjørg og Sigurd Joensen
í Oyndarfirði diamantbrúðleyp. Dagurin verður hildin í
bygdarhúsinum í Leirvík leygardagin 6. feb., kl. 15, har øll
eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 6. feb. giftast Niza Pardillo, av Filips
oyggjunum og Hans Hilmar Johannesen av Toftum.
Vælkomst verður á Svangaskarði kl. 19. Tey, ið ynskja, at
gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um, at siga
frá á tlf. 748134/448134 innan 2. feb.
Brúdleyp
Leygardagin 6. feb. kl. 14 giftast í Filadelfia, Bergur
Enghamar Jacobsen og Theresa AdjinTettey Petersen.
Veitslan verður fyri innboðnum kl. 19 í Pállstovu.
Brúdleyp
Leygardagin 13. feb. giftast Joyce Idan, Ghana og Robert
Hansen, Nes. Vælkomst verður í Kvinnufelagshúsinum á
Glyvrum frá kl. 19. Tey, ið ynskja, at gleða okkum við at
koma, verða vinarliga biðin um, at siga frá innan 10. feb. á
tel. 283756 ella á 447756.
Sonja Ørkedal fødd Petersen av Sevmýri, Tvøroyri,
andaðist fríggjadagin í Vatne, Ålesund, 79 ára gomul.
Karl Jacob Petersen, Klaksvík, andaðist í heimin
um leygarmorgunin, 61 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
2. februar. Kyndilsmessa. Er upprunaliga ein
mariumessa og varð hildin til minnis um vitjan Mariu í
halgidóminum 40 dagar eftir føðingina, sum siður var
hjá jødiskum konum. Henni til minnis og barninum til
heiðurs vórðu kertur og kyndlar tendraði, og av tí kem
ur navnið missa candelarum. Navnið candela merkir
vaksljós. Victor Danielsen doyði hendan dagin í 1961.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)