Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 2. februar 2010 15 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Myndir: Jens Kristian Vang Hátíðarhald var á Lands­ sjúkrahúsinum mánadagin 1. februar í sambandi við at 50 ár eru liðin síðan rønt­ gendeildin gjørdist sjálv­ støðug deild, og Lands­ sjúkrahúsið varð býtt upp í økir, og yvirlækni varð sett­ ur í starv á medisinsku deild. Mánadagin 1. februar vóru 50 ár liðin síðan rønt­ gendeildin á Landssjúkra­ húsinum gjørdist sjálvstøð­ ug deild, og Sanna Dahl Niclasen varð sett sum yvir­ lækni á deildini. Framman­ undan var táverandi Dr. Alexandrines Hospitali skipað sum ein og sama deild. Í samband við at Sjúkrasystraskúli Føroya varð settur á stovn, varð ein treyt at hesin varð knýttur at einum sjúkrahúsi við trimum sergreinum, og tá varð sjúkrahúsið býtt sund­ ur í skurðdeild, medisinska deild og røntgendeild. Røntgendeildin hevur ver­ ið í støðugari menning øll hesi árini. Fyri skjótt fýra árum síðani varð alt rønt­ genvirksemið talgildað, og við hesum eru røntgendeild­ irnar á teimum trimum sjúkrahúsunum knýttar sam­ an í eina eind. Hátíðarhildið var eisini at 50 ár eru liðin síðan Landssjúkrahúsið varð býtt upp í fleiri økir, og danin Bent Jensen yvirlækni varð settur í starv á medisinsku deild. Í dag eru á Landssjúkra­ húsinum fimm økisdeplar. Hesir eru skurð­, medis­ inski­, psykiatriski­, bráð­ og ein diagnostiskur depil. Allir deplarnir hava egna depilsleiðslu við egnari fyri­ siting og ábyrgd fyri fíggjar­ viðurskiftum. Harumframt er ein Tænastudepil við ein­ um leiðara. Leiðslurnar á deplunum hava beinleiðis tilvísing til ovastu stjórnina á Landssjúkrahúsinum. Í sambandi við hátíðar­ haldið helt Jón á Steig yvir­ lækni eina røðu um 50 ára søguna hjá deildunum. -red Hátíðarhald á Landssjúkrahúsinum Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu við deyða og jarðarferð okkara elskaðu dóttur Ró Joensen Tøkk fyri heilsarnir, uppringar, teldupostar, vitjanir og forbønir. Takk fyri gávur til Zarepta og Leguhúsið í Nesvík. Heilsan Margret og Johan David, Johnvá og Sjúrður Gertrud og Kalli, Allan, Flóvin og Dagfinn Marius Rasmussen, yvirlækni á Røntendeildini, sonurin Rógvi Rasmussen og Anders Harboe Ree yvirlækni Sanna Dahl Niclasen, fyrrverandi yvirlækni á Røntgendeildini, og sonurin Jógvan, sum eisini er lækni Bæði núverandi og fyrrverandi starvsfólk vóru til hátíðarhaldið, har Jón á Steig yvirlækni hevði hildið røðu