týsdagur 2. februar 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 22 - 2. februar 2010
Tað harmar meg, at
Jákup Mikkelsen tekur
grein, eg havi skrivað,
sum persónligt briksl
móti honum og Fólka
flokkinum. Tí tað hevur
ikki verið ætlanin.
Tá eg í aftursvari til grein hjá Jákupi Mikkelsen
skrivaði at: »Jákup fer lætt um sannleikan« , varð bert
sipað til ein setning í grein Jákup sjálvur hevði
skrivað, og sum eg metti gav eina skeiva mynd av tí,
sum farið var fram, og tí átti at verið orðaður øðrvísi.
Setningurin, sum er soljóðandi: »Tí hevur fólkaflokk
urin mælt til at spara í almennu fyrisitingini, men sam
bandið segði nei og argumentið var, at hetta fór at
krevja uppsagnir« varð tí eisini endurgivin í mínum
svari, soleiðis at eingin ivi skuldi vera um, at tað vóru
júst hesar orðingar, sum eg metti vóru skeivar. Um
Jákup heldur, at ætlan mín var at geva eina mynd av, at
hann javnan fer lætt um sannleikan, fer hann skeivur.
Tí tað havi eg onga orsøk til at halda.
Hin parturin av grein míni um aðalráð og útreiðslu
vøkstur, var staðfesting, sum skuldi geva eina mynd av, at
tað til tíðir eru onnur enn Sambandið, ið ikki vilja spara.
Betur er bøtandi hond
enn spillandi tunga
løgtingsmaður
Bjørn Kalsø
Meðan eg illur og hopleyst
royndi at trýsta mín stóra
jeep inn á lítlu, smølu
gongugøtuna í 1000 ára
gamla høvuðsstaði okkara,
irriteraðist eg inn á, at allir
bankarnir absolut skulu
liggja mitt á gongugøtuni.
Tí, hvat er ein gongugøta?
Ein gongugøta er eitt
stað, har borgararnir kunnu
spáka stillisliga aftur og
fram í einari roynd, via
smalltalk, at ’lada’ innaru
battaríini upp, áðrenn lagt
verður út aftur í jagstranina
eftir, uttan grund, at halda
ein búskaparbøkstur uppá
yvir 12%…
Okey, so tað er ein gongu
gøta. Hvat er so ein banki?
Ein banki er eitt stað,
har tú skjótt og effektivt,
uttan nakað sum helt stríð,
robotagtigt kanst flyta
pengar av einari konto (hjá
tær ella mær) á eina konto
(hjá tær ella mær)… Náh,
okey, so tað er ein banki.
Tvs. Gongugøtur vs.
bankar er sum dagur og
nátt, hvítt og svart, pluss
og minus…
Men í Føroyum eru
bankarnir alltíð á gongu
gøtuni!!?? Og næsta
reklamukampagnan verður
eitt uppshinað supermodel
par við barnavogni og
ballón, sum í góðveðrinum
støkka inn til fryntliga og
vinarliga bankaráðgevan
og upprætta eina 60’ára
konto til ófødda barnið.
Sera, sera hugnaligt, men
komplett órealistiskt og
óbrúkiligt; typiskt Føroyar.
Sjálvandi er Føroyar
farið á heysin: Hví er
bankin í gongugøtuni? Er
tað av charmerandi,
nostalgiskum orsøkum,
íbirtar av einum ynski um
at kveikja hugna og
tryggleika? Nei!: Tað er tí,
at fyri at ONGIN banki
skal vera í gongugøtuni, so
eru tey dýrastu grundstykk
ini BEINT HAR. Og hvis
tað er NAKAÐ, sum ein
banki hevur nokk av, so er
tað pengar. So svar:
Bankin er í gongugøtuni,
tí at hann IKKI skal vera
har.
Bankaørindi við barnavogni og ballón
johan í
Kollafirði
Tað er upp á hægstu
tíð, at settur verður ein
politiskur brúkaraum
boðsmaður, sum kann
ar samhangin ella
kanska rættari vantandi
samanhangin ímillum flokkanna stevnuskráir og
politiska praksis. Tí eitt er vist, og tað er, at um vit
fyristilla okkum hin einstaka flokkin sum eina dós,
har stevnuskráin stóð uttaná sum vegleiðing um
innihaldið, so hevði brúkaraumboðsmaðurin meldað
framleiðararnar fyri falska vørulýsing, og dósirnar
høvdu verið tiknar av hillunum og burturbeindar. Tað
hevði tá eisini víst seg, at innihaldið í dósunum hevði
stórt sæð verið tað sama, óansæð floksnavn og
politiska stevnuskrá. Núverandi samgonga eitur ABC,
men hennara praksis vísir, at hon í veruleikanum átti
at itið AAA. At fólkið finnur seg í tílíkum svindli er
bæði óforstáiligt og óforkláriligt.
Hví ikki taka avleiðingarnar av at verða hildin fyri
gjøldur og fyri tað turra spott og krevja eina nýggja
byrjan við nýggjum flokkum og nýggjum fólki, sum
vit vita, hvat standa fyri og eru til at líta á?
Politiskan
brúkaraumboðsmann
Dagfinnur
DanBjørg
Fyri stuttum vóru tíðindi
borin í útvarpinum, at
Tórshavnar kommuna
hevði latið gera eina
nøgdsemiskanning á
ávísum stovnum komm
ununnar, og har varð staðfest, at arbeiðsúrslitið hjá
starvsfólkum við pedagogiskari ábyrgd var nøktandi.
Trivnaðurin á stovnunum var góður, og bæði arbeiðsfólk
og brúkarar trivust sera væl!
So skuldi alt verið í lagi!!
Men nei. Tíðindamaðurin vendi sær til formannin í
pedagogfelagnum, fyri at tosa, og væl rósa limum
hansara fyri úrslitið.
Formaðurin kundi vegna limir sínar tí staðfesta, at
tey høvdu uppiborið nógv betri løn. Samfelagið
skuldi sjálvsagt gjalda meir fyri eina betri tænastu!!
Og tí mátti verandi sáttmáli broytast, har tað snýr seg
um lønirnar.
Eg siti og bíði eftir, nær tíðindamaðurin spyr nærri,
hvat formaðurin heldur um verandi lønarsáttmála.
Men haðan kom sjálvandi onki!
Tá pedagogarnir nú skulu fara upp í løn, hóast
støðuna í samfelagnum, tí teir gera eitt so gott
arbeiði, sum omanfyri nevnda kanning vísir, skal tað
meðni skiljast soleiðis, at lønin, ið hesi fáa í løtuni, er
fyri eitt vánaligt arbeiði???
Kemur ongastaðni skil á millum gerð og orð?
Gjørt arbeiðið til lítar!
Eyðun Mohr
ViDErø
Farnu vikurnar hevur sjón
eykan av álvara verið sett á
ta røkt og tær tænastur, ið
vit í Føroyum veita okkara
eldru. Ymisk viðurskifti
eru viðgjørd í fjølmiðlun
um og á politiska pallinum,
og seinast spurdi Jenis av
Rana, løgtingsmaður, um
tey eldru fáa eina virðiliga
viðgerð.
Eingin skal ivast í, at
mín fatan er, at starvsfólk
ini í eldrarøktini gera eitt
megnar arbeiðið. Tó nemur
Jenis við ein sentralan
spurning, tá hann í lesara
brævinum finst at mangl
andi kunning til tey eldru,
ið hava tørv á tænastum frá
tí almenna.
Jenis ger eina áhuga
verda samanbering: Tá vit
søkja um barnaansing til
lítla barn okkara, so fáa vit
skjóta og greiða kunning
um, hvar á bíðilistanum
barnið er. Soleiðis kunnu
vit fyrireika okkum til tað,
ið kemur. Tíverri er støðan
ikki heilt tann sama í
eldrarøktini.
Skipanin á eldraøkinum í
dag tykist fløkt og ov nógv
ir leikarar eru á vøllinum.
Útvarpsmaðurin fríggja
dagin kallaði tað ein
vavgreyt – eg velji at siga,
at viðurskiftini eru nakað
ógreið. Men hetta verður
nú broytt.
Samskipaði
eldrarøktarøki
Saman við Almannamála
ráðnum eri eg farin undir
eina tilgongd, sum hevur
sum endamál at samskipa
eldrarøktina. Ávegis eru
tvær kunngerðir, sum
áseta, at frameftir skulu
røktarheim, sambýlir og
heimarøkt samskipast í
eldrarøktarøki kring land
ið. Hvørt eldrarøktarøki
verður skipað undir einari
leiðslu við felags visitatión
og einari upptøkunevnd
heldur enn einari upptøku
nevnd fyri hvørt heimið.
Yvirskipað tryggjar hetta,
at skipanin verður einføld
og gjøgnumskygd. Fyri
okkara eldru merkir hetta,
at tað verður ein og sama
hurð inn í eldrarøktina.
Og fyri at venda aftur til
atfinningarnar frá Jenis.
Hesar broytingar fara at
hava við sær, at hvørt øki
fer at hava eina og somu
skráseting og ikki sum nú,
fleiri ymiskar. Tá verður
møguligt at gera greiðar og
eftirfarandi bíðilistar til tey
eldru, ið hava tørv á tæn
astu ella røkt frá tí almenna.
Tað er virðilig tænasta.
Mennandi samskipan
Ein samskipan fer eftir
ætlan eisini at virka
mennandi og tryggja, at
játtan, starvsfólkaorka og
tænastutilboð verða
gagnnýtt til fulnar. Men
skulu vit fáa fulla úrtøku
úr hesum broytingum, er
bráðneyðugt at fáa nøktað
tann ovurstóra tørvin á
røktarheimsplássum, sum
er í løtuni. Tí er at fegnast
um, at land og kommunur í
felag eru farin undir at
byggja íalt 136 búpláss til
røktarkrevjandi eldri.
Aðrar broytingar ávegis
Sum liður í einari ætlan at
javnseta búfólk á røktar
heimum og sambýlum
skulu pensjónistar, ið
búgva á røktarheimum
frameftir hava fulla pen
sjón á sama støði sum aðrir
pensjónistar. Í dag fáa hesir
eina niðursetta pensjón og
aftur fyri rindar røktar
heimið fleiri útreiðslur og
tænastur fyri tey.
Broytingin verður eitt
virðiligt frambrot fyri tey
eldru á røktarheimum.
Sjálvandi eiga tey at varð
veita sína inntøku og so
rinda tey sjálvi fyri tær
tænastur, ið tey hava tørv á.
Eldraøkið í síni heild ber
brá av ógreiðum regluverki
og torskildum ábyrgdar
býti. Hetta er neyvt við
gjørt í Kommunuálitinum
frá oktober í fjør, og er ein
av stóru forðingunum fyri,
at eldrarøktin kann leggjast
til kommunurnar at umsita.
Tí er fyrsta stig hjá mær,
at fáa greitt hesar fløkjur,
at fáa skipað eldrarøktina
skynsamt og trygt í nakrar
sterkar eindir, so økið
verður búgvið at lata
kommunum at umsita og
menna.
Ein samskipað eldrarøkt
landsstýriskvinna í
almannamálum
rósa
saMuElsEn
innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he-
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.